týsdagur 10. august 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
a Marknaðardeild:
Jan Miiller Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Es lándanskov Blaðfólk:
Internet: www.sosialurin.fo Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Hegni Mohr
| ttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
ari, uppseting:
SA tsk
Argjavegur 26, Argir
Telefon: 311820
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefax. 314720
e-mail: post Øsosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Í
Áhugaverd
veljarakanning
Oddagrein
Tað er áhugavert, at Tjóðveldisflokkurin
ikki bara heldur stoðuna, men sanniliga
hevur framgongd í veljarakanningini, sum
varð kunngjørd undan vikuskiftinum.
Flokkurin fær meira enn ein fjórðing av
ollum atkvoðunum og niggju tingfólk, um
val hevði verið. Hóast tað gongur hinvegin
hjá samgonguflokkunum, hevur samgong-
an kortini meiriluta aftan fyri seg.
Tað er skilligt, at Hogni Hoydal fegnast í
viðmerking um úrslitið frá kanningini. Tað
góða úrslitið kann flokkurin fyrst og fremst
takka honum fyri. Hann er greiður, dugir
væl at grundgeva fyri floksins politikki, er
sakligur og heviskur. Onkur vil kanska
siga, at hann er í so demagogiskur. Eisini
»Sleppur« hann lætt enn, tí so lítið »kjøt«
er komið á fullveldisætlanina.
Afturímóti hava hvorki hinir bæaðir lands-
stýrismenninir hjá Tjóðveldisflokkinum,
ella fvormaðurin á tingi, markerað flokkin
serliga heppið. Signar á Brúnni hevur ein
heilan fovning fullan av ógreiddur málum,
sum bíða eftir hansara avgerð. Og tað
eru nogv, sum seta spurnartekin við,
hvussu væl Karsten Hansen kláraði eld-
dóp sín í lønarsamrådingunum í vår. Men
hann er jarðbundin og virkar álitisskap-
andi.
At Sambandsflokkurin stendur seg væl
er eina og aleina eini polarisering at takka.
Flokkurin hevur hvorki eina greiða linju í
ríkisrættarspurninginum ella í ðrum mál-
um, og ofta tykist verandi tingmanning
bara at vera eitt afturljóð frá eini farnari
tingmanning, sum var meiri at sær komin.
Tað man óivað tykjast svárt hjá Javnað-
arflokkinum, sum storsta andstoðuflokki
at hava víkjandi undirtøku - í andstøðu.
Men eisini í Javnaðarflokkinum saknast
ein linja. Eftir at hava tøvt, gjørdi hann fyri
tveimum árum síðani stoðuna greiða.
Hann vildi virka fyri eini sjálvstýrislóg, og
hann markeraði seg rættiliga greitt undan
valinum í fjør vár. Seinni sendi flokkurin
út sína sjálvstýrisstevnu, sum elvdi til
orðaskifti tá, men síðani hevur flokkurin
nærum tagt sín egna politikk í ríkismáli-
num burtur. Og orðaskiftið á tingi um
dagarnar vísti, at flokkurin stendur spjadd-
ur í hesum m li, oghevur lítið nyjugsandi
at bjóða upp á í oðrum málum, sum skuldu
havt týdning fyri flokkin. Mótvegis Tjóð-
veldisflokkinum tykist Javnaðarflokkurin
ikki trúgva upp á sín politikk og berjist ikki
eldhugaður fyri honum. Floksleiðslan
heldur óivað, at hon ger sítt ítarsta, men
frá síðulinjuni er leikurin ikki nóg framá-
rættaður. Liðið er ikki nóg væl saman-
spælt, og einstaklingaavrikini ikki nóg
heppin. Sosialurin
Viðmerkingar:
Logmansrgóan var
sum eitt valupplegg
Satt at siga so var tað við
spenningi at eg setti meg at
lurta eftir løgmansrøduni.
Og í fyrstu atløgu skuffar
hon ikki. Rødan er full av
gyltum lyftum og bjørtum
hugsjónum. Nakað sum eitt
vælsmurt valupplegg. Batar
verða lovaðir á snøgt sagt
øllum økjum. Men nærlesur
tå røduna, standa lyftini í
leysari luft uttan itøkiligar
ætlanir aftanfyri.
Eg fari at ger viðmerking-
ar til partar av tí, løgmaður
fortaldi okkum í tí rað-
fylgju, málini eru nevnd.
Í sambandi við tann batn-
aða búskapin heldur løg-
maður, at tað er tí batnandi
kappingarførinum fyri at
takka. Her kundi eg hugsa
mær at vita, hvar og gvussu
kappingarføri er batnad.
Tann batnaði búskapurin
hevur tríggjar orsekir:
Nógvur fiskur, høgir prísir
og lág renta. Onga av hes-
um orsøkum hevur sam-
gongan haft ávirkan á. Hin-
vegin fær arbeiðsfólkið ein
yvir nakkan frá samgong-
uni, tí sagt verður at kapp-
ingarføri hjá vinnuni er
versna í sambandi við tær
síðstu lønarsamrådingarnar.
Hvat skulu vit við eini
vinnu, ið ikki megnar at
gjalda lønir? Lønarlagid er
lægri enn hjå øllum, vit
samanbera okkum vid. Tað
átti vinnumálastýrið at vita.
Tað tykist beinleiðis at vera
eitt problem hjá samgong-
ini, at búskapurin er góður.
Danir eru byrjaðir at rópa
varskóg. Donsk blød skriva,
at tær almennu útreiðslurnar
eru eksploderaðar, síðan
henda samgongan tók við.
Løgmaður gevur bløðunum
rætt , men hetta lesa vit ikki
í løgmansrøduni. Sum eitt
kuriosum kann eg nevna, at
ein av teimum búskapar-
frødingum, sum landstýri
skal rådføra seg við, sær
bjargingina fyri búskapi-
num liggja í tí minkandi
fiskiskapinum. “Stikk den!”
Fidusina við at seta blokk-
stuðulin á eina serliga játtan
á fíggjarlógina ljóðar sum
hokus pokus, men onkur
annar man fara at gera
meira burtur úr hesum.
Nevnt verður at fiskivinn-
an minkar vid 1%. Hetta
man so verða í virði, ti fisk-
iskapurin er minkaður við
heilum 35% bara í ár, uttan
at løgmaður nevnir tað.
Falla prísirnir, sum vit ikki
eru harrar yvir, so rýkur bú-
skapurin. Men hetta hóskar
ikki til eina so bjarta løg-
mansrødu. Annars er at
fegnast um tann góða og
sunna vøksturin í alivinn-
uni. Tunfiskaveiðan er
nevnd sum ein alternativ
veiða í altjóða sjógvi. Aðr-
enn vit fara í altjóða sjógv
at fiska, so eiga vit at gera
okkum greitt, hvusssu leingi
útlendskar manningar skulu
manna 4 av 6 skipum i før-
oyskum øki. Hetta er hóast
alt okkara dýrasti fiskur.
Tað tykir mær bakvent, at
japanesarar og filipinarar
liggja í føroyskum øki,
meðan vit fara í altjóða
sjógv.
Fullveldisætlanin gongur
sína jøvnu gongd. Fyrireik-
ingin hevur , sum tað sæst,
til endamåls at fáa størst
møguliga undirtøku fyri
ætlanini. Alt seinasta år var
okkara flokkur undir hør d-
um trýsti frá tjóðveldis-
flokkinum, teir kravdu, at
vit gjørdu teirra politikk til
okkara, uttan at teir lótu
nakrar sømdir ístaðin. Ann-
að er, at fólkaflokkurin og
gamla sjálvsstýri gjørdu
loysingarpolitikkin hjá tjóð-
veldinum til sín politikk.
Men at krevja hetta av javn-
aðarflokkinum í anstødu
tykist í so framligt.
Samgongan vil loysa,
meðan javnaðarflokkurin
ynskir størst møguligt sjålv-
stýri í rikisfelagsskapinum.
Samgongan kemur at sanna,
at tað ber ikki til at byggja
framtíðina á ein løtustemn-
ing , sum ráddi á vári 1998,
partvís skaptur av einari su-
bjektivari sjónvarpssend-
ing. Í samband við sjálvstýr-
ismál , havi eg ein spurning
til ein setning niðast á síðu
17. Nær hevur tann danska
stjórnin sagt seg vera til
reiðar at samráðast um eina
varliga búskaparliga tillag-
ing i tí førinum, at vit taka
loysingina. Hetta mann vera
ynskihugsan , eins og tå
Høgni Hoydal skal skerja
blokkin i 20 år eftir loys-
ingina. Mær vitandi hava
danskir politikarar bara tosa
um 3 til 5 ár. Nei, tað verður
ikki javnadarflokkurin
men Høgni Hoydal, Bjarni
Djurholm og aðrir sam-
gongumenn, ið eiga til upp-
gåvu at sannføra veljaran
um , at loysingin er bjarg-
ingin.
Undir altjóða samstarvi
verður fegnast um handils-
samstarvið við ES. Og tað
er kanska at fegnast um.
Men eg hugsi, at talið er
skeivt , tá ið sagt verður at
97% av handlinum við ES
er fríur. T.d. kann eg nevna,
at Havsbrún teknar seg fyri
einum 10-12% av okkara
útflutningi , og tær pilkaðu
rækjurnar telja væl eisini
við. So tann fríi handilin
man liggja langt undir 97%.
Pensiónsreformurin er
blivin eitt "snik snakk"
evni, sum alt annað , sum
Helena Dam á Neystabø
umsitir. Løgmaður mælir
til, at løntakarin sjálvur
rindar sína egnu pensión.
Sum borgarligur politikari
vil hann fritaka arbeidsgev-
aran hesa skyldu. Hetta út-
talilsi brýtur grundle ggjandi
við tær arbeiðsmarknaðar-
pensiónir, ið eru galdandi,
har arbeiðsgevarin rindar
bróðurpartin. Nú er so nógv
tosað , at stundin er komin,
at tingið fær at vita , um vit
fáa eina solidariska ella eina
egoistiska pensiónsskipan.
Sambart pressuni gongur
Als-skipanin eina ótrygga
framtíð åmøti. Landsstyris-
maðurin , sum fram um aðr-
ar setur seg yvir løgtingid,
kundi hugsa sær ein part av
Als- fæðnum til at fíggja
barnsburðargrunn. Eg vóni
at hetta er ein líka stórur
fusari, sum allir hinir fusar-
arnir, hesin ráðaríki lands-
stýrismaðurin hevur gjørt.
Annars fari eg at spyrja
samgonguna, nær brølara-
Dan R. Petersen
kvotan hjå Finnboga Arge
er SL een
Eg kann bara fegnast um,
at Høgni Hoydal fråbodar
ein styrktan norðurlanda-
politikk, bæði í Útnorður-
ráðnum og Norðurlandaráð-
num. Tað er gleðiligt, at
samskiftið millum parla-
mentarikarnar og landsstýr-
issíðuna skal styrkjast. Tí
tað hevur kenst eitt sindur
hugstoytt at hoyrt í pressuni,
hvat = landsstýrismaðurin
tekst við í ministarráðnum.
Annars tykist mær logi, at
Landsstýrið, leyst av full-
veldispolitikkinum, arbeiðir
við einum kravi um sjálv-
støðuga umboðan í Norð-
urlandaráðnum. Hetta
merkir í verðuleikanum, at
Hoydal ikki trýr uppá eitt
sítt fullveldi. Tekur sam-
gongan fullveldi „so fáa vit
sjálvstøðuga umboðan uttan
tær tingingar, ið nú skullu
fara fram.
Veiðuflotin skal endur-
nýggjast uttan tó at sagt
verður frá, hvussu ein
nýggjur floti skal fíggjast.
Endurnýgging er alneyðug,
og bar tað til í 5-ti árunum,
so skal tað eisini bera til í
dag.
Privatisering av postverk-
inum eftir sama leisti, sum
telefonverkið er fráboðað.
Motivini fyri privatisering-
ini av telefonverkinum vóru
altjóða kapping. Væntar
samgongan, at útlendsk fel-
og fara at bjóða seg fram at
bera postin út til Fugloyar
og Mykenesar?
At enda fari eg at takka An-
finni Kallsberg fyri, at hann
sparin okkum fyri tað
reyp og sjálvforherligilsi,
sum eykendi rødurnar hjá
undanfarna løgmanni.
Dan Reinert Petersen,
tingmaður
15 ar síðani sorgarleikin
við Toftasluppini »Onnu«
Minningarhald í gamla kirkjugarði í Reykjavík
Í vár vóru liðin 75 ár síðani
>Anna< gekk burtur við
innsiglingina til havnina í
Grindavík í Íslandi. í hesum
sambandi skipar Føroya
Fiskimannafelag saman við
Sjómannasamband Íslands
fyri minningarhaldi við før-
oysku fiskimannagravirnar
í gamla kirkjugarði í Reykj-
avík. Í hesum gravum eru
jarðaðir teir, hvørs lík av
»Onnu« vórðu bjargað. Teir,
sum doyðu aftan á eldsvan-
lukkuna við >Acron< í 1938
og Hans Jacobs Berg, sum
doyði í 1926 aftan á at hava
verið settur í land av >Falk-
inum«.
Minningarhaldid verður
sunnudagin 15. august kl
10. Rødur verda væntandi
hildnar av umbodum fyri
fiskimannafelagøini i Før-
oyum og Íslandi, umboði
frå føroyska sjómansheim-
inum í Reykjavík og um-
boði fyri tey eftirsitandi.
Kransar verða eisini lagdir
á hesum trimum gravum.
Aftaná verður luttakarar-
nir bodni á føroysk sjó-
mansheimið í Reykjavík til
ein bita og ein drekkamunn,
siga Føroya Fiskimannafel-
ag og Sjómannasamband Ís-
lands í tíðindaskrivi.