fríggjadagur 13. august 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
||
NR. 151 - 13. AUGUST 1999
tidindabladid
5
»Skålaberg« royna vid dupulttroli
Bædi »Sundaberg« og »Skålaberg«
hava nú fingið saltfiskalastina um-
bygda til frystilast og lasta nú hvór
um 950 tons í frystum. >Sundaberg<
fór nýggjan túr fyri 3 vikum síðani og
»Skålaberg« verður helst klárur at
fara um vikuskiftid. Eisini hevur
»Skålaberg« fingið nýtt spæl ísett so-
leiðis at hann nú hevur 3 spøl
ÓLAVUR Í BEITI
Nú eru bæði >Sundaberg<
og >Skálaberg< hjá J.F.K
Trol í Klaksvík frysti- og
flakatrolarar burturav.
>Sundaberg<, sum fór
nýggjan túr fyri 3 vikum
síðani, var umbygdur á
Skála, og >Skálaberg< hev-
ur verið til umvælingar í
Havn.
Nýggj roynd
>Skálaberg< var liðugur frá
skipasmiðjuni í Havn í gjár,
og roknast við at fara nýggj-
an túr eystureftir um viku-
skiftið. Umframt at saltfisk-
alastin er gjørt til frystilast
eisini umborð á >Skála-
berg<, er nýtt spæl sett um-
borð soleiðis at >Skálaberg<
nú hevur trý spøl og kann
royna við dupult-troli.
Hetta er helst fyrstu ferð
roynt verður við trimum
spólum og dupulttroli eftir
toski. Royndir hava áður
verið gjørdar við dupulttroli
og tveimum spólum. Tað er
ikki ókent umborð á rækju-
trolarum, sum hava havt
góðar royndir við trimum
spólum og dupulttroli.
Og nú trolararnir hava fing-
ið hesa umbygging framda,
er eisini annað arbeiði gjørt
umborð á teimum. Verk-
smiðjurnar eru sandblástar,
trolararnir eru málaðir og
annað umfatandi viðlíka-
haldsarbeiði er eisini gjørt.
Arbeiðið umborð á >Skála-
berg< hevur tikið um 2
mánaðir nú hann var liðug-
ur í gjár, meðan tað tók nak-
að styttri tíð umborð á
>Sundaberg<, sum ikki fekk
tað triðja spælið ísett.
Tað er kanska ikki so lætt
at siga, hvussu nógv trolar-
arnir nú lasta í frystum, men
roknað verður við at teir
Skálaberg hevur nú try spøl og kann royna við dupulttroli.
lasta dupult so nógv ella um
950 tons. Ikki bert tað, at
saltfiskurin so gott sum er
farin í søguna, er orsøkin til,
at trolararnir nú eru frysti-
og flakatrolarar burturav,
men roknast kann nú við
minni sigling, tá ið trolar-
Fyrilestur um epilepsi
Í morgin verður fyrilestur um epilepsi hildin á Hotel
Fóroyum við serligum denti á kvinnur og epilepsi, sum
Bjarke á Rógvu-Hansen fer at halda
EDVARD JOENSEN
Í morgin klokkan 14 fer
danski læknin Bjarke á
Rógvu Hansen at halda al-
mennan fyrilestur um epi-
lepsi.
Fyrilesturin verður hildin
á Hotel føroyum, og tað er
Epileptikarafelagið, sum
skipar fyri.
Serligur dentur verður
lagdur á evnið >Kvinnur og
epilepsi.<
Bjarke á Rógvu Hansen,
sum er deildarlækni á Epi-
lipsideildini á Rigshospital-
et, sigur, at umleið helvtin
av øllum epileptikarum eru
kvinnur.
Men tær verða viðgjørdar
ødrvisi enn menn og børn.
Orsøkin eru tey kvinnu-
ligu hormonini og tær ser-
ligu umstødurnar, sum gera
seg galdandi í samband við
barnsburð, føding og at
geva børn.
Sjúklingarnir seta ymsar
spurningar, sigur Bjarke á
Rógvu Hansen.
Slíkar sum hví tær altíð
fáa tilburðirnar saman við
mánasjúku?
Um tað er rætt, at epi-
leptikarar hava truplari við
at gerast við barn?
Fer barnið at arva sjúku-
na?
Verður barnið vanskapt
orsakað av heiligvágnum,
eg taki móti epilepsi?
Kann eg geva bróst, sam-
stundis sum eg taki heilig-
vág?
Hvussu verður við sjúku-
ni, tá eg komi í skiftisárini?
Bjarke á Rógvu Hansen
sigur, at hesum spurningum
fer hanna at svara í fyri-
lestrinum, hann fer at halda
í morgin.
Væntandi fer fyrilesturin
at vara umleið ein tíma. Aft-
an á verður ein drekka-
munnur at fáa, sigur Epi-
leptikarafelagið.
Annars verður sagt frá
Epileptikarafelagnum, at
tann sætta maí vóru liðin
tíggju ár, síðan felagið varð
stovnað.
Á seinasta aðalfundi, sum
var tann 8. mai, varð nýggj-
ur tiltakslimur valdur.
Nevndin skipaði seg við
Ragnfríð Sørensen, sum
formanni.
Asu Østerø sum næstfor-
manni.
Anniku Krosstein sum
kassameistara.
Mari Johannesen sum
skrivara, og
Jónu Túgvustein sum
nevndarlimi.
Jóna er úr Æduvik, og all-
ar hinar úr Havn.
Tiltakslimir eru
Gullberg Gullfoss úr
Havn og
Elisabeth Leo úr Skopun.
Í samband við, at felagið
í ár er tíggju ár, er ætlanin
at hava eithvørt tiltak í
Norðurlandahúsinum í sep-
tember.
Enn er eingin endalig skrá
løgd, og nevndin heitir tí á
fólk um at koma við onkr-
um góðum hugskotum.
Fólk kunnu seta seg í
samband við formannin
Ragnfríð Sgrensen á tlf. 31
39 78.
anir lasta um dupult so nógv
av frystum.
Góður prísur
Viðvíkjandi fiskiskapinum í
løtuni eystanfyri, so er hann
toliligur. »Sundaberg« sum
hevur fiskað í góðar tvær
vikur, hevði um 100 tons
inni, seinast frættist frá hon-
um, og viðvíkjandi prísi-
num á flaki, so er hann góð-
ur í løtuni. Í miðal hevur
hann ligið um 37 til 40
Vaglid 1 * Tlf. 311036
Hann fer væntandi til fiskiskap um vikuskiftið
Mynd: Alvur Haraldsen
krónur kilo.
Hin trolarin hjá J.F.K
Trol, >Sjúrðarberg<, sum
eisini roynir eystanfyri,
hevði um 370 tons seinast
frættist frá honum.