Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. august 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 148 - 10. AUGUST 1999 Forsætisráðharravitjanin: Á ferð í Norðoyggjum Fríggjadagurin varð nýttur til Klaksvík og á Viðareiði EDVARD JOENSEN Eftir at forsætisráðharrin hevði verið á Sosialinum og etið morgunmat saman við starvstólkinum, varð farið við bussi í Norðoyggjar. Farið varð úr Havn klokk- an knapt tíggju, og koyrt varð til Leirvíkar Haðani varð farið Dúgvuni til Klaksvíkar. Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri nýtti tíðina, sum hann plagar sovorðnar dagar, at ganga runt og heilsa upp á fólk. Ein svenskur ferðamaður umborð á Dúgvuni kom til blaðmannin at spyrja, hvat var á vási, nú her gekk so nógv pressufólk. Tá hann fekk at vita, at danski forsætisráðharrin var við, vildi hann eisini vita, hver hann var. Ju, tad var hasin høgi maðurin, sum stóð og tosaði við hasa konuna har úti í borðinum. »Jamen«, spurdi sviin heldur tortrúgvin, »hvar eru lívverjarnir?< Og hann skundaði sær eftir myndatólinum at fáa eina mynd av hesum promi- nenta ferðamanninum. Komin til Klaksvíkar fór fylgið beina leið norður á Kósina, har stjórin, Hanus Hansen, vísti runt á virki- num og segði frá. Aftur her skrúvaði for- sætisráðharrin upp fyri >charmuni< og gekk runt og tók í hondina á arbeiðsfólki- num, spurdi og hugdi forvit- við tíðindablaðið Vitjað varð í Viðareiðis Kirkju in at. Heilt ókendur við fiska- arbeiði er Poul Nyrup Ras- mussen kortini ikki. Hann er ættaður úr Es- bjerg, sum jú, eins og For- oyar sum heild, livir av fiski. Og hann hevði sæð fólk vaska kassar fyrr, hóast hann ikki kendi so nógv til saltfiskin. Poul Nyrup Rasmussen segði eftir vitjanina, at hann í sínum ungu døgum í Es- bjerg, eins og aðrir arbeið- aradreingir í býnum, eisini hevur arbeitt á fiskavirki. Og tað heldur hann ikki, at hvorki hann ella onnur fáa nakran skaða av. Sjálvandi er flakavirkið her í Klaksvík betri utgjørt, enn tey vóru, tá hann ar- beiddi í fiski, segði forsætis- ráðharrin. Eitt honum dámdi væl í Klaksvík, segði forsætisráð- harrin eftir vitjanina á Kós- ini, var at merkja tað áræði, sum var í fólkinum Hann visti væl, hvussu stødan var í Klaksvík fyri nøkrum árum síðan. Og hann rósti klaksvíkingum fyri tann innsats, gjørdur var fyri at reisa seg aftur. Hann helt virkisleiðsluna hava góðan realitetssans, eins og hann helt seg merkja stóra optimismu millum ar- beiðsfólkið. Hetta var ein rættiliga positiv søga, segði forsætis- ráðharrin. Og tað prógvar bara enn einaferð, at tað besta, fólk kunnu hava, er arbeiði, segði Poul Nyrup Rasmussen. Jú klaksvíkingar vóru á rættari >Kós<. At tað so eisini minti hann um Esbjerg, gjørdi ikki støðuna verri, legði hann aftrat. Av Kósini varð farið heim í Byrådshøllina, har Jógvan við Keldu, byrådsformadur, tók í móti og presenteraði býráðslimirnar fyri forsæt isráðharranum og frúuni. Eisini vóru teir 17 Sang- ararnir, sum fríggjadagin tó ikki vóru fullmannaðir, og sungu tveir sangir fyri gest- unum Ein sera hugnalig løta. Tey duga rættiliga væl at syngja. Tað dugir forsætisráð- harrin forrestin eisini. Hann kundi ikki bara sær, eftir at kórið varð liðugt, at tríva í eina strofu: >Gem et lille smil, til det bliver gråvejr Ur Høllini fóru vertir og almennu gestirnir upp i erva, har åbit varð boðið. Eftir, at almennu gestirnir vóru afturkomnir, var farið víðari til Viðareiðis, har løg- maður og bygdarráðsfor- maður saman við dekninum tóku í móti í kirkjuni Greitt var millum annað frá, tá eitt bretskt skip í farnu øld fór á land, og manningin kom til Viðar- eiðis, meðan fólk var í kirkju sunnumorgun. Og so átti løgmaður tørn at siga forsætisráðharranum frá, at meðan prestur var á prædikastólinum, skavaðist fólk í forkirkjuni, og dekn urin fór at vita, hvor ið var Tá hann letur hurðina upp. sær hann fremmandar menn, og teirra millum ein nekara Tá hann sá hendan svarta mannin - nakað, sum helst eingin nakrantíð hevði sæð á Viðareiði tá kúvendi hann innaftur Hesum mátti prestur taka sær av, helt hann, tí nú stóð sjålvur Fanin i forkirkjuni Menninir vórðu tó væl móttiknir og komu væl heimaftur. Bretska stjórnin lat Við areiðis kirkju gávu afturfyri æ« ( Mynd: Jens Kristian Vang Ur kirkjuni varð farið til gongu á Hotel Nord, har kaffi stóð á borðinum Forsætisráðharrin og Jógvan Nybo. bygdarráðs formaður, gingu á odda A vegnum kom ein lítil piltur súkklandi móti fylgi num Hann ikki serliga imponeradur av, at her gekk ein forsætisráðharri Her gekk fólk á vegnum var Og so eigur ein at ringja við klokkuni Soleiðis Hann fekk kortini emma vinarliga politikkaraheilsu og eitt klapp á høvdid Vit ferðast við Toyota Avensis frá Reyni Service sightseeing. Forsætisráðharrin við fylgi vitjaði, umframt Sosialin, í Av Viðareiði varð koyrt beinleiðis umborð á Dúgvu na, og farið varð aftur til Havnar Og sum vant, vóru nóg ferðafólk hjá forsætisráð harranum at heilsa upp umborð á ferjuni (Mynd: Jens Kristian Var