fríggjadagur 13. august 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið
24 BAM
NR. 151 - 13. AUGUST 1999
Formaðurin i figgjarnevndini átalar figgjarpolitikkin hardliga:
Vit mugu spara minst
100 milliónir um árið
— Figgjarpolitikkurin, sum nú verður førdur, er greitt brot á samgonguskjalið, sigur Bjarni Djurholm
AK! BERTHOLDSEN
-Skulu vit gera okkum
vónir um fullveldi, er tað
neyðugt at skerja almennu
útreiðslurnar = minst 100
milliónir um árið, helst
meiri
- Men tann fíggjarpoli-
tikkur, sum nú verður rikin,
førir tvørturímóti við sær, at
tær almennu útreiðslurnar
hækka fyri hvort ár.
Bjarni Djurholm, løg-
tingsmaður er rúkandi 6-
samdur við tann figgjarpoli-
tikk, sum hendan samgong-
an tørir
Og Bjarni Djurholm
skuldi verið ein politikari,
sum samgongan lurtaði eft-
ir
Tí hann er ikki bara limur
í samgonguni
Hann er eisini formaður í
samgonguni, og tað ger
hann til ein tann fremsti
talsmannin hjá samgonguni
í fíggjarmálum.
Men tað er synd at siga,
at Bjarni Djurholm og
Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharri draga eina
línu í fíggjarmálum.
Tí Bjarni Djurholm er
rúkandi ósamdur við tann
førda figgjarpolitikkin.
— Hann fer anntå so langt
sum at siga, at tann figgjar-
politikkurin, sum verður
førdur, er eitt heilt greitt
brot á samgonguskjalið.
Málsetningurin
sleptur
Formaðurin í figgjarnevnd-
ini sigur, at málið í hesi
samgonguni varð greitt: At
leggja hornasteinin undir
búskaparligt sjálvbjargni.
— Tí uttan búskaparligt
sjálvbjargni fáa vit heldur
ikki politisk fullveldi.
— Politiska dirvið lá í at
tálma almennu útreiðslurnar
so at tað almenna er í javn-
vág við virðisskapandi bú-
skapin.
--Málið var at tryggja, at
almenni sektorurin ikki
gjørdust fótongulin í før-
oyskum sjálvbjargni og sum
fráleið fór at verða sín egin
fíggindi.
— Men tað tykist tíverri,
sum at hesin málsetningurin
er sleptur.
— Tí er vandi fyri, at vit
fáa hálvveldi ístaðin fyri
fullveldi.
Bjarni Djurholm sigur, at
samgonguskjalið hevur alt
í sær, sum kundi tryggja
javnvágina ímillum tjóð-
skap og búskap.
— Trupulleikin er bara
tann, at tað farna árið hevur
bara annar tátturin í sam-
gonguskjalinum verið á
dagsskrá.
Hundraðtals milliónir
dýrari
Bjarni Djurholm sigur, at
fíggjarlógin í ár er yvir 100
milliónir hægri enn tann í
fjør.
Men síðani eru játtaðar
IO-tals milliónir á eyka-
fíggjarlógum. Og fleiri
eykajáttanir eru á veg.
— Og nú landsstýrið ar-
beiðir við fíggjarlógini fyri
komandi ár, skilst, at ætl-
anin er at hækka almenna
raksturin 100-200 milliónir
afturat.
— Tá ið fíggjarlógin fyri
2000 er samtykt, hava vit
sostatt hækka almenna
raksturin 300 milliónir í
hesum valskeiðnum.
— I mínari verð er hetta
tað sama sum at vit hava
flutt okkum 300 milliónur
longur burtur frá fullveld-
inum
— Og tað er eitt greitt brot
á samgonguskjalið, sigur
Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at tað tí er ein
spurningur um ikki tað pol-
itiska handalagið í sam-
gonguni ikki forðar okkum
í at rókka endamálinum um
veruliga broytt ríkisrættar-
lig viðurskifti.
Bjarni Djurholm heldur
fast við, at vit kunnu ikki
vænta, at danir fara at veita
okkum ríkisstuðul í 15-20
ár, eftir at vit fingið full-
veldið.
— Heldur fer blokkurin at
verða tikin av uppá trý til
fimm ár.
— Tað merkir, at vit mugu
hava politiskt dirvi til at
laga almennu útreiðslurnar
til føroysk viðurskifti uppá
lutfalsliga stutta tíð. Tað vil
siga, at vit mugu skerja
fíggjarlógina minst 100
milliónir um árið.
--Gera vit tað, tekur tað
okkum 10 år at útjavna
blokkin.
— Tað verður eisini neyð-
ugt at laga løgnarlagið til
fóroysk fullveldisviður-
skifti. Sostatt verður neyð-
ugt at lækka kostnadarstød-
ið m.a. við at lækka skattin,
so at lønirnar kunnu lækka,
uttan at keypiorkan minkar.
Samstundis, sum tú tosar
um at spara 100 tals milli-
— Kemur landsstýrið
ikki við eini fíggj-
arlóg fyri komandi
ár, sum vísir, at vit
veruliga ætla at taka
fullveldi, fari eg at
mótarbeiða henni av
øllum alvi og fari
ístaðin at royna aat
lækka tær almennu
útreiðslurnar
--Tí fullveldi og
heimastýrisbúskapur
er tað, sum eg kalli
hálvveldi, sigur
Bjarni Djurholm
ónir á fíggjarlógini, vita vit,
at bæði heilsuverk sum
heild, almannaverk, skúla-
verk gremja seg um, at tey
fáa ikki veitt eina nóg dygga
tænastu, tí játtanirnar eru
ov lágar. Hvar ætlar tú at
spara?
Tað vil Bjarni Djurholm
ikki ikki siga nakað um.
Hann sigur, at tað verður
neyðugt at gjøgnumganga
allar almennar tænastur at
vita, hvar tað ber til at spara,
eitt nú við bygnaðarbroyt-
ingum.
Hann vísir m.a. annað til
almenna sektorurin í Is-
landi, sum kostar væl minni
enn tann føroyski fyri hvort
fólkið, men hann veit onki
um, at tænastan er verri fyri
tað.
--Almenni sektorurin í
Føroyum er skorin eftir
donskum leisti.
— Og tað er ein spurningur
um ein almennur stovnur,
skorin eftir donskum leisti,
kann fáast at hóska til eitt
lítið fiskivinnusamfelag í
Norðuratlantshavi, sigur
formaðurin í figgjarnevnd-
ini.
Men í samrødu við Sos-
talin í vár segði hann, at tað
m.a er neyðugt at kanna eft-
ir, um vit hava ráð til at hava
fleiri sama slag tænastur
ymsastaðni í landinum.
— Hava vit t.d. ráð til at
hava fleiri studentaskúlar,
fleiri handilsskúlar, fleiri
sjúkrahús 0.,s.fr.
Bjarni Djurholm leggur
dent á, at hann nevnir hesi
økini bara sum dómi, tí
hann sigur ikki, at tað er her,
vit skulu spara.
— Men tað er ein spurn-
ingur, sum vit mugu tora at
viðgera, leggur hann aftur-
at.
Hann er samdur í, at so-
leiðis sum almenni bygn-
aðurin er nú, kemur hann
aldrin fyri seg, um játtanir-
nar bara lækka og lækka, tí
so verður hann bara meiri
og meiri niðurpíndur.
— Tí er tað neyðugt at
gjøgnumganga allan bygn-
aðin at vita, hvar hann kann
umskipast.
Fer at mótarbeiða
Bjarni Djurholm sigur, at
leggur landsstýrið eina
fíggjarlóg fyri 2000 fyri
tingið, sum er 100-200
milliónir hægri enn tann í
ár, fer hann at mótarbeiða
henni alt, hvat hann kann.
— Eg fari at gera, hvat eg
kann fyri at lækka útreiðsl-
urnar í henni.
—Tå ið fíggjarlógin fyri í
ár varð løgd fram varð ført
fram, at hendan samgongan
hevði bara sitið í eitt gott
hålvt år og at hon tí ikki
heyði havt stundir til at ar-
beiða nakað serligt við
henni.
— Tí kom hon at verða ein
heimastýrisfíggjarlog, sum
at kalla bleiv eitt framhald
av fíggjarlógini fyri 1998.
— Men fíggjarmálaráð-
harrin hevur langt síðani
boðað frá, at fíggjarlógin
fyri 2000 skuldi avspegla
fullveldið.
— Men nú benda gil tekin
úr landstýrinum á, at fíggj-
arlógin fyri 2000 aftur verð-
ur ein heimastýrisfíggjar-
lóg, sum kanska verður enn
grefligari enn tann fyri í ár
at vit.
— Leggur landsýrið tí eina
fíggjarlóg fyri tingið, sum
er 100-200 milliónir hægri
enn tann í ár, so er gongdin
tann beint øvugta, nevni-
liga, at vit verða flutt longur
burtur frá fullveldinum,
heldur enn nærri.
Bjarni Djurholm sigur, at
hann landsstýrið hevði
kanska grein í sínum máli
um, at skotbrái var heldur
stutt til at gera nakað
munagott til í ár.
--Men tað er sera harmi-
ligt, at ábendingarnar úr
landsstýrinum týða uppá, at
ætlanin er at halda fram við
hesum sama ,, vit lata standa
til“ politikkinum og at kom-
andi fíggjarlóg verður aftur
upp ímóti 200 milliónir
hægri enn tann í ár.
Formaðurin í fíggjar-
nevndini sigur, at tað ber
ikki til, at, annað árið á rað
at leggja eina fíggjarlóg, har
eingi tekin eri til, at vit ætl-
að at laga búskapin til full-
veldi.
--Tí nú eru vit komin har-
til, at fara methøgu fiska-
prísirnir og metgóði fiski-
skapurin at falla, er tað so
skjótt, at tað fer at fjarða í
kassanum.
— Og so fáa vit ein álvar-
sligan trupulleika, tí sam-
stundis skulu vit arbeiða
fyri at lækka ríkisveitingina
úr Danmark.
Bjarni Djurholm sigur, at
fer landsstýrið tí at legga eitt
uppskot fyri fíggjarlóg fyri
komandi ár fyri tingið, sum
hækkar upp ímóti 200 milli-
ónum, og tí flytir okkum
enn longur burtur frá full-
veldinum, fer hann, sum
formaður í figgarnevndini
at gera, hvat hann kann fyri
at fáa hana lækkaða.
— Eg fari at gera, hvat eg
kann, fyri at rakstrarút-
reiðslurnar hjá tí almenna
ikki hækka, tí tað er í and-
søgn við ætlanirnar um full-
veldi at tær hækka.
Men hann ásannar, at
hann er bara ein av 32 ting-
limum og verður meiriluti
fyri henni - fyrst í lands-
stýrinum fyri at leggja hana
fram, og síðani í tinginum
fyri at samtykkja hana, fer
hann onki gjørt, uttan at
góðtaka tað.
Hann sigur, at hann fer
ikki at atkvøda ímóti fíggj-
arlógin, tí tað tænir ongum
endamáli.
--Vit skulu hava eina
fíggjarlóg, og er tað tingsins
vilji, at hon hækkar, so
hækkar hon, sama, hvat eg
geri. Tað er endamálsleyst
at atkvøda ímóti fíggjarlóg-
ini um meirilutin er samdur
um, at hækkingin skal vera
so Og so står.
— Men nú eru tíðirnar so
góðar, at vit hava eitt sjåld-
samt høvi til at lækka tær
almennu rakstrarútreiðslur-
nar, tí nú er óneyðugt at
hava varðveita almenn størv
fyri at hava fólk í arbeiði,
sigur Bjarni Djurholm.
Eigur tú ikki tína ábyrgd
av, at fíggjarlógin er hækka.
M.a. vart tú ein oddamað-
ur at gera nýggja fólka-
skúlalóg. Og tað er ofta fórt
fram, at ikki minst hon er
dýr?
— Undanførslurnar eru
nógvar. Tað er rætt, at eg
var við at gera nýggja fólka-
skúlalóg. Men hon varð
gjørd í eini samgongu, sum
hevði ein heilt annan, pol-
itiskan málsetning enn
hendan samgongan.
— Og tað er rætt, at hon
kann kosta nógvan pening.
— Men tað veldst alt um,
hvat landstýrið ger við lóg-
ina. Hon er ikki annað enn
ein ramma, sum skal fyllast
út við kunngerðum.
— Og prísurin verður alt
eftir, hvussu nógvar kunn-
gerðir verða settar í verk og
hvussu gullrandaðar tær
eru, sum verða settar í verk,
sigur Bjarni Djurholm.
— Men heldur landsstýris-
maðurin í skúlamálum, at
lógin er ov dýr, er tað onki
sum forðar honum at broyta
leggja uppskot fyri tingið
um at broyta hana aftur,
leggur hann afturat.
Alt hetta tosið um at
spara og skerja og um at
laga lønir og almennan
sektor til føroysk viðurskifti,
er hetta ikki innast inni bara
tað, at Bjarni Djurholm ikki
er so fegin fyri fullveldi?
—Nei, tað er tað ikki. Eg
vil venda tí við og spyrja,
nakar
um væntar sær
fullveldi við eini danskari
fíggjarlóg, sigur Bjarni
Djurholm.