fríggjadagur 13. august 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
150ar
i morgin
I ár eru 150 ár ligin síðan fyrstu fólkini settu seg niður á
Hellunum.
tíðindablaðið
Hellumenn hava valt at hátíðarhalda hesa
hending í vikuskiftinum og nógv er stákast at taka ímóti
teim mongu gestunum, sum roknað verður við koma at
vrija bygdina
JÚSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Tað er hósmorgun um sjey-
tíðina á Hellunum. Sólin
stendur yvir Rustini niður á
bygdina. í dag er onki for-
styrilsi, sum í gjåramorg-
unin, tå månin fann upp å
at koma fyri sólina eina
lotu, og forstyra alt livandi
í bygdini. Tað er fagrasta
summarveður. Ongin ætt,
blikalogn og tað einasta tú
hoyrir av sjónum er bumsið
av onkrum feitum alilaksi í
teim mongu ringunum á
fjørðinum. Við sjovarmålan
er sjógvurin sum stein-
runnin og hetta boðar frá,
at kyrra er víða um í
Norðuratlantshavi
Bygdin er ikki rættuliga
vaknað enn og ei undur er
í. Leygardagin skal slagið
standa, tá verður 150 ára
haldið fyri bygdini hildið og
fólk hava arbeitt til langt út
á næturnar, fyri at fáa tað
seinsta upp á pláss. Hellu-
menn eru kendir fyri at vera
„betýss“ í ollum teir fáast
við. Teir liggja ikki á boð-
unum, men fáa dagliga ver-
kið frá hondini sum skjót-
ast. Eitt sindur av kapping
er eisini millum húsini og
tað skundar sjálvsagt undir.
Vit eru nú í hægstu hoytíð,
við hjálp av kunsttðum, ber
til at hoyggja nógv fyrr nú
enn áður. Menn hava borið
út á Hellunum, men tað
hevur ikki rættuliga verið
stundir til hoyggingina. Tað
er hesin vælsignaði fød-
ingardagur, sum skal fáast
frá hondini og hann er farin
við hvørjari løtu seinasta
mánaðin. Alt á Hellunum
hevur malið um komandi
vikuskiftið. Hóast byrjað
verður at tosað um veðrir,
tá fólk hittast, so gongur
bert ein løta, so er prátið
inni á fødingardegnum. Og
hóast dagurin enn ikki er
komin, so verður stúrt ófort
fyri regni, ja enntá toybili
og åarføri og fólk síggja fyri
sær áirnar stórar og Jarðadal
tjokkfullan av gráum regni,
ið eins og tjúkk reip verða
drigin gjøgnum luftina út
eftir fjørdinum. „Bara tað
Ein av teim yngstu á Hellunum Eliesar Eið í roykstovuni á fyrst bygdu húsunum
ikki fer at regna!“ er niður-
lagið. Ein onnur variatión
um sama evnið ljóðar so-
leiðis: „Bara tað verður turt,
bara hann heldur sær.! Og
nú eru veðurmenninir eisini
farnir at tosa um avfall í
vikuskiftinum og tað bøtir
ikki um stúranina.
Tað er hósmorgun á Hell-
unum. Bygdin er enn ikki
rættuliga vaknað. Eitt blá-
ligt tám liggur yvir húsu-
num. Uttanfyri síggjast
stigar, okkurt målinga-
blikkið, men annars er rud-
dað i hvørjum króki.
Bygdin skínur og illgræsið
pínist sáran. (Ikki ein
hømuliga hevur fingið frið,
græsið er roytt millum hús-
ini og tað, sum ikki fæst
burtur við saksi ella spaka,
hevur Gróður frá Kemilux
fingið bilbugt við. Hvert
neyst er tømt og hver
neystatekja málað. Við
gamla skúlan, sum nú er
bønhus stendur eitt stórt telt.
Teltið verður karmurin um
ein part av tiltókunum.
Teltið hevur fyrst verið á
Olavsøku og síðan á Ova-
stevnuni í Nólsoy. Spritt-
roykurin stendur enn råmur
frå ti, er teltid millum teg
og ættina. Garðar verða lag-
aðir, sólterassur stoyptar,
haldilin málaður og tún
verða gjørd av nýggjum.
Flaggstengur eru fram við
vegnum. Tær eru nýmál-
F
NR. 151 - 13. AUGUST 1999
aðar. Tað hevur Aku frá
kommununi syrgt fyri.
Fiskahúsið hevur fingið nýtt
tak og árstal úr messing er
sett á fyrstu bygdu húsini á
Hellunum.
Hellumenn fara undir
størsta tiltakið nakrantíð í
bygdarinnar 150 ára gomlu
søgu. Og teir nýta alskyns
kunningartøkni at lýsa til-
takið. Sjónvarpið vitjaði
mitt í vikuni. Blødini gera
burturúr og útvarpið liggur
framvið. Bók er prentað um
bygdina og plakat er gjørd.
Um tað verður vått ella turt,
so verður komandi viku-
skiftið dagar, sum búfastir
hellumenn og tey sum vitja,
seint fara at gloyma.
Hellumenn í bók
Søgan er sum ein varði,
hvor steinur hvílir á tí sum
undir liggur. Ovasti stein-
urin er nútíðin, so hvørt sum
nýggj vitan dagar undan
kavi um okkara søgu, so
skundar = hendan undir
saman við tíðini, at ovasti
steinurin kemur at liggja
undir tí næsta. Varðin veks-
ur í allar ættir, eisini í hædd,
sum tíðin gongur. Nú 150
ár eru ligin síðan fyrstu nið-
ursetufólkini, Janus á Kinn,
ættaður úr Lamba og kona
hans Rakul, ættað úr Klaks-
vík, settust niður á Hellu-
num er bók skrivað um søg-
una hjá bygdini. Hetta er
Húsini í dag. Enn er flagið ikki lagt á. Fyri framman tveir ernir laksamenn, sum fingu
hesar stóru laksarnar inni við Laksá á sjónum í seinastu viku
ikki ein ættarsøga burturav,
men søgan um tey fyrstu
nýggju húskini, sum settust
niður á Hellunum og eftir-
komarar tess. Tað er kom-
munan, sum hevur givið
bókina út.
Helena Samuelsen hevur
skrivað bókina. Hon er
beinleiðis í ætt við Janus á
Kinn, fyrsta niðursetu-
mannin á Hellunum. Hann
var oldurabbi hennara. Men
Helena hevur ikki gjørt bók-
ina einsamøll. Hon skrivar
í fororðinum, at taðvar var
nógva tilfarið hjá mostrini
Lovisu Johannesen, ið
gjørdi, at hon hættaði sær
at fara undir bólkina. Lovisa
er skúlalærari og hevur
verið lærari á Hellunum í
mong ár.
Helena skrivar um most-
rina: „Lovisa hevur áltíð
dugað at lurtað og skriva
niður. Tað gekk nógv fólk
inn á gólvið í hennara
barnaheimi, — tidindafr60
fólk, og nógv varð altíð
prátað um slekt og hend-
ingar. Hennara egna fólk
mintist væl og dugdi at siga
frá. Lovisa skrivaði. Alt
hennara tilfar havi havt høvi
at nytai hesi bók. Og tøkk
fái hon fyri tað.“
„Burtur úr tilfarinum hjá
Louvisu Johannesen og við
dagliga samskiftinum við
hana og nógv onnur havi eg
skrivað eina heldur ørvisi