týsdagur 10. august 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
Ríkisfundurin í Tindhólmi:
Tilbúgvingarætlanin vidgjørd
Eitt av málunum, teir tríggir, Anfinn,
Poul og Jonathan, vidgjørdu i Tind-
hólmi leygardagin, var tilbúgvingar-
ætlanin á Fórovyaókinum
EDVARD JOENSEN
Tilbugvingarætlanin fyri
Føroyar er eitt stórt projekt,
sum ikki er komið so langt
ávegis, sum ynskiligt kundi
verið
Soleiðis segði Anfinn
Kallsberg eftir ríkisfundin í
Tindhólmi leygardagin. har
hann luttók sjálvur tridi
saman við Poul Nyrup Ras-
mussen, forsætisráðharra í
Danmark og Jonathan
Motzfeldt, landsstýristor-
manni í Grønlandi
Tilbugvingarætlanin et
risastór, og krevur luttoku
frá nógvum myndugleikum,
Kallsberg.
segði Anfinn
ríkisfundin
bæði Reykjavík,
>ttir
„ CiUl
løgmaður
Edinburgh og Stavanger í
D ar dað. segði tie ni 7
Og ætlanin u ir nógv
oki. Bæði til lands. til vatns
og í luftini
Tilbúgvingarætlanin fyr
Føroyar er rættiliga umráð-
andi fyri oljuídnaðin. Og
júst oljuparturin er tann,
sum komin er longst
Men annars gongur tað
ikki so skjótt, sum ynskiligt
hevði verið, segði løgmad-
Feðgar og politikkarar
Neyvan hava so kendir
gestir verið í Tindhólmi,
síðan Ketil gjørdi sína til-
tiknu grindaferð.
Hesir nýggju komu við
stórri ferð enn feðgarnir við
Trøllinum á sinni
Ikki serliga lagghallir av
våknum, krókum og knív-
um, sum teir á Ketilsferðini
Og lættari vóru teir
klæddir í frágera góða
summarveðrinum.lkki
tøvdir í klett sum teir
gomlu
Báðir gestirnir í opnar,
føroyskari troyggju. For-
sætisráðharrin í mynstrutarr
og landsstýrisformaðurin í
morreyðari.
Føroyski løgmadurin var
i donskum klædum.
At halda rikisfund i Tind-
hélmi var avgjørt nakad,
sum gestunum bådum Pouli
og Jonathan líkaði væl.
Teir róstu løgmanni til
skýggja fyri hetta frálíka
hugskot.
Jonathan Motzfeldt var
sera glaður fyri, at hann nú
slapp at síggja annað enn
Torshavn, sum hann tók til.
Og Poul Nyrup Rasmuss-
en duldi ikki fyri, at hann
var ógvuliga fegin um at
sleppa runt í Føroyum.
Í Tindhólmi stóð føroyski
fiskimalaráðharrin, Jørgen
Niclasen og tók í móti enda-
num, tá Silja flutti teir
tríggjar við fylgi at landi.
Farið varð stutt eftir á
fund í húsinum, teir hava
har úti
Eitt frálíkt og væl hildið
hus, har torveldurin brimaði
í komfýrinum.
Onkur vildi halda, at hitin
var so nógvur inni, at teir
mundu fara at gera skjótt av.
Hvussu var og ikki, so
settust teir við fundarborðið
fyri opnum vindeygum.
Fullveldi í Tindhólmi
Aðrenn teir fóru á fund, og
onnur á útferð, greiddi Jør-
gen Niclasen eitt sindur frá
um Tindhólm.
Hann segði gestunum, at
Hólmurin er felagsogn.
Og her vilja teir ikki hava
nakran annan at blanda seg
uppí. hvat gjørt verður.
Sostatt var lætt at koma
til ta niðurstøðu, at Tind-
hólmur hevur eitt slag av
fullveldi.
Kanska fer Jørgen at lýða
tíðindablaðið -
Anfinn Kallsberg, løgmadur, fortelur gestunum eina góða á
Anfinni eitt sindur í oyra
um, hvussu hetta kann før-
ast úr Tindhólmi í Tinganes.
Eftir, at Jørgen Niclasen
hevði sagt frá, fóru politikk-
ararnir einsamallir á Ríkis-
fund. Eingin annar slapp við
yvirhøvur.
Lone og lundin
Men tað gjørdi nú ikki tað
stóra, tí meginparturin av
fylginum fór niðan á Hólm-
in at síggja, hvussu ein
fleygingarstong verður nýtt.
Eingin ætt var. Mestsum
stilli.
Men kortini eydnaðist
fleygingarmanninum at fåa
ein lunda.
Hetta man vera ein tann
hepnasti lundin, nakrantíð
er komin i stongina i Tind-
hólmi. Hann varð nevniliga
ikki kiptur.
Forsætisráðharrafrúan.
Lone Dybkjær, var ein
teirra, sum var við í sessi-
num. Og tá lundin var tikin
úr, fekk hon loyvi at halda
á honum.
Hesin góði fuglur varð
kíndur og klappaður.
Tosað varð um hann, og
avgjørt varð, at hann skuldi
sleppa aftur á flog.
So við pressuni sum á-
skoðarum, slapp Lone Dyb-
kjær at leika fuglavinur,
sum lat hesum neyðars
fuglinum frælsið aftur.
Aftur í Tinganesi
Afturkomnir í Tinganes
Leygarkvøldid, hildu teir
tríggir, løgmaður, forsætis-
ráðharrin og landsstýrisfor-
maðurin tíðindafund.
Har var tilbúgvingarætl-
anin umrødd, eins og sagt
var frá, hvørji mál høvdu
verid uppi og vent i Tind-
hólmi.
Tosað hevði verið um
NR. NA81000: AOLGNISE 1999
veg á ríkisfundin úti í Tindhómi
Evruna.
Danmark fer kanska eina-
ferð um ikki so langa tíð at
taka við Evruni sum gjald-
oyra.
Og gera danir tað, sita før-
oyingar og grønlendingar
eftir við eini danskari krónu,
sum so at siga einki kann
brúkast til.
Hetta er avgjørt eitt á-
troðkandi mál, eru tað fleiri,
sum halda.
Men hesir tríggir leiðandi
politikkararnir í ríkinum
halda tað tó ikki vera nóg
stórt til at avgera tað her og
nú.
Tað verður tikið uppaftur,
um tað verður aktuelt, varð
sagt á tíðindafundinum.
Tá spurt varð, hvussu
leingi hesir ríkisfundirnir
fóru at vera aktuellir, var
Anfinn Kallsberg, løgmad-
ur, kvikur at svara:
>Tað velst um, hvussu
(Mynd: J.K. Vang)
leingi tað verður nakað
Teir tríggir vórðu spurdir,
hvat teir hildu um eitt upp-
skot, sum danin Martin Pal-
dam er komin við viðvíkj-
andi blokkstuðlinum.
Tað gongur út uppá, at tá
tað gongur væl i Føroyum,
skal stuðulin minka fyri síð-
an at vaksa aftur, tá tað
gongur verri.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður, kallaði tað eitt >si-
sternusystem<, sum hann
als ikki vildi tosa um.
Føroyingar hava eina av-
talu frá 10 juni í fjør um
hasi tingini.
Meira hevði hann ikki at
siga um tað.
Eisini forsætisráðharrin
og grønlendski landsstyris-
formaðurin vístu sera av-
gjørdir slíkum uppskoti frå
sær.
Lundakvota i Tindholmi
Eigararnir í Tindhólmi hava sjálvbodnir ásett kvotu fyri fuglaveiðuna i
Hólminum
EDVARD JOENSEN
ÚR TINDHÓLMI
Tad er ikki loyvt at fleyga,
sum einum lystir, hóast ein
er eigari í Tindhólmi.
Avgjørt er, at loyvt skal
vera at taka 100 lundar å
gyllinin. Og tað hava eigar-
arnir góðukið
Tindhólmur er tvær merk-
ur til støddar. Og teir eru 17
ergarar
Jógvan Heinesen er for-
maður í stýrinum
Hann letur at, at væl av
fugli er til í ár. Tað hevur,
sum aðrastaðni, annars ver-
ið eitt sindur ójavnt við tí.
Hann væntar ikki, at tað
verður nakar trupuleiki at
fáa teir 3.200 lundarnar,
sum samlaða kvotan i
Hólminum er
Grundin til, at kvota varð
ásett, sigur Jógvan Heine-
sen, var, at eingin stýring
var á, hvor gekk út at fleyga.
Tað varð vorðið soleiðis,
at hvor eigari tók fult av
fólki við sær út, soleiðis, at
royndin gjørdist ov ógvu-
Tað fyrsta kvotauppskot-
ið var at taka 30 fuglar á
gyllinin. Men tað vann ikki
frama. So varð roynt við
100, og tá bar til.
Tað ger so aftur tað, sigur
formaðurin, at onkur eigari
fær sína kvotu upp á einar
tveir tímar. Tað halda
summir kanska vera ov lít-
ið, nú nógv er til. Men so-
leiðis má ta tað nú bara
vera, sigur Jógvan Heine-
sen, formaður í stýrinum
fyri Tindhólm.
Um seyðin í Tindhólmi
sigur Jógvan Heinesen, at
gamla skipanin er 60 áseyð-
ir, men at Hólmurin er nak-
að minkaður nú, so teir hava
tikið átta av, soleiðis at skip-
anin í dag er 52 áseyðir.
At Hólmurin er minkað-
ur, kemst av, at teir hava
hegnað ein part av til at
hava veðrar gangandi á.
Veðrarnir ganga úti á
Nesi, tað er út móti Gás-
hólmi, greiðir Jógvan
Heinesen frá.
Seyðurin gongur annars
alt árið í Tindhólmi.
Um veturin er ofta trupult
at sleppa út í Hólmin, so
seyðurin passar seg so at
siga sjálvan.
Men í lembingini er ødr-
vísi, og tá verður vanliga
vitjað oftari har úti, sigur
Jógvan Heinesen.
Seyðurin í Tindhólmi er
rættiliga spakur. Mestsum
ov spakur, heldur Jógvan
Heinesen. Hann leggur als
einki í, um fólk gongur har
úti.
Seyðurin er hampiligur
úti í Tindhólmi, sigur for-
maðurin. Tað verður givið
nakað væl av medisini, og
tað hjálpir.
Ivaleyst hepnasti lundin,
sum komin er í stong í
Tindhólmi (Mynd: Jens
Kristian Vang)