hósdagur 12. august 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: ; Marknaðardeild: | Dagfinn Olsen | Myndamenn: Postadr: Posismoga 76, =
Jan Miller | Jonhard Hammer John Johannessen | Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
SR | Dagbjort S. Hansen | Sveinur Tróndarson | Alvur Haraldsen Telefon: 311820
Blaðstjóri: | | Eyðun Klakkstein Útgevari, uppseting: Telefax. 314720
Eirikur Lindenskov Blaðfólk: | Høgni Mohr | Sp/f Sosialurin e-mail: post&sosialurin.fo |
Internet: www.sosialurin.fo Aki Bertholdsen, | ítróttarskrivari: | Bústaður: |
Turið Kjølbro | Emil L. Jacobsen Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin )
Lítli Grugg
og Stóri Grugg
Oddagrein
Formaðurin í Sambandsflokkinum heldur,
at Javnaðarflokkurin er sum ein væl
smurður veðurhani í ríkisrættarmálinum.
Harafturat skírir hann flokkin fyri at grugga
alt málið um ríkisrættarstoðuna, tí hann
sigur eitt í dag og eitt annað í morgin.
Harafturat fáa vit at vita í blaðgrein hjá
Edmundi Joensen, at >Sambandsflokk-
urin hevur gjort tað arbeiðið, sum eingin
annar politiskur flokkur vil hoyra talan um,
nevniliga at dagfora viðurskiftini í ríkis-
felagsskapinum...<
Hvor gruggar? Er tað Edmund Joensen,
»Lirtli Grugg«. Og er tað ikki so l'gi. Hann
var jú í politiskari læru hjá Paula Ellefsen,
>Stóri Grugg«, sum ikki gjørdi annað enn
at grugga. Líka frá tí hann kom á politiska
himmalhválvið sum eitt stjørnuskot, til
hann hvarv sum dogg fyri sól. Men áðrenn
uppfann Stóri Grugg Lítla Grugg. Har Stóri
Grugg slepti heldur Lítli Grugg fram. Javn-
aðarflokkurin var loysingarflokkur. Javn-
aðarflokkurin var ein kommunistiskur
flokkur. Og tå Stóra Grugg ikki kundi
greina út munin millum demokratiska sos-
ialismu, leitaði hann í fremmandaorðabók-
ini hjá Gyldendal.
Javnaðarflokkurin hevur ikki sæð nakað
endamál í eini loysing fyri at loysa. Flokk-
urin hevur afturímóti virkað fyri oktum
sjålvstyri og øktum sjálvbjargni. Dlokkurin
hevur ikki havt skomm av heimastyris-
skipanini. Undir hesi skipan hava Føroyar
ment seg til eitt framkomið vælferðarsam-
felag. Men tað er longu nóg ár síðani, at
gamli formaður floksins, Atli Dam, vísti á
ógreiðar í lógini. Og bara tað, at tað er
ikki greitt, um Fólkatingið kann seta lógina
úr gildi ella ikki, er nóg mikið til at siga, at
her má greiða fáast á.
Javnaðarflokkurin hevur ikki snarað um
seg sjálvan í sjálvstýrismálinum, eins og
ein veðurhani. Hann hevur umrøtt og ar-
beitt miðvíst við hesum máli, og kom til ta
niðurstoðu, at rættast var at virka fyri eini
sjálvstýrislóg innan ríkisfelagsskapin.
Hetta fór hann til val uppá, og hetta stend-
ur hann við. Og tað kom eisini til sjóndar
í bóklinginum, flokkurin sendi út fyri hálv-
um ári síðani. Her er einki grugg, men
enn sum áður gruggar formaður Sam-
bandsfloksins, sum bara fyri trimum árum
síðani ikki vildi hoyra talan um at seta
eina stjornmålanevnd at greina viðurskift-
ini millum Frøoyar og Danmark. Og hesin
tvørrandi viljin varð orsøkin til polariser-
ingina og fullveldislandsstýrið. So fullveld-
isfólk kunnu takka Edmundi Joensen fyri
góðan byr. Sosialurin
Ein minnilig vika
Ta seinastu vikuna er nógv
positivt hent, hvat v iðvíkjur
fullveldinum. Fyrst varð ein
veljarakanning almanna-
kunngjørd, síðani så ein
partur av NATO kanningini
dagsins ljós, og at enda kom
Nyrup á sjarmuvitan.
Veljarakanningin = visti
betri byr fyri fullveldisætlan
landstýrisins og fyri flokk
okkara. Tjóðveldisflokkin
sum heild. Ein veljarakann-
ing skal sjálvandi altíð tak-
ast við fyrivarni. Men velj-
arakanningin vísir, at fólkið
hevur álit á ætlanum lands-
stýrisins, kanska serliga vis-
ir hon, at Tjóðveldisflokk-
urin ikki hevur mist veljarar
síðan valid í fjør. Tað kundi
kanska annars væntast, at
fleiri Tjóðveldisfólk fóru at
missa álitið á flokkinum.
Hesin flokkur, sum nú
knappliga vildi varðveita
danska kongshúsið í Føroy-
um, hava felags gjaldoyra
við danir og minka blokkin
so líðandi, ístaðin fyri at
kvetta á stokkinum. Men
líkt er til, at veljarar floksins
hava svølgt eins nógvar
kamelar, sum politikkarar
floksins gjørdu, tá ætlanar-
nar um fullveldi vóru
stungnar út í kortið.
Hvat vidvikjur NATO
(ella sum tað vísir seg, am-
erikanskum hermonnum)
uppi- og inni í Sornfelli, so
er bara at siga, at alt hetta
hava tjóðveldisfólk altíð vit-
að. Sjálvandi hava danir
ikki oll hesi árini givið før-
oyingum peningaligan
»studul« uttan at hava fing-
ið peningin aftur. Danir eru
ikki býttir, tað er ikki uttan
orsøk, at Nyrup er á vitjan í
tid og ótíð. Føroyingar eru
nú tíanbetri við at vakna eft-
ir at hava trúð blindt upp á
danir í 50 ár. Onkur sigur,
at hetta er so langt síðani,
so vit kunnu tað sama
gloyma tað. Er tað ikki 6-
trúðligt, at nakar kann blíva
við at líta á nakran, sum
hevur logið fyri tær í 50 ár.
Vit ána ikki, hvat hendir í
okkara egna landi. Okkurt
kemur fram í ljósið við hesi
NATO-kanningini. Men tað
man vera nógv, sum ikki er
komið fram í ljósið enn og
ongantíð kemur tað.
Tað stuttligasta, sum
mann vera hent hesa sein-
astu vikuna, er sjarmutúr-
urin hjá Poul Nyrup í Før-
oyum saman vid konuni og
umbodum frå øllum teim-
um donsku fjølmidlunum.
Nyrup hevur helst havt ein
góðan túr úti í Tinganesi og
í býráðnum í Havn. Í bý-
ráðnum var Lone entá í
hvítbotnaðum gummiskón.
Og á vitjan á tí >óhefta<
tíðindablaðnum Sosiali-
num, av tilvild saman við
javnadarhøvdinganum Jó-
annes Eidesgaard, hevur
Nyrup helst følt seg veru-
liga heima. Allir. hinar
hugnatúrarnar i Kirkjubø,
Koltri og ikki minnst úti í
Tindhólmi, hava helst eisini
verið mikið hugnaligir í
dýrdarveðrinum í seinastu
viku. At hesin ríkisfundurin
so einki hevði at siga polit-
iskt og var púra láturligur
er nakað heilt annað. Tað
sigur kanska eitt sindur, at
fundurin var í Tindhólmi.
Tosaði við ein journalist frå
DR TV, sum var komin í
neyð, tí redaktiónin í Keyp-
mannahavn hevði rykt eftir
veruligum tíðindum frá rík-
isfundinum. Men hann svar-
aði sum var, at einki var
komið burturúr, men at
hann annars hevði havt ein
góðan túr. Sama søgan var
við tíðindak vinnuni frá Ber-
lingske Tidende, sum hevði
fingið alt tilfarið sendandi
aftur í høvdid og var vinar-
liga biðin um ikki at koma
við fleiri ferðafrásøgnum úr
Føroyum. Nakað annað var
so, at hendan tíðindakvinna
var so illa fyrireikað til Før-
oyavitjanina, at hon ikki
visti um folkaatkvøduna í
1946. So eg haldi, at Dimm-
an kanska skuldi latið vera
við at endurgivið greinar úr
Berlingske ein aðru ferð.
Vóni at hendan minniliga
vikan verður ein góð mynd,
hvat kemur at henda ta
komandi tíðina. Eri spentur
til næstu veljarakanning. Og
kann næstan ikki bíða til
Nyrup kemur aftur á vitjan.
Vónandi hevur hann eisini
keypt sær hvítbotnaðar til
ta tíð. So kann hann veru-
liga sjarma seg inn í hjørtu-
ni hjá jav nadarmonnunum,
sum fyri einum ári síðani
ikki vildu síggja mannin.
Eri eisini serliga spentur til
restin av NATO-kanningini
verður almannakunngjørd.
Tá verður helst nógv prógv-
að, sum sambands og javn-
aðarmenn ikki hava viljað
trúð uppá. Vónandi fær tað
nakrar javnaðarmenn á aðr-
ar tankar, serliga allar teir
mongu ungu sjálvstýris-
sinnaðu. Gleði meg til um
eitt ár . Tí tá vera ikki fleiri
sjarmutúrar. Vit fáa sjálvi
vinningin av Sornfelli, um
vit ynskja tað. Tað einasta,
sum verður eftir av teimum
trimum hendingunum frá
hesi minniligu viku, eru
veljarakanningarnar. Tá
verður bara ikki spurt, um
Føroyar skal vera sjålvstyr-
andi. Tå verdur tad ein
sjålvfylgja. Ti, sum vit øll
vita, I hjørtum okkara byr
frælsi.
Rói Joensen, formaður i
Norðstreymoyar Unga
Tjóðveldi
Tel +298 31 95 40
Fax +298 31 75 41
Alt innan prentlutigss
Jakzac&post olivant.fo
Polterabend å Olavsvøku
Liss HANSEN
Sonja Gledishegg ur Nord-
agøtu skal giftast vid Andre
Magnussen tann 14. august,
og eftir sum tad er so tætt
við Olavsvøkuna, valdu
hennara vinkonur at
”kapra” hana til polterabend
Olavsvøkuaftan.
Sonja segði fyri Sosiali-
num, at hon ætlaði sær at
fara ein túr til Havnar at
halda Olavsvøku, saman
við nøkrum vinkonum. Tær
settu seg í bilin, og alt var
sum vanligt. Tá tær komu
til Skålafjørd, koyrdi hon
oman til Statoil-stødina at
keypa bensin á bilin, og fór
síðani inn at gjalda fyri tað.
Tá hon kom útaftur, sá hon,
at vinkonurnar høvdu havt
eitt sindur at gera ímeðan
hon var inni, tí nú stóð
knappiliga "POLTERAB-
END" á bilinum, og har
stóðu vinkonurnar við ym-
iskum løgnum klæðum at
lata hana í. Tær lótu hana í
ein hvítan silki-náttkjóla við
ljósareyðum blómum á,
settu stórar krúlluspolar og
eitt brúðarsler í hárið hjá
henni og góvu henni einar
sóljugular gummistyvlar
á ryggin
TØ
Hjartaliga takka vit øl
samkenslu og hjålpsem
påpi og abbi
uppå beinini, og
HERI
hjålpsemi.
Tøkk fyri blómur, krar
um sum fylgdu honum ti
orð.
andaðist og var jarðaður.
Tøkk til Jón á Steig og øllum á B6, fyri teirra
stað, takka vit hjartaliga.
Takk til Kjartan Mørkøre, prest fyri hansara góðu
Familjunar vegna,
Rigmor, Annika, Kári, Jákup og Heri.
hongdu tær ein gulligan
kassaguittara.
Soleiðis gekk Sonja á
Tinghusvøllinum, tá vit
møttu henni, og vit hildu,
at tað var væl og viriliga
vert at taka eina mynd av
henni, og seta hana í
Sosialin. Nú fáa í hvussu er
sera nógv at vita, at Sonja
verður ein gift kona leygar-
dagin... Vit ynskja Sonju og
Andre góða eydnu við
hjúnarbandinum.
KK
lum tykkum, sum sýndu
i, tá okkara kæri maður,
BERG
1sar og gávur, øllum tykk-
Í hansara seinasta hvíldar-