týsdagur 10. august 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 148 - 10. AUGUST 1999
tíðindablaðið
Rf 2116
13
Heðin yvirtikið målskjotingina
Fótbóltur: KÍ legði ógvusliga fyri,
men sandoyingar gravaðu seg ikki
niður og høvdu stóran heiður av
avrikinum í Klaksvík
1. deild menn:
KI-B71 3-1 (3-1)
Tá B36 og VB spældu í
Gundadali var Tony Paris
ein av fleiri venjarum í Í.
deild, sum njósnaðist. og tá
fyrra umfarið var hálvrunn-
ið í Klaksvík sunnudagin,
kundi máltalvan bent á, at
klaksvíkingar ætlaðu sær at
halda tørn í muninum til
B36, tá tað snýr seg um mál.
KÍ var í somu uppstilling,
sum teir vóru í á Svanga-
skarði næstsíðsta sunnudag,
og teir høvdu góða urtøku
burtur úr møguleikunum,
og gestirnir vóru høviskir
og góvu oddaliðnum góðar
møguleikar at gera mál.
Nógvu tey seinnu árini
hevur Kurt Mørkøre verið
skarprættari hjá KI, og ikki
minst í fjør og í ár hevur
tað ligið væl fyri hjá honum
at gera mál. Tað kenna
sandoyingar alt til, og fyri
at byrgja upp fyri hesum,
høvdu teir givið formanni-
num í trivnaðarneyndini hjá
løgtinginum uppgåvuna at
hanga uppii toppskjúttanum
hjá KI. Og hóast Páll á
Reynatúgvu onkuntíð man
hava verið í betri venjingar-
stóðu, enn hann er nú, so
greiddi hann avmarkaða
men torføra setningin til
fulnar. Kurt Mørkøre kom
ikki á máltalvuna, og so-
leiðis sum tað sá út í gjár,
so er møguleikin ikki so lítil
fyri, at Kurt Mørkøre hevur
skorað síðstu málini í
Klaksvík — á hesum sinni.
Men tað tykist ikki sum
at klaksvíkingar nýtast at
stúra so nógv fyri framtíð-
ini, tá tað snýr seg um at
gera mál. Heðin á Lakjuni
hevur ferð eftir ferð víst,
hvussu góður hann er, men
ein av trupulleikunum hev-
ur verið, at hann hevur ikki
megnað at fáa so stóra úr-
tóku burtur úr møguleik-
unum. Hesar síðstu vikurnar
hava bent á, at ein broyting
er við at fara fram, hvat hes-
um viðvíkur.
Heðin tvær ferðir
Heðin á Lakjuni skoraði
tvær ferðir móti B68, og
hann kom eisini á talvuna
tvær ferðir móti B7I. Á
Toftum skoraði hann bæði
málini við høvdinum, og
aftur móti sandoyingum
skoraði hann eitt mál við
høvdinum. Uppskriftin líkt-
ist nógv henni, tå hann skor-
aði fyrra málið á Svanga-
skarði. Ta ferðina varð fyrra
málið skorað eftir horna úr
høgru og stút við nærra
stólpan. Hesu ferðina varð
fyrsta málið skorað eftir
horna úr vinstru og stút við
nærra stólpan.
Tá Heðin á Lakjuni skor-
aði seinna málið, var hann
púra leysur undir málinum.
Sandoyingar høvdu innkast,
men mistu í uppspælinum,
Arnold Joensen, sum var
Heðin á Lakjuni leggur KÍ á odda eftir hornaspark. Mynd: Símun á Høvdanum
væl betri upplagdur hesa
ferð, enn hann var á Toftum,
streyk til baklinjuna, Kurt
kiksaði sína roynd, Rógvi
fekk fatur á og spældi Heðin
á Lakjuni tætt undir máli-
num. Sandoyingar vildu
hava rangstøðu, men
dómarin lætst ikki um vón.
Arnold Joensen sneiddi
málverjan av og trillaði í
tóma málið, tá hann fekk
stungið fram eftir miðási-
num, og so fekk KI ikki
fleiri mál. Teir høvdu møgu-
leikar, at Kurt Mørkøre
mundi iðra seg um, at hann
misbrúkti møguleika, sum
hann plagar at skora uppá.
B71 væl við
Sandoyingar gróvu seg ikki
niður, og teirra avrik boðaði
ikki frá 2. deidar fótbólti.
Teir hava verið nógv plág-
Kurt til Noregs
Fótbóltur: Felagið hjá Juliani Johnsson keypti í gjár toppskjúttan hjá klaks-
víkingum, sum sunnudagin fer at spæla fyri síðstu ferð fyri Kl
Seinnapartin í gjár skrivaði
Kurt Mørkøre undir yrkis-
sáttmála við norska 1. deild-
arliðið Sogndal. Talan er um
sama felag, sum Julian
Johnsson varð seldur til fyri
tveimum vikum síðani.
Umboð fyri norska felag-
ið vóru sunnudagin í Klaks-
vík saman við Jákupi í
Storustovu, sum hevur verið
millummaður í samráðing-
unum, og hóast teir báðir
norsku umbodsmenninir
ikki sóu Kurt Morkore gera
málini, sum hann plagar at
gera so at síga hvørja ferð
KI spælir, so gjørdu teir av
at handla skjótt:
— Vit samráddust frá
klokkan ellivu og til klokk-
an tvey í dag, og norðmenn-
inir vildu keypa, tí teir hildu
seg hava sæð, hvat býr í
Kurt Mørkøre, sjålvt um
hann ikki skoraði móti B71.
sigur Jákup í Stórustovu.
Tríggir partar
Kurt Mørkøre hevur verið
bundin av sáttmála við Kl
tað, sum er eftir at hesum
árinum, og tí vóru
sáttmálasamráðingarnar
bæði millum Kurt Mørkøre
og norska felagið og millum
norska felagið og KI.
Tony Paris, venjarin hjá
KI, er harmur um, at teir nú
spæla av við Kurt Mørkøre,
og KÍ formaðurin Svend
Jacobsen, åsannar, at tað
kemur illa við hjá teimum
at missa liðformannin og
undangongumannin á lið-
num. nú teir avgerandi dyst-
imir i landskappingini
standa fyri framman, men
hann sigur, at teir í felag-
num vildu ikki leggja forð-
ingar fyri Kurt Mørkøre,
sum hevur tænt teimum væl
og leingi.
Vit hava ikki frætt, hvat
KI og Kurt Mørkøre hava
fingið burturúr sáttmála-
num, men tað er neyvan
langt við síðuna av at rokna
við, at upphæddin til spæl-
aran líkist henni, sum Julian
Johnsson fær fyri at spæla
við Sogndal. Dimmalætting
visti at síga, tá tann sått-
málin varð undirskrivaður
fyri tveimum vikum síðani,
at Julian Johnsson fekk eina
fjórðings millión í hondina
og harafturat tríati túsund
krónur um mánaðin.
Liðformaður
og íblásari
Kurt Mørkøre. sum er skrá-
settur fyri 26 landsdystir og
hevur skotið eitt mál á
landsliðnum (í Gundadali
móti Íslandi fyri níggju
árum síðani). spældi í 1995
eitt stutt skifti í Alesund.
Hann er 30 ára gamal og
kom á fyrsta lið hjá KI í
1986. Í 1987 og 1988
spældi hann í LIF, og í 1995
spældi hann fyrru hálvu fyri
B68. Annars hevur hann
spælt í KÍ. har hann hevur
verið mettur sera høgt, bæði
sum miðverji og miðfram-
herji, liðformaður og íblás-
ari. Tá KÍ sunnudagin fer í
Gundadal at spæla móti HB
fer Kurt Mørkøre fyri síðstu
ferð í hesum umfarinum at
umboða barndómsfelagið,
og tá tað verður havt í huga,
at hann verður 34 ár, tá sátt
málaskeiðið í Sogndal verð-
ur liðugt, so er lítið sannlíkt,
at Kurt Mørkøre aftur fer at
umboða KI í fremstu rød
Julian Johnsson, sum júst
er fluttur til Sogndal, ið er á
9. plássi í næstbestu norsku
deildini. sigur í blaðnum í
dag. at teir flestu av spæl
arunum eru ungir og hava
ikki nógvar royndir, og at
felagið roynir at knýta onkr-
ar royndar menn afturat sær,
sum teir vóna skulu lyfta
ungu menninar. Julian verð-
ur roknaður sum ein slíkur,
og tað skal ikki nógv til fyri
at ímynda sær, at teir eisini
ætla Kurt Mørkøre ein
sovornan leiklut.
jh
aðir av skadum i år, og aftur
hesa ferð vóru teir noyddir
at broyta miðverjuna, har
bæði Petur Ritter og Bjørn
Thorsteinsson sótu uttan-
fyri. Ivan Histov røkti sjálv -
ur aftasta mann, og saman
við Pálli á Reynatúgvu var
Allan Simonsen miðverji.
Rúni í Soylu var ein
brandur í B71 álopinum, og
Eli Hentze og loulsian Flor-
esco styrdu uppspælinum
væl, og B71 hevði fleiri
møguleikar at gera mål. Teir
fingu eitt mál, og tað skor
aði Eli Hentze, sum gjørdist
leysur eitt sindur til høgru
og plaseraði innleggið frá
Kára Sørensen flatt framvið
Stephen Boyle.
Síðsta tíman fór
eitt sindur niður.
ferðin
Kanska
klaksvíkingar slerdu seg til
tols við 3-1 sigurin og hugs-
aðu meiri um Europa Cup
dystin hósdagin og stór-
dystin á útivelli móti HB
komandi sunnudag. Men
sandoyingar skulu hava rós
fyri, at teir vóru við til at
geva áskoðarunum fótbólts-
spæl til bæði málini.
KÍ: Stephen Boyle — Marek
Wierzbicki, Andrzey Pacek,
Jan Andreassen, John Han-
sen — Harley Bertholdsen,
Jan Joensen, Rógvi Jacob-
sen — Arnold Joensen, Kurt
Mørkøre, Heðin á Lakjuni
B71: Valdemar Novisci —
Kristian Nielsen, Påll å
Reynatugvu, Ivan Histov,
Allan Simonsen, Antines
Magnussen — Kåri Nielsen,
Eli Hentze, Ioulian Floresco
Rúni í Soylu, Kári Søren-
sen
Topps
kjúttin
afturkomin
2. deild: KÍ-NSÍ 2-2 (2-2)
Helmar Lassen syrgdi
fyri, at KÍ fekk javnleik
burtur úr dystinum móti
NSÍ, hóast teir úr
Runavík tvær ferðir vóru
frammanfyri.
Topskjúttin hjá KI hev-
ur verið burturstaddur
seinastu dystirnar, og men
nú hann var komin aftur,
gjørdi hann beinanvegin
vart við seg. Hann
arbeiddi nógv í ålopinum,
har hann fyrst spældi
saman við Olgari Dan-
ielsen og í seinna hálv-
leiki saman við Høgna
Kastalag, og hann skoraði
bæði málini hjá heima-
liðnum.
NSÍ legði seg á odda
tíðliga í dystinum, tá teir
fingu brotsspark. Ein
bóltur varð sendur inn úr
vinstru síðu, og ein dóm-
arin tulkaði ein tvídyst
millum ein KI-verjumann
og ein NSI-ålopsmann
soleiðis, at KI arin hevði
rent runavikingin i rygg-
mn.
Ur ellivu metrum var
verjuspælarin Dagfinn
Olsen tryggur. Gunnar á
Steig, sum hesaferð vardi
málið hjá Kl-lidnum, fór
til vinstru, og so sendi
Dagfinn bóltin í netið
dygst úti við hin stólpan.
Tad gingu ikki nógvir
minuttir = so svaraði
heimaliðið aftur. Jóhan
Liitzen lyfti upp um NSI-
verjuna, ein NSI-verju-
spælari fór skeivur av
bóltinum, og so var
Helmar Lassen í stundini
fram við, og smekkaði
bóltin millum beinini á
málverjanum og í mesk-
arnar.
Miðskeiðis í fyrra hálv-
leiki økti NSI, men KÍ
gjørdi alt forarbeiðið.
Verjuspælari hjá Kl
skuldi sparka bóltin burt-
ur, men sendi í staðin leð-
urkúlan høgt upp í loft og
móti sínum egna máli.
Har royndi KÍ-málverjin
at lofta bóltinum dygst
undir tvørstongini, men
misti bóltin, og so var
Sonni L. Petersen (sum
allatíðina var vandamikil
og avbjóðandi) fyrstur á
og sendi bóltin seinasta
meturin um målstrikuna.
Aftur Heimar
Hóast kloddasliga málið
fullu KI-spælararnir ikki
í fátt. Teir fóru longur
fram á vøllin, og hóast
NSI-spælid var nógv
meira skipað og flótandi,
var Kl-liðið vandamikið
við sínum meira beinleið-
is spælið.
Fyri hálvleik eydnaðist
tað KÍ at javna, tá Helmar
Lassen var fyrstur á bólti,
sum var sendur inn fyri
úr vinstru, målverjin
mátti = aftur hesaferð
merkja bóltin súsa mill-
um beinini hjá sær, og so
var javnleikur 2-2.
Eftir hálvleikssteðgin
royndu bæði liðini at fáa
eitt mál afturat, og bæði
liðini komu í nánd av
málinum, hóast eingir
upplagdir = møguleikar |
vóru. NSI'arnir raktu |
stongina við frálíkum |
langskoti, og Kl'arnir
vóru eisini nær við og
næstan.
Eisini í seinna hálvleiki
kombineraði NSI-liðið
munandi betri, meðan KÍ
ofta spældi við longu
bóltum fram í síðurnar
ella fram móti teimum
báðum álopsmonnunum.
Javnleikur var hósk-
andi úrslit av einum dysti,
sum bæði liðini kundu
havt vunnið.