Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

VAN OS NR. 149 - 11. AUGUST 1999 tíðindablaðið e-mail: emilasosialurin.fo Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 GÍ hóttir við at taka "ótbóltur: GÍ hevur kært dómaran Kim Ejdesgaard til kappingarnevndina hjá FSF og noktar at spæla, um hann aftur verður settur at dóma dyst hjá GI. —Vit taka okkum heldur úr kappingina, sigur GÍ í kæruni EYÐUN KLAKKSTEIN Gøtu Ítróttarfelag hevur kært dómaran Kim Ejdesgaard og døm- ingina hjá honum til kappingar- nevndina hjá Fótbóltssambandi- num. Orsøkin er dømingin í dystinum millum GI og HB, sum var spæld- ur i Gøtu sunnudagin. Dysturin endaði vid 2-1 sigri til HB, men nú krevur GI umdyst. Harafturat krevur GI, at reyða Tann 17-ára gamli miðvallarin hjá Sumba, Hallur Dam Joen- sen, ið skoraði sítt fyrsta 1.deild- armál nakrantíð ímóti ÍF sunnu- dagin, gjørdist samstundis tann yngsti málskjuttarin í teirri bestu deidini í ár. kortið, sum málverjin hjá teimum fekk, verður strikad, og í síðsta parti av kæruni gera gøtumenn bart. — Verður Kim Ejdesgaard aftur settur at dóma dyst hjá GI, spæla vit ikki. So taka vit heldur liðið úr kappingini, verður sagt í kæruni. — Dómarin oyðilegði hendan dystin, næsta dystin og kanska alt kappingarárið fyri okkum. Og tað vilja vit ikki finna okkum í. Vit halda, at við ordiligari døming, Hallur er føddur tann 7.mars 1982, og í fjør var hann tann yngsti leikarin i 1.deild. Gøtu- maðurin Súni Olsen, ið er fødd- ur akkurat eitt ár áðrenn Hall, tann 7.mars 1981, bæði var tann yngsti málskorarin í landskapp- hevði dysturin móti HB endað ødrvisi, sigur Mikael Dalbo. Utvisingin Tað, sum serliga hevur fingið sinnini i Gøtu í kók, er hendingin í fyrra hálvleiki, tá málverjin hjá GI, Sunvard Joensen, var útvístur. Longu í fyrsta minutti fekk GI- målverjin gult kort, tá hann gjørdi lítið brotsspark móti HB-álops- manni, og tá 18 minuttir vóru spældir, helt dómarin, at Sunvard Joensen hevði verið uttanfyri brotsteigin, tá hann skuldi gúppað bóltin fram á vøllin. Tá fekk Gl-málverjin enn ein gult kort, og var tí útvístur. Gl setti álopsmannin og landsliðsspælaran Henning Jarnskor í málið, og spældi síðani við 10 monnum restina av tíðini. HB kom á odda 2-0, GI stríddi seg aftur, men kláraði bert at gera eitt mál, hóast teir trýstu við 10 monnum stóran part av seinna hálvleiki. Taka seg úr kappingini Men stendur tað til GI, sleppur úrslitið ikki at standa, tí í kæru, sum á middegi í gjár varð send Fótbóltssambandinum, krevur GÍ umdyst. Vit hava hugt eftir videoupp- tøkuni av dystinum, og har sæst, at målverjin als ikki fer út um Hendingin, sum hevur fingið GI at kæra dystin móti HB til kappingarnevndina hjá FSF. Kim Ejdesgaard gevur Sunvardi Joensen hjá GÍ reyða kortið. Mynd: Jonhard Hammer UC Sumbingur yngsti málskjútti í ár Fótbóltur: 17 ára gamal miðvallari skoraði móti ÍF ingini í fjør og í ár, áðrenn hetta vikurskiftið. Tann elsti málskor- arin, bæði í 1998 og í 1999, er tann 40-gamli Aksel Højgaard. Toftamaðurin er føddur tann 28.apríl 1959. e Kurt Mørkøre opin fyri landsliðnum seg úr kappingini brotsteigin, tá hann skal sparka bóltin. Hendan avgerð hevði so stóra ávirkan á dystin og úrslitið, at vit tí krevja nýggjan dyst, sigur Mikael Dalbø. Videoupptøkan er send saman vid kæruni til FSF. GI vil eisini hava, at kappingar- nevndin hjá FSF strikar reyða kortið hjá Sunvardi Joensen, tí teira halda, at tað var givið honum av Orøttum. — Næsta dyst standa vit uttan vanliga málverjan, og tá verður Henning Jarnskor helst noyddur aftur at verja málið, og tað er ein stórur missur fyri okkum, at Henn- ing ikki kann spæla í álopinum, sigur Mikael Dalbø. Í síðsta partinum av kæruni fella tey mest álvarsomu orðini, tí GI sigur seg hava so ringar royndir av Kim Ejdesgaard, at verður hann aftur settur at dóma dyst hjá GI, noktar felagið at spæla, og vil heldur taka seg úr kappingini. Sambært dómarayvirlitinum, sum FSF sendi út fyrradagin, skal Kim Ejdesgaard ikki dóma dyst hjá GÍ næstu tríggjar ferðirnar. — Hetta er eitt álvarsamt stig at taka, men vit kenna okkum so illa viðfarin av hesum dómara, at nú skal punktum setast, sigur Mik- ael Dalbo. Sambært honum hevur nevndin i GI fullan stuðul fyri kæruni frá spælarunum hjá Gl. Viðgerast í kveld FSF-skrivstovan fekk kæruna frá GI á miðdegi í gjár, men formað- urin í kappingarnevndin hevði ikki sæð hana, tá vit tosaðu við hann tíðliga seinnapartin í gjár. — Vit hava fund mikukveldið, og tå fara vit at vidgera kæruna. GI fær so svar beinanvegin, sum ein avgerð er tikin, sigur Dånjal Andreasen, sum er formaður i kappingarnevndini hjå Gl. Er Gl ikki nøgt við avgerðina hjå kappingarnevndini, kann fel- agið fara víðari vid kæruni til démsnevndina hjá FSF, sum tek- ur endaligu avgerðina í málinum Í kappingarnevndini hjá FSF sita Dánjal Andreasen, Jens Erik Magnussen, Karl Vidtfeldt, Oli Holm og Mortan Poulsen. Dóms- neyndin er mannað við Jákup Páll Nielsen, sum er formaður, Christ- ian Andreasen og Jegvan M. Elia- sen. Lesið eisini ítróttin á internetinum www.sosialurin.fo Henning og Marlon fingusomu lagnu Fyri næstu ferð í landskapp- ingini í ár, fekk malmáður reytt kort, og ein av útileikarum er noyddur til at avloysa sín óhepna liðfelaga í málinum Hesaferð var tað GI-málverj- in Sunvard Joensen, ið noyddist av vellinum longu i 1.hálvleiki í dystinum ímóti HB, og Henn- ing Jarnskor fór í hansara stað. Í dystinum millum IF og Sumba í Fuglafirði (2.umfar) fekk málmaðurin hjá gest- unum, Anfinn Thomsen, reytt kort, og liðskiparin hjá honum, Marlon Kjærbo (ið leikar í dag við TB í 2.deild), skuldi av- loysa hann. Ahugavert er, at í báðum før- um hendi hetta í 1.hálvleiki, tá ið stødan var 1-0 til hitt liðið, og baðir teir dystirnir endaðu við 2-1 tapi hjá sumbingum og gøtumennum — Marlon Kjærbo og Henning Jarnskor lótu eitt mål í part igjøgnum, tá ið teir vardu síni mál, meðan teirra liðfelagar megnaðu at skora eitt mál eisini, tó tað hjálpu ikki at fáa nakað stig burturúr. Viðvíkjandi Sunvardi Joen- sen er áhugavert at leggja til merkis, at tað hendir ødiliga sjáldan, at nakar málverji er vistur av vøllinum uttan at fáa beinleiðis reytt kort, men aftaná tvey gul (serliga tá ið bert 1/5 av dystinum varð spældur). Eftir at GI-málmáðurin fór av vellinum langt áðrenn tíð síðsta sunnudagin, er bert ein leikari eftir, ið hevur spælt í I. deild alla tíðina í 1998 og í ár. Tað er ein annar málverji. vágbingurin Bjarni Johansen. ie Henning Jarnskor avloysti sunnudagin Sunvard Joensen í GI-målinum