Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. august 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 151 - 13. AUGUST 1999 VU bygdarsøgu. Ég valdi at siga frá okkara forfedrum, so vit, sum koma aftaná, kunnu gera okkum hugmynd av teimum, teirra gerandisdegi, hvussu tey búleikaðust á Hellunum fyrr og upp til okkara dagar. Eri kanska farin ov mikið út í æsir til at lýsa tey, ið undan okkum gingu, men tað veður nú so,“ skrivar Helena Samuel- sen. „Mest er gjørt burturúr teimum báðum fyrstu niður- setufólkunum, og hvørji tey vóru. Men hóast tað, so eru lýst oll nýggju nidursetu- húskini eftir teimum upp- lýsningum, sum hava verið til taks..“ „Pápi Lovisu og bróður hennara høvdu handilin, so tað hevur hon skrivað nógv um. Eisini gomlu skúlasgg- una, trúarlívinum og mannagøtunum hevur hon greitt væl frá.“ Bókin um Hellurnar eru sera áhugaverd at lesa og nógvu góðu myndirnar eru sjálvur ryggurin í bókini. Tað eru ikki allar bygdir, ið eru so hepnar, at tær eiga myndamenn, sum hava eyga fyri øðrum enn lag- køkupryddum foðingar- dagsborðum og „forkroyst- um“ fólkum, trokaði saman á eini sofu, í eini altov heit- ari stovu. Men hellumenn vóru hepnir. Í 1899 verður ein klaksvíkingur borin í heim. Hann eitur Jóhannes Fjallheim. Fjalheim var sjómaður, men hann fekk tuberklasjúkuna sum so nógvir aðrir og endaði á sanatoriunum í Hoydølum. Har lærdi Fjallheim foto- læru hjå Breidal. Tå hann var friskur aftur og slapp heim, fór hann at arbeiða sum fotografur í Klaksvík Til alla guds lukku finnir Johannes konu av Hellu- num. Hon at Sofía Andreas sen. Tey búsettust í Klaks- vík, men vitjaðu trúliga á Hellunum og Fjallheim hevði altíð mydantólið við sær. Johannes hevði eygað fyri gerandisdegnum á bygd og hann tók nógvar myndir av hellumonnum í teirra dagliga yrki. Hann eigur nógvar av myndunum í bókini. Leygardagin og sunnu- dagin verða fleiri av mynd- unum hjá Jóhannes Fjall- heim at síggja á eini foto- framsýning í gamla handli- E Jens Petur Jensen(1876-1970) situr her á bríkini í gomlu húsum. Hann var abbasonur Janus á Kinn, ið var num á Hellunum. A hesi framsýning eru tær flestu myndirnar í bókini . for- stórraðar“ soleiðis at små- lutirnir koma fram. Fyrst bygdu húsini standa enn Tað man næstan vera ein- dómi, at fyrst bygdu húsini standa uppi í eini bygd. Tey fyrstu sethúsini á Hellunum eru sett í stand. Niðan úr slti maður á Hellunum i dag, Salli, hevði fiskafrikadellur til dógurða í seinastu viku. tíðindablaðið húsunum er bygdur ein til- bygningur. Men gomlu hús- ini eru næstan óbroytt, tað vil siga veggir og innrætn- ingur. Húsini vóru um at detta niður, undirsillar, gól og eitt lítið sindur upp á bróstið var rotið. Alt varð tikin innan úr húsunum. Síðan varð grivið út, drena og stoypt gólv. Omaná lagt timbur og síðan varð hvor einstók av teimum breiðu og Hann er fleiri og 80, ógiftur og gamal kokkur og er ein partur av bygdarmyndini gomlu fjalunum settar í pløding á sama stað, sum tær hava staðið síðan húsini vóru bygd. Høvi verður at vitja og síggja húsini nú fødinga- rdagurin verður hildin. Vágs-Rakul eitt konubrot Veturin 1849 var fyrsti vetur at nakar buði fast á Hellunum. Tá høvdu tey ungu hjúnini Janus á Kinn og Vágs-Rakul borið sínar fáu ognarlutir yvir um Skarð og sótu einsamøll á Hellunum. Janus var tá 27 ára gamal og sum tann frí- maður hann var, so vildi hann seta fótur undir egið borð. Rakul var 33 ára gom- ul. Tað var ikki heilt av til- vild at Hellurnar vórðu bygdar. Fuglfirðingar, sum áttu hagan, dámdu illa at oyndfirðingar og elduvík- ingar skóru mest sum alt torvið á Hellunum. Hetta høvdu teir gjørt frá aralds- tíð, men torvskurðuri oyði- leigði undirhagan ella vetrarbitið hjá Skarðhaga. Seyðurin gjørdist sjúkur av vátlendinum, og teir fingu ov lítið burturúr. Teir bjóðaðu Janus á Kinn jørd til ognar, ið svaraði til tvey kúfóður, um hann vildi flyta. Fuglfirdingar høvdu ætlanir, at fleiri skuldu flyta, men Janus og Rakul komu at sita leingi einsamøll 10 år. Janus velti dugliga og royndi at fáa fótafesti á nýggja búplássinum. Men jørðin gav ikki nógmikið til at tey kundu fáa mettuna bara av henni. Tí róði Janus út við fuglfirðingum og tað var mangan, at hann ikki orkaði at ganga um Skarðið, tá hann kom illa tuskaður av norðhavinum eftir at hava sitið við árarnar og snéri dagin langa. Ti kom Rakul at sita einsamøll í hesi lítlu smáttu mangan saman við teimum trimum børnunum. Einsligthevur tað verið og eisini óhugnaligt á nátt, tá útsynningurin hevur knallað niður av Gullbrandshellu og ótamdur farin sorandi út eftir fjørðinum, har han lyfti sjógvin upp í rok. Einsamøll sat hon við trimum børnum. Ein dagin var utkølnad hjá henni. Hon varð noydd at fara heim til Oyndarfjarðar eftir eldi. Hon legði børnunum eina- við ikki at fara oman á bakkan. Tá hon var komin næstan heim, sær børnini á bakkanum. Hon leyp heim fyrstur at búgva fast á Hellunum í Tart, eftir hjálp. Matmóð urin í Tarti bað hana seta seg, sendi eina arbeiðsgentu út á Hellur at ansa eftir børnunum. Seinni fór Rakul útaftur við glóðum í einum potti Søgan hjá Hellunum er eisini ein partur av føroya søgu. Hon er søgan um fæ- loysingarnar, sum fingu møguleika at dyrka lendi í seinastu old og sjálvir at giftast. Hetta var ikki sjálv- fylgja áðrenn. Hellurnar er eitt úrslit av tí milda ráki, sum møtti tí fátæka mann- inum í seinastu old víða um í Europa og sum í Føroyum byrjaði við tí modernaða amtmanninum Pløyen, ið føroyingar enn hava tokka til. Tað var hann sum eggjaði smámonnum til at dyrka lendi og lógarbroyt- ing slóðaði fyri, at smá- menn kundu gifta seg. Ployen hevði tó einki bein- leiðis við búsetingina á Hellunum at gera tí har er bara ognarjørð Ein stór veggjamynd til minnist um niðursetumenn- inar á Hellunum verður av- dúkað í vikuskiftinum. Frits Johannesen, listamaður úr Fuglafirði hevur gjørt myndina