Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. august 1999síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 tíðindablaðið SOS NR. 148 - 10. AUGUST 1999 B36 styrkti um sina stóðu Fótbóltur: Vågbingar tóktust ikki rokna við nøkrum, og B36 megnaði at seta trumf á, eftir at teir ena løtu høvdu verið eitt sindur líkasælir 1. deild menn: B36-VB 6-1 (3-0) Um áskoðararnir hjá B36, tá teir fóru í Gundadal í góðveðrinum leygardagin, høvdu roknað við, at teirra lið fór at fáa tað strevið móti VB. sum næstsíðsta viku- skifti meiri ella minni punkteraði vónirnar hjá HB at endurvinna FM, so kundu teir draga ondina meiri lætt, tá tað var hálvleikt. Urið í Gundadali vísti 44.50, tá tað varð staðfest, at B36 heilt víst fór at vinna, og at spurningurin síðani fór at vera, hvussu nógv mál- munurin skuldi betrast við. Besta málið varð skorað eftir fínt uppspæl í vinstru, sum endaði vid, at Ossur Hansen (hevði nógv pláss at spæla á og var við í nógv- um) legði innfyri, og Jens Kristian Hansen (var í út- gangsstødu vongverji í vinstru) rann mitt fyri mál- inum í bóltin og stútaði í kassan. So var 3-0 og greitt, at stigini fóru at vera í Gunda- dali. B36 setti hol á, tá seks minuttir vóru farnir, og fyrsta korterið spældi B36 stak væl. VB málverjin átti sín lut í fyrsta málinum, tí hann megnaði hvørki at halda innlegginum úr vinstru ella at fáa tað nóg langt burtur, og so kundi Djóni N. Joensen (var í fløtu miðverjuni saman við Bjarna Prior) úr seytjan metrum spíla meskarnar út. Seks minuttir seinni var 2- Q, eftir at John Petersen var komin til baklinjuna í høgru og heyði sent út frá til Ossur Hansen, sum var staddur út frá nærra stólpanum. Bjarni Johansen hevði ivaleyst havt møguleika at bjargað flata skotinum, men ein verjumaður setti fótin á og harvið var málverjin seldur. Tríggjar minuttir seinni var góður møguleiki hjá John Petersen at økja um leiðsluna, men dómarin valdi at bríksla fyri frísparki og geva Magna Mohr hjá VB gult kort — eitt klárt mis- tak. Løtan hjá VB Og so var tað, at vágbingar fingu sínar møguleikar. Eftir spruttið fyrstu løtuna og greiðu leiðsluna var tað sum um B36 dovnaði. Teir markeraðu illa, og teir løgdu ikki fulla orku í álopspartin, og hóast teir ikki høvdu bóltin so nógv sum mótstóðumenninir, so fingu vågbingar tríggar veldugar møguleikar at gera mál. Teir megnaðu at vísa á, at flata B36 verjan ikki enn er skottrygg, men teir misnýttu hvørja ferð. Hóast Krzysztof Pop- czynski var leikbannaður, so var hann á beinkinum (tað hevði hann ikki loyvi til), og eftir fyrsta korterið broytti hann liðið. Jón Pauli Olsen fór av midvøllinum og í álopið, Milan Culjic fór úr álopinum og á sentrala midvøllin, og Tórður Holm av sentrala midvøllinum og úr í vinstra borð. Hetta tóktist rigga væl eina lotu. Milan Culjic og Tórður Holm vóru einsamallir við Egini Høgnesen eftir 17 og 24 minuttir, men B36 mál- verjin vann báðar duellirnar, og tá hálvur tími var farin, megnaði Milan Culjic úr fýra metrum og blankur at senda upp um málið, eftir at innlegg var komið úr høgru. Mønustingurin B36 økti til 4-0 triggjar minuttir eftir stedgin. Jåkup á Borg skoraði eftir uppspæl Bjarni Johansen í VB- málinum hevði ovmikið at taka sær av. Hóast hann hevði onkrar bjargingar — sum á myndini — mátti hann seks ferðir fara í málið hjá sær eftir bóltinum. Mynd: Alvur Haraldsen Øssur Hansen hevði nógv pláss at spæla áog var við í nógvum, tá B36 skoraði seks ferðir móti VB. Mynd: Alvur Haraldsen í vinstru frå Øssuri Hansen og síðstu sending frá John Petersen, og hóast teir á heimaliðnum so valdu at skifta fólk. so var talan um uppvísning. Vágbingar høvdu givið skarvin yvir, teir kundu ivaleyst hugsað sær, at klokkan gekk nógv skjótari, og sjálvt um bak- grundin var bilig, so sigur tað seg sjålvt, at áskoð- ararnir frøddust um hæl og tá hjá B36. A tímaslagnum økti Egil Zachariasen eftir innlegg frá Ronnie Samuelsen úr høgru, og tá Jákup á Borg fýra minuttir seinni skoraði til 6-0 var talan um sanna eyðmýking. Øssur Hansen stakk í brotsteigin til púra leysan Sivic, og hann trill- aði uppá tvørs til Jákup á Borg, sum úr 1,5 metrum trillaði í tóma málið. VB fekk sítt mál eitt korter undan leikloki. Eftir innlegg frá Palla Augustin- ussen úr høgru gjørdist Dan Djurhuus púra leysur mitt fyri. Men gleðin av troyst- armálinum kámaðist ikki so lítið, tá miðvallarin Magni Mohr í yvirtíðini og langt úti á vellinum gjørdi fri- spark móti Øssuri Hansen, sum bar seinna gula kortið við sær og harvið leikbann, tá GI komandi sunnudag kemur á Vágseið. B36 menninir tóku lið- mynd eftir lokið stríð, og sigurin man vera góður at brúka sum grundarlag í fyri- reikingunum til Europa Cup hósdagin, men tá verður mótstøðan ein heilt onnur, enn hon var leygardagin. jh B36: Egin Høgnesen — Pól Thorsteinsson, Bjarni Prior, Djóni N. Joensen, Jens Kristian Hansen — Egil Zachariasen, Jan Guttesen, Ronnie Samuelsen, Øssur Hansen — Jåkup å Borg, John Petersen VB: Bjarni Johansen — Palli Augustinussen, Janus Kjærbo, Eyðun Jacobsen, Mikael í Lågabø, Magni Jacobsen — Magni Mohr, Tórður Holm, Jón Pauli Ol- sen — Dan Djurhuus, Milan Culjic NN