fríggjadagur 13. august 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 151 - 13. AUGUST 1999
tíðindablaðið
Best um FSF
yvirtok Torsvøll
Fótbóltur: FSF-bossurin heldur, at best hevði verið, um Fótbóltssambandið
yvirtók Tórsvoll
EYÐUN KLAKKSTEIN
Formaðurin í Fótbóltssam
bandinum, Torleif Sigurðs
son, mælir nú til eina
óvæntaða loysn á øllum
Tórsvallar málinum. Hann
heldur, at besta loysnin er.
at FSF yvirtekur vøllin.
Í blaðnum í gjár skrivaðu
vit um ógreiðu viðurskiftini,
sum gera, at Torsvøllur ikki
kann byggjast liðugur og
fáa altjóða góðkenning frá
UEFA. FSF skal eftir ætlan-
ini byggja bygningin, sum
skal hýsa skiftirúmum,
trygdarrúmum, fjølmiðla-
hølum og annað, men tann
parturin av verkætlanini
kann ikki gerast liðugur, tí
FSF og Grunnurin Torsvøll-
ur ikki enn hava fingið upp
á pláss, hvussu viðurskiftini
millum Tørsvøll og FSF
skulu vera.
Men nú mælir formaðurin
í FSF til eina heilt aðra
loysn á øllum málinum um
Torsvøll.
— Besta loysnin hevði ver-
ið, um FSF yvirtók alla
Tórsvallar = verkætlanina,
bygdi og átti vøllin, sigur
Torleif Sigurðsson við
Ítróttar-Sosialin.
— Tað hevði verið nógv
tað greiðasta, og heyði havt
við sær, at FSF kundi av-
gjørt, hvussu vøllurin skuldi
brúkast. Tað hevði eisini
givið fólki réttu myndina
av, at Térsvøllur er eitt
landsstadion og ikki ein
vøllur i Havn.
Havnafeløgini
fara at trysta
Formaðurin i FSF óttast
fyri, at føroyskur fótbóltur
ikki fer at hava åvirkan å,
hvussu vøllurin fer at verða
rikin, hóast tað eru føroysku
feløgini, sum skulu gjalda
yri vøllin.
Tad er greitt, at hvussu
tað so enn víkir og vendir,
so verður tað føroyskur fót
bóltur, sum kemur at gjalda
fyri Torsvøll. Antin gera vit
tað gjøgnum byggingina,
ella verður tað í aðru syftu
við gjaldi fyri brúk av vøll-
inum og hólum, sigur Tor-
leif Sigurðsson.
Hann heldur, at tá FSF
skal hava so týðandi leiklut
á Tørsvølli, er tað eisini
rímuligt, at teir verða við,
tá avgerðirnar skulu takast.
Ítróttar-Sosialurin hevur
skilt, at FSF millum annað
óttast fyri, at feløgini í Havn
fara at trýsta harðliga fyri
at sleppa á Tórsvell at venja
og spæla, og at FSF tí ikki
fer at kunna brúka vøllin,
sum teir ætla. Millum annað
tí heldur FSF, at greiðasta
loysnin er, at FSF eigur og
rekur vøllin, tí so verða
eingir trupulleikar við at
tryggja liðunum hjá FSF
J 55)
plåss og tid å vøllinum.
Poul hevur onga
vidmerking
Formaðurin í Grunninum
Tórsvellur vil ongar við-
merkingar gera til útsøgnina
hjá formanninum í FSF.
— Eg vil bara siga, at Tor-
Tórleif Sigurðsson, formaður í Fótbóltssambandinum
leif Sigurðsson sjálvandi
hevur loyvi at hava síni
sjónarmið í hesum máli, og
tey skal hann sleppa at hava
í friði fyri mær, sigur Poul
Michelsen.
Hann sigur tó, at FSF hig-
artil hevur fingið tað ávirk-
an, sum teir hava keypt sær
til, og hann spyr, um tær
kommunalu milliónirnar,
sum eru í verkætlanini,
onga ávirkan skulu hava á
vøllinum.
Mikukvøldid var nevnd-
arfundur i FSF, og tå var
Tørsvøllur høvudsmål. FSF
skal nú gera upp vid seg
sjálvt, hvussu tað skal fara
fram í hesum máli.
Men tað stendur fram-
vegis greitt, at skal FSF
brúka fleiri pengar enn tær
2,5 mi6., sum longu eru
brúktar, so skal ein eyka-
aðalfundur geva loyvi til
tað.
Og tá verða tað føroysku
feløgini, sum hvor í sínum
lagi, kom at hava ávirkan á
avgerðina.
Men formaðurin í FSF
segði við Ítróttar-Sosialin i
gjár, at um føroysku feløg-
ini siga nei til at brúka fleiri
pengar í Torsvølli, so kann
tað enda við, at FSF skal
gjalda fyri vøllin gjøgnum
brúk av honum, og tá verður
torført at fáa ávirkan.
ENEMY OF THE STATE
Leiga videofilmar á hesum stoðum:
Statoilstoðin í Gundadali tel. 314770
Statoilstødin í Kollafirði tel. 421083
Statoilstoðin í Saltangará tel. 449133
Statoilstoðin í Klaksvík tel. 457353
Statoilstødin í Sorvági tel. 332001
Statoilstoðin í Skálabotni tel. 441200
Statoilstoðin í Leirvík tel. 443360
Ó STATOIL
stødirnar kring landið