Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. august 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 148 - 10. AUGUST 1999 tíðindablaðið Ráðgevandi nevndin á vitjan í morgin Í morgin kemur Ráðgevandi nevndin viðvíkjandi Fóroyum á vitjan og farið verður avstað aftur týsdagin tann 17. august ÓLAVUR Í BEITI Longu sama dag sum Ráð- gevandi nevndin viðvíkj- andi Føroyum er komin hig- ar, miukudagin tann 11. au- gust, verður fundir við Bú- skaparráðið. Tá ið hesin fundurin er liðugur, verður farið á fund við Landsbank- an og byrjar hesin fundur kl. 17 Hósdagin kl. 8.30 verður vitjað á Fiskimálastýrinum og eftir fundin sum er settur til ein tíma, verður farið á Fiskirannsóknarstovuna, kl. er tað Framtaksgrunnurin og kl. 12.15 verður fundast í Føroya Banka. Kl. 18.00 er fundur vid Figgjarmåla- stýrið. Suðuroy Fríggjadagin er fundur við Vinnumálastýrið, Føroya Sparikassa, Oljufyrisiting- ina og so við arbeiðsgevarar og arbeidarafeløg. Eisini er fundur settur at verða við andstøduna kl. 15.30 henda sama dag. Leygardagin verður farið til Suðuroyar við >Tórs- havn« og kl. 12.30 verður fundur við Vágs kommunu Síðan verður farið við bussi til Akraberg, og seinni verð- ur so gist á Hotel Øravik. Sunnudagin = fyrrapart verður vitjað í Fámjin, Sandvík og Hvalba og kl. 13.15 verður siglt av Hval- ba við »Tørshavn« til havnar aftur. »Soupér« Månamorgunin kl. 9.30 er fundur i Tinganesi vid landsstyrid, og eftir henda fund gongur leidin ut å Fróðskaparsetrið. Kl. 13.30 verður farið við bussi til Oyrar, har vitjað verður á Rækjuvirkinum hjá O.C. Joensen, og seinni sama dag bjóðar Ríkisumboðið >sou- pér<. Týsdagin tann 17. august endar so vitjanin hjá Ráð- gevandi nevndini viðvíkj- andi Føroyum. Borgarstjorin Leivur Hansen i åbyrgdarloysi I Sosialinum tann 6. august 1999 úttalar Leivur Hansen soleiðis: »Vit gjalda fegin<. Hetta má vera fyri egna rokning! Nú talan er um komm- unalt stjálvstýri, er tað >pol- itiskt asosialt« bert at taka við einstøkum sosialum øki, eitt nú barnaansing, ístaðin fyri at útarbeiða eina lógar- broyting, ið umfatar alt tað kommunala økid, og skulu pengar fyrogja við, soleiðis, at partur av landsskattinum gerst kommunuskattur. Eg skal minna Leiv Han- sen á, at hann er valdur til at umsita Havnina og at ar- beiða seriøst, Havnini til frama og gera utbyggingar, ið styrkja um okkara kapp- ingarføri til gangs fyri borg- ara og by. Hett sær hann ut til at hava gloymt, og er ístaðin »lakajur« hjá býráðsskriv- aranum, ið prioriterar býar- felagið fram um áhugamál býráðsins, tá hann nú er skriva hjá býarfelagnum og rekur áhugamál tess. Nú kemor so rokningin - umleið 15 mió til skatta- borgaran í Havn - og svarar hetta til eitt skattaprosent, umframt at borgarin í Havn skal gjalda eitt eyka skatta- prosent til grunn, har fíggj- arliga illa staddar kommun- ur fáa pening úr. M. a. fær Tvøroyrar kommuna úr hesum grunni, sum borgarar í Havn gjalda. seg Og hvat er takkarlønin? Jú, soljóðandi úttalisli frá borg- arstjóranum á Tvøroyri: > Vit fortjena peningin, og Havnin fer avstað við hon- um« Dagin eftir at býarfelagið gjørdist veruleiki úttalaði hesin sami borgarstjóri seg soleiðis: „Farin i býarfelagið fyri at Havnin ikki skuldi fáa ov nógv í sín part, tá komm- unala útjavningin skuldi fremjast<. Leivur Hansen - Hertil og ikki longur - Tú hevur fing- ið ov lant gjóður, ið nú má táttast. Tú hevur her prógva fíggjarligt ábyrgdarloysi, nú vit royna at niðurgjalda skuldina og konsolidera kommununa. Eitt er vist, at hesin fyri okkum blomstr- andi búskapur skjótt fær vend, og tá er rætt at stýra býarskútuni tryg á tí likvidu kósini, soleiðis at peningur er tøkur til rakárini. Helena Dam á neystabø úttalar seg soleiðis: >Vísir á, at bæði kommunufelagið og býarfelagið hava verið í arbeiðsbólkinum og hava tikið undir við tilkælinum«. Skal hetta skiljast soleið- is, at kommunufelagið og býarfelagið hava avtikið bý- og bygdarráð? Leivur Hansen, býráðs- formaður, skal bara vit, at hann hevur ongan meiriluta í býráðnum í dag, situr eina av fimm limum í fíggjar- Tá so hesin sami nevndini. úttalar seg sum VIT, skal veljarin bert vita, at hetta bert er hann sjálvur, saman við býráðsskrivaranum (1p onga atkvødu hevur), so hetta er tóm tala, uttan nak- að politiskt bakland. At enda skal eg bert minna á, at Havnin ikki bert er Havnin, men Føroya høv- uðsstaður. her er gott at bú- leikast, og eru prógvini, at nogv fólk flyta hendan veg- in. Eg gangi inn fyri stórri kommunalum sjálvstýri, men rokningin skal ikki sendast til skattaborgararn, sum frammanundan er nívdur av skattabyrðini. Um stórri kommunalt sjálvstýri skal fremjast, eiga kommunur at fáa stórri part av skattinum, og vil tað síga, at landsskatturin mink- ar samsvarandi, sum kommunuskatturin økist, tå kommunurnar kom a at um- sita stórri part, og harvið minka um åbyrgdarøkid hjá landinum. Ingi Mohr býráðslimur Í 16. Tórshavnar Jazz, Fólka 8 Blues Festival 1999 Mikudagur 11. August kl. 19.30 Kr. 120,- DISSING, DISSING, NISSEN & DISSING JASSARNIR Tórsh Musikksk AKKU (N) HOGMARKARNA (S) SPÆLIMENNINIR (FO) BILL BUCHMAN USA FO) Hósdagur. 12. august. kl. 19. 30 Kr. 120 BIG FAT SNAKE CANDYFLOSS (DK) SIRM (FO) DYNAMITE VIKINGS (DK) TRIO TOYKEAT (FIN) SKINCOAT (DK) bigfatsnake Eriggiadagur 13 august. kl. 19. 30 Kr. 120,- . SANNE | SALOMONSEN SKINCOAT (DK) TANGZ (FO) FLIS (IS) ALANDIA BIG BAND Aland BILL BUCHMAN (USA-FO) M.C. RESTORFF & FRIENDS URBAN CONNECTION (N Øg GOT A MATCH (S) HOVASTÅK (FO) HOGMARKARNA (S)