týsdagur 10. august 1999síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
Klassamunur
í Vagum
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er ikki so ofta, at ein
dystur verður avgjørdur
nnan teir fyrstu tiggju
minuttirnar, men soleiðis
var tað í grundini í Sanda
vági leygardagin, tá
vitjaðu FS
skálamenn
Vá
ar
ski ðararnir høvdu
allar orsøkir til at vænta
ein spennandi dyst, ti
ta vikuskiftid fingu
skålamenn javnleik mót
leirvíkingum, sum eru
nærmastu = kappingar-
neytar hjá vágamonnum.
Men hesin spenningur var
av ongum, tí munurin
millum liðini var stórur
Teir á liðnum hjá FS
Vágum eru stak væl fyri
kropsliga, eru skjótir og
orka væl at halda leik-
ferðini uppi, og tað gjørdi
tað torført hjá gestunum
at halda tørn. At FS Vágar
so samstundis eisini
megnar tað skjótu um-
stillingina frá verju til á-
lop ger tað bara stuttligari
hjá áskoðarunum at
hyggja at.
Til stuttleika kann
nevnast at flestu málini í
dystinum komu eftir
skjótar umstillingar, og tá
miðjan hjá skálamonnum
ikki kláraði at fylgja við,
so var verjan sum ein
opnahjallur hjá vága-
monnum at fara igjøg-
num. Og tað gjørdu teir
so...
semmas
Løgdu åt sum eitt
ódnarveður
FS Vágar løgdu hart út,
og einki minni enn tóku
skálamenn = á bóli.
Gestirnir høvdu nóg illa
fingið fótin á vøllin í
Sandavági áðrenn vert-
irnir vóru farnir framum
við tveimum málum, sum
Birgir Joensen gjørdi, og
í grundini var dysturin av-
gjørdur longu aftaná teir
fyrstu tíggju minuttirnar.
Hóast tvey mál framm-
anfyri, so vóru vágamenn
ikki nøgdir. Teir vildu
hava fleiri mål, og við
ógvuliga beinleiðis spæli
eydnaðist hetta til fulnar.
Tað skal tó leggjast aft-
urat, at høvdu vertirnir
skotið mål upp á allar
møguleikarnar, so er ikki
óhugsandi, at teir vóru
komnir upp á 24 mál!
Trý mál komu afturat í
fyrra hålvieik fað fyrsta
fekk Sjúrður Ellefsen
Tad kom tá 16 minuttir
voru farnir og beint eftir
at heimaliðið heyði brent
eim "ordans direktør
Niggju minuttir seinni
tvisporadi John Johansen
frå skålaverjuni spældi
inn til Sonna Johansen,
sum hevði lætt við at
skjóta bóltin fram við
málmanninum til 4-0.
Einasti møguleiki
skálamanna í fyrra hálv-
leiki kom tá ein spælari
varð feldur beint uttanfyri
brotseteigin. Agnar Høj-
gaard royndi seg við
beinleiðis skoti. men tað
fór nakrar metrar við
síðuna av málinum.
Seinasta málið í hesum
hálvleikinum fekk Sjúrð-
ur Ellefsen í seinasta
minuttinum og eisini tað
málið kom eftir skjótt
uppspæl
Mál annulerað
Í steðginum royndi venj-
arin hjá Skála at umskipa
spælið eitt sindur so
heimaliðið ikki slapp so
lætt at fatinum, og hóast
aftanfyri, so tyktust ikki
allir skálamenn hava mist
mótið. Teir ætlaðu sær at
royna, men tá so er, er
altíð ein vandi fyri, at tað
kostar. og tað gjørdi tað í
ólukkumát hjá skála-
monnum elygardagin.
Tað vóru vágamenn,
sum skuldu geva bóltin
upp í seinna hálvleiki.
John Johansen sá, at mál-
verjin hjá skálamonnum
stóð eitt sindur langt úti,
so tá hann fekk bóltin
eftir at dómarin hevði
bríkslað, smekkaði hann
til, og bólturin endaði í
kassanum. Olukkutid fyri
hann, viðurkendi dómar-
in ikki málið, hóast hann
sjálvur hevði sett dystin í
gongd! Tveir bóltar vóru
á vellinum segði hann, og
tað mundi John verða
sera keddur av, tí hóast
hann hevði einar fimm
gyltar møguleikar, so
eydnadist tad ikki John at
fáa mál í dystinum.
Átta minuttir gingu
áðrenn gongd kom aftur
á málskjótingina, og tá
hol kom á, var tað ein
skálamaður, sum hjálpti
vertunum á veg. Ein bólt-
ur varð spældur úr høgru
inn fyri mál, og hóast
fleiri royndu at fáa
høvdid á, so vóru teir allir
ov stuttir. Tað var Marius
ikki, og hann "plaseraði"
bóltin dygst við vinstru
stong, uttan møguleika
hjá málmanninum at gera
nakað sum helst við hann.
Nú fingu vertirnir lætt
spæl og eftir hetta málið
skrædnaði = skálaverjan
fullkomiliga. Sjenda mál-
ið kom í 58. minutti.
Sonni Johansen skoraði.
Bert tveir minuttir eftir
var Birgir Joensen aftur á
blettinum og gjørdi sítt
triðja mål til 8-0. Triggjar
minuttir eftir tað økti
Sjúrður Ellefsen við sín-
um triðja málið til 9-0
Skála var nú fullkomiliga
í upploysn, og tí heyði
Birgir lætt við at gera
tvey mál afturat, meðan
Hannus Olsen rundaði av
og gjørdi tað til endaliga
12-0.
tíðindablaðið
NR. 148 - 10. AUGUST 1999
Óli slapp at royna seg
Fótbóltur: FCK tapti aftur, og Jákup
hugdi at, tá Herfølge vann á
volli
Tridji føroyski fótbóltsspæl-
arin blandaði seg sunnudagin
upp í superliguna. 1.389 á-
skoðarar treiskaðust í øllum
regninum á Viborg stadion,
har Oli Johannesen var á
beinkinum við síðuna av
Peter Rudbæk, venjaranum
hjá AGF. Tá ein hálvur tími
var farin, kom AGF, sum var
leikliga omaná, á odda við
málið, sum Mads Jørgensen
stútaði, men tríggjar minuttir
undan leikloki javnaði heima-
liði. Málið skoraði Hans Ek-
lund
Níggju minuttir fyri leiklok
varð Óli Johannesen settur
inn á AGF liði. Hann loysti
íslendingin Tomas Inga
Tomasson av å verjukenda
miðvallarplássinum, men
eydnan var ikki við AGF,
eina ltu eftir, at Oli var ka
in å vøllin, var høgri vong-
verjin hjå AGF skaddur, og
tå høvdu teir brúkt allar
triggjar skiftisspælararnar.
Skaðin hevdi við sær, at Oli
Johannesen noyddist ut i
høgra bord, og sambært ti
hann sjálvur segði í útvarp-
inum á middegi í gjár, so var
tað hansara maður, ið skoraði
málið hjá Viborg, eftir at fri-
spark var sent innfyri.
Oli Johannesen er triðji før-
oyingurin í superliguni. Sup-
erligan er frá fyrst í níti ár-
unum. Frammanundan var 1.
deild besta deildin í Dan-
mark, og har hevur ein annar
á heima-
tvøråmadur roynt seg í
nýggjari tíð. Tað var Henrik
Thomsen, ein av fremstu
álopsmonnnum á meistara-
liðnum hjá TB í sjeyti og
áttati = árunum. Henrik
spældi í B93, har hann kom
á besta liðið í 1979
Todi á skeivum liði
Friggjakvøldid var aftur á
myrkt blað vent í syrgiligu
gongdini hjá FCK. AaB fór
til hús aftur við øllum stig-
unum. Teir vunnu 2-0, og
donsku fjølmiðlarnir eru
samdir í, at hetta var heppið.
Dómarin fær av grovfiluni,
og hann verður nevndur
sum høvudsorsøkin til, at
FCK ikki fekk mål og at
AaB fekk fyrra málið.
Tíggju minuttir vóru
farnir, tá Todi Jónsson breyt
igjøgnum í vinstru, sendi
innfyri og bólturin varð
stýrdur í málið. Men dóm-
arin bríkslaði fyri frísparki
— av órannsakiligum orsøk-
um verður sagt.
Andres Oper, nýggi
álopsmaðurin, sum AaB
hevur keypt úr Estlandi,
setti hol á, tá 23 minuttir
vóru farnir. Hann gjørdist
púra leysur, og donsk blød
vita at siga, at hann var einar
fimm metrar rangstaddur,
men dómarin tagdi.
Í minuttinum aftaná breyt
Todi Jónsson aftur igjøg-
num í vinstru, men aftur
hesa ferð varð fríspark
dømt. Okkara heimildar-
maður, sum var í Parkini,
heldur fyri, at sjálvandi er
altíð vandi fyri, at hann sá
tilburðin við føroyskum
eygum, men hann skilti ikki
frísparkið og als ikki gula
kortið, sum Todi fekk.
Dysturin var væl spældur
á nýggju grasmåttuni, og
tað verður sagt, at FCK
spældi væl, og at Niclas
Jensen og Todi Jónsson
funnu væl hvønn annan í
vinstru. Men hóast gott
samanspæl, so fekk FCK
einki mål, og í evstu lotu
skoraði Søren Frederiksen,
sum var skiftur inn.
Sjóneykan verður sett á,
at FCK hevur trupulleikar
at fáa mál. Tað skal eitast,
at teir spæla við trimum
monnum í álopinum, men í
veruleikanum er David
Nielsen einsamallur
frammi. Todi spælir hang-
andi álopsmaður í vinstru,
og tað ber ikki til bæði at
vera við í uppspælinum og
at skora mál.
Fleiri av FCK monnunum
eru ikki nóg sannførandi, og
tað er framvegis ein veru-
leiki, at Todi Jónsson verður
ikki spældur soleiðis, sum
hann verður spældur á
landsliðnum. Tí er tað ikki
langt við síðuna av at siga,
at fótbóltsevnini hjá før-
oyska álopsmanninum
koma ikki til sín rætt á has-
um liðnum, og tað hevdi
ivaleyst komið væl við hjá
honum at fingið høvi at
roynt seg onkra aðra staðni.
Kapping um plássini
Ein álopsmaður verður vig-
aður á vektini, sum bara
telur mål. Todi hevur ikki
skorað síðani summarstedg-
in, og tí er ikki óhugsandi,
at hann verður skjótt settur
út á beinkin. Thomas
Thorninger hevur verið
leikbannaður fyrstu um-
førini, men nú er hann tøkur
aftur. FCK hevur eisini
keypt ein áleypara, sum eit
ur Thomas Lauridsen. Hig-
artil hevur hann verið
utskiftari, men tá hinir ikki
fáa mál er tað sannlíkt, at
nýggi maðurin fer at fáa
møguleikan.
I Herfølge sat Jåkup
Mikkelsen fyri fyrstu ferð í
næstan tvey ár og hugdi at,
tá Herfølge heyði vitjan av
uppflytarunum úr OB.
Eykamálverjin hjá Jákupi
helt málið reint, og tá
Tommy Schram eftir 57
minuttir heilfluktaði í netið,
kundu Jákup og teir fegnast
um trý stig, og harvið tykj-
ast teir enn eina ferð ætla
sær at gera spádómarnar um
niðurflyting til skammar.
AB vann 3-0 á gran-
nunum úr Lyngby, og nú er
liðið hjá Ole Morch fremst
í superliguni. Tað gongur
eisini væl hjá Bróndby, sum
í væl spældum dysti á
heimavølli vann 1-0 móti
Silkeborg. Esbjerg skuldi í
gjårkvøldid spæla móti
Vejle.
jh
Uni berføttur
ovuðsleikari
Fótbóltur: Mjørkin órógvar vestmannaeyingar, men hóast tað fingu bæði teir
og Leiftur fulla årtøku
Vikuskiftið royndist væl hjá
føroyingunum í íslendskum
fótbólti. Bæði Leiftur við
Una Arge og Jens Martini
Knudsen á liðnum og Páll
Guðlaugssyni við styrisvøl-
in og ÍBV við Allani Mork-
øre á liðnum fingu fulla úr-
tøku
Leiftur HE vitjan av
Vikingi ur Reykjavik, og
sambært lei. kar fiøl-
miðlar, so vóru teir i høv
uðsstaðarliðnum = óhepnir
ikki at fáa eitt stig við sær
hús. Teir høvdu fleiri
góðar royndir móti máli
um, og tað var ikki minst
lens Martini Knudsen fyri
at takka, at stigini vóru í
Olafsfirði
Einasta málið varð skor-
að, tá tíggju minuttir vóru
eftir. Uni Arge, sum í min-
uttinum undan steðginum
hevði fingið gula kortið, var
upphavsmadur til málið, tá
hann breyt igjøgnum í
høgru og sendi innfyri til
brasiliumannin Alexander
Santos, ið var leysur undir
málinum. — Fjølmidlarnir
gera nógv burturúr, at Uni
Arge misti annan skógvin í
nærdysti, tá hann stríddi seg
leysan og setti ferð á, og
onkur helt fyri, at tað hevði
kanska verið eitt uppskot.
at hann spældi skóleysur!
Vóru kroystir
Tað er nógv á skránni hjá
IBV, og teir eru ovurfegnir,
hvørja ferð ein dystur er far
in afturum, og tað hevur hil
nast væl. I annaðkvold
skulu teir spæla semifinalu
steypakappir gin | Akra
nesi, sunnudagin skulu teir
pæla á heimavølli, har IBV
ikki hevur tapt í fleiri år,
Breiðablik, miku
kvøldið í komandi viku
skulu Allan Mørkøre og
málverjin spæla landsdyst
móti hvørjum øðrum í Før-
oyum, og so skulu teir aftur
spæla í landskappingini
bæði í vikuskiftinum og
mitt í viku.
— Vit áttu at avgjørt í I.
hálvleiki í Grindavík. Tá
høvdu vit fleiri møguleikar,
vit komu á odda beinanveg-
in við máli, sum framherjin
Steingrímur Jónasson
3
moti
skoraði, men tíverri javnaðu
teir. Møguleikin stóðst av
misskiljing millum mál-
verjan og miðverjuna hjá
okkum, sigur Allan Mørk-
øre.
Í 2. hálvleiki trýsti
Grindavík fyri at skora
sigursmålid, men í síðsta
enda vóru tað teir meiri
royndu úr Vestmannaoygg
unum, sum fingu sigurs
málið. Tað restaðu tveir
minuttir, tá liðformaðurin,
Hlynur Stefansson, sum et
miðverji stútaði eitt innlegg
í málið
Allan Mørkøre var á mið
vøllinum í høgru, men tá tað
restaðu tíggju minuttir varð
hann útskiftur, og ein álops-
maður varð settur inn
Mjørkin plågar
Dysturin i Grindavik, sum
var åsettur at vera klokkan
seks sunnukvøldid, var út-
settur ein tima. Hetta komst
av, at nógvi mjørkin í oyggj-
unum gjørdi, at tað ikki bar
til at sleppa á flog fyrrenn
seint seinnapartin.
— Hetta hevur verið so-
leiðis fleiri ferðir í summar.
Vit sita í óvissu og bíða, og
tá ein glotti er, verður í
skundi farið á flog í tveim-
um heilt lítlum flogførum.
Sunnukvøldid var veðrið
betri, og tá kundu vit fara
til hús aftur við einum stórri
flogfari. Tað er ein óheppin
máti at fyrireika seg til dyst
Imar uppa. at sta I OVISSU
og hugsa um ferðingina, í
staðin fyri at hugsa um dyst
in, men hetta eru treytirnar
Fey kenna ikki til annað í
Vestmannaoyggjunum
Ofta eru dystirnir ásettir
fríggjakvold ella leygardag.
Hetta er soleiðis, tí tað skal
bera til at útseta, um veðrið
ger, at tað ikki ber til at
ferðast, sigur Allan Mørk-
øre.
KR er framvegis å odda,
men hjá teimum stóð upp-
aftur meiri á, enn tað gjørdi
hjá ÍBV. Á Hlíðarenda vann
KR 2-1, og sigursmálið
fingu teir ikki fyrrenn
klokkan var farin fýra min-
uttir út um vanligu leiktíð-
ina.
jh
ek,