fríggjadagur 13. august 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið
NR. 151 - 13. AUGUST 1999 |
Poul Dissing og synir hansara
hugtóku fullan konsertsal
mikukvøldid og tey, ið bert komu eftir
„klára kaffinum« fingu eisini tað við
kál ak ssssssssse,
Edvard Nyholm Debes og Bill
Buchman spældu jazz í
musikcaféini
Fi BES
Tað eru í år 25 år síðani, at Spælimenninir spældu saman á fyrsta sinni, og
mikukvøldid prógvaðu teir, at teir enn eiga spæligleði, ið smittar...
Jazzfestivalurin byrjaður
Mikukvoldið fór 16. Jazz-, fólka- og bluesfestivalurin av bakkastokki. Sum altíð, so er borðreitt vid kendum og minni
kendum nóvnum. Millum kendu nóvnini eru í ár eru Sanne Salomonsen og Big Fat Snake, men tað vóru Poul Dissing
og synir, ið stóðu við stórum stavum fyrsta kvóldið í ársins skrá
Dagfinn Olsen
Myndir: Alvur Haraldsen
Mikukvoldið byrjaði Tórs-
havnar Jazz, Fólka og
Bluesfesivalurin 1999
Hetta er tann 16. í rødini
og aftur í ár hava Norður-
landahúsið og Brandur
Øssursson megnað at fáa
stór nøvn hendavegin. I år
er tað Danmark, ið stendur
sum avsendaraland, tá
størstu nøvnini seta bein-
ini á føroyska jørð
Brandur prof i útlondum
Tå Brandur Øssursson og
hansara Jassar frå Tórs-
havnar Musikkskúla høvdu
lagt fyri i forhøllini miku-
kveldið, setti stjórin i Norð-
urlandahúsinum, = Helga
Hjørvar, festivalin.
Fólk var so smátt farið
at savnast í húsinum, tó at
enn ikki var fult hús.
Síðani áttu Noreg og
Svøriki pallin. Akku úr
Noreg umboða sangsiðin
hjá kvinnuinuittunum í
Canada, norskan fólkatón-
leik og sibiriskan sang.
Umframt er tubablásarin
kendur fyri at framala
ljóðmyndir.
Høgmarkarna umboðaðu
svenskan fólkatónleik og
hugtóku í sínum vøkru
tjóðarbúnum.
Eisini leikti danski am-
erikumaðurin Bill Buch-
man. Hann er jazzpian-
istur og hevur eisini gjørt
jazzplakatina í ár. Hann
hevur spælt við kendum
tónleikarum. Mikukvøldid
var tað tann í Føroyum so
kendi bassleikarin Edvard
Nyholm Debess, ið legði
botn í. Friggjakvøldid fer
eisini ein føroyskur saxo-
fonleikari å pallin vid Bill
og Edvardi. Tað er Brand-
ur Øssursson, 10 fyrr var
professionellur jazztón-
leikari í útlondum.
Spælimenn í 25 ár
Spælimenninir í Hoy-
dølum settu seg síðani væl
tilrættis í Klingruni og tað
sama gjørdi lurtarafjøldin,
ið nú tóktist at vaksa.
Tað eru í august í ár 25
ár síðani at spælimenninir
byrjaðu at spæla. Mann-
ingin hevur verið rættiliga
støðug, tó at gestatónleik-
arar hava verið við. Skráin
hjá bólkinum hevur verið
merkt av, hvør hevur leikt
við. Traditionell norður-
lendsk, bretsk og amerik-
onsk løg og so tey mongu
hjá Ívari Bærentsen. Hetta
er tann føroyski bólkurin,
ið hevur ferðast mest við
sínum tónleiki. Síðani
1977 hava tey spælt í
Norðurlondum, Bretsku
oyggjunum, Amerika og
Europeiska fastlandinum.
Í áttatiárunum spældi tey
eini 50 konsertir árliga, úti
sum heima. Bólkurin hev-
ur givið 7 plátur ella fløg-
ur út.
Mikukvøldid hugtók
bólkurin við tónleiki, ið
ikki kundi annað, enn fáa
áhoyraran at liva við. Og
hóast nógv ár á palli, so
eigur bólkurin enn spæli-
gleði og evnini at hugtaka
við klaveri, floytu, fi6l og
kontrabassi og kassaguit-
ari.
Dissing ikki tað
ringasta ein hevur...
Síðst á skránni miku-
kvøldid stóð Dissing,
Dissing, Nissen og Diss-
ing. Poul Dissing kenna
tey flestu og hann hevur
vitjad her ådur. Hann hev-
ur staðið á danska tón-
leikapallinum í meira enn
30 ár. Longu í fimtiåru-
num leikti hann jazz við
Freddy Fræk. Hann leikti
tá trompet.
Dissing legði trompetina
á hillina, men helt á at
syngja sín serstaka vísu-
sang og undirtøkan vaks.
Eisini vildu tónleikarar
sleppa at spæla saman við
honum. Nevnast kunnu
Benny Andersen, Fuzzy,
Pierre Dørge og bólkurin
Burnin' Red Ivanhoe.
Poul Dissing hevur
roynt nógv og nú sam-
starvar hann við synir
sínar, Jonas og Rasmus
Dissing, ið spæla munn-
harpu, klaver og syngja
Og tá Dissing trein á
pall mikukvoldið, vóru
nærum allir sessir mann-
aðir í konserthøllini. Og
ósvikaliga tryggur undir-
helt hann við vísum og
smásøgum, ið bundu sam-
an skránna. Og ungu
menninir við hansara lið
stuðlaðu væl.
Og tey, ið kanska bert
kenna Dissing frå om
lidt er kaffen klar“, fingu
eisini sitt og kanska eitt
sindur afturvid, um tey
høvdu oyruni opin, tí tað
var eitt væl upplagt Diss-
ing-harkalið, ið setti
punktum mikukvøldid.
EEN