Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. august 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 148 - 10. AUGUST 1999 tíðindablaðið 19 eee, Jákup á Borg fær stutt tjóður Europa Cup: Hjálparvenjarin hjá turkiska mótstóðuliðnum hjá B36 vónar, at teir fáa avgerandi fyrimun á heimavelli, og hann er ikki bangin fyri føroyska veðurlagnum Jákup á Borg, sum skoraði tvær ferðir leygardagin, fer at verða væl eftiransaður í Europa-Cup dystinum móti Ankaragiicu hósdagin. Mynd: Alvur Haraldsen Mitt ímillum teir mest eld- hugaðu B36 áskoðararnar, sum við trummum, sangi og ógvusligum rópum frøddust um stórsigurin á VB, sótu tveir ungir fremmanda menn. Annar teirra skrivaði síðu upp og síðu niður. Tað vóru umboð fyri turkiska felagið Ankaragiici, sum B36 skal spæla á útivelli ímóti hósdagin. Hesin omanfyri nevndi var hjálparvenjarin í Ank- aragicii. Hann eitur Hayati Soydaz, og hann er 33 ára gamal. Men hóast sín fyri venjarar unga aldur, so er hetta ikki hver sum helst í turkiska felagnum. Hann var á besta liðnum í felag- num frá 1985 og fram til undan summarsteðginum í ár, og sjey tey seinatsu árini var hann liðformaður. Tá vit spyrja hann, um tað vóru nakrir B36 menn, sum hann serliga legði til merkis, so nevnir hann beinanvegin nummar níggju — Jákup á Borg: — Hann var sera eyd- sýndur — arbeiddi nógv og var målsøkin — og vit fara at ansa væl eftir honum, so- leiðis at hann ikki fær tað burturúr — serliga í høgru síðu — sum hann fekk í dag, var boðskapurin frá frynt- liga hjálparvenjaranum, sum eisini helt, at Øssur Hansen hevði verið drúgvur í vinstra borði: — Men mo6tstøudlidid hevdi ikki so nógv at bjóða uppá, so B36 menninir fingu sum oftast loyvi til at gera, sum teimum lysti, helt Hayati Soydaz. Frammanundan at luturin í Europa Cup lutakastinum hjá teimum fall á B36 visti hann ikki so nógv um Før- oyar: Men eg minnist til, at landsliðið hjá okkum var í Føroyum í 1991, og nú skilji eg, at teir spældu á hesum vøllinum. Hetta er heilt ødrvisi undirlag, enn tað, vit eru vanir at spæla á. Urslitid ta ferðina var 1-1, og heima í Turkalandi var hetta ikki mett sum serliga gott úrslit. Sepp Piontek var venjari hjá okkara landsliði í 1991, og ein av teimum, sum nú spælir í felagnum hjá okkum, var við ta ferð- ina. Hann eitur Karaman Unal, og minnist meg rætt, so var hann liðformaður í Føroyum. Veðurlagið ikki fyrimunur | Tå vit spyrja um munin millum turkiskan og før- oyskan fótbólt, so heldur hjálparvenjarin hjá Ankara- gøcú ikki, at munurin er so øgiliga stórur i fótbóltsevn- unum, men hann vísir sam- stundis á, at fyritreytirnar eru heilt ymiskar: — Okkara spælarar eru fulltíðar yrkisspælarar. Tað eru nógvir pengar í turk- iskum fótbólti, og tað hevur við sær, at vit hava møgu- Hjálparvenjarin hjá Ankaragiicu var i Gundadali og njésnadist leygardagin. Mynd: Alvur Haraldsen leika at keypa útlendskar spælarar, sum styrkja heilt væl um liðini. Vit fara at hava virðing fyri B36, men eg haldi avgjørt, at vit hava møguleika at koma víðari Vit hava ikki áður verið í Europa Cup, men vit vita, at tað er av stórum týdningi at fáa eitt gott úrslit á heimavelli, og tað fara vit at leggja okkum eftir. Turkisku gestirnir hildu tað vera kalt í Gundadali leygardagin, sjálvt um hetta eftir føroyskum vidurskift- um mundi vera ein góður fótbóltsdagur: — Men eg haldi ikki, at veðrið fer at vera ímóti okk- um. B36 fer í hvussu so er at hava eins stóran ampa at hitanum í Ankara, sum vit fara at hava av kuldanum í Føroyum. Turkaland er eitt stórt land, og vit spæla fót- bólt í øllum fýra árstíð- unum, heilsaði Hayati Soy- daz, og tað tóktist, sum um sjálvsálitið var í lagi. Turkisku = njósnararnir fóru úr aftur Føroyum sunnudagin, sama dag sum B36 fór til Danmarkar. Seinnapartin í gjár fór B36 úr Keypmannahavn og til Turkalands, har Europa Cup dysturin verður í høvuds- staðnum Ankara hósdagin. jh LÍF gjørdi av við tvøråmenn 2. deild menn: LIF-TB 7-3 (3-1) TB smokkadi leygardag- in burtur ímillum i stíð- num fyri at vinna næst- fremsta plássið í 2. deild og harvið møguleikan at spæla um eitt pláss í bestu deildini. TB hevur kapp- ast við LIF um hetta plássið, og tá teir báðir kappingarneytarnir tørn- aðu saman var eingin ivi um, hver stóð seg betri. Heimaliðið fekk ein kvøkk, tá Einar Petersen, eftir at LÍF málverjin hevði kiksað í roynd at sparka burtur, lobbaði í tóma málið. Men í næsta minuttinum var aftur javnt. Kristian á Reyna- tróð, sum mannaði LÍF álopið saman við Krist- iani Eliasen (Arni Jacob- sen loysti henda av, tå tað var 4-2), setti høvdid und- ir innlegg frå Mirek úr vinstru. 23 minuttir vóru farnir, tá dómarin og linjuverjin mettu, at rangstødufellan hjå TB kiksadi, Tomek fór sjálvur, og tå Magni Hentze, sum greitt var besti madur hjå TB og bjargaði einar seks ferðir, tá hann var einsamallur við mótstóðumonnum, kom út ímóti, valdi Tom- ek at trilla tvørturum til landsmannin Mirek, og so var 2-1 Triggir minuttir mangl- aðu av fyrra umfarinum, tá Tomek við nærra stólp- an fekk loyvi at stúta hornasparksinnlegg úr høgru í kassan, og í min- 2. deild menn: Royn-HB 1-1 (1-0) Tað var einki spart, tá 2. deildarliðini hjá Royn og HB hittust á grasvøllinum í Hvalba leygardagin. Spælararnir tørnadu til í nærdystunum, og dóm- arin, sum loyvdi hørðum spæli, dómdi ikki fyri øll- um frispørkunum, sum hann av réttum kundi. Fyrsta hálva tíman høvdu vertirnir, sum løgdu ógvusliga fyri, yvirvág í spælinum. HB- spælararnir fóru ikki við somu orku og svongd í nærdystirnar sum hval- bingar gjørdu, og tí heyði Royn fittan part av spæl- inum hendan partin av dystinum. Royn kom eisini á odda, tá teir spældu skjótt fram í vinstru síðu. Eyð- stein Jacobsen var fyrri enn HB-málverjin á bólti- num, og so lyfti hann upp um málverjan í málið. Leiðslan hjá Royn helt sær meginpartin av dysti- num. Líka til knappar 10 Harður javnleikur uttinum eftir hvíldina var greitt, hvar stigini fóru at enda: Mirek gjørdi sær dælt av kiksadum út- sparki frá TB málverja- num. TB málið til 4-2 var ikki á dómaraseðiinum, men vit taka tað vil í skrá- setingini: rangstødufellan hjá heimaliðnum kíksaði, tvøråmenn fóru igjøg- num í vinstru, og Vagnur Nolsøe hevði sísta fótin Miðverjan hjá TB hev- ur drúvar royndir — Jón Tórður Holm, Eyðun Kjærbo og Marlon Kjær- bo — men síðsta hálva tíman høvdu teir stórar trupulleikar av heimalið- num. Pólverjarnir áttu 5- 2 málið, tá 64 minuttir vóru farnir (Mirek stakk fram ímillum til Tomek, sum skoraði), og eftir 74 minúttir var uppskriftin tann sama, men hesa ferð var tað Kristian á Reyna- tróð, sum skoraði. Tað restaðu tíggju min- uttir, tá Hallur Christian- sen við høvdinum mink- aði um munin. Innleggið kom úr høgru, og LÍF málverjin fór púra skeiv- ur, tá hann ætlaði at boksa burtur Í næstsíðsta minutti- num staðfesti Erik Lervig rimmarsigurin. Arni Jac- obsen, sum tvær ferðir frammanundan hevði tapt ein móti einum móti TB málverjanum, var enn eina ferð leysur, men hesa ferð valdi hann at trilla uppá tvørs. jh minuttir fyri tíð, tá ein av HB-veteranunum javn- aði. Bernhard Petersen sendi ein langan og høg- an bólt fram móti brots- teiginum hjá Royn, har Ingi Rasmussen elti bólt- in. Málverjin hjá Royn kom út ímóti ætlaði at fáa hendur á bóltinum, men beint uttanfyri brotsteigin fekk Ingi høvdid undir bóltin, sum fór upp um strandaða málverjan og í málið. So var javnleikur, og dysturin, sum hevði verið rættiliga javnur eftir fyrsta hálva tíman, end- aði við hesi støduni. Hjá HB vóru tríggir av teimum, sum hava smakkað |. deildarfótbólt i år, vid. Eyðun Højgaard og Pætur Dahl spældu frammi á vellinum, ” meðan Jákup Eli Olsen, sum hevur verið nógv skaddur, var aftasti mað- ur. ek