týsdagur 10. august 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
få
4 tíðindablaðið SOS! LKN NR. NA8100D: AQGISE 1999
Vandin fyri TG 326 er av å hesum sinni:
Johanna fer
ikki å tvang
— Vit gera bara tad, sum vit hava skyldu til vid skatta-
borgarans peningi, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður
í fíggjarmálum
Landsstýrið nú
nottir Y at koyra hana á
Orsøkin er, at felagið,
Johonnu, skyldar
landskassanum 600.000
Kronur
Eftir hvørki at hava hoyrt
rd ella eið frå Landsstyrin-
um i næstan fimm år, fingu
vågbingar bræv frå sakfør-
ara nú ein dagin, har teir
siga, at hann kravdi skuldi
afturgoldnad.
Og kundu teir ikki betala
skuldina aftur, skuldi úrtóka
gerast í felagnum
Hetta uppfatadu, sum at
Landssýrið ætlaði at koyra
felagið á tvang, kundi tað
gjalda skuldina
Ikki
Og tað merkir í veruleik-
inum, at Johanna skuldi á
tvang, tí einasta ogn av
týdningi hjá felagnum er
hendan gamla sluppin
Men sambært Karsteni
Hansen, fíggjarmálaráða-
harra, er hetta ikki so
Hetta er eitt mál, sum
hevur gingið av sær sjálvum
i umsitingini, so fíggjar-
málaráðharrin kendi púra
onki til tað. Og hann sigur,
at ongin hevur tosað við seg
um tað
Men feriutid er, so tað
hevur gingið strilti hjá hon-
um at kanna.
Men nú nakrir dagar eru
farnir, kann fíggjarmálaráð-
harrin sissa vågbingar. Tí
hann sigur, at ætlanin hjá
landsstýrinum við hesum er
ikki at koyra Johonnu á
tvang.
Tryggjað pant í skipin-
um
Karsten Hansen sigur, at tað
einasta, sum Landsstýrið
vil, er, at tryggja sær pant
fyri skuldini.
Ongin trygd hevur verið
fyri láninum.
Og sakførarin, sum ar-
beiðir við málinum, hevur
bara gjørt sítt arbeiðið og
tað er at krevja skuldina inn.
Og ber tað ikki til at
krevja skuldina inn, er tað
hansara skylda at tryggja
Landsstýrinum pant í ognini
fyri at fáa trygd fyri skuld-
ini.
— Og tað mest vanliga er,
at í sambandi við urtøku,
verður avtala gjørd um,
hvussu skuldin skal av-
greiðast.
Karsten Hansen sigur, at
hetta merkir ikki annað enn,
at um onkur skuldi kravt
Johonnu undir hamaran, so
hevur landsstýrið nú pant í
skipinum.
Landsstýrið hevur ikki
kravt Johonnu á tvang, end-
urtekur hann. Tað hevur
heldur ongantíð verið upp
á tal, leggur hann afturat.
E
Ongi lyfti
Karsten Hansen sigur, at tað
er heilt einfalt skyldan hjá
landsstýrinum at krevja
trygd fyri skuldini, tí tað er
skattgjaldarans = peningur,
sum talan er um.
Og hann kann ikki lovað,
vágbingum nakað í sam-
band við málið.
Men hann veit við vissu,
ES si
Tað er eingin vandi fyri at vágssluppin Johanna fer á tvang á hesum sinni. Tað, sum vit
hava gjørt, ger ikki stóðuna hjá teimum sum eiga Johonnu, verri, kanska tvórturímólti,
sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri
at tað verður hvorki Jo-
hanna, ella nakað annað
skip selt á tvang, uttan at
hann veit av tí.
Hann heldur eisini, at Jo-
hanna er eitt serligt mál við
einum serligum týdningi.
Og hann í vast heldur ikki
í, at bæði fjøldin av Føroya
Fólki, tað eitt heilt løgting
og landsstýrið hava heitar
kenslur fyri, at Johannu
skal varðveitast í føroyska
flotanum.
Hann dugir heldur ikki at
síggja, at nakar fær nakra
sum helst gleði av, um Jo-
hanna fær KG ella VA á
bógvin ístaðin fyri TG.
--Vágbingar hava gjørt
eitt megnar arbeiði fyri at
fáa skipið. Og hon hevur
umboðað Føroyar á nógv-
um tiltøkum uttanlands. Og
tað í sær sjålvum er eitt stórt
virði.
— Og tað, at Landsstýrið
nu ger úrtøku í henni, ger í
hvussu so er tað, at ongin
annar kann krevja hana á
tvang uttan at Landsstýrið
kemur upp í málið.
— So hetta ger ikki teirra
støðu ótryggari, kanska
heldur tvørturim6ti.
Nú eru tað mong sum vísa
á, at tað eru nógvir fóroy-
ingar, sum hava fingið eft-
irgivið milliónir í skuld. Og
tey halda, at tað er sjálv-
sagt, at tær 600.000 krón-
urnar, sum Johanna skyldar
tí almenna eisini verða
strikadar ?
Men tad vil Karsten ikki
svara til enn.
— Eg kenni ov lítið til mål-
ið til at fara í smálutir og eg
veit ikki, hvat er farið fram
higartil. Tí fari eg heldur
ikki at siga nakað um,
hvussu Landsstýrið fer at
fyrihalda sær, sigur fíggjar-
málaráðharrin.
Tað eru stór hol í lógini:
Ber væl til
at svika við
fiskidøgum
— Bara tú hevur ein línubát til millum-
lid, kanst tå umseta fiskidagar akkurat
sum tu vilt, sigur Hendrik Old
Aki BERTHOLDSEN
Fad kann ikki „diskuter-
ast“. Fiskidagar kunnu púra
frítt seljast og keypast ímill-
um allar skipabólkar.
Tá ið Løgtingid fríggja-
dagin ásetti fiskidagatalið
fyri komandi ár, vísti Hend-
rik Old, løgtingsmadur á, at
at lógin og kunngerðir um
vinnuligan fiskiskap eru so
holut, at tað ber væl til at
svika vid fiskidøgum.
Tad var serliga møguleik-
arnar at keypa og selja fiski-
dagar, sum hann hugsað
um
Hann vístiá, at tað er oft-
ani sagt, at tað skuldi ikki
bera til at umseta fiskidagar
frá útróðrarflotanum til rest-
ina av flotanum, tí at út-
róðrarflotin var í eini ser-
støðu.
Men hetta er ikki so. Tí
— Hetta fer at økja veiði-
trýstið heilt munandi, sigur
Hendrik Old
veruleikin er, at dagar
kunnu handlast frítt ímillum
allar = skipabólkar, sigur
Hendrik Old.
Hann sigur, at so nyttar
onki hjá summum í sam-
gonguni at harmast um
stórri umsetiligheit.
Hann vísti á, at samgong-
an er í tvídrátti um, hvussu
stórt frælsi skuldi vera at
keypa og selja fiskidagar.
— Samstundis sum for-
maðurin í vinnunevndini,
Heini O. Heinesen harmast
um størri, at stórri umseti-
ligheit, tí tað førir til stórri
veiðitrýst, og til at útróðrar-
flotin fer í søguna, hevur
hann skrivað undir eitt sam-
gonguskjal, har eitt av enda-
málinum er stórri frælsi at
keypa og selja fiskidagar.
Talsmaður = javanaðar-
floksins í fiskivinnumálum
sigur, at nýliga er ein kunn-
gerð komin um lógina um
vinnuligan fiskiskap.
— Og hendan kunngerðin
vísir, at ætlanin er at veiði-
trýstið skal økjast heilt
munandi.
— Tí eftir henni er tað full-
komiliga frítt at umseta
fiskidagar ímillum allar
skipabólkar.
Linubåt til millumlið
Hendrik Old sigur, at tað
einasta, sum skal til, er at
hava ein línubát til millum-
lið.
— Tað ber væl til at selja
fiskidagar frá útróðrarbáti
til línubát og frá línubáti
víðari til partrolara ella trol-
ara, tá ið tríggir mánaðir eru
eftir av árinum, sigur Hend-
rik Old.
- Hetta er ein veruleiki,
sum ikki reingist, hvussu
vikir og vendir, sigur javn-
aðartingmaðurin.
— Tvs, at bara tú hevur ein
linubåt til millumlid, kunnu
fiskidagar umsetast púra
frítt frá tí minsta útróðrar-
bátinum uppá 15 tons, allan
vegin uppeftir til ein trolara.
Hendrik Old segði, at tað
vóru longu reiðarar, sum
høvdu funnið útav hesum
her.
— Tað eru reiðarar, sum
hava útróðrarbátar í einum
felag, línubát í einum gðr-
um felag og partrolarar í
einum triðja felag. Og tað
er púra vist, at útróðrarbát-
arnir fara aldrin at loysa frá
landi. Tí tað einasta hann
skal brúkast til, er nevniliga
at selja útróðrardagar til ein
línubát og víðari til trolar-
arnar.
Tað ber ikki til
Jørgen Niclasen, landsstýr-
ismadur í fiskivinnumålum,
visti ti aftur, sum Hendrik
Old førdi fram.
Hann segði, at tað stendur
í kunngerðini, sum Hendrik
Old visir til, at tað ikki er
loyvt at flyta dagar frá út-
róðrarbátum til trolarar.
- Og so er tað ikki loyvt,
sama um millumlið verða
brúkt, tí tað er ikki loyvt at
selja teir somu dagarnar frá
útróðrarbáti til ein trolarar.
--Fiskimálaráðharrin
legði afturat, at hetta er
fyrstu ferð, at hendan kunn-
gerðin er gjørd og er tað
brúk fyri at skera tað út í
papp, hvat er loyvt, og hvat
er ikki loyvt, so kann tað
gerast til eina aðru ferð.
— Men tað er loyvt at selja
dagar frá einum útróðrarbáti
til ein línubát. Og tað er
loyvt at selja dagar frá ein-
um línubáti til ein trolara.
Men Hendrik Old helt
fast við sítt.
Hann nevndi, at tað kundi
ongin siga, hvat tað eru fyri
dagar, ein línubátur selur
einum trolara. Tað kann
eingin siga, um hetta eru
dagar, línubáturin átti sjálv-
ur, ella um tað eru dagar,
sum hann hevur keypt frá
einum útróðrarbáti.
Heini O. Heinesen vísti á,
at viðurskiftini kundi verið
nógv greiðari. Men hann
helt ikki, at tað hevði so
stóran týdning, hvat fiski-
málaráðharrin segði um
frælsi at keypa og selja dag-
ar, tí tað skuldi alt igjøgnum
tingið undir øllum umstød-
um. So teir, sum eru ímóti
at keypa og selja dagar, fáa
allar møguleika at mótar-
beiða tí í løgtinginum.