Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. august 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | NR. 151 - 13. AUGUST 1999 Dapri spádómur Niels Paula Danielsen: tíðindablaðið = Folkakirkjan skrædnar Eftir øllum at døma tekur Niels Pauli Danielsen ikki bisp i ålvara, tå hann i Sosialinum sigur seg vera tøkan, um prestar vilja tosa vid seg um eitthvørt. Klaksviksprestur ivast hinvegin ikki í, at tað vera aðrir prestar, enn Peter O.K. Olofson, sum fara úr kirkjuni, og uppí eina nýggja lutherska fríkirkju, um úrskurðarnir úr danska kirkjumálaráðnum ganga fuglafjarðarpresti ímóti. HOGNI MOHR Klaksvíkspresturin, Niels Pauli Danielsen, undrast yv- ir, at bispur í Sosialinum segði seg vera tøkan sum sálarhirða hjá prestum. — Eg haldi tað vera løgið, at prestarnir ikki kunnu fáa telefonnummari hjá bispi, so teir kunnu koma í sam- band við hann altíð. Sálar- hirði ert tú alt samdøgrid, men einasta nummarið, vit hava fingið, er nummarið á bispaskrivstovuni, sum er opin tímar um dagin, sigur hann. Virðir ikki trúgv og samvitsku Í sambandi við viðtaluna, Sosialurin hevði við bisp í gjár, sígur Niels Pauli Dan- ielsen, at orrustan í kirkjuni hevur aðrar orsøkir, enn tær, ið bispur ger vart við. Stríð- ið í Fólkakirkjuni, sum hann sigur seg vera eins harman um sum bispur, snýr seg sambært Niels Paula als ikki um kvinnuligar og uppaft- urgiftar prestar. - Eg eri sum kunnugt ikki ímóti kvinnuligum prestum, og eg gifti uppaftur, men kortini eri eg ímóti, at bisp- ur vil taka fuglafjarðarprest og aðrar av ræði í tí presta- dómi, teir hava ábyrgdina av, leggur klaksvíksprestur dent á. Niels Pauli heldur, at trupulleikin er, at kirkjuliga yvirvaldið ferð eftir ferð, ikki virðir trúgv og sam- vitsku teirra presta, sum hava ta gomlu hugsanina hjá kirkjuni, ið teir við lóg hava rætt at hava. Halt uppat at provokera | — Vit munnu finna ein hått at liva saman i kirkjuni; bæði teir, sum eru ímóti, og tey, sum eru fyri kvinnu- ligum prestum. Mítt upp- skot í hesum sambandi er, at bispur heldur uppat at provokera prest... — Tað er jú púra greitt, at hvorki presturin, ella kirkj- uráðið á staðnum vildu hava kvinnuligan prest at præd- ika í Fuglafirði, ímóti vilja- num hjá sóknarprestinum. Hetta er ein læru- og sam- vitskuspurningur, og vit munnu fyrst og fremst góð- taka samvitskufrælsi í fólk- akirkjuni, sigur Niels Pauli, sum heldur fuglafjarðar- prest verða bíbliukgnasta prest í landinum. — Hin almenna linjan hjá kirkjuni er, at kvinnuligir og uppafturgiftir prestar sleppa at prædika og virka, og somuleiðis, at ongin kann verða noyddur at gifta upp- aftur, ella verða noyddur at góðtaka kvinnuligar prestar; hetta er ásett við lóg, ger Niels Pauli vart við. Hann heldur, at provokatiónin kemur frá tí, ella teimum, sum leggja seg út í viður- skiftini í ymsku prestagjøld- fuglafjarðar- unum. Kirkjan í tvíningar Niels Pauli væntar, at um fuglafjarðarprestur o.a. ikki fáa viðhald í klaguni, um at sóknarpresturin hevur á- byrgd av læru og dekna- guðstænastu, so fer Olofson úr starvi, fólkakirkjan skrædnar og ein luthersk frí- kirkja gerst veruleiki. — Tíverri eru eg, og nógv- ir við mær, bangnir fyri, at kirkjan fer í tvíningar, og eg ivist ikki i, at tað vera aðrir prestar, enn Peter O.K. Olofson, sum fara uppí eina nýggja lutherska fríkirkju, sigur Niels Pauli, sum ikki vil siga, hvørja stóðu hann hevur í tí málinum. Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur, mælir bispi til at halda uppat at provokera fuglafjarðarprest. Savnsmynd Nógv færri skúlabórn í Suðuroy Í 1997 vórðu 92 næmingar inn- skrivaðir í teimum níggju skúlunum í Suðuroy, men í ár eru nýggju næm- ingarnir einans 64 í tali HOGNI MOHR Komandi mánadagur, hin 16. august 1999, er merkis- sdagur í lívi teirra mongu; bæði vaksna og barna. Kanska eru tað serliga hesi yngru, ið gleða seg. Dagurin er fyrsti skúla- dagur hjá 770 føroyskum børnum; teimum ið vórðu fødd í 1992, tå Føroyar fóru útav búskaparligu eggini. Nýbyrjaðu næmingarnir í ár, eru 9 færri enn í 1998, og heili 76 færri enn fyrr- árið, 1997. Torshavn heldur tørn I fyribils hagtalstilfari frå Undirvisingarmålastyrinum sæst væl, at útjaðarin er tódnaður munandi á skúla- E økinum, meðan Tórshavn, Argir og Hoyvík halda tørn, samanbera vit 1999 við hitt góða árið, 1997. Fyrrárið vórðu 92 næm- ingar innskrivaðir í teimum níggju skúlunum í Suðuroy, men í ár eru nýggju næm- ingarnir einans 64 í tali. Ser- liga tykist afturgongdin á Tvøroyri ógvuslig. Í Tvør- oyar Skúla fóru 30 næming- ar í fyrsta flokk í 1997; og í ár er talið einans 17... Teir sjey stóru skúlarnir í høvudsstadarøkinum vera framhaldandi væl mannaðir, eisini í 1. flokki. Har fara 300 næmingar í skúla; Fyrr- aárið vóru teir 299. Hoyvík størst Minstu fyrstuflokkar i landinum vera í Skálavík, Funningi, Funningsfirði, Skúvoy, á Kirkju, Húsum, Leiti og við Gjógv. Á hvørj- um av hesum plássum, er ein einsamallur næmingur, ið fer fyrstu ferð í skúla. Einastu skúlar, ið eftir øll- um at dóma fara at hava tríggjar fyrstuflokkar, eru Hoyvíkar Skúli og Komm- unuskúlin. Næmingatølini har eru ávikavist 61 og 59. I Føroyum eru 66 skúlar, men sambært Undirvising- armålastyrinum, er tómt í trimum teirra. I teimum 63 virkandi skúlunum, starvast einir 600 lærarar. pr Svend Krosstein KLOAKK -TILFAR - alt tilfar til kloakk Falkavegur 6 - FO 110 Tørshavn Tlf. 314600 - Fax 317360 Teldupostur: skOpost.olivant.fo