Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fólkaflokkurin avgerandi Oddagrein Ætlanin um foroyskt fullveldi fær aftur storri undirtoku millum foroyskar veljarar, sum siga nei til farandi heimastýrisskipan, og vilja sleppa av við danska blokkstuðulin eftir ávísum áramáli. Hetta má vera greiða niðurstoðan, eftir at parturin um fullveldi og blokkstuðulin í veljarakanningini hjá Dimmalætting og Berlingske Tidende varð kunngjørdur. 45 prosent av teimum, sum svaraðu, taka undir við ætlanini um fullveldi, og 43 pros- ent siga nei. Næstan 60 preosent halda, at blokkstuðulin skal annaðhvort minka í ávíst áramál ella í góðum tíðum. Samstundis slær kanningin fast, at alt- ernativið til ætlanina um fullveldi - upp- skotið hjá Javnaðarflokkinum um eina sjálvstýrslóg - hevur minkandi undirtoku. Í apríl mánað tóku 32 prosent undir við uppskoti Javnaðarfloksins um sjálvstýri við danskari grundlóg í rikistelagsskapi. Nú er talið 25 prosent. Talan er um eina kanning, og á hesum stað skulu ikki nakrar talgreiningar gerast, men áhugavert er at síggja, at bara helvtin av fólkafloksveljarunum tekur undir við fullveldisætlanini. Eygleiðarar hava sett spurnartekin við, hvussu heilhjartaður Fólkaflokkurin tekur undir við ætlan lands- stýrissins. Orðaskifti hava bent á, at fólk- afloksfólk norðan fyri Hórisgotu, í Eysturoy og Norðoyggjum, eins og í Sandoynni, eru ram loysingarfólk, afturímóti umboðum floksins í Suðurstreymoy. Hetta er stoðan áðrenn úrslitið av Hvít- bókini er komið fram, og áðrenn vit kenna figgjarligu avleiðingarnar, um vit taka full- veldi. Hugsast kann, at gongur úrslitið ov nær pengapunginum, kann stívliga helvtin lættliga broytast til slaka helvt. Eisini er áhugavert, at bara 17 prosent av javnaðarveljarunum taka undir við fullveld- isætlanini. Nú eru nógvir leikir at leika, og enn ber ikki til at siga nakað sum helst, men í prinsippinum er greitt, at skal ætl- anin um fullveldi fáa tann >neyðuga meir- ilutan< er neyðugt við stuðli frá fleiri javn- aðarveljarum. Hetta tal hevur ligið rættiliga stoðugt, so tað verður kanska undirtøkan, men meiri spennandi verður, hvorja stoðu sambandsvongurin í Fólkaflokkinum tekur. Hann verður - eins og í 1946 - tann av- gerandi marginalurin, sum stoðan tykist at vera í dag. Sosialurin Turið Kjølbro Emil L Jacobsen Argjavegur 26, Argir Marknaðardeild: Dagfinn Olsen Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, ) Egg | Jonhard Hammer | kh Johannessen Jens Kristian Vang | 110 Tórshavn | | Dagbjørt S. Hansen Sveinur Tróndarson Álvur Haraldsen | Telefon: 311820 | Blaðstjóri: | Eyðun Klakkstein | Útgevari, uppseting: Telefax. 314720 — | Eiríkur Lindenskov = | Blaðfólk: Høgni Mohr | Sp/f Sosialurin e-mail: post&sosialurinfo— | | Áki Bertholdsen, | ítróttarskrivari: Bústaður: Prent: Sosialurin Ríkisveitingin skaðilig ella gagnlig? Nú verður sagt av samgong- uni, at ríkisveitingin (um- leið 1400 milliónir kr ár- liga) skal burtur — tí hon er skaðilig. Nú eri eg ein av teimum, ið ongantíð havi skilt hesa áskoðan. Fyri mær tykist hendan veiting at hava verið eitt satt vælsignilsi fyri Føroyar. Tí stórur partur av -føroyska heilsuverkinum -skulanum -almannaveitingum o.a. eru goldin av hesi veit- ing. Tað skal ikki stórt hug- flog til at síggja, at veitingin hevur tryggja okkara sjúku og gomlu,børnum og ungu. Fíggjarliga avleiðingin: Tá tað nú verður sagt, at veitingin er skaðilig fyri før- oyska samfelagið, so standa mong fólk í Føroyum helst spyrjandi. Hví hevur fullveldissam- gongan tikið størstu ríkis- veiting í føroya søgu heim og tryggja Føroyum hana í trý ár - samstundis sum teir siga at hon er skaðilig? Teir høvdu havt møguleika at sloppið Føroyum undan nøkrum av hesum “skaði- liga" Men higartil hevur sam- gongan ikki greitt einum føroyingi frá, hvat hendur í føroyska samfelagnum, um ríkisveitingin verður skorin burtur ella avtrappað. Væl verður tosa um nýggjar vinnur. Men hvat hendur í Før- oyum um nýggjar vinnur ikki fara at blóma í eini nøgd og stødd, ið svarar til eina fullveldis avtalaða, minkandi ríkisveiting?. Tí ongin kann avtala at vinnur í Fóroyum skulu vaksa líka skjótt sum ríkisveitingin verður avtikin. Tað skal heldur ikki stórt hugflog at vita hvør tá fær rokningina: Palliba! Men núverandi sam- gonga má hava hana burtur av eini orsøk: — hon skal loysa. Eftir standa vit við spurn- inginum: Hvussu og hver skal gjalda tað, ríkisveitingin ger ídag? Tað eigur fullveldissam- gongan at svara uppá áðr- enn teir vaða so langt út við føroya fólki at stórur partur ferst! Vinarliga Marjus Dam Kongarikid verður ikki minni Vit føroyingar mangla av- bjóðingar, og tað nýtir Tjóð- veldisflokkurin sum grund- arlag fyri at fáa fullveldi. Fyri einum ári síðani vildu teir loysa, men í dag er bert fullveldi á skránni. Í dag vilja teir hava felags kongshús, felags valuta, felags útbúgving- armøguleikar, felags danskt reytt ES pass o.s.fr. Aðrenn løgtingsvalid skuldi Føroyar loysast frá Dan- mark. Vit minnast øll bann- arar frá Tjóðveldisflokki- num, har tað við stórum stavum stóð, at Tjóðveldis- flokkurin skuldi loysa. Hetta rungaði í oyrum hjá ungum fólki og eisini hjá nøkrum tilkomnum. Onkur kom inn å Løgtingid vid lummanum fullum við lyftum og ungum at- kvødum. Føroyar skuldi loysast frå Danmark, og tad var eingin i iva um, at hetta var tad, sum flokkurin ynskti. Hetta ynskir Tjóðveldis- flokkurin ikki i dag. Í dag ynskir flokkurin bert fullveldi (ógvuliga avmark- að) og ikki loysing, sjálvt um allar lýsingar og allir uppstillarar søgdu loysing vera einasta loysn fyri før- oyingar. Tjóðveldisveljarar mugu uttan iva merkja seg snýttar og serliga nú, tá Tjóðveld- isflokkurin ynskir felags kongshús. Hetta var heldur ikki uppá tal áðrenn valið, men vit broytast og mennast øll, sum tíðin líður. Etið kongshús-gularótina Sambandsflokkurin lovaði samband, og tað koma vit undir øllum umstødum at hava í nógv Harrans ár aft- urat. Serliga eftir at Tjóð- veldisflokkurin er farin at vakla í sínum grundhug- sjónum. Nú landsstýrið hevur etið kongshús-gularótina, fer danska stjórnin óivað at góðtaka, Føroyar verða full- veldi, men í veruleikanum verða vit ein partur av rík- isfelagsskapinum, so leingi sum vit hava felags danskt kongshús saman við Grøn- landi. Alt verður uttan iva sum áður. Latið endiliga tjóðveldis- menn kalla Føroyar eitt full- veldi, men vanligi borgarin veit avbera væl, at vit ikki hava fingið loysing so leingi, sum vit hava felags kongshús, atgongd til felags danskt ES pass, fría atgongd til danskar útbúgvingar, fel- ags danskt gjaldoyra o.s.fr. Eingin rættilig loysing Vit eru langt frá at gerast íslendskt ríkismodell, og hetta frødir okkum sam- bandsfólk. Tjóðveldisflokkurin hev- ur sæð, at vit hava brúk fyri útbúgvingarmøguleikum og øðrum dessertum, sum rík- ið Danmark kan bjóða okk- um føroyingum. Tað, sum sambandsfólk vóru bangin fyri, var einari rættiligari loysing, sum bleiv lovað áðrenn valið, men einki bendir á, at hetta er tað, sum Tjóðveldis- flokkurin ynskir nú. Talan er bert um eitt nýtt heiti, ið eitur fullveldi, og eina strikan av blokkstudli- num yvir 20 år. Tå kunnu teir kanska siga, at teir fingu fullveldi. Lati teir bara tad. Eitt er, hvat vit kalla okkum, og eitt annað er, hvat vit eru í danska kongaríkinum. Sambandflokkurin fær so- statt nokk at gera í nógv ár afturat, eftirsum vit ikki fáa nakra kalda loysing. Føroyum vantar avbjóðingar Tað tykist, sum loysingar- bylgjan er sett í verk grund- að manglandi ábyrgd frá okkum føroyingum. Øll vilja hava åbyrgd fyri ti starvi ella uppgåvu, sum hvør einstakur fæst vid. Tey flestu fola hóast alt eisini ábyrgd. Vit føroyingar hava fingið tillutað okkara ábyrgd í rík- inum, og hægsti myndug- leikin í Føroyum er okkara løgmaður. Hann hevur eis- ini ábyrgdina av sínum monnum í Tinganesi. Um landsstýrismenn ikki kunna røkja starv sítt, er tað løg- maður, ið skal geva nøs ella lata høvd rulla, um hann skal = virka sambært tí myndugleika, hann hevur yvir fyri landsstýrismonnu- num. Abyrgdina hevur okkara stýrið fingið fyri langari tíð síðani. Vit minnast oll fyrrver- andi landsstýrismannin í samferðslumálum, = sum undanfarni løgmaður, Ed- mund Joensen, mátti biðja flyta út úr Nesinum. For- maður Sambandsfloksins føldi hetta sum sína ábyrgd. Abyrgdin, sum tjóðveldis- fólk tosa so nógv um, er meira eitt prát um avbjóð- ingar fyri okkum føroy- ingar. ES — ein felagsskapur fyri okkum ES kundi verið ein stór av- bjóðing fyri okkum, men so leingi sum kjakið um ES als ikki kemur uppá tal, verða vit ongantíð limir. Tað ganga nógv ár, áðr- enn vit hava valt at gerast limir, og til vit gerast limir. Spurningurin um ES er so vandmikil í Føroyum, at løgtingsmenn óttast fyri at missa ov nógvar atkvødur, um kjakið av álvara byrjar. ES-limaskaourin fer uttan iva at gerast aktuellur fyrr ella seinni, men hetta fer at splitta flokkar, líkasum veljaraskarin hjá tí einstaka lokal-politikkaranum eisini verður knústur sundur í tveir ella fleiri partar. ES er ein avbjóðing, sum vit eiga at kanna og har hugt veróður nærri, um hetta er ein felagsskapur fyri okkum ella ikki. Nógvir fyrimunir eru við ES; men nógvir vansar liggja sjálvandi eis- ini í pakkanum. Utbugvingarmøguleikar- nir i ES hava vit atgongd til i dag, eftirsum at vit utan hóvasták kunnu kalla okk- um danir við einum reyðum passi í lummanum. Haraftrat eru fleiri aðrir góðir fyrimunir eru við ES- limaskpai, sosum útflutn- ingur og stuðul til nýggjar vinnur. Men sum nú er, hava vit bert lættar og tunnar sátt- málar, sum sjálvandi gevur mótpørtum okkara stórri fyrimunir. Nýggjar vinnur og núver- andi vinnur høvdu fingið stóran ágóða av hesum fel- agsskapi. Tað er ikki uttan grund, at so nógv lond ynskja at sleppa upp í part sum ES-limir. Michael Jensen formaður í Unga Samband