hósdagur 12. august 1999síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið :
NR. 150 - 12. AUGUST 1999
— Vit gera ikki sama mistak
Fótbóltur: Eg minnist væl, tå Føroyar
vann móti Eysturríki í 1990, og tað
mistakið ætla vit ikki at endurtaka..
JONHARD HAMMER
Eysturríska liðið Grazer AK
er komið til Føroya við ein-
um fyri eyga, og tað er at
vinna dystin móti Føroyum.
Kendasti maðurin í hópi-
num, sum er komin til Før-
er uttan iva venjarin hjå
Grazer, týskarin Klaus Aug
Hann var studuls
i týska stórfelag
Bayern Miinchen i |
ar. Hann spældi 404 lands
Oih 89 Europa
Fá eysturrisKa fer
kom til Havnar i gjår fingu
t orðið á venjaran, sum
var bæði fryntligur og fyri-
Hann greiddi frá,
at teir høvdu havt eina frå-
líka góða ferð til Foroya, og
at alt hevði gingið sum tað
skuldi.
komandi
Ikki sama mistak
Hvat veist tú um KlI-liðið?
Eg veit ikki so nógv um
ev
teir. men eg havi frætt, at
teir hava selt enn ein spæl-
arar. Teir hava áður selt tveir
spælarar til Danmarkar. Vit
høvdu ein umboðsmann í
Føroyum í nakrar dagar her
fyri, og hann hevði nakað
av upplýsingum heim við
sær aftur, millum annað at
KI hevur tríggjar útlendskar
spælarar á liðnum.
Væntar tú ein lættan dyst
Kvøld
Nei, tað geri eg ikki.
Tað verður ein torførur
dystur, sigur Klaus Augen-
taler avgjørdur. Eg minnist
æl, tå Føroyar vann móti
Eysturríki í 1990, og tað
mistakið ætla vit ikki at end-
urtaka
Hvor vinnur, tit ella KI?
Eg vil altíð vinna, og
vit fara eisini at royna at
vinna dystin móti KÍ. Tað
er umráðandi hjá okkum at
fáa eitt gott úrslit í fyrra
dystinum, so trýstið ikki
verður ov stórt á okkum á
heimavelli.
Ert tú bangin fyri at tapa?
— Eg vil altíð vinna.
Hevur tú ráð at tapa móti
KI?
Tað haldi, at tú mást
spyrja forsetan í felagnum
um, svara hann læandi.
- Vit hava ikki staðið
Klaus Augenthaler, venjari hjá Graz AK vil sigra móti KÍ
okkum so væl í heimligu
kappingina. men ein orsøk
til tað er, at vit hava 6-7 av
okkara bestu spælarum
skaddar í løtuni, og tað
ávirkar sjálvsagt liðið. Vit
verða noyddir at spæla fyri
tað, og vit hava ikki enn
klára at spæla nýggjar spæl-
arar inn á liðið. Men tað
gongur støðugt fram á, og
vit skulu nokk koma fyri
okkum.
Tað er trýst á liðnum
Við í ferðalagnum úr Eyst-
urríki eru 11 fjølmiðlafólk.
Dysturin verður sendur
Mynd: Jonhard Hammer
beinleiðis í eysturríska sjón-
varpinum, og tað eigur at
verða ovmikið hjá spælar-
unum at seta seg upp til,
hóast teir neyvan halda
nógv um avbjóðingina úr
Føroyum.
Liðið hevur trýst á sær í
kvold, og hóast venjarin
ikki vil siga tað, so er tað
av avgjørdum týdningi fyri
hann, at tað kemur ein sigur
burtur úr dystinum móti KÍ
í kvold. Alt annað hevði
verið ein endurtøka av til-
tikna dystinum í 1990, og
tað klára teir fægstu venj-
ararnir at standa model til.
— Vit fara at venja í Havn
undan dystinum, tí tað er ov
langt at koyra inn á Svanga-
skarð beint undan dystinum,
sigur Klaus Augentaler.
— Eg havi virðing fyri før-
oyska liðnum, men eg vil
vinna, hvørja ferð eg spæli.
Og er tað enn eina ferð
sligið fast, hvat týski venj-
arin hjá Grazer AK ætlar
sær í kvold.
Leikararnir hjá Graz AK
uttan fyri Hotel Føroyar,
tá teir komu til Havnar við
bussinum á middegi í gjár
Mynd: Jonhard Hammer
——