týsdagur 10. august 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 148 - 10. AUGUST 1999
Jansy Hansen,
bygdarráðsformaður. tók í
móti í Mykinesi
(Mynd: Jens K. Vang)
EDVARD JOENSEN
ÚR MYKINESI
Tað ljómaði urgutónleikur
út gjøgnum opnu kirkju-
dyrnar í Mykinesi.
Stór mannfjød stóð uttan
fyri, eins og onkur skotr-
aðist í durunum.
Danski forsætisráðharrin,
Poul Nyrup Rassmussen
vitjaði í Mykinesi saman
við Anfinni Kallsberg, løg-
manni og Jonathan Motz-
feldt, landsstyrisformanni í
Grønlandi.
Og tað var hesin seinasti,
sum sat við urguna.
Hann er kanska meira
kirkjuvandur enn hinir báð-
ir. Hann er prestlærdur
Og inni í kirkjuni fingu
gestirnir frá staðkendum
fólki at vita um minnisplát-
urnar, sum hanga á kirkju-
vegginum og siga teirra
syrgiligu søgu.
Eisini tað hoyrir slíkari
vitjan til, hóast veðrið er
gott uttanfyri.
Stórsligið og dapurt
I silvitni varð siglt av Sør-
vági norður við Vágalandi-
num móti Gásadali, fyri síð-
an at fara um fjørdin og suð-
ur um Mykines.
Hendan ferðin var við tíð-
indafólkinum.
Forsætisráðharrin = við
fylgi var farin úr Vestmanna
og skuldi fyrst undir Vest-
mannabjørgini.
Alt sum nærkast Myki-
nesi, verður lagt til merkis
tað stórbæri, oyggin sýnir
ein slíkan dag.
Hóast komið er út í au-
gust, er væl av fugli á ferð.
Bæði fram við berginum og
á sjónum.
Seyðurin gongur, sær
sjálvum líkur, allastaðni,
klúgvandi er. Og nógvar eru
røkurnar, hann fer klórandi
í.
Tað ber ikki til at lata vera
við at hugsa um, hvussu
hendan oyggin verður røkt.
Hvaðani fæst fólk til at
ganga á fjall til dømis?
Og so leitar hugurin nøk-
ur ár aftur, tá menn fóru við
seyði somu leið, vit nú
sigla.
Vitjan í Mykinesi:
tíðindablaðið
Jonathan spældi urgu
I allarfagrasta summarvedri vitjaðu teir tríggir leidararnir í Kongaríkinum í Mykinesi leygardagin
Ein døpur søga, sum líka-
sum tekur eitt sindur av tí
stórbæra frá oynni.
Tignarlig mottøka
Ju, vit koma inn at lend-
ingini.
Eina løtu kundi ein ivast
i, um hetta veruliga var út-
oyggin Mykines, har næst-
an eingin býr.
Allastaðni, har sást oman
á lendingina, var loðið av
fólki.
Fólk, sum komin vóru at
taka í móti forsætisráðharr-
anum.
Og forsætisráðharrin kom
við øllum sínum monnum
og kvinnum.
Tað var sum tað eigur at
vera, tá fremmandur stats-
leiðari vitjar. Móttóka við
blómum og tí heila.
Børnini høvdu gjørt sær
bukettir av blómum og
grasið, tey høvdu heintað í
Mykinesi.
Eitt sindur sjáldsamt hjá
fremmandafólkunum at
sigla so tætt undir ritunum,
sum eiga í gjónni.
Onkur var eitt sindur iva-
samur, hvort tær nú mundu
fara at skvetta í høvdid á
gestunum.
Men sum skiltist vóru tær
bara heilt fólkaligar, og oll
sluppu rein og nosslig á
land.
Fótbóltsprát
Eftir ætlan skuldi gangast
út til brúnna út í Hólmin. so
tað ráddi um at vera skødd-
ur til slíkan túr.
Løgmadur hevði fingið
sær einar graslíkisskógvar
við til endamálið.
Bláir og hvítir á liti. Hann
gekk og lissaði, meðan fylg-
ið kom gjøgnum túnið.
Ein smádrongur fylgdist
við honum. Ivaleyst var
hann úr Sørvågi
»Hvørjum heldur tú við?<
spurdi hesin lítli.
»KI,« svaraði løgmaður
uttan at ivast.
Men tad helt drongurin,
at hann skuldi ikki gjørt
»SI er nógv betri,« fekk
løgmaður púra greitt at vita.
Góður gongumaður
Í søguni um Barbaru, sum
flestir føroyingar kenna,
varð Harra Pál ( Poul) ein
túr í Mykinesi.
Ein lagnutúrur kann av
sonnum sigast, at hann
gjørdist. Barbara var ikki
við.
Í dag var tað Barbara,
%
ææ. .
78
sum førdi pressuna út í
Mykines, og Hr. Poul kom
so aftaná við øðrum farið
So nú vóru tey bæði, Bar-
bara og Hr. Poul í Mykinesi
samstundis.
Eftir at fylgið var komið
upp á oynna, sást skjótt, at
forsætisráðharrin er góður
gongumaður. Tað var ikki
meira enn onkur hendingur,
sum fylgdi honum niðan
brekkuna, tá farið varð nið-
an til minnisvarðan.
Grundin til, at hann ork-
aði so væl, segði Poul Ny-
rup Rasmussen vera, at
hann fyri trimum árum síð-
an legði av at roykja.
At hann so dagliga eisini
Jonathan Motzfeldt spældi á urgu í Mykinesi
venur kondition, ger sjálv
andi ikki verri
Poul Nyrup Rasmussen
var sera hugtikin av tí, hann
Sd i
Hetta er nógv
vakrari, enn eg hevði
ímyndað mær,< segði hann,
tá hann var komin niðaná
„Eisini nógv vakrari enn á
myndunum“
Og tað var sum í Bróka-
tátti:
>Kópurin undir oynni
liggur, lundin flýgur í ring.<
Sera hugtakandi tóktist
fremmandafólkunum at
koma so nær lundunum. Og
so vóru teir livandi.
Forsætisráðharrin
nogv,
helt,
hann dugdi betri at skilja,
hví føroyingar eru so góðir
við land sítt, sum teir eru
Eg eri fullur av undran
yvir tað, eg havi sæð og
upplivað á túrinum,
ein sera hugtikin forsætis
ráðharri
Men tað var ikki leingi,
Adam var í Paradisi, og enn
styttri, forsætisráðharrin
slapp at verða í Mykinesi
Skyldurnar skuldu eisini
røkjast, so eftir stuttan steðg
í Kristianshusi, var farið aft-
ur til báts, og kósin sett móti
Tindhólmi, har ríkisfundur-
in bíðaði.
segði
(Mynd: Jens Kristian Vang)