hósdagur 12. august 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 150 - 12. AUGUST 1999
tíðindablaðið
Tony trýr
tað ber til —
UEFA Cup: KI venjarin væntar, at
tað á heimavølli eigur at bera til at
fáa eitt úrslit, sum verður nóg gott til
víðari luttóku
Higartil hevur tað íkki
eydnast nøkrum føroyskum
liði at spæla seg víðari í
europeisku liðkapping-
unum. Málið hjá HB var at
spæla seg víðari úr fyrsta
innleiðandi umfarinum í
meistarakappingini.
Teir dumpaðu vit eitt
brak, men hóast hagtalsliga
dapra veruleikan fyri før-
oyskan fótbólt, so tykist KÍ
venjarin at vera eins vísur í
síni søk, sum hann plagar
at vera undan dystunum í
landskappingini:
— Eg haldi avgjørt, at vit
hava ein møguleika. Og
skulu vit vinna samanlagt,
so er tað á heimavelli, at vit
skulu gera málini, ið vit
skulu hava at standa ímóti
við, tá vit um fjúrtan dagar
fara til Eysturríkis.
14. juli var Tony Paris í
Eysturríki og hugdi at Graz-
er AK, sum á heimavelli
tapti dystin móti Lustenau
3-2.
— Eysturríkararnir vóru
sera gestablíðir. Eg var bor-
in á lógvum alla tíðina, og
ikki minst eysturríska press-
an var áhugað. Teir tykjast
ikki hava gloymt september
1990, tå Føroyar vunnu 1-0
å Eysturriki.
Trysta langt frammi
Frá ferðini i Eysturríki hev-
ur Tony Paris gjørt eina
rúgvu av viðmerkingum, og
KI spælararnir hava fingið
einar fimm tættskrivaðar
síður, har venjarin hevur
greitt teimum frá styrkjum
og veikleikum hjá mótstøð-
umonnunum.
— Teir spældu 4-4-2, tå eg
var har niðri, og eg havi
skilt, at tað fara teir eisini
at gera móti okkum. Teir
hava tveir sera álopshug-
aðar vongverjar, og teir ar-
beiða miðvíst fyri at toga
spælið nógv út í síðurnar.
Síðuskiftini vóru nógv, og
ofta vóru høgir bóltar sendir
úr øðrum borðinum og heilt
í hitt borði. Annar av álops-
monnunum er omanfyri 190
cm, og hann skoraði bæði
málini móti Lustenau, so
okkara tak verður bæði at
byrgja uppfyri, at teir senda
høgt innfyri úr síðunum, og
at ansa eftir hesum stóra
manninum.
— Tá eg var har niðri, tókt-
ust teir at vera troyttir, tá
seinna umfarið var hálv-
runnið, men eg rokni ikki
við, at hetta fer at gera seg
galdandi móti okkum. 14.
juli var nýggja kappingar-
árið heilt nýtt. Nú hava teir
spælt sjey umfør, og tí rokni
eg við, at teir eru í fullgóðari
dystarvenjing.
Men eysturrískur fótbólt-
ur er væl sterkari enn før-
oyskur fótbóltur?
— Sjålvandi er hann tad,
men tað er eingin loyna, at
teir hava ikki havt tad so
ógvuliga gott í nítí árunum,
hvorki á landsliðnum ella tå
feløgini hava spælt í Europa
Cup. Teir eru styrkismettir
væl omanfyri okkum, men
tað er ikki eitt týskt lið, sum
vit skulu spæla ímóti, og eg
havi sagt spælarunum, at vit
hava ein møguleika, men so
skal nógv leggjast fyri.
Dagen derpá
I Klaksvík hava tey í hesi
vikuni tosað nógv um fót-
bólt, men tað hevur ikki ver-
ið um Europa Cup ella dyst-
in móti HB sunnudagin:
— Hvort eitt einasta
menniskja, sum eg havi hitt,
hevur havt á orði, hvussu
skelkaði tey vóru, tá tað
frættist, at Kurt Mørkøre fer
frá okkum, og tað skilji eg
væl, men eg haldi, at spæl-
ararnir hava megnað at
savnað hugsanirnar um
uppgávuna í kvold. Tá vit
vóru á Svangaskarði mána-
kvøldid var lagið gott.
Og sunnudagin skulu tit í
Gundadal at spæla móti
HB?
— Vit royna ikki at hugsa
um tann dystin enn. Fríggja-
dagin fara vit at hvíla okk-
um, og leygardagin fara vit
at fyrireika okkum til HB
dystin, sum verður ein stór
uppgáva. Vit hava góðar á-
Drukkin fólk gera
Fótbóltur: Einasta loysnin á trupulleikanum er ein góð
girðing, heldur formaðurin í Grunninum Térsvøllur
Tórsvollur fær ikki frið fyri
druknum fólki, sum um
náttina fara inn á vøllin at
stuttleika sær. Ungfólk
koyra eisini við prutli á
grasvøllinum, og tað sæst
aftur.
Eingin girðing er uttan
um vøllin, og tí hava fólk
lætt spæl, tá tey skulu leita
sær inn á vøllin, sum ætlan-
in er skal verða landsstadion
hjá føroyingum. Grasvøllir
eru meira vidbreknir enn
graslikisvøllir, og tad er um-
ráðandi at grasið fær frið.
Eftir rockkonsertina við
danska bólkinum DAD,
sum var í høllini á Hálsi
seinasta vikuskiftið, fóru
drukkin fólk aftur inn á
vøllin at spæla sær, men tå
var onkur so at sær komin
at reka fólkini út aftur.
Men tað kveldið er einki
eindømi. Næsta hvort viku-
skifti eru trupulleikar, og
eisini mitt í vikuni fara fólk
inn á vøllin.
Formaðurin í Grunninum
lopi
16.00.
Leygardagin verður føroyameistarakapp-
ing í frælsum ítrótti. Kappingin verður
hildin á Svangaskarði á Toftum.
Kappinginar byrja klokkan 14.00, og
seinasta kappingin fer í gongd klokkan
Fyrstu tvær kappingarnar eru innleið-
andi kappingar í 100 metrum hjá kvinn-
um og monnum. Klokkan 14.15 byrja
finalurnar í teimum ymsu kappingunum.
Kappast verður í 100 metrum, 400 m,
1500 m, 5000 m og í longdarlopi hjá
bæði kvinnum og monnum. Kapping-
FM í frælsum itrotti
Frælsur itréttur: Kappast verður í renning og longdar-
14.15.
arnar í longdarlopi verða frå klokkan
Kappingin er opin, og tað vil siga, at
øll, sum hava áhuga fyri tí, kunnu lut-
taka. Einasta treyt er, at fólk melda seg
til á staðnum klokkan 14.00 leygardagin.
Heiðursmerki verða latin til nummar
1,2 og 3, og tað er Formula Xerox, sum
etur heiðursmerkini.
Gappingin verður fyriskipað av deild-
arsambandinum fyri frælsan ítrótt.
ek
seg inn á
or
KÍ-venjarin Tony Paris
hevur fyrireikað seg og
spælararnar sera væl til
dystin í kveld. Mynd:
Jóannes Hansen
skoðarar í Klaksvík, og eg
vóni og rokni við, at teir fara
at fylgja okkum bæði á
Svangaskarði í kvold og í
Gundadali sunnudagin, sig-
ur Tony Paris, sum tykist
fullur í sjálvsáliti
jh
Torsvøll
Tørsvøll, Poul Michelsen,
er keddur um, at fólk so-
leiðis fara inn á og gera seg
inn á vøllin.
— Vit hava vaktarhald á
vellinum, men vit hava ikki
sitandi vaktarhald. Vit hava
ikki ráð at hava fólk á vøll-
inum hvørja nátt, sigur Poul
Michelsen.
Hann býr sjálvur í
grannalagnum, og hann sig-
ur, at hann hevur sjálvur
verið á vellinum og ríkið
fólk burtur. Men ilt er at
halda eyga við fólki, sum í
ovfarakæti fara á vøllin
seint á nátt ella tíðliga á
morgni. Tá sova vanlig fólk
ofta.
— Ein góð girðing hevði
forðað fyri, at fólk kundu
Tórsvellur fær ikki frið
fyri druknum fólki og
ødrum, sum vilja stutt-
leika sær á grasinum
koma inn á vøllin, og tað er
eisini tað næsta, sum vit
ætla at fáa liðugt á vølli-
num, sigur Poul Michelsen.
ek