týsdagur 10. august 1999síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið
NR. 148 - 10. AUGUST 1999
IF brúkar
nýtt fólk
næstan
hvørjaferd
Eftir øllum at døma dåmar
venjaranum hjå IF, Piotr
Krakowski, at royna nyggjar
spælarar i kappingini — ella
hann er meira noyddur til tess.
ansara arbeiðsfelagar í
inum 1.deildarfeløgum
Í hvussu er hevur Piotr
brúkt debutantar í so at siga
hvørjum landskappingardysti í
ir. Fjúrtan IF-leikarar, ið ikki
ru við í l.umfari, hava
liðnun
) síðan tá
í 6.umfari ímót
3 ingin nýggjur
tuglfirðingur á vøllin. Og tann
5 e sum kunnugt,
7 NVUSSU te
ir en u. Tann næsta
vísir talið av brúktum
eikarum í I.deildarfeløgunum
1 1Vussu ofta
gjørdu av at nýta
i fólk á liðum (burtursæð
lartyrsta umtarinum
andi)
ie
Debutantar hjá ÍF
I. NSI (ú) 0-0: 12 spælarar
2. Sumba (h) 2-1: Viggo
Johannesen, Hergeir Elgevig,
Hjalti Lundsbjerg
3. B36 (ú): 2-4 Bogi Nón
4. VB (ú): 1-3 Rógvi Róin
5. B68 (h): 2-4 Bárður á
Lakjuni
6. B71 (ú): 0-6 -
7. HB (ú): 0-1 Símun Eliasen
8. GÍ (å): 1-2 Høgni á Lakjuni
9 KI (h): 0-1 Rúni Joensen,
Abraham Hansen
10. NSI (h): 1-1 Ken Bærend-
sen. Jákup Helgi Egholm
11. Sumba (ú): 2-2 Sigfríður
Abrahamsen. Mortan Thom-
sen
Leikarar og debutantar
IF 26 9
Sumba 24 7
NSI 23 7
B71 21 4
B68 20 4
Kl 19 5
B36 19 4
HB 19 4
VB 18 4
GI 17 3
|-
Rógvi Róin spældi fyrstu ferð
fyri íF í ár í 4. umfari
Stríðið um europeisku
plássini framvegis stórt
Fótbóltur: Sumbing-
ar dragnaðu í botn-
inum, HB fekk kær-
komin stig í Gøtu,
men teir hava fram-
vegis NSI dygst
aftanfyri seg
Um vit máta í tali á dystum, so er
føroyska fótbóltsárið í hæddini
hesar næstu vikurnar. Hósdagin
klokkan 17 skal KI spæla heima-
dyst á Svangaskarði i Europa Cup,
og sama dag skal B36 spæla i
Furopa Cup i Turkalandi. I viku-
skiftinum verdur 12. umfar i
landskappingini å skrånni, miku-
kveldið í komandi viku verður
landsdystur á Tórsvolli móti Is-
landi, annan sunnudagin verður
13. umfar í landskappingini, so
verður aftur Europa Cup. lands
kapping. tveir landsdystir í EM
undankappingini og so aftur
landskapping.
Um undirhaldið verður gjørt
upp í málum, so var 11. umfarið
undirhaldandi. 23 mál vórðu skor-
aði í fimm dystum ella 4,6 í miðal
í hvørjum dystinum. Um undir-
haldið verður gjørt upp í spenn-
ingi, so er hann tann sami í topp-
inum, sum hann var undan viku-
skiftinum, men toppurin svann eitt
sindur, ti nú er tað bara B36 sum
hevur møguleika fyri í einum um-
fari at leggja KÍ afturum seg.
Hjá klaksvíkingum var eingin
slingur í valsinum. Teir fingu oll
stigini móti B71, men sigurin
gjørdist ikki so sannførandi, sum
hann fyrstu løtuna sá út til at fara
at gerast. B36 snoddadi til
oddaplássið frá leygardegnum og
til út á seinnapartin sunnudagin.
B36 vann knúsandi sigur móti
vágbingum, sum síðsta tíman
spældu millum lítið og einki.
Stórsigurin ger, at B36 botti væl
um sín málmun, sum nú er væl
betri enn tann hjá KÍ, og tað kann
fara at hava týdning seinni í heyst.
At bólturin er rundur og at alt
framvegis kann henda varð aftur
staðfest hesa ferð. Næstsíðsta
vikuskifti tapti HB í Vági, og við
avrikinum hjá VB móti B36
leygardagin í huga, bar illa til at
ímynda sær, at HB skuldi gera
nakað við GÍ sunnudagin.
Nógv stóð uppá spæl hjá HB.
Tað ráddi um at fáa spæligleðina
aftur, og tað ráddi um at fáa stig
og helst vinna, um nakar hugsn-
ingur skuldi vera um Europa Cup
og møguliga FM. HB formaðurin
heyði spælararnar til dogurða. áðr-
enn teir fóru norður eftir, og spæl-
ararnir løntu blidskapinum við at
vinna oll stigini.
HB hevði hepni á sínari síðu í
Gøtu, har heimaliðið avgjørt ikki
hevði marginalirnar á sínari síðu.
Teir fingu brotsspark ímóti sær,
teir mistu málverjan, og tá teir
høvdu leikliga yvirvåg og spældu
seg til upplagdar møguleiar, fór
bólturin ikki í málið. Tapið móti
HB ger, at gøtumenn hava mist
eitt stórt fet í kappingini um FM
heitið, men hóast KÍ er try stig
undan B36, sum aftur er trý og
fýra stig undan GI og HB, so er
einki avgjørt enn, og myndin kann
venda so skjótt. ,
Sunnudagin skal KÍ í Gundadal
at spæla móti HB. KÍ hevur fyrst
Europa Cup at hugsa um, og tað
er ikki óhugsandi, at altjóða dyst-
urin á Svangaskarði fer at sita í
kroppinum á klaksvíkingunum, tá
teir sunnudagn koma í Gundadal.
Hetta verður í hvussu so er eitt
stórt tak fyri teir, og um tað eydn-
ast at koma úr Gundadali við trim-
um stigum, so verða fyritreytirnar
at vinna FM nógv styrknaðar.
Eydnast tað ikki at fáa stig í
Gundadali, og B36 og GÍ vinna
sínar á pappirinum løttu dystir, so
verður kappingin púra opin aftur.
Sumbingar megnaðu ikki meiri
enn javnleik á heimavelli móti IF.
Hetta var ein av heimadystunum,
sum Sumba heyði vónað at vunn-
ið. At tað ikki eydnaðist hevur við
sær, at møguleikin at sleppa undan
beinleiðis niðurflyting kámaðist,
men hann er framvegis til staðar.
Sunnudagin skal Sumba á
Svangaskarð, og við avrikinum
hjá B68 í Runavík í huga, ber væl
til at ímynda sær møguleian, at
Sumba fer at fáa stig. Annað
NSI stríðist fyri møguleik-
anum at spæla europeiskan
fótbólt næsta ár. Móti tofta-
monnum gagnaðist væl sunnu-
dagin. Mynd: Alvur
Haraldsen
vikuskifti skal B71 til Sumbiar,
og tað verður í ti dystinum og so i
18. og síðsta umfarinum, tá VB
og Sumba bresta saman, at lagnan
hjá sumbingum fer at verða av-
gjørd.
NSÍ var sannførandi móti tofta-
monnum. Hetta gagnaðist væl, og
sunnukvoldið sóust onkrir innan-
menn dansa krígsdans á Svanga-
skarði. Spælararnir fáa nýggjan
møguleika at styrkja um møgu-
leikan at spæla seg í altjóða fót-
bólt, tá teir sunnudagn fara til
Sands. Mest avgerðandi dysturin
hjá NSI í stríðnum um europeiska
luttóku verður, tá teir annan
sunnudag fáa vitjan av HB, sum
teir fyrr í summar vunnu á í
Gundadali.
EB/Streymur vann botndystin
2. deild menn:
EB/Str.-GI 2-1 (1-1)
Botndysturin í 2. deild, sum var
spældur á Mølini á Eiði, endaði
við heimasigri.
Spælararnir hjá EB/Streymi,
sum ikki hava vunnið nógvar
dystir í ár, vóru omaná tá teir gulu
og bláu úr Gøtu vitjaðu.
Bæði liðini royndu at spæla
bólt, og tað var eisini gott spæl at
síggja mesta av tíðini. Tað gjørdi
góðan mun, at bæði liðini høvdu
spælarar á liðnum, sum veruliga
hava hegni at spæla. Hjá EB/
Streymi var Jákup Martin Joen-
sen, sum áður hevur roynt seg í
B36, vid, og hann gjørdi góðan
mun hjá heimaliðnum. Jákup
Martin, sum er búsitandi niðri, var
við fyri seinastu ferð hesaferð,
men í Sundalagnum tosa teir nú
um at senda boð eftir Jákup
Martini til onkran dyst seinni í ár.
Hjá GI spældi Erland Tvørfoss
á midvøllinum, og millum aðrar
gamlar kenningar kunnu nevnast
Janus Rasmussen, Símun Petur
Justinussen og Svend Olsen.
EB/Streymur legði seg á odda,
tá okkurt um 20 minuttir vóru
spældi av dystinum. Eitt innlegg
varð sent inn í brotsteigin hjá GÍ,
og har stútaði Brian Jensen móti
málinum. Ein Gl-verjuspælari
royndi bjarga, áðrenn bólturin fór
um strikuna, men hann hjålpti bara
bóltinum seinasta teinin í málið.
GI svaraði aftur longu ein
minutt seinni, tá ein hornasparks-
stóða endaði við einum frágera
góðum málið. Bólturin varð send-
ur innfyri, men ein var spælar-
unum hjá EB/Streymi stútaði bólt-
in út úr brotsteiginum. Har tók
Erland Tvørfoss ímóti, hann
gjørdi skjótt av, smekkaði til, og
bólturin streyk upp í samankom-
ingina.
So høvdu liðini gjørt hvor sítt
mál, og tað fóru tey til hálvleik
við.
Í seinna hálvleiki var aftur javnt
spæl. Bæði liðini hildu nógv fólk
røttu megin bóltin, og tí spurdist
ikki so nógvir kjansir burtur úr.
Men tá eitt korter var eftir at
spæla fór EB/Streymur fram um.
Vinjard Dam hevði seinasta fótin
á bóltinum, sum var sendur inn úr
síðuni, og síðani longdur inn í
brotsteiginum við høvdinum á
einum av spælarunum á heima-
liðnum.
Tá tóktist sum leiðslan kom
óvart á heimaliðið. Restina av
tíðina spældu teir ótrygt og vóru
fjálturstungnir. GI tók fullkomi-
liga yvir, og seinasta korterið
skuldu teir havt fingið í minsta
lagi eitt mál.
Símun Petur Justinussen, gamli
topsskorarin í 1. deild, heyði fleiri
naskar royndir, og hann skuldu
havt skorað. Serliga í einu stød-
una, tá kjansurin tóktist verða upp-
lagdur, men Karsten Vang í
málinum hjá EB/Streymi snýtti
álopsmannin hjá Gl.
Dysturin endaði tí við heima-
sigri.
ek