Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. august 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A A p is NR. 150 - 12. AUGUST 1999 tíðindablaðið Eingin niðurskurður í fiskidøgum komandi ár Í 1997 samtykti lógtingið at seta fiskidagatalið niður við 12,5 % og í 1998 við 5 %. Ongar kanningar fyriliggja um beinleiðis lop í veiðievnunum, men landsstýrismaðurin fer undir at kanna hesi viðurskifti nærri soleiðis, at staðfestast kann, hvussu hetta ávirkar veidievnini, og um neyðugt er at seta tiltók í verk hesum viðvíkjandi ÓLAVUR Í BEITI Við 3. viðgerð varð upp- skotið hjá landsstýrismann- inum í fiskivinnumålum um fiskidagar fyri komandi ár galdandi frá 1. september til 31. august 2000 einmælt samtykt. Samsvarandi lógini um vinnuligan fiskiskap byrj- ar fiskiárið fyri botnfiska- fiskiskapin á føroysku landleiðunum 1. september og endar 31. august árið eftir. Í seinasta lagi 18. august skuldi løgtingid hava ásett fiskidagar fyri komandi fiskiárið og fyrr í vikuni samtykti løgtingid so uppskotið hjá fiskimálaráð- harranum. Landsstýrismaðurin hev- ur fylgt åheitanini frá Løg- tingsins Vinnunevnd um hesa ferð bara at koma við uppskoti um fiskidagar fyri komandi fiskiár og verður eingin broyting fyri komandi fiskiár. Útskifting í nótaflotanum: Gøtumenn hava keypt notaskip Nótaskipið Jupiter úr Gøtu skal nú skiftast út við eitt væl stórri og heldur nýggjari skip EDVARD JOENSEN Teir, sum eiga nótaskipið Jupiter hava fingið innflutn- ingsloyvi til eit stórri skip. Jupiter, sum er bygdur á Skála í 1972, er vorðin ov gamal og ótíðarhóskandi, sigur Atli Hansen reiðari. Tí hevur verið arbeitt við ymsum møguleikum fyri at fáa eitt annað skip. Og nú er so komið hartil, at nýtt skip er keypt, og inn- flutningsloyvi fingið. Talan er um kombineraða norska trolaran og nótaskip- ið Hergy Trál, sum fleiri føroyingar helst kenna betri undir gamla navninum Eros. Skipið er heldur yngri enn Jupiter, Tað er bygt í 1978, men í sera góðum standi, sigur Atli Hansen. Skipið er stórt. 68 metrar langt og hálvanellivta metur breitt. Tað lastar 1.600 tons og er stórri enn Tróndur í Gøtu. Keypsprisurin er 51 milli- ónur norskar krónur, sum Mál Í viðmerkingunum til uppskotið hjá fiskimåla- ráðharranum, verður m.a. sagt, at Jørgen Niclasen hevur sett sær sum mál at leggja fyri løgtingid í sep- tember/oktober broytingar í lógini um vinnuligan fiski- skap, sum hava við sær stórri umsetiligheit, og uppskot um lóg um end- urnýggjan av fiskiflota- num. Hesi tiltók saman við einum niðurskurði í fiski- dagatalinum fiskiárið 2000/ 2001 fara at føra til bú- skaparliga menning og javnskipan av veiðiorkuni Landsstýrismaðurin heldur, at búskaparligu broyting- arnar fyri framman taka tíð, og verður tí ikki mett ráði ligt at lækka fiskidagatalið komandi fiskiár av hesi or- søk. Herøy Trál, sum gøtumenn hava keypt fyri Jupiter svarar til umleið 46 milli- ónur danskar. Fígging er í lagi, og skipið verður yvir- tikið tann 22. oktober, sigur reiðarin. Atli Hansen sigur, at Jupi- ter lýkur ikki tey krøv, sum neyðug eu í dag. Til dømis kunnu teir ikki trola við Jupiter, og eru so- statt avskornir frá svart- kjaftinum. Tann møguleikan hevur nýggja skipið og fær sostatt eitt eyka bein at standa á. Umframt hava seinastu tíðina verið so mikið nógvar åbøtur umborð á Jupiter, at tað er farið at kosta pengar. Teir royna at selja Jupiter, men enn er eingin avtala gjørd. Hvussu nýggja skipið fer at eita, er heldur ikki av- gjørt. »Men man tað ikki fara at blíva Jupiter, um vit til ta tíð eru slopnir av við tann gamla,< heldur Atli Hansen. Jórgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Farið verður av Havnini månadag og komíð verður aftur mikudag Á farstødini í Lerwick er møguleiki fyri at lata inn vidføri til varðveitslu til Jråferdina hjå Norrønu úr einans... 781,- (Í láarstíð) fyri hvønn Gistinsá Ýnllaraheirni úr einans... 673.- (Í láarstíð) fyri hvønn Privat gisting úr einans... 194.,- (Í láarstíð) fyri hvenn Ring og hoyr meira! J.Broncksgeta 37 e-mail: booking&smyril-line.fo