mikudagur 11. august 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
tíðindablaðið S0872//7
NR. 149 - 11. AUGUST 1999
Kalvayngul gonguferð og fyltur lundi
Almenna vitjan Poul Nyrup Rasmussens, forsætisráðharra, hevur rættiliga verið ein ferð, har hann hevur fingið hóvi
til at vitja land og fólk
EDVARD JOENSEN
Fiskaaling við Air, Lónna í
Saksun og Kunningarstød-
Hesi vóru stødini, forsæt-
mána-
ísráðharrin vitjaði
tan, Lone
fekk hoVt at
síggja Vesturkirkjur
Dybkjær, etsit
So tå fylgið steig i land
i Vågsbotni
vgum einvu
manakvøldiø, kundi forsæt-
ráðharrin av sonnum
tíðina
8
Politisk sabotaga
Nak Y fur Y 1,3 mil
| få mal DTreKKU <t við
Fiskaalir ð Air
strítt gekk at faa
stora
aga helt onkur
Danski for
; nevndarfor-
nadur eitur Hoydal
Men ur bussinum komu
nvørs
forsætisráðharrin og tey,
sum fylgdust við honum
Stjórin á Fiskaaling, Sím-
nsen, og nevndarfor-
Kjartan Hoydal,
tóku ímóti og søgdu frå
virkinum hjå Fiskaaling.
Eftir ein kaffimunn varð
13
i 1 á sjålva alistødina.
Men slik stød eru skjarlig.
Ansast má ótrúliga væl eftir
smittu, so har slapp ikki
hvor sum helst við
Forsætisráðharrahjúnini
og myndamaðurin.
Saksun
Næsti steðgur var í Saksun
Oman fyri kirkjuna stóðu
Lars Gunnar Dahl Olsen,
bygdarráðsformaður, og Ei-
lif Samuelsen, frítíðarsaks-
uningur, og tóku í móti gest-
unum
Farið varð oman í kirkju-
na, har Eilif Samuelsen
greiddi frá.
Mikið veit hann, og væl
dugir hann at tosa.
Fremmandu gestirnir
fingu bæði langa og ná-
greiniliga frásøgn um alt,
sum nakað var at frætta frá
yvirhøvur
Umtrent hver sperra
hevði sína áhugaverdu
søgu
Úr kirkjuni varð farið
gongutúr út á Lónna. Eisini
við Lars Gunnari og Eilifi
sum ferðaleiðarum
Og tað var enn sum áður.
at teir vístu nógv at siga fra,
so ikki gekk altíð so skjótt,
at koma fram
So vóru tað stadarnøvn.
Ella søgnina um harða
kyndilsmessu, tá Saksun
fyltist við sandi eftir einari
nátt. Onkur laksur, sum
gekk í einumhvorjum hyli,
skuldi skoðast.
Og soleiðis gekk tað allan
vegin.
Nú turkur at kalla hevur
verið, er áin sera lítil, og tí
sleppur fiskurin ikki niðan
í vatnið. Og tað sást aftur á
Pollinum, har fleiri laksar
sóust loypa.
Men út á
fylgið kortini.
Onkur av embætisfólkun-
um hevði trivaligan rygsekk
við, og tá komið var heilt
út, varð farið at pakka út.
Og úr kom ein pakki við
ábiti fyri, og annar eftir.
Eilif helt, at ov mikið lot-
aði, so hann leitaði fram eitt
frálíkt pláss við góðum
skáa. Og so allur riðilin at
trognum.
Og tá liðugt var, varð alt
koyrt aftur í ruskposar og
borið heimaftur við, sum
tað sømir seg røttum útferð-
arfólki.
Lónna kom
Men tað var ikki liðugt
so kortini. Tí tá liðugt var
at eta á Lonni, beyð bygdar-
ráðsformaðurin ollum fylgi
num heim til ein kafimunn
Lone í kirkju
Frú Lone Dybkjær vildi
sleppa at sígja Vesturkirkj-
una, og tað høvid beyðst
eftir Saksunartúrin
Komin aftur ul Havnar,
varð farið í kirkjuna. har
prestarnir báðir, Heri Joen
sen og Bergur D. Joensen,
tóku í móti
Bergur Debes Joensen
vísti runt og greiddi frá
krkjuni innan.
Vesturkirkjan er rímuliga
nýggj kirkja. Vigd í 1975.
Hon er moderna og sera ein-
føld í sniði. Tó vøkur og
hugnalig. Ljós og rúmlig.
Í sínum einfalda sniði tó
sera symbolsk.
Vit eru í teirri nógv brúktu
samanberingini við vín-
garðin, har ljósakrúnurnar
hanga sum vínberjatyssi
niður úr loftinum.
Doypifonturin ímyndar
trýeindina. Og parædiku-
stólurin, sum eisini er trý-
býttur, ímyndar ta opnu
bókina, Bíbliuna, sum
prestur lærir úr.
Ein bein grótpláta framm-
an er ryggurin, meðan tær
báðar síðurnar eru tann upp-
lætna perman, sum prestur
so stendur inni í og lærir úr.
Lundar í Nólsoy
Um kveldið var forsætis-
ráðharrin við fylgi sínum á
vitjan í Nólsoy.
Bygdarráðið við Marner
á Skúr, bygdarrådsformanni
á odda, tók ímóti.
Og vit vita, at:
>Nolsinge kan man lide
på, de ej monne tiden
spilde.«
Og sanniliga høvdu teir
ikki ligið á latu síðuni.
Væl heyði Ovastevna
verið um vikuskifuð, men
nólsoyingar prógvaðu, at
teir vita, hvussu ein tekur
anstendiga móti einum for-
sætisráðharra.
Flaggstengur við Merki-
num og Dannebrog aðru-
hvørja ferð fram við allari
bryggjuni. Perurnar frá
stevnuni hingu framvegis
uppi. Uppi í bygdini flagg-
aði á hvørjarl stong.
Og nógv fólk var komið
oman at taka ímóti.
Frú Lone Dybkjær fekk.
í besta drotningarstíli
blómutyssi handað frá fitt-
ari smågentu í fóroyskum
klæðum.
Í vælkomst rødu síni
segði Marner á Skúr, bygd-
arráðsformaður = millum
annað, at nú fleygatíðin júst
Eilif Samuelsen
var sera tíðindafróur,
tá hann vísti
forsætisráðharranum
runt í Saksun
mánadagin
(Mynd:
Jens Kristian Vang)
hevði verið upp á tað
hægsta, var rímiligt, at for-
sætisráðharrin eisini hitti
nakrar lundar.
Og tað vóru fyrst teir út-
stappaðu heima hjá Jens
Kjeld Jensen. fuglaútstapp-
ara.
Ein sera hugnalig og
skemtilig løta, har forsætis-
ráðharrahjúnini við áhuga
lýddu á og skemtaðu sær
oført
A veg til útstapparan varð
tó fyrst vitjað í savninum
við Brunn.
Inni hjá
fuglaútstapparanum
Jens Kjeld Jensen
í Nólsoy
varð lurtað
við stórum áhuga
(Mynd:
Jens Kristian Vang)
Ein sera áhugaverd vitjan
í húsum, sum fornminnis-
felagið í bygdini við sera
stórum hegni og hepni hev-
ur varðveitt.
Av sonnum eitt megnar-
verk, sum nólsoyingar
kunnu vera stoltir av.
Men lundar eru til annað
enn at stappa út. Teir kunnu
so sanniliga eisini etast. Og
nólsoyingar vístu við sera
stórum blíðskapi, at teir eis-
ini duga væl at viðgera
lunda. Bæði »kaukadan«
við fyllu og stoktan við
»saus«. Har varð einki
spart.
Forsætisráðharrin helt
eina góða og skemtiliga talu
fyri vertunum, og bygdar-
ráðsformaðurin í Nólsoy
svaraði aftur við eini talu,
sum avgjørt einki stóð aftan
fyri ta hjá Nyrup.
Eitt sera hugnaligt og
stuttligt borðhald við ekt-
aðum, føroyskum gesta-
blídni.
So stórum, at donsku
gestirnir fleiri ferðir á veg
inn aftur tl Havnar tóku til
tað.