Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. august 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 147 - 7. AUGUST 1999 Eitt 40 ára minni: tíðindablaðið SS 7 15 Viðoy bjargar portugisarum EDVARD JOENSEN 1959 var ísár í Grønlandi. Viðoy, sum tíðliga á árinum fór til Grønlands, endaði í New Foundlandi. Seinni á sumrinum varð so farið aft- ur til Grónlands. Levi Joensen, úr Klaks- vík, var skipari á Viðoynni hetta árið. Levi sigur frá, at tann 10. august 1959 um morgunin vóru teir á veg inn í Før- oyingahavnina. Tað var tjúkt í mjørka, so siglt varð varisliga. Radari var eingin, so útkikk var har frammi. Meðan teir sigla soleiðis, hoyra teir tokulúður innan fyri seg. Teir hildu tí, at nú vóru teir vorðnir so moder- naðir í Grønlandi, at teir høvdu fingið ávarðingar- útgerð á Den Smukke Ø. > Vit hildu móti ljóðinum. Men við eitt róptu teir har frammi, at tað breyt ein boði beint forút. So varð bakka fyri ikki at fara á land,< sig- ur Levi frá. Tá vóru teir varugir við at tað stóð eitt skip uppi á boðanum. Tað vísti seg at vera ein stórur portugisari. Teir vóru 97 mans við. Postugisarin var á veg út úr Føroyingahavnini, tá hann fór á land í mjørka- num. Santa Maria Magda- lena, sum skipið æt, heyði ligið í Føroyingahavnini, har manningin hevði verið heldur ólátað. Teir gingu fullir og gjørdu um seg í landi. Tí valdi skiparin at fara út, hóast líkindini vóru vánalig. Annar stýrimaður á portugisaranum kom um- borð á Viðoynna og segði, hvussu vorðið var og spurdi, um teir ikki vildu seta enda á og royna at sleipa teir av aftur. Men illa gekk. Skipið stóð fast, og fjarandi sjógvur var. Tað gekk heldur ikki long tíð, so fór skipið rættiliga nógv á liðina. Levi fór at borði hjá portugisaranum og bað teir koma yvir á Viðoynna, meðan skipið lá, sum tað lá. Men tað vísti seg ikki, sum portugisiski skiparin var sinnaður til tess. „Hann tók húgvuna av høvdinum og takkaði fyri tilboðið,< sigur Levi, sum tó skilti, at tað fóru teir ikki at koma. Viðoyggin ankraði so upp við síðuna av portugisara- num. Teir settu so fast á hann aftur og bíðaðu, til tað fór aftur at flóða, tí teir ætl- aðu at royna aftur. Meðan teir bíðaðu, kom ein norskur sleipari, sum æt Akilles. Teir høvdu fingið fráboðan, og bóðu teir á Viðoynni sleppa. Men tað høvdu føroyingarnir ongan hug til. Teir vóru tilkallaðir og hildu seg hava fyrsta rætt, sigur Levi. Viðoy, sum hon sá út, tá hon var á snelluveiðu undir Grønlandi í 1957. Myndin er úr bókini »Min livssøga til sjós<, sum Richard Jacobsen í Klaksvík gav út á egnum forlagi i 1984 Undir dramatiskum umstødum í vánaligum veðri bjargaði manningin á Viðoy 96 neyOstøddum portugisarum. Hóast hetta var eitt rættiligt bragd, frættu teir ongantíð nakað aftur og fingu ikki so frægt sum eina tøkk afturfyri Norðmenninir gjørdust nú eisini rísnir. Teir brúktu fyrst ljót orð og fóru síðan upp á portugisaran og sleptu endunum, sum Viðoyggin hevði umborð. So var ikki meira at gera hjá teimum á Viðoynni. Teir tóku ankarið inn og fóru í Føroyingahavnina at taka ta útgerð, teir høvdu brúk fyri. Umleið klokkan 11 á kvøldi, komu tveir mans frá Nordafar umborð á Við- oynna og søgdu við Levi, at teir høvdu frætt frå portu- gisaranum, at nú stóð verri til har úti. Veðrið var øtlad munandi, sleiparin fekk íkki tikið fólkið av Santu Mariu Magdalenu. Um ikki teir vildu fara út eftir monnun- um? Levi svaraði, sum var, at teir vóru blakaðir burtur haðani fyrr um dagin. Men var tað so, at vandi var fyri fólkinum, skuldu teir fara. Tað var ikki annað enn teirra skylda at bjarga fólki, sum var í neyð á sjónum. Tað var framvegis líka svart í mjørka. Men teir komu tó fram til portugis- aran í øllum góðum. Tá mundi klokkan vera um hålvgum tvey um náttina. Teir fóru so nær, teir tordu. Men Levi sigur, at tað var ikki so hugnaligt har úti ta náttina. Teir hoyrdu, hvussu skipið lá og buldraði uppi á boðanum. Tað gekk ein lýta, so kom ein trivaligur maskinbátur av portugisaranum við eini stórari jollu upp á sleip. Har var fult av fólki umborð. Annar stýrimaður á portugisaranum stílaði fyri. »Hann tóktist vera ein skilamaður, < minnist Levi. Viðoyggin varð so løgd tvør fyri á tann hátt at fáa læ. Tað mátti ganga skjótt fyri seg at fáa menninar um- borð, tí Viðoyggin dreiv eis- ini. Men tá bátarnir frá portugisaranum vóru komnir upp á síðuna av Við- oynni, vildu menninir ikki koma umborð. Levi sigur, at hann bað nakrar raskar menn fara nið- ur í bátarnar til teirra og fáa gongd á. Tá bar til. Men tá teir vóru komnir á dekki, sló ein portugisari ein av mann- ingini á Viðoynni. Hann varð tikin og settur fram undir bakkan, har fólk varð sett at ansa eftir honum. Tað vísti seg, at portu- gisararnir høvdu tikið teir, sum vóru farnir at drekka umborð, og sett teir í fyrsta bátin. Og teir vóru so mikið balstýrigir, at tá liðugt var, sótu einir tríggir, fýra í tippinum frammi undir bakkanum. Tá seinasti báturin skuldi koma við fólki, fór annar stýrimaður upp á skipið, strikadi flaggið, rullaði tað saman og stakk tað undir armin. Skiparin kom við seinasta bátinum. Hann heyði 15 ára gamla sonin, sum var fyrsta túr til skips, við sær. Tá teir vóru komnir um- borð á Viðoynna, setti skip- arin seg niður í bestikkrúmi- num. Hann var so óheppin, at hann sló høvdid í eitt- hvort, so hann bløddi. Hann mátti so lappast aftur. Um- framt hann var bert ein portugisari, sum fekk skaða. Hann hevði brotið lærið. Men hann hevði sleiparin tikið. Men nú gjørdist hættisligt umborð á Viðoynni. Teir vóru 20 mans, sum hoyrdu til skipið og høvdu nú fingið 96 fremmandar menn um- borð. Levi sigur, at hann ivadist, hvat nú skuldi ger- ast. At fara inn eftir var hættisligt, tí hendi nakað, kundi gerast heilt galið, tí bjargingarútgerð var ikki umborð til so nógv fólk. Men at fara út eftir kundi skjótt endað við, at teir komu at liggja til havs við øllum hesum fólkinum um- borð. Tað bar heldur ikki til. So valt varð kortini at fara inneftir. Og tað gekk væl. >Tá vit vóru komnir inn í øllum góðum, og alt fólkið var komið til høldar umborð á einum gðrum portugisara, sum lá inni, fór eg inn í kamarið og takkaði Harra- num fyri, at Hann hevði giv- ið okkum styrki og dirvi til at hjálpa hesum neydstøddu monnum,< minnist Levi Joensen. Seinni gjørdist fínasta veður aftur. Teir á Viðoynni vóru spentir upp á at sleppa at bjarga nøkrum av teimum hálvtfjórðahundrað tonsun- um av saltfiski, portugisarin hevði inni. Men tað sluppu teir ikki. Teir á Nordafar hildu teimum burtur. Men aðrir fóru umborð og tóku radioútgerð og tílíkt í land. »Og so alt vínið, sum var umborð. Tað settu teir stór- an prís uppá,< minnist Levi. Levi Joensen sigur, at hann hevði væntað at frætt okkurt aftur um hesa ferð- ina. Men tað var so eidasørt. Teir hoyrdu hvorki orð ella eið. Ikki so frægt sum eina tøkk nakra staðni frå. Santa Maria Magdalena stóð einar átta, tíggju dagar á boðanum. Tá kom aftur illveður, og skipið brotnaði um tvøran og sakk. Men boðin, har Santa Maria Magdalena fór á land, verður enn í dag nevndur Santa Maria Boðin. Levi og Gretha Joensen reka í dag Malta í Hirtshals, har mangur fóroyingur hevur sitið væl (Myndina eiga tey sjálv) ———————IMME