týsdagur 10. august 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 148 - 10. AUGUST 1999
tíðindablaðið
U ttanland: snev ndin:
Krevur at fáa hernað-
arfrågreidingina sum
skjotast
Formaðurin í uttanlandsnevndini bæð friggjadagin lóg-
mann um at fáa nýggju fóroysku hernaðarkanningina so
skjótt, sum hon er liðug
EYÐUN KLAKKSTEIN
Formaðurin í uttanlands-
nevndini hjá løgtinginum
vil ikki hava, at kanningin
av hernadarmålinum, sum
verður liðug síðst í månad-
inum, skal leggjast á hillina
í Tinganesi at bíða eftir ein-
ari lógtingsviðgerð.
Fríggjadagin sendi Her-
geir Nielsen løgmanni bræv,
har hann biður um, at utt-
anlandsnevndin fær nýggju
kanningina, so skjótt sum
hon er liðug, og løgmaður
hevur fingið hana.
— Løgmaður hevur sagt,
at kanningin skal leggjast
fyri løgtingið seinni í heyst,
men tað er rímuligt, at utt-
anlandsnevndin fær kann-
ingina beinanvegin, sum
hon er liðug síðst í hesum
mánaðinum, sigur Heirgeir
Nielsen.
— Uttanlandsnevndin er
við í viðgerðini av øll mål-
um, sum snúgva seg um
okkara samband við út-
heimin, tí vilja vit hava
hernaðarkanningina í stund-
ini, tá hon er liðug. Vit vilj-
að verða kunnað í hesum
málið skjótast gjørligt.
Heirgeir Nielsen heldur,
at talan er um so týdningar-
mikið mál, at uttanlands-
nevndin ikki kann lata
kanningina liggja í Tinga-
nesi til seinni í heyst, tá hon
skal leggjast fyri løgtingið.
Nýtast í uppgerðini
við danir
Formaður í uttanlands-
nevndini heldur, at føroy-
ingar skulu brúka hernað-
arkanningina í uppgerðini
við danir.
— Møguliga høvdu føroy-
ingar givid NATO loyvi at
havt stød i Føroyum, um vit
vóru spurd, men at ein triðji
partur (danir) hevur ameri-
kanarum loyvi at hava stød
i Føroyum, uttan at kunna
føroyingar um tad, er im-
perialisma av ringasta slag,
heldur Hergeir Nielsen.
Hergeir Nielsen, formadur
í uttanlandsneyndini
— Tað er ikki so nógv nýtt
í ti, at danir hava havt fíggj-
arligan fyrimun av stødu-
num í Føroyum, tað hava
Fólk fyri Friði og onnur
fleiri ferðir víst á, og dansir
politikarar hava eisini sagt
tað í sínum endurminning-
um.
Saga Petroelum
skal bloðgast
Gjáramorgunin fór Norsk Hydro undir arbeiðið við at
slakta Saga Petroelum. Oljuvirksemi hjá Hydro og Saga
skal leggjast saman. Um eitt hålvt ár er Saga Petroleum
horvið sum oljufelag
JÓGVAN H.
GARDAR, OSLO
Ein bólkur av toppleiðarum
fór í gjár undir arbeiðið at
leggja saman olju- og gass-
V irksemið hjá Norsk Hydro
og Saga Petroleum. Á odda
fyri bólkinum stendur deild-
arleiðari í Norsk Hydro,
Tore Torvund. Varaleiðari er
stjóri í Saga Petroleum,
Lars T. Bjerke. Bólkurin
skal húsast á høvudsskriv-
stovuni hjá Saga Petroleum
í Sandvika uttan fyri Oslo.
Uppgávan hjá bólkinum
er at gera eitt yvirlit yvir
arbeiðsplássini, fyri at finna
út av hvussu nógv starvs-
fólk fyritøkan skal hava
framyvir, og hvar tær ymsu
deildirnar skulu vera. Øll
sum í dag starvast á olju-
deildunum hjá Saga og Hy-
dro noyðast at søkja um at
fåa tey nyggju størvini.
Tey sum so ikki fåa
starvid, tey søkja eftir, fåa
tilbod um annad starv i
Hydro-fyritøkuni, eina ein-
gangs upphædd fyri at gev-
ast ella tilboð um at lata seg
pensjonera.
Umleggingin rakar 4500
starvsfólk í teimum báðum
fyritøkunum, og roknað
verdur vid at eini 800
starvsfólk ikki fáa pláss í
nýggju fyritøkuni. Tey
flestu størvini sum hvørva
eru knýtt at høvudsskriv-
stovuni hjá Saga í Sandvika
og á olju- og gassdeildini
hjá Hydro á Vækerg. Hesi
bæði arbeiðsplássini liggja
stutt frá hvør øðrum uttan
fyri Oslo. Tað sum hevur
verið sagt er, at tey 800 ar-
beiðsplássini kunnu hvørva
bæði í Saga og Hydro.
Einki heilagt
Tíðindastjórin í Norsk Hy-
dro, Tor Steinum, segði í
farnu viku, at eingin avgerð
er tikin um, hvat sum skal
henda við teimum mongu
starvsfólkunum og deildu-
num. Arbeiðsbólkurin sum
nú skal seta seg niður hevur
fingið fríar teymar, og eing-
in deild ella partur av teim-
um báðum fyritøkunum er
undantikin metingunum.
Bólkurin skal finna fram
til eina loysn har virksemi
hjá báðum fyritøkunum
verður løgd saman har tað
er møguligt. Tað má roknast
við, at arbeipláss hvørva
eina staðni fyri at koma aft-
ur á einum øðrum plássi.
Eitt dómi eru rakstrardeild-
irnar.
Saga hevur sína í Stav-
anger, meðan Hydro fyri
stuttum lat upp nýggja
rakstrardeild í Bergen. Í
nýggja Hydro er ikki pláss
fyri báðum deildunum.
Umleggingin fær neyvan
nakað at siga fyri Saga í
Føroyum í fyrstu atløgu.
Fyribils verður bert roknað
við, at stóru broytingarnar
fyrst og fremst koma í Nor-
egi, meðan virksemi hjá fel-
øgunum uttan fyri Noreg
ikki verður rakt so meint.
Eftir ætlanini skal saman-
leggingin av fyritøkunum
vera klár um jóltíðir.
Danmark
Danland
íbúðir ar 8 8 6 ;
' b
1 vika í
frítíðaríbúð
DanCenter
summarhús
Í vika í 2.
9,572,
Noreg
summarhusi
Pers Hotel
i Gol 75 970,-
Ivikai
summarhusi
Hetland
EFasterhoull
Chalets Gr 6. 5 3 3,
I vika í
slands
93.431,
fyri hl.
við 7 daga innivist
á hotelli
í dupultkamari
Edda
Hotellini
Siglí verður annan vegin
Sigl & F lúg og flogið hin vegin
Tórshavn -
Hanstholm
og og
- Vågar
Á hm 3
SMYRIL LINE
Tel 31 59 00