Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. august 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 148 - 10. AUGUST 1999 tíðindablaðið SS = 15 Fótbóltur: Men leikliga avrikið hjá havnar- monnunum, sum vóru hepnir í Sarpisgerði, boðaði ikki frá, at teir eru evni til FM heitið 1. deild menn: GI-HB 1-2 (1-2) I HB miðja teir framvegis eftir FM heitinum, men í fyrstu atløgu ræður tað um at vinna rættin til luttøku í Europa Cup. Vónin fyri hesum styrkn- aði sunnudagin, tá teir tóku gll stigini móti næsta kapp- ingarneytanum í hesum stríðnum. Gøtumenn vóru ómeta- liga óhepnir. Longu í fyrsta minutti fingu teir eitt evar- ska lítið brotsspark ímóti sær (og málverjin eitt gult kort), og eitt lítið korter seinni noyddist Henning Jarnskor at fara úr álopinum og í málverjubúnan, tí dóm- arin metti, at Sunvard Joen- sen hevdi verið uttanfyri brotsteigarmarkið, tá hann sparkaði út. Frísparkið varð mett til gult kort, og harvið noyddist Sunvard Joensen undir brúsuna, áðrenn hann so at siga hevði fingið sveit- tan fram. Sakna grundspælið Súni Fríði Johannesen, sum var komin av skaðalistanum og í HB álopið, var trygg- leikin sjálvur úr ellivu metr- um, og tað, sum var eftir av fyrra umfarinum, leikaði javnt á, uttan at tað vóru serliga nógvir målmøgu- leikar. Tá brotssparkið varð dømt móti GI målverjanum, stóðst stødan av, at Magni á Lakjuni kom ímillum afturlegging frá miðverj- anum, Bartali Eliasen, sum hevði verið ivasamur undan dystinum, tí hann hevði koykt fótin. Og sami verju- maður átti ein lítlan, men týdningarmiklan lut í máli- num, tá HB eftir 27 minuttir økti til 2-0. Eftir uppspæl í høgru — tað besta sum teir sýndu í øllum dystinum — millum Jóhannis Joensen og Hans Jørgen Djurhuus, sendi hesin seinni høgt inn- fyri, Bartal royndi at brúka høvdid, men megnaði bara at leingja innleggið til Magna á Lakjuni, sum vit handara stólpan fluktaði í kassan. So var 2-0, HB tóktist vera komið úr máttloysi- num, sum teir hava verið meiri og minni eyðkendir av í fleiri vikur, og tað kundi kanska hugsast, at teir skuldu vinna trygt. Soleiðis gekk tað ikki, og tað høvdu HB menninir partvís skyldina av sjálvir. Hóast yvirmannaðir í meiri enn ein tíma, so høvdu teir ómetaliga ilt við at fáa sam- anspælið at rigga. Jan Dam var fyri fyrstu ferð leingi við frá fyrsta bríksli. Hann rúgvaði upp á verjukenda miðvallarplássinum, og royndirnar og menniskja- ligu egingleikarnir hjá hon- um komu væl við, tá nógv stóð á, men tað var merkis- vert, hvussu lítið HB fekk burturúr í álopspartinum, hóast teir vóru yvirmannað- ir. At síggja teir samanspæla eitt tvey og yvirlappa var rár hending, m.a. tí besti bóltspælarin hjá teimum ikki kom inn, fyrrenn tað restaðu fimm minuttir, og í verjupartinum vóru teir alt ov langt frå métstødumonn- unum. Arbeiddu fyri søkini Gøtumenn skulu hava rós fyri, at teir, hóast marginal- irnir vóru ímóti, ongantíð fullu í fátt. Hans á Lag var so vinarligur ímóti teimum, Lagnuletan, tá dómarin togaði reyða kortið upp úr lummanum, hevði tað á lofti frammanfyri GÍ- málverjanum Sunvard Joensen. Henning Jarn- skor, sum er hondbólts- málverji, noyddist at avloysa útvísta mál- verjan. Mynd: Jonhard Hammer Stigini komu á sera turt stað at hann stútaði langt frí- sparksinnlegg frá Súna Ol- sen úr vinstru í málið hjá Bárðuri Johannesen (mið- verjin mundi ætla at beina bóltinum út til horna), og eftir hetta var javnleikurin ikki minni sannlíkur enn okt HB leiðsla. Í vinstru fingu gøtumenn- inir ongantíð orduliga fatur á uppspælinum, meðan tað serliga fyrra partin av seinna umfarinum ferð eftir ferð eydnaðist at koma ígjógnum í høgru, og hesa løtuna var tað svørt óeydna hjá gøtumonnum, at teir ikki javnaðu. Magni Jarn- skor sendi úr 35 metrum og í tvørtræid, Sasha stútaði úr stuttari fjarstødu og í stólp- an, og í einum og sama álopi bjargaðu verjuspæl- arar hjá HB tríggjar ferðir á målstrikuni. GI noyddist at flyta fólkið alt longri fram, og tað hevði, sum tað leið út, fleiri snarålopsmøguleikar vid sær til HB. Hans Jørgen Djurhuus var tvær ferdir og Magni á lakjuni eina ferð blankur við Henningi Jarn- skor, sum vísti gott mál- verjuspæl og samstundis var eyka aftasti maður. Magni Jarnskor arbeiddi fyri fleiri, og Rúni Justinus- sen, Poul Ennigarð og Sám- al Joensen (var sera mis- nøgdur við dómaran) stridd- ust eisini sera nógv. Tað sást lítið til, at havnarmenninir vóru fleiri á vellinum, men hetta var í síðsta enda høv- udsorsøkin til, at teir fóru úr Sarpisgerði við trimum sera kærkomnum stigum. Poul Ennigarð dystast við Hans Jørgen Djurhuus hjá HB. Hóast GI stríddist sera væl í seinna hálvleiki, fingu teir einki stig burtur úr dystinum. Mynd: Jonhard Hammer Gøtumenn mugu bara stadfesta, at hetta var ikki dagurin hjå teimum. jh GÍ: Sunvard Joensen Runi Justinussen, Bartal Eliasen, Jóan Petur Olsen. Poul Ennigarð, Súni Olsen — Magni Jarnskor, Såmal Joensen, Pauli Jarnskor — Alexander Radosavlovic, Henning Jarnskor HB: Bárður Johannesen — Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Hans Fróði Hansen, Bjarki Mohr — Hans Jørgen Djurhuus, Rúni Nolsøe, Jan Dam, Jens Erik Rasmussen — Súni Fridi Johannesen, Magni å Lakjuni