Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. august 1999síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 tíðindablaðið NR. 147 - 7. AUGUST 1999 Tey trý oddaliðini hava oll heimavøll e-mail: emil sosialurin.fo Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - TIf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 Fótbóltur: KI, B36 og GÍ eru fremst í bestu fótbóltsdeildini, og tey spæla øll á egnum grasliki um vikuskiftið. Í Runavík verður grannauppgerð, og í Sumba stendur alt upp á spæl millum tey bæði niðastu liðini í deildini Av dystunum í føroysku landskappingini í 90-unum hava teir millum GI og HB verið nakað serligt. Gøtu- menn vóru førovameistarar fýra ferðir upp í slag, og ferðirnar var HB kappingarneytin ja. tað eina árið tryggjaði Gl sær FM-heitið i evstu løtu frammanfyri HB Hetta er eftirhondini nøkur ár síðani, men dystir- nir millum Glog HB munnu framvegis vera mill- um teir mest áhugaverdu og undirhaldandi í føroysku fótbóltskappingini. Millum annað minnast vit í 1996, tá Magni Jarnskor stutt inn í seinna hálvleik hevði lagt Glá odda 2-0. Málverjin Jens Martin Knudsen var komin við út á vøllin at fegnast saman við liðfelog- unum og var ikki komin upp á pláss aftur, tá HB byrjaði aftur og Uni Arge smekkaði til av miðjuni og í tóma málið! Tað kunnu teir báðir í dag sita og flenna eftir uppi á Olafsfirði... Tá GI var upp á tað besta, sendu teir onkuntíð HB “ í flestu nærmasti suður aftur við stórtapi, men í fjør var øvugt, tá havnarliðið vann 3-1 — og tað var eftir henda sigurin, at fólk av álvara fóru at tosa um HB sum føroyameist- ara Utgangsstødan hjá HB í morgin er ein heilt onnur, enn hon var í fjør. Eydnast tað ikki HB at fáa stig — og helst øll try — eru møgu- leikarnir fyri at verja før- oyameistaraheitið svunnir burtur í næstan einki, ikki minst um tað samstundis eydnast KI og B36 at vinna. Øvugt er hjá GI, sum liggur væl fyri. Teir hava vunnið allar sínar seks heimadystir higartil — mill- um annað fekk KI sítt hig- artil einasta tap í ár i Gøtu. Tosið um álopstrupulleikar i GI er horvið sum døgg fyri sól, nå Alexander »Sasha« Radosavljevic hevur skotið hat-trick í tveimum dystum á rað. Hann var ikki tøkur hjá gøtumonnum í byrjanini av kappingini, men nú hevur hann veruliga sett ferð á GI, sum saman við KÍ og B36 er fremsti FM-biðil í løtuni Venjarin Johan Nielsen hevur allar sínar mans tøk- ar móti sínum gamla felag, og hann vil heldur enn fegin, at liðið hjá sær vinnur sín fjórða sigur á rað í landskappingini Stendur væl til í GI, so er hinvegin einki lag í HB, sum als ikki hevur livað upp til árið í fjør. Allan Mørkøre verður nevndur sum orsøk- in til, at tað hevur gingið so illa hjá fóroyameistarunum., men tað er neyvan einasta frágreiðingin, nú HB skal royna at halda fast í FM- møguleikanum. Tað mugu teir allarhelst gera uttan Súna Fríða Johannesen, sum hevur verið darvaður av skaða og er ivasamur til dystin í morgin. Allir hinir eru klárir, og so er spurn- ingurin, um Ion Geolgau fer at gera nakrar broytingar i mun til dystin móti VB, sum vågbingar vunnu 1-0. Sumbingar kunnu fara framvið IF Tað fer ivaleyst at standa Sumba tekur ímóti IF á Krossinum í morgin. Talan er um reina botnuppgerð, og fyri sum- bingar telur bert ein sigur. Teir hava spælt tiggju dystir og tapt níggju av teimum, og á pappírinum er heima- dysturin móti IF ein av teimum, sum må og skal vinnast, um teir ætla sær at halda sær uppi í bestu deild- In Framgongd var at hóma hjá sumbingum móti B36 seinasta vikuskiftid, men teir eru ikki nóg avgjørdir framman fyri málinum, og tá tað gongur illa at fáa bóltin í netið, er torført at vinna! Liðskiparin Dánjal Johan Joensen fekk reyða kortið í Gundadali og er tiskil leik- bannaður hesaferð. Tað er Mortan úr Hørg hinvegin ikki. Hann sat uttanfyri móti B36, men verður við aftur móti fuglfirðingum. Miðvallarin Jan Poulsen er framvegis skaddur og verður neyvan við í morgin. Teir í IF taka dystin í morgin í størsta álvara. Teir fara suður í kvold og vita, at um teir tapa, detta teir heilt niður á aftasta plássið, og tað kann verða tungt at sleppa av aftur Eins og sumbingar mugu teir spæla uttan mannin, sum vanliga er liðskipari. Torstein Joensen fekk sítt triðja gula kort móti NSI og er leikbannaður hetta um- farið. I javnleikinum móti NSÍ spældi Ken Bærentsen und- ir liðini á Robert Cieslewicz í álopinum. Ken royndist væl, men skúlagongdin ger, at tað ikki eru stundir til 1. deildarfótbólt, so tann gleð- in var stokkut hjá venjaran- um Piotr Krakowski. Eyðun Samuelsen hevur fyrr í ár spælt á 1. deild, men nógv á, tá 11. umfari í 1. deild hjá monnum verður avgreitt í dag og í morgin er nú dottin niður í 3. deild, og Uni og Bárður Morten- sen eru enn ikki komnir í dystarvenjing eftir summar- steðgin. Símun Eliasen verður við í morgin, og tað verður hann eisini móti B36 um eina viku. Hvussu verður eftir tað, er framvegis ógreitt. Í hagtølunum síggja vit, at 1. deildardystir millum Sumba og IF ikki er gerand- iskostur. Skulu vit ganga eftir hagtølunum, so vinnur IF í Fuglafirði, meðan sum- bingar vinna. tá teir hava heimavøll. Um hetta held- ur, fer Sumba upp um IF á stigatalvuni, og í so fall sleppa sumbingar av nið- asta plássinum fyri fyrstu ferð í ár! NSI eltir fjórða plássið hjá HB Í morgin fara toftamenn og B68 inn í Heiðar. Har hava teir ofta havt gott tak á heimaliðnum, men tey seinnu árini hevur tað ikki hilnast so væl, og B68 hevur ikki vunnið i Runavík síð- ani 1992, tå úrslitið var 4-2. Málið hjá B68 er at vera við í kappingini um plássini í altjóða kappingunum, og tí er tað týdningarmikið fyri teir í hvussu so er at endur- taka javnleikin frá fyrra dystinum. Í ødrum umfari endaði dysturin á Svanga- skarði málleysur. Toftamenn hava sama fólkið tókt, sum teir høvdu móti KI, tå teir síðstu løtuna skorau tvær ferðir. Allan Jo- ensen vardi málið síðsta sunnudag, meðan Magnus Poulsen, sum hevði verið burtur í summarfrí, var á beinkinum. Allir brasiliu- menninir vóru á vøllinum í 1. hálvleiki, men í 2. hålv- leiki fekk Bogi Petersen møguleikan, og tað kann hugsast, at hann verður við aftur í morgin. Oleif Joen- sen er givin, og Olaf Hgj- gaard verður heldur ikki við aftur í ár, tí hann er til skips. I Runavík mettu teir av- rikið at vera vånaligt, tå teir vóru á Toftum, og tað skundaði undir, at teir skiftu venjara. Trygvi Mort- ensen hevur allar teir tøkar, sum spældu í Fuglafirði, og harafturat eru Helgi L. Pet- ersen, sum síðsta vikuskifti var leikbannaður, og Arn- finn Langgaard, sum hevði verið burturi í summarfrí, við í hópinum. Í Runavík skuldu teir í dag snøgga rundanum vøll- Lesið eisini ítróttin á internetinum www.sosialurin.fo in, áðrenn gestirnir av Toft- um koma inn. I NSI droyma teir um altjóða fótbólt, og um tað eydnast teimum av vinna í morgin, og HB sam- stundis tapir í Gøtu, so verða hesi bæði liðini jøvn í stigum á fjóðra plássið. Sandoyingar kenna sín leiklut Sandoyingar síggja ikki so stóran mun á uppgávunum. Um tað er GÍ á heimavglli ella KI á utivølli ger næstan tað sama. Bitin er ivaleysa stórur hvorja ferð. - Men tað er undarligt. Tú hugsar um HB sum eitt so gott lið, at møguleikin er lítil og eingin at vinna ímóti teimum, og so megnar tú kanppliga javnleik móti teimum. Næstu løtuna verð- ur HB sagt at vera í kreppu, og talan er so at siga um somu spælarar, filosoferar Eli Hentze, álitið hjá B71. Sandoyingar hava verið meiri plágaðir av skaðum í ár enn nakrantíð áður. Pet- er Ritter og Bjørn Thor- steinsson hava báðir skaða í lærkrikanum at dragast vid, og teir hava ikki valt við fullari ferð í vikuni. B71 fer til Klaksvíkar at dyrgja eftir einum stigi. Uppskriftin í sovorðnum fórum plagar at vera at draga ferðina niður og at brúka nógva tíð um deyð- bóltsstóðurnar. Hvussu tað fer at eydnast veldst nógv um, hvussu tað verður við sinniliga yvirskotinum. Men tað snýr seg eisini um klaksvíkingar, bæði teir á vellinum og teir kring vøllin. Tony Paris hevði spælararnar leingi í um- klæðingarrúminum, eftir at teir síðstu løtuna komu sær í vanda á Svangaskarði, og månakvøldid høvdu teir aftur fund. Allir teir, sum vóru við á vøllinum á Svangaskarði eru aftur í hópinum. Gunn- ar á Steig skal hava dystar- venjing í 2. deild í dag, og Meinhardt Joensen verður eykamálverji í morgin. Nic- las Niclassen spældi í 3. deild á Svangaskarði, tí hann kom ikki inn í 1. deild. Hann fekk gult kort í 3. deild og er leikbannaður hetta vikuskiftið. Lyklaspælarar eru leikbannaðir Um B36 skal gera seg gald- andi í kappingini um FM, so er alneyðugt hjá teimum at fáa trý stig seinnapartin í dag, tá VB kemur í Gunda-