Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. august 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ARN NR. 148 - 10. AUGUST 1999 tidindabladid 21 Nógv nytt folk a IF liðnum , Fótbóltur: I avgerandi løtuni høvdu bæði liðini stóran møguleika at skora sigursmálið 1. deild menn: Sumba-IF 2-2 Tað stóð nógv upp á spæl, men spælið gjørdist á ongan hátt ófantaligt og merkt av nógvum og tættum nær- dystum. Tað kundi kanska roknast við hesum. men ferðin var ongantíð í topp. Síðuvindurin var nógvur, og tað mundi saman við nervu num gera sítt til, at spælið ongantíð gjørdist serliga sannførandi Fuglfirðingar høvdu broytt liðið heilt nógv. Eyð- álvur Petersen varð skaddur undir upphitingini, og tað hevði við sær, at Bogi Non høgru, og á vongverjanum í vinstru var Sigfríður Abra- hamsen við fyri fyrstu ferð. NRoyndastu menninir hjá IF eru Rógvi Róin og Símun Eliasen, og tað vóru teir báðir, sum skoraðu málini, og serliga Símun Eliasen skaraði framúr IF setti hol á, tá tíggju minuttir vóru farnir. Eftir hornaspark kom bólturin út frá, og tað var sera líkt máli num, sum Djóni N. Joensen skoraði fyri B36 leygardag- in, tá Rogvi Róin smekkaði til. Sumbingar javnaðu beint fyri steðgin. Ein av heilt ungu spælarunum hjá teim- sum var vongverji i høgru, sendi frispark frå sidulinjuni i høgru og 25 metrar frå baklinjuni móti málinum. Bólturin tók eitt sindur í ein mótstøðumann og fór í net- 10. A timanum kom heima- liðið á odda. Langur bóltur varð sparkaður fram á IF hálvuna, bæði Nicola og Nebosja komu leysir, kanska gjørdi Rúni Joensen í málinum í so skjótt av, tá hann leyp út, og Nebosja skoraði Hesa løtuna var Sumba omanå, og teir høvdu onkrar møguleikar at avgera. Tann størsta fekk Birgir Jørgen- kom inn á vongverjan I um, Hallur Dam Joensen, Julian góða fyrstu roynd í Sogndal sen, men hann misnýtti. Fótbóltur: Landsliðsmaðurin metir tað ikki sum afturstig fyri seg, at hann er fluttur úr botnliðnum í bestu deildini og til lið í næstbestu deildini, har hann verður roknaður at vera millum berandi kreftirnar Fyri fyrstu ferð síðani hann fyri tveimum vikum síðani fór úr Kongsvinger og til Sogndal á vesturlandinum, royndi Julian Johnsson seg sunnudagin á nýggja heimavøllinum. Áskoðararnir vóru 869 í talið, og mill- um teirra vóru foreldrini hjá Juliani. Tey sóu heimaliðið vinna 3-1, eftir at stødan í steðginum hevði verið javnleikur 1-1. Sogndal kom á odda longu í 3. minutti, men Haugesund javnaði eftir 22 min- uttir. Í 49. minutti kom Sogndal upp á 2-1, tá teir fingu fulla nyttu burtur úr brotssparki, og tveir minuttir fyri leiklok staðfestu teir sigurin. Norsk blød siga, at Sogndal vann, tí miðvellurin hjá teimum var betri, enn midvøllurin hjá Haugesund, og tað ljóð- ar hugaligt hjá Juliani Johnsson, sum var á miðvgllinum hjá heimaliðnum, sum sambært VG vísti besta avrikið higartil í ár. næstbestu norsku deildini eru 14 lið, og Sogndal hevur nógv at spæla fyri, tí teir eru ikki hægri enn á 9. plássi. Teir hava 24 stig, og oddaliðið Start hevur 33 stig. Nummar 7 og 8 hava eisini 24 stig. Góðar umstødur Sogndal er eitt væl skipað fótbóltsfelag, og tað tykist sum umstødurnar eru væl tryggari, enn tær hava verið og fram- vegis eru í Kongsvingar (teir taptu aftur í vikuskiftinum og tykjast nú so at síga fullvísir í at flyta niður). Julian var leikbannaður næstsíðsta vikuskifti, so hann hevur havt góða tíð at finna seg til sættis: — Tað kemst ikki uttanum, at tú missir sjálvsálitið, tá tú hvørja ferð, tú spælir, fært at vita, at avrikið ikki var gott, og lagið og framtíðar møguleikarnir sum spælari gerast ikki betri, tá tú situr nógv á beinkinum. Soleiðis var tað hjá mær í Kongsvinger. Her verður roknað við, at eg skal vera millum berandi kreftirnar, tí eg havi nógv fleiri royndir, enn teir flestu spælararnir, ið eru ungir. Tað leggur stórt trýst á meg, men eg trívist væl undir trýsti, sigur Julian Johnsson, sum ætlar at leggja nógva orku í fyri at liva upp til álitið, ið eingilski venjarin, Michael Speights, vísir honum. Venjarin hevur áður verið yrkisspælari í Sheffield United og Blackburn. Hann hevur verið venjari í Moss. Teir hava fyri stuttum selt vongverjan Eirik Bakke til Leeds United, og upprunaliga koma Flo menn- inir úr felagnum. Sogndal er ein lítil skúlabýur. Har búgva sjey túsund fólk, men tá lestrarárið byrjar aftur, koma eini tvey túsund ung fólk afturat. Umstødurnar til ítrótt eru stak góðar. Har eru átta venj- ingarvallir, og felagið hevur eina høll av sama slagi, sum teir í Kongsvinger hava. Nógv stendur upp á Sogndal flutti niður úr Tippeliguni í fjør. Tá seldu teir níggju spælarar, og í ár royna teir at spæla eitt nýtt lið saman. Teir hava ætlanir um skjótt at flyta uppaftur, men tað er ivasamt, um teir fara at megna tað í ár. Tvey lid flyta beinleiðis upp, og triðji besta liðið skal spæla um eitt pláss í bestu deildini. Tað vil siga, at tað er ikki so langt til toppin, sjálvt um Sogndal er á 9. plássi, men teir kenna eisini botnin brenna undir sær. Fýra feløg flyta beinleiðs niður, og tí telur hvør einasti dystur bæði í stríð- num fyri at fáa fatur á triðja plássinum og at sleppa undan 11. plássinum. Komandi sunnudag skal Sogndal spæla á heimavelli móti Kjelsás, og Julian Johnsson roknar ikki við, at tað verður nakar trupulleiki hjá honum at koma heim til landsdystin móti Íslandi. jh Tá tað restaðu tjúgu min- uttir javnaði Símun Eliasen. Í fyrru atløguni bjargaði Mortan úr Hørg ul nýtt horna, tá Símun stútaði hornasparksinnlegg móti málinum. Sumbingar tókt- ust kortini ikki taka sær av, at Símun, sum altíð er sterk- ur við høvdinum, stóð uttan at verða ansaður, og so stút- aði hann nýggja innleggið í kassan. , Síðstu løtuna var IF omaná, og tá høvdu teir onkrar møguleikar, td. sendi Ken Bærendsen í stólpan aftanfyri Fróða Mortensen. Tá Birgir Sond- um, sum dømdi væl, briksl aði fyri síðstu ferð, tóktist tað sum um gestirnir vóru betri nøgdir við úrslitið, og við stødutalvuni í huga var tað ikki so undarligt jh Sumba: Fróði Mortensen Hallur Dam Joensen, Berg- ur Vinther, Páll Magnar Kjærbæk, Spasojí Biber- dzic, Mortan úr Hørg René Thomsen, Nicola Biberdzic, Peter Jørgensen — Birgir Jørgensen, Nebosja Velkjov IC IF: Rúni Joensen — Bogi Nón, Viggo Johannesen, Botndysturin millum Sumba og IF endaði við javnleiki, og tað passaði betur fuglfirðingum enn sumbingum. Mynd: Aki Bertholdsen Aslakur R. Petersen, Tom- ek, Sigfríður Abrahamsen Roy Róin, Rógvi Róin, Símun Eliasen — Ken Bær endsen. Robert Cieslewicz Heri Ziska næst- bestur í Danmark Frælsur ítróttur: Vónin um 4. pláss broyttist til ein veruleika, sum segði silvurmerkið Hóast hann er komin nakað upp í árini, tá roknað verður í itrottarhøpi, so kann ikki annað sigast, enn at Heri Ziska leygardagin undir- strikaði, at føroyingar, sum taka frælsa ítróttin í álvara og venja nógv kunnu røkka langt, og hetta eigur at vera íblástur til yngri og evnarík fólk. Heri Ziska luttók í donsku meistarakappingini í diskos, og í síðsta umfarinum — inn- til tá hevdi hann verið á triðja plássinum — kastaði Heri Ziska út á 46,62 metrar. Hetta var næstbesta kastið í allari kappingini, og harvið vann føroyski lut- takarin silvur. Kastið var ein metur styttri enn besta kast- ið hjá Hera Ziska í oyggja- leikunum. — Eg hevði vónað at enda á fjórða plássinum, men eg hevði ikki roknað við at rokkið longur upp enn á fimta ella sætta plássið, segði Heri Ziska við út- varpið leygarkvoldið. Gullkastið var omanfyri seks metrar betri enn kastið hjá Hera, og metið hjá Hera Ziska er omanfyri 48 metrar. Men hesa ferð var 46,62 metrar nóg mikið til silvur krónuna. Allir teir bestu kastararnir í Danmark luttóku í DM kappingini. FM komandi vikuskifti Heri Ziska hevur verið okk- ara fremsti maður í frælsum ítrótti í eitt tíggju ára skeið, og hann fer ivaleyst at telj- ast millum teir fremstu nak- að afturat, tí hann tekur venjingina í stórum álvara. Men tað hevur stóran týd- ning at staðfesta, at tað ber til hjá føroyingum at røkka so mikid langt. Hetta åtti at givid ungum føroyingum brell til at venja og royna seg í altjóða kappingum, og tað er einki at ivast í, at møguleikarnir fyri avrikum í einstaklingakappingum úti í heimi eru stórri, enn teir eru fyri góðum lildavrikum. Umframt Hera Ziska so luttók Asi Mikkelsen eisini í DM kappingini. Besta lopið hjá honum var 6,82 metrar, og tað rakk til eitt plass sum nummar sjey í longdarlopi. Komandi leygardag verð- ur FM kapping i fræslum ítrótti á Svangaskarði, og tá verður fyrsta høvi hjá ødr- um føroyingum at royna seg, og kanska leggja lunnar undir eina framtíð í frælsum ítrótti. jh Bestu hagtølini fært tú í Sosialinum