fríggjadagur 13. august 1999síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tá fóroyingar hava fingið fullveldi, hava teir samstundis sagt frá sær tey serrættindi, teir higartil hava havt í Danmark. Teir ve
vegis føroyingum, tá eg ávari móti teimum vansum, sum eftir mínum tykki liggja í fullveldinum. Men tað er meint av ærligum |,
EDVARD JOENSEN
MYNDIR: JENS KRISTIAN VANG
Fara føroyingar at velja fullveldi,
seta teir seg sjálvar uttan fyri ríkis-
felasskapin undir somu treytum
sum allir aðrir útlendingar í Dan-
mark
Men danska stjórnin fer ongan-
tíð at venda føroyingum bakið, hó-
ast føroyingar velja fullveldi og
loysa frá Danmark, sigur danski for-
sætisráðharrin, Poul Nyrup Ras-
mussen í samrødu við Tíðindablað-
ið Sosialin.
> Vit fara altíð at kennast við okk-
ara Vinir, og sum slíkar rokni eg
føroyingar,« sigur Poul Nyrup Ras-
mussen
Beint áðrenn forsætisráðharrin fór
avstað aftur av almennu Føroya-
vitjanini týsdagin, fekk Sosialurin
eina samrødu við hann.
Poul Nyrup Rasmussen dylur ikki
fyri, at hann fegin vil hava Ríkis-
felagsskapin at halda fram, og at
hann persónliga heldur tað gagna
føroyingum betri at vera í felags-
skapi við eitt størri land, enn at
standa einsamallir
Giobaliseringin herð
Tað er ein sannroynd, at tað gerst
alt verri hjá smáum tjóðum at klára
seg í altjóða samfelagnum, enn tað
gjørdi fyrr, sigur forsætisráðharrin.
Síðan Berlinmúrurin fall, er glob-
aliseringin vorðin alt sjónligari, og
hvor hugsar bara um seg sjálvan.
Tað er ikki longur sum undir
kalda krígnum, tí tey stóru vestan-
londini høvdu síni áhugamál í Før-
oyum, og vit tí kundu kenna okk-
um rímuliga vísar í, at teir vóru í
okkara parti
Nú er bara eitt stórveldi til, og
hver nørir at sær, sum sterkastur er.
Danski forsætisráðharrin, Poul
Nyrup Rasmussen, ásannar, at tað
væl kann skiljast sum ein ræðslu-
herferð. at hann alment sigur sína
hugsan um fullveldismálið.
Men hann kennir tað sum sína
skyldu mótvegis føroyingum, sigur
hann
Og hann dylur ikki fyri, at hann
helst sær, at Foroyar verða verðandi
í ríkisfelagsskapinum.
Men hann vísir samstundis á, at
hann fer til einahvørja tíð at góðtaka
tað valið, føroyingar gera.
„Líka síðan fullveldistosið byrj-
aði, havi eg vilja fingið fram, at
Danmark á ongan hátt fer at seta
seg í móti føroyskum fullveldi.«
Velja føroyingar fullveldi, fara vit
ikki at seta okkum í móti tí.
Velja føroyingar eina nútímans-
gerð av teirri verandi skipanini,
halda vit eisini, at tað er ein góður
vegur at ganga.
Eg haldi sjálvur, at vit hava nógv
at geva hvørjum øðrum, og kunnu
hjálpa hvørjum ødrum á hvønn sin
hátt í einum heimi, sum er nógv
harðari, enn hann var fyrr.
Her vísir forsætisráðharrin á, at
ein skal ikki longur rokna við, at
størru londini fara at hjálpa teimum
smáu á nakran hátt, sum vit kendu
tað til dømis eftir Seinna Heimsbar-
daga.
Nú er stødan svoleiðis, at hvør må
sæta sær, og tann, sum ikki klårar
at fylgja vid, hann liggur eftir å.
tíðindablaðið S08'2U7
Poul Nyrup Rasmussen, forsætis-
ráðharri, mælir til, at føroyingar ikki
fara ov harðliga avstað, nú avgerðin
um, hvert vit skulu hava fullveldi
ella ikki, skal takast.
Í samband við fullveldið skulu vit
rokna við longum og tungum ting-
ingum um lógarmál, búskaparmál,
samstarv á mongum umráðum sum
til domis sjúkrahúsverk, uttanríkis-
tænastur, altjóða politikk og undir-
vísing á hægri lærustovnum fyri
bert at nevna nøkur, sigur Poul Ny-
rup Rasmussen.
Fyri mær er tað neyðugt, at vit
hava gjøgnumgingið allar síður av
okkara samstarvi, so vit ikki seinni
koma í ta støðu, at føroyingar ella
danir fara at spyrja, hví eingin segði
teimum tað og tað, áðrenn føroy-
ingar valdu fullveldi.
Tí vit eiga at minnast til, at tað er
ikki bara okkum, sum nú liva, vit
taka avgerðir fyri.
Hetta fer eisini at galda øll tey,
sum í allar tíðir koma aftan á okk-
um.
Tí er tað so ótrúliga neyðugt, at
undirtøkan fyri tí, sum valt verður,
verður so breið, sum til ber, sigur
Poul Nyrup Rasmussen, forsætis-
ráðharri.
Forsætisráðharrin vísir á ta
óhepnu støðuna í 1946, har munurin
var so lítil, at summir partar als ikki
vildu góðkenna folkaatkvøduna.
Og eini slíkari støðu vil hann fyri
alt í verðini sleppa undan, sigur
hann.
Fullveldi við ábyrgd
Tað verða avgjørt broytingar í við-
urskiftunum landanna millum, tá
føroyska fullveldid er veruleiki.
Tosa vit um Føroyar sum sjálv-
støðugan stat, krevur tað sjálvandi
í fyrsta umfari, at Danmark må vísa
ta somu virðingina fyri Føroyum,
sum fyri øllum øðrum sjålvstød-
ugum londum. Tað er greitt.
Við tí eru vit í eini heilt nýggjari
stóðu, har so mong samstarvsum-
ráði mugu takast upp til nýggja við-
gerð.
NR. 151 - 13. AUGUST 1999
NR. 151 - 13. AUGUST 1999
tíðindablaðið SOS)
Føroyingar fáa eingi serrættindi
Allar avtalur Føroya og Danmarkar millum skulu vidgerast av
roknaðir javnt við allar aðrar útlendingar í Danmark
Vit venda ikki vinum okkara bakið. Og fóroyingum nýtist ikki at Óttast at vit fara at sláa hondina av tykkum,
hóast tit velja fullveldi. Men treytirnar fyri samstarvi broytast
' nýggjum, tá føroyingar hava fingið fullveldi. I
Eitt, sum nógvir føroyingar kenna
til av egnum royndum, er útbúgv
ingarumráðið.
Her fara fyritreytirnar at broytast
fullkomuliga, sigur forsætisráðharr-
in.
Tá verða føroyingar javnmettir
við allar aðrar útlendingar, sum
koma til Danmarkar at nema sæ!
útbúgving.
Og tað hevði verið skeivt ikki at
undirstrika frá danskari síðu, at við
urskiftini millum tveir sjálvstóðugar
statir eru ikki tey somu sum millum
tvey lond í ríkisfelagsskapi.
Tað verður ødrvisi, vísir forsætis
ráðharrin á.
Eru teir ikki tað, hevði alt jú bara
verið sum fyrr, og so var eingin
grund til alt hetta tosið.
Tí verður tað eisini her neyðugt
at hugsa um avleiðingarnar av tí
vali, ein ger.
Skulu vera til staðar
Ein sjålvstødugur statur hevur
nógvar altjóða skyldur, sum skulu
røkjast.
Og tað kostar nógv at vera sjálv-
støðugur, vísir Poul Nyrup Rasmus-
Få
ingar, sum koma til sjúkraviðgerð, á hægri lærustovnar o.s.fr. verða tá
sen, forsætisráðharri á.
Eitt eru sendistovurnar, londini
noyðast at hava úti í heimi.
Sjálvandi er breitt samstarv mill-
um lond á hesum gkinum, sigur
forsætisráðharrin. Men tað verður
alt ødrvisi samstarv, enn tað er í
dag, tad er greitt.
Ti ber ikki til bara at dúva uppá,
at eitt annað land skal rekja tíni
áhugamál til fulnar.
Eg vil bara siga, at tað eru mínar
myndir, at tað at røkja áhugamálini
hjá einum landi krevur fysiska nær-
veru á øllum viðkomandi, altjóða
pallum. Í ST, í Europa, og hvar tað
nú skal vera. Vit hava merkt, hvussu
tungt tað er at rókja okkara áhuga-
mál mótvegis teimum stóru lond-
unum.
Hil dømis hevur Danmark tvær
tær seinastu ferðirnar, NATO aðal-
skrivari er valdur, stilla donsk val-
eyni upp. Men tað vísir seg hvørja
kro, at tey størru londini fara við
starvinum fyri nøsini á teimum.
„ Forsætisráðharrin sigur, at hann
4 ongan hátt skal leggja seg út í,
hvat føroyingar fara at velja í Eu-
ropa. Men bara vísa á, at óansæð,
hvat vit gera, verður tað tyngri at
arbeiða einsamallir, enn tá vit hava
eitt EU limaland sum Danmark at
halla okkum at.
Vit síggja tað í viðurskiftum Dan-
markar mótvegis til dømis Týsk-
landi, hvussu trupult tað er hjá teim-
um smáu at klára seg.
Tað krevur nógvar kreftir, nógv
fólk og nógv tilfeingi at tryggja síni
áhugamál.
Og tí fara viðurskiftini eisini her
at broytast landanna millum, annars
verður eingin konsekvensur í tí,
gjørt verður.
Samráðingar avgera
Tað verða samráðingarnar landanna
millum, sum fara at avgera, hvussu
skjótt millumverandi Føroya og
Danmarkar fer at verða avgreitt,
sigur Poul Nyrup Rasmussen, for-
sætisráðharri.
Tað vildi verið skeivt av mær at
farið í smálutir við tí, sigur forsætis-
ráðharrin. Báðir partar fara at hava
ynskir, sum verða vidgjørd í sam-
ráðingum.
Men tað er greitt, at endin á
blokkstuðlinum verður, at hann fell-
ur burtur.
Hvussu skjótt tað verður, eri eg
ofta spurdur um, og eg kundi eisini
givið nøkur boð, men tað hevði
verið ópassandi og tænir ongum
endamáli, sigur Poul Nyrup Ras-
mussen.
Grundleggjandi politiska stødan
i Danmark til samstarvid vid Før-
oyar, er tann, sum eg sjálvur havi
greitt frá á vitjan míni her, sigur
forsætisráðharrin.
Eg haldi framvegis, at vit hava
nógv at geva hvørjum øðrum. Eg
haldi eisini framvegis, at samstarvið
kann endurnýggjast og nýmótans-
gerast alla tíðina.
Og eg trúgvi uppá, at vit kunnu
uppfylla nógv ynskir frá føroying-
um um økt sjålvstyri og meira
ávirkan á bæði innan- og uttanríkis-
politisk mál.
>Men eg má aftur undirstrika
minst fýra- fimm ella uppaftur fleiri
ferðir, at tað eru føroyingar, sum
velja.
Eg havi bara av og á kent tað sum
eina skyldu, uttan hóttan, at siga,
hvussu eg meti støduna. Og eisini
við góðari samvitsku seinni at
kunna siga bæði føroyingum og
mær sjálvum, at so er einki goymt
undir bordinum, sum so verður tikið
upp sum eitt forskrekkilsi aftanå,«
sigur Poul Nyrup Rasmussen, for-
sætisráðharri.
Oljan er tykkara
Danmark fer at hava fulla viðring
fyri, at tað eru føroyingar sum av-
gera eitt samstarv við Danmark á
oljuøkinum. Og eisini, at møgulig
olja undir Føroyum er føroysk.
Vit hava, sum er, samstarv um
gransking og umhvørvi.
Danmark hevur ávísar royndir á
økinum.
Serliga um samráðingar við stóru,
altjóða oljufeløgini, sum standa fyri
leiting og framleiðslu. Og danir fara
eisini til einahvørja tíð at hjálpa
føroyingum í uppbygging av fyri-
sitingini å ti økinum, lovar Poul
Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri.
Allari ti serfrødi, føroyingar
ynskja, fara vit fegnir at hjåpa tykk-
um við. Men vit fara ikki at noyða
nakað niður yvir tykkum.
Aftur her eru tað føroyingar, sum
avgera, hvat tit vilja samstarva um.
Upplýsing neyðug
Í samband við nýliga kunngjørdu
veljarakanningina, sum gevur báð-
um veingjunum í sjálvstýristosinum
framgongd, sigur forsætisráðharrin,
at hann sum javnaðarmaður hevur
tey ráð til føroyska Javnaðarflokkin
at lýsa allar síður av samstarvinum
við Danmark.
Eg skilji væl ynski føroyska Javn-
aðarfloksins um eina endurskoðan
av Heimastýrislógini. Og eg vóni,
at føroysku politikkararnir fara at
finna eitt breitt grundarlag, har eisini
Javnaðarflokkurin er við, tá hetta
málið skal avgreiðast.
Um viðurskiftini millum danska
og føroyska Javnaðarflokkin sigur
Poul Nyrup Rasmussen, at tey bæði
floksliga og persónliga eru góð og
virðilig.
Tað hava verið ósemjur, sum vit
nú hava fingið avgreiddar.
Fyri meg persónliga hevur tað
altíð verið rættiliga fundamentalt,
at stevna Javnaðarrgrslunnar, um at
verja tey ringast stillaðu í samfelag-
num, verður hildin.
Har hugsi eg millum annað eisini
um útjaðaran í. Danmark.
Og eg veit at føroyski Javnaðar-
flokkurin eisini er sera upptikin av
at útjaðaragkini her í Føroyum yvir-
liva.
Hava skjølini
Um málið við hernadarskjølunum,
sum skulu vísa, at danir og ameri-
kanarar hava undirhondsavtalur um
Føroyar, sigur forsætisráðharrin, at
har átti alt at verið upp á tað reina.
Danska stjórnin hevur latið føroy-
skum søgufrødingum øll tey skjól,
sum eru at fåa, og eg vænti, sigur
Poul Nyrup Rasmussen, at tå allar
kanningar eru lidnar, verður úrslitið
almannakunngjørt.
Eg dugi at síggja, at tað hava
verið eitt sindur ójavnar meiningar
og frágreiðingar frammi.
Men mín hugsan er, at nú skulu
vit fyrst hava alla kanningina lidna
og framlagda, so kunnu vit aftaná
viðgera hana upp á ein ordiligan
máta.
Eg dugi yvirhøvur ikki at siga
nakað um, hvørt grundarlag verður
fyri nøkrum figgjarligum endur-
gjaldi til Føroyar, sigur forsætisråd-
harrin.
»Vit hava í forsætismálaráðnum
rrda tå roknaðir djavnt við allar aðrar útlendingar í Danmark. Tað kann sjálvandi lætt fatast sum ein ræðsluherferð mót-
jarta, og eg kenni tað sum mína skyldu at siga tað, sigur danski forsætisráðharin í samrødu vid Sosialin
latið granskarunum øll tey skjól, sum
vit høvdu atgongd til, soleiðis at
kanningin kundi gerast, so sum
føroyingar ynsktu tað.<
Beinleidis handil
Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá
mongum føroyskum handilsmonn-
um at sleppa uttan um allar teir
donsku millumhandlararnar, sum
skulu hava part, hvørja ferð ein vøra
verður seld í Føroyum.
Spurdur um danska stjórnin vil
hjálpa føroyingum við hesum í kom-
andi handilssamráðingum, svarar
forsætisráðharrin, at hann avgjørt
metir, at tað ber til at fáa føroyskar
umboðsmenn, sum kunnu arbeiða
við júst slíkum málum, inn á ymsar
danskar sendistovur.
Og skuldi ynski komi frá einum
sjålvstødugum stati, sigur forsætis-
ráðharrin, at danska stjórnin vendir
ikki einum vini bakið.
>Og tað fer sjálvandi framvegis
at vera eitt gott vinarlag millum
Danmark og Føroyar«, endar Poul
Nyrup Ramsussen, danskur forsæt-
isráðharri, samrøduna við Tíðinda-
blaðið Sosialin.
Mínar royndir siga, at tú krevur at vera fysiskt til staðar á øllum al-
tjóða pallum, um tú vilt luttaka í altjóða politikki