Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 149 - 11. AUGUST 1999 tíðindablaðið Hvalbiar- prestur fer frå Av persónligum orsøkum hevur Andre- as Andreasen sagt seg úr prestastarv- inum í Hvalba. Um tríggjar mánaðar flyta prestahjúnini úr gamla presta- garðinum í Leirum, og væntandi fara tey at búseta seg í Aarhus, >Smilets By<. Uppsógnin hevur sambært presti, als onki samband við ideologiska stríðið í føroysku fólkakirkjuni HOGNI MOHR Tá aftur er hvítnað á Gríms- fjalli í Hvalba, og fyrsta følvid legst á húsatekjurnar í bygdini, verður eftir ollum at dóma tómt undir lonini í Leirum. Undir øllum um- støðum, eru Andreas Andr- easen, prestur, og konan, farin. Allahalgannadag, hin 1. november, fer hann úr prestastarvinum í Hvalba, og væntandi flyta presta- hjúnini Niður. Fer kanska til skips Tey eru fleiri, sum gita seg til, at stríðið í føroysku fólk- akirjuni hevur kravt sitt fyrsta offur, men so er ikki, sambært hvalbiarpresti. Avgerðin um at leggja kjóla og kraga til viks, er, um ikki tíkin í skundi, so neyvan serliga gomul, og einasta, ið Andreas Andre- asen vil siga um orsøkirnar, er, at tær eru persónligar. Og tað vera tær framhaldandi. — Uppsøgnin hevur onki at gera við ósemjurnar í kirkjuni, og heldur ikki við vánaligu umstødurnar her í Leirum. Einastu fólk, ið hava vitað um hetta, eru konan og familja mín ann- ars, sigur Andreas Andrea- sen, sum onki annað starv hevur í væntu. — Eg havi ikki ánilsi um, hvat eg fari at gera. Annað prestastarv fari eg ikki í fyr- ibils. Kanska fari eg til skips... Gott at Elsa kom Skjótt fyrrverandi hvalbiar- prestur dylur ikki fyri, at seinasta árið hevur verið strævið, og í hesum sam- bandi nevnir hann serliga tíðina eftir Hera Joensen, ið sum kunnugt nú stendur á prædikustólinum í Vestur- kirkjuni í Havn. Eina tíð vóru vit tvinnir prestar, ið røktu trý embæti Tað var strævið og trupult, men tá Elsa Funding kom til Vágs, gjørdist stødan aft- ur nógv betur, sigur Andreas Andreasen, og leggur dent á, at tað ikki er tí hann er strongdur, at hann sigur hvalbingum farvæl. — Eg havi ikki ånilsi um, hvat eg fari at gera. Annað prestastarv fari eg ikki í fyribils. Kanska fari eg til skips, sigur Las í Keypmannahavn Andreas Andreasen er fødd- ur 16. mai 1963 á Toftum, og er fimta av sjey systkum. Barnaskúlin var á Toftum í árunum 1970 - 1977, og av Toftum fór hann til Runa- víkar at ganga í realskúla. Eftir lokna skúlagongd í 1980, var hann 2 ár til skips. men fór síðani á studenta- skúla við Gøtugjogv, haðani hann fekk prógv í 1985 Aðrenn hann fór á Fróð- skaparsetrið at taka stødis- útbúgving, arbeiddi hann fyrifallandi arbeiði, og var aftur onkran túr til sjós. Í 1988 fór hann undir guð- fróðislestur í Keypmanna- havn, og tók prógv har í 1994. Prestastarvið í Hvalba fekk hann seint árið eftir, og hevur hann sostatt verið prestur í knøpp fýra ár, nú hann gevst. Andreas Andreasen, fráfarandi hvalbiarprestur Vildi boða Orðið Mong kundu hildið, at ivalbiarprestur hevur kosið skeivt, tá hann valdi lívs- starv, men sjálvur sigur 1ann, at hesar gitingar eru eins skeivar og aðrar. Mær hevur dámt væl at verið prestur. Stóran part av ívinum havi eg lisið guð fróði, við tí fyri eyga at sleppa at boða Guðs Orð sum prestur. Hetta er kanska ikki so logið, tí eg eri upp- vaksin í einum kirkjuligum heimi, og vit gingu sjålvi í kirkju, hvønn sunnudag. Harumframt hevur sostala virksemið, sum gerningurin eisini fatar um, havt stóran týdning fyri meg, sigur Andreas Andreasen, sum hevur alt hitt besta at bera sóknarbørnum sínum, hval- bingunum. Harmiligt at ungur prestur fer HOGNI MOHR Hans Jacob Joensen, Bisp- ur, váttar, at uppsøgn er komin frá hvalbiarpresti, og at hon er send danska kirkjumálaráðnum. Bispur hevur, sum fyriskrivað er, tikið uppsøgnina til eftir- tektar Spurdur um hann harm- ast, at ein so ungur prestur fer úr starvi, sígur Bispur, at tað ger hann. — Tað er sjálvandi altíð harmiligt, at ein ungur prestur fer; serliga tí tað hevur verið trupult at fing- ið prestar í leysu størvini. Hinvegin noyðist ein at liva við hesum. Tað er so mangt ein kann harmast um, men eisini mangt, ein kann gleðast um, sigur Bispur, sum vónar, at annar prestur kemur í stað Andr- easar. Bispur ásannar, at hóast tað kanska verður torført at fáa nýggjan prest í Leir- ar, er talan ikki bara um staðbundnan trupulleika har suðuri. — Neyðugt varð at lýsa tvær ferðir vid størvunum í Vági og Nesi, og starvið í Klaksvík varð lýst tríggj- ar ferðir, sigur hann. Embætið í Hvalba verð- ur lýst leyst, tá kirkjumál- aráðið hevur loyst Andreas Andreasen úr starvi. Hans Jacob Joensen, Føroya Bispur, harmast um, at ungur prestur fer úr starvi, men leggur afturat, at håast ein kann harmast so mangt, er kortini eins nógv, ein kann gleðast um... Hvalbingar hava verið fittir, tað er púra vist, og eg havi funnið trivnað her í bygdini.. Royndur sjómaður Kanska fer Andreas Andre asen seimni aftur í presta starv, hóast hann í løtuni ikki veit, hvørja kós. hanr fer at stinga. Tað er ikk ósannlíkt. at hann fyribils fer onkran túr skips. tí á sjónum hevur hann mangan brattan farið. Hann hevur fiskað undir Islandi og í Eystursjónum, men eina- mest undir Føroyum. - Eg havi verið við fleiri bátum á landleiðini, onkrum trolara og serliga havi eg róð út. Skipini, eg havi verið við, eru mong. Stapin, Mas- kot, Jógvan Norði, Aldubár- an, Ørvur og Randi. Utróðr- arbátarnir hava verið Glúp- ur, Oyrasker og Sj6løvan, allir av Toftur, sigur hvalb- iarprestur, og skoytir uppí at hann ongantíð hevur ver ið bangin fyri at taka eitt tørn Vera Niðri eina tíð Tad dylist ikki fyri ger ikki støðuna I arbeiðseftirlitið er komið uppí leikin, noyðast mynd ugleikarnir kortini at beta um viðurskiftini; men tá eru prestahjúnini óivað longu farin av bygdini og niður til »Smilets By< Hvussu longi, prestahjún- ini fara at dvøljast á Flatlond- um, hevur ikki eydnast at fingið uppspurt, men sum skilst er talan um eitt áramál brúktbila- marknaður bilar fyri kr. 2.000, 3.000, 4.000, 5.000 .… byrjar månadagin 9/8 hjå P/f Wenze Akranesgøta 5 FO 100 Tórshavn Tlf. 313873 - Fax 311173