fríggjadagur 13. august 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A 3
Eirikur Lindenskov
Ábyrgdarblaðstjóri: | Marknaðardeild: | Dagfinn Olsen | Myndamenn: | POE: Fostsmega 76, |
Jan Møller | Jonhard Hammer | John Johannessen | Jens Kristian Vang | 110 Fu He 20 |
ís | Dagbjørt S. Hansen | Sveinur Tróndarson | Álvur Haraldsen Telefon: |
Blaðstjóri: | | Eyðun Klakkstein | Útgevari, uppseting: | Telefax. 314720 |
| Blaðfólk: | Høgni Mohr | Spíf Sosialurin | e-mail: post 2 sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo Í Áki Bertholdsen, | ítróttarskrivari: | Bústaður: |
Turið Kjølbro Emil L. Jacobsen Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin
Barnaansing
Viðmerkingar:
og orðaskifti
Oddagrein
Treytin fyri veruligum fólkaræði er, at vit
hava ymiskar meiningar, og at vit koma
fram við teimum í talu og srkivt. Men tíverri
eru hesar meiningar ofta settar so hvass-
liga upp, at tær forða fyri veruligum orða-
skifti
Eitt gott dømi um hetta er orðaskiftið, sum
hevur tikið seg upp um ætlanina at leggja
barnaansingina út til kommunurnar at um-
síta. Eftir tilmælinum skulu kommunurnar
hava ábyrgd og fullan avgerðarrætt, fyri-
sitingarliga og fíggjarliga. Utrokningin,
sum er gjørd, vísir, at summar kommunur
fáa pening og aðrar kommunur skulu
gjalda
Sum dømi kann nevnast, at Tórshavnar
kommuna skal sjálv bera ein storri part
av útreiðslunum, kanska einar 15 milliónir
krónur afturat árligu útreiðslunum. Hetta
er sjálvandi nógv, og hetta hevur fingið
politikarar i høvudsstadarøkinum at reisa
kampar. M. a. hevur formaðurin í sosialu
nevndini, Elin Lindenskov, sagt, at so
verða ikki ráð til fleiri dagansingarplåss.
Men eftir tí, sum býráðsformaðurin í Havn,
Leivur Hansen, sigur og skrivar, so megn-
ar kommunan at bera hendan kostnaðin.
Hetta hevur fingið ilt í býr ðaslimin Inga
Mohr, sum skírir býráðsformannin fyri at
vera åbyrgdarleysan, ti talan er um eina
upphædd, sum svarar til inntokuna frá
einum skattaprosentstigi. Harafturat legg-
ur hann so eftir umsitingini. Orðaskiftið
um tað rætta ella skeiva í hesum máli er
longu farið av kós!!!
Um hetta mál er nogv væl arbeitt og skil
annars er í tiilmælinum, og um tað er rætt
í heila tikið at leggja so stórt oki út til
kommunurnar at umsita, skal stoða ikki
takast til her, men spurningurin er partvist
um kommunalt sjålvstyri og um at hava
fulla åbyrgd av einum ella fleiri målsøkjum,
sum flestu kommunalpolitikkarar vilja. Og
tað merki reisini figgjarliga ábyrgd, og tað
kosta. Eisini havnarfólkum. Tí, hví skulu
fugloyingar ella svínoyingar gjalda til barn-
aansing í Havn, sum býráðsformaðurin í
Klaksvík, Jógvan við Keldu, spyr!
Tað verður í Kommunuálitinum lagt upp
til at leggja barnaansingina út til komm-
unurnar, men spurningurin er, um tað ikki
er rætt at gera tað saman við eldraøkinum,
sum Leiv ur Hansen mælir til. Tá verður
fíggjarliga myndin kanska eitt sindur oðr-
vísi, men vit fáa helst eina loysn fyri tvey
oki, sum bæði land og kommunur taka
sær av í dag og sum kanska hevur 0-
neyðuga fyrisiting við sær í skattaupp-
kreviingini
Sosialurin
Torsvøllur er
soðkendur
Avstandurin millum skiftirúm og vøll hevur ongan tydning
EIRIKUR LINDENSKOV
Torsvøllur er góðkendur,
uttan nakra dispensatión.
Hetta sigur Poul Michel-
sen, formaður í Grunninum
Torsvølli í viðmerking til
grein í blaðnum
Vit hava havt ein altjóða
dyst undir UEFA eftirliti og
vóru ongar viðmerkingar til
fyriskipanina, sum krevja
nakra dispensasjón, sigur
Poul Michelsen.
Verandi skiftirúm i
Gundadali hava alla tíðina
verið ein partur av Tórs-
vallarætlanini
Poul Michelsen sigur, at
treytirnar frå UEFA ganga
uppá, at spælarar og dóm-
arar hava tryggar umstødur,
og at áskoðarar hava setur
at sita á. Øll onnur viður
skifti, so sum saneteru um-
støðurnar, tak yvir áskoð-
araplåss o. |. eru lokal krov
Tað einasta, sum ikki er per
manent loyst enn, er trygdin
hjá spælarunum, tá teir fara
frá skiftirúmi inn á vøllin
Men hesin trupulleikin er
loystur við politiverju. Ann-
ars kundi hetta verið gjørt
við onkrari fysiskari verju,
ella at spælararnir koyrdu
við bussi inn á vøllin, sigur
Poul Michelsen, sum blankt
afturvísir, at avstandurin til
skiftirúmið hevur nakran
týdning fyri UEFA-góð-
kenningini.
fyri UEFA-góðkenningini, sigur Poul Michelsen,
formaður í Grunninum Tørsvølli
Poul Michelsen vísir á, at
Térsvøllur er ein vinnurek-
andi grunnur, og ti vil hann
ikki hava slikar misskiljing-
ar.
Vit hava stórar skyldur
mótvegis sponsorum og
fíggingarstovnum, og eiga
grunsins lívstreytir í ikki at
verða undirgrivnar við so
týdningarmiklum ósonnum
tíðindum, sigur Poul Mic-
elsen.
Viðmerking:
Tað er ikki uppgávan hjá
okkum at undirgrava við
ósannindum. Vit fara at
venda aftur til góðkenn-
ingina í komandi viku og
harvið hvat UEFA leggur
Poul Michelsen, formaður
í Grunninum Toørsvølli
í krøvini, sum teir — um-
framt til setur til áskoð-
ararnar — seta til skiftis-
rúm, vátrúm, dómara-
rúm osv. Tað er krav frá
UEFA, at umstødurnar
hjá tíðindafólkunum
skulu vera góðar. Tað
eru tær ikki á Tórsvelli.
blaðm.
Prestastarvið í Klaksvík lýst 1
ferð og komu 4 umsóknir
Í blaðnum í kvold endur-
gevur >Sostalurin< Hans J.
Joensen, biskup, fyri at siga,
at prestastarvið í Klaksvík
varð lýst leyst I ferð, tá ið
H. Bøgesvang fór. Tá komu
4 umsóknir, og ein av um-
søkjarunum, Hans Eiler
Hammer, varð innstillaður
og settur í starvið. Hann er
framvegis prestur í Norðoya
vestara prestagjaldi saman
við undirritaða, ið hevur
verið prestur her síðan
1979.
Virðingarmest
á Brekku í Klaksvík á
Lavramessu 1999
Niels Pauli Danielsen
Bispur rættleiðir N.P. Danielsen:
Niels Pauli fer skeivur
HOGNI MOHR
Hans Jacob Joensen ger vart
við, at talan ikki er um
starvið hjá Henning Bøges-
vang.
- Tað er rætt, at ongin
trupulleiki var at fáa prest í
starvið hjá Bøgesvang. Ta
ferðina, neyðugt varð at
lýsa tríggjar ferðir, var tá
Niels Pauli sjálvur vildi
ÞGRAFISKAR
Tel +298 31 95 40
Fax +298 31 75
Alt innan pr
sleppa í farloyvi í sambandi
við tingarbeiði í 1993, sigur
bispur.
Niels Pauli, sum tá sat í
løgtinginum fyri KrF, vildi
sleppa úr tveimum triðing-
um av starvi sínum, og í tí
sambandi varð søkt eftir
hjálparpresti fyri Niels
Paula.
— Tað eydnadist ikki at
manna starvid fyrr enn
LOYSNI
triðju ferð, tå Poul Poulsen
varð settur, sigur Hans Jac-
ob Joensen, bispur, sum
fegnast um, at tað síðani
hevur gingið betur at manna
leysu prestastørvini í Før-
oyum.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at
GUNNHILD DALSGAARD
fødd Poulsen, Skálavík
andaðist 11. august á Aargarði 93 ára gomul
Jarðarferðin verður úr Skálavíkar kirkju fríggja
dagin kl. 13.00
Familjan