mikudagur 11. august 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 149 - 11. AUGUST 1999
tíðindablaðið
»Beskytteren« verður
ikki vaktarskip
Leitað verður nú eftir óðrum vaktarskipi, tá ið ætlnin um at um-
byggja >Beskytteren< til vaktarskip er slept, og Fiskimálastýrið
hevur nókur skip á hondini sambært Jørgen Niclasen, fiskimál-
aráðharra
ÓLAVUR í Berri
I fjørheyst vóru danir áhug
aðir at bjóða føroyingum
»Beskytteren«, tí ætlanin
var at sleppa sær av við
skipið, tá ið tað ikki nøkta0i
krøvini til eitt tílíkt skip.
Føroyingar vóru áhugaðir
í hesum frálíka tilboði, og
Fiskimálastýrið setti seg í
samband við donsku mynd-
ugleikarnar um >Beskytter-
en<. Fiskimálastýrið fekk
váttað, at skipið var til leigu
og at leigan var ókeypis,
men føroyingar skuldu bert
bera kostnaðin av tí, tað
kostaði at skráseta skipið í
sivilu skipaskrånni, t.v.s. at
skråseta »Beskytteren« sum
vaktarskip.
Fiskimálastýrið vildi so
hava at vita kostnaðin av
hesum, og eftir kanningum
upplýstu donsku myndug-
leikarnir, at kostnaðurin fór
at liggja um 3.6 mió. kr. fyri
at kunna uppfylla krøvini
frá Skipasýninum.
Føroysk reidari við
Føroyingar vóru so klárir at
gera ein leigusáttmála og
samráðingar vórðu tiknar
upp. Samráðingarnar hava
drigið út og fyri ikki so
langari tíð síðan komu danir
við nýggjum metingum
sum søgdu at umvælingin
fór at kosta í minsta lagi 4.5
mió. krónur, og nógvar
Óvissur vóru í eisini, og dan-
ir vildu hava føroyingar at
taka alla ábyrgd av kostn-
aðinum av umbyggingini.
Í samrødu við Sosialin her-
fyri, segði Jørgen Niclasen,
at donsku myndugleikarnir
høvdu fingið at vita, at før-
oyingar høvdu ikki meiri
enn 3.6 mió. krónur til leig-
umálið, og kundi ikki kom-
ast til eina semju mátti onn-
ur loysn finnast sum skjót-
ast. Og nú er so ætlanin um
»Beskytteren« slept, og
Fiskimálastýrið fer at kanna
tey skip sum standa Fiski-
málastýrinum í boði.
Jørgen Niclasen sigur, at
okkurt føroyskt reiðarí hev-
ur gjørt vart við seg, sum
hevur skip siglandi aðra-
staðni. Annars sigur fiski-
málaráðharrin seg harmast,
at tað ikki eydnaðist at fáa
»Beskytteren«, tí tað heyði
verið ein góð fyribilsloysn
til nýggja vaktarskipið
verður klárt.
Hitabylgja í norður-Eysturoy
Liss HANSEN
Hitin seinastu vikuna hevur
verið av tí allarmesta, sum
fólk vita um í langar tíðir.
Í Funningsfirði hava tey
mált upp í 23 hitastig í
skugganum seinnapartarnar
fleiri dagar hesa vikuna, og
afturat tí hevur verið eitt fitt
lot, so hoyterrin hevur verið
av tí allarbesta.
Hetta gjørdi sjálvandi, at
tey flestu, sum hava nakað
at hoyggja, vóru farin í bøin
hesar dagarnar, og hósdagin
var komið væl áleiðis við
hoyggingini hjá teimum all-
ar flestu har á staðnum.
Onkur annar valdi sær at
fara undir at mála bátin ella
húsini í góðveðrinum, og
tað gekk eisini væl at fáa
tað at torna, so tað kundi
farast undir teir seinnu um-
gangirnar.
Ronald Poulsen nýggjur tingmaður
Á tingfundinum í gjár fekk
Sølv stýrisflokkurin = ein
nýggjan tingmann.
Hin 22 ára gamli Jákup
Sverri Kass, sum tók sæti á
tingi, tá Helena Dam á
Neystabø gjørdist landsstýr-
iskvinna, bad å tingfund-
inum i gjår um farloyvi
vegna lestrarørindi uttan-
lands. Hann er at lesa løg-
fróði og kemur aftur til jóla.
Síðani El hann lesa heim-
anifrå.
Helena Dam å Neystabø
fekk å valinum 30. april i
fjør 327 atkvødur, Jåkup
Sverri Kass fekk 66 og Ron-
ald Poulsen, sum nú tekur
sæti, fekk 64 atkvødur.
Beskytteren hevur seinastu
23 árini siglt kring Før-
oyar Sum verjuskip - men
hann sleppur ikki at sigla
sum vaktarskip í Nakrat
mandat?
AL
Z-BUFFÉT
á Hotel Hafnia
frá friggjadegnum 13. aug. til sunnudagin 15. aug
millum kl. 18.00 og 21 36
STORT URVAL
AV YMISKUM RÆTTUM.
Etið av ollum - so nógv tygum ynskja, t.d.
3 sløg av sild
Royktur laksur æ* 3
Gravaður laksur Jet Ég
Royktur kalvi Ý = 9
Egg og rækjur ENGI
Bóndaskinka vid melon tz
Lamba-postei S = -
Fiska-postei
Timbalé við royktum laksi
Orly-stoktur høgguslokkur
Heilstoktur
oksaháryggur
Føroyskt lamb
Innbakaður laksur
Heilstokt lambskrov
Fiskafilet
Amerikansk ostakøka a
Fruktgelé ÁR
Urval av osti I "=>
Lagkoka e - æ
fyri sn
Hotellid i miðbýnum
Bord kann bileggjast 2
Tel 31 32 33
átel 31 32 33