Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. august 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

se eee, DD HA NR. 151 - 13. AUGUST 1999 tidindabladid Kenna bæði C-dur, Tjal-dur og Bran-dur Soleiðis siga menninir handan feitu slanguna í donskum rocktónleiki, sum á fyrsta sinni vitja í fóroyum. Teir eru millum best umtóktu bólkar í Danmark og eitt stórt navn í Skandinavia. Bólkurin er kendur sum konsertbålkur, men eftir at teir samstarvaðu við fóroyska framleiðslustjóran Ola Poulsen í 1996, kom verulig ferð á fløgusøluna Dagfinn Olsen Mynd: Alvur Haraldsen Friðaligir sita teir í for- høllini hjá M.C. niðri á Hotel Hafnia. Avtalan var at hitta teir klokkan 18:00 og hon er eftir føroyskum viðurskiftum „ikki meira enn 4 minuttir yvir“, tå tygara útsendi kemur innar á Hafnia. Men teir eru klárir. Júst komnir til landið hava teir ikki havt nakra stóra nátt- úruuppliving enn, annað enn eyguni kunnu njóta úr flogfari og bussi, so hósk- andi er at leiða teir upp á takið á Hafnia til mynda- tóku og eitt stutt prát. Kenna teir aftur Big Fat Snake er bólkur, ið hevur leikt í eini 8 - 9 ár og 9 fløgur hava teir givið út. Teir eru fastir gestir á summarfestivalu- num í Danmark og hava verið nevndir millum bestu konsertbólkar í Dan- mark. Hóast vit kenna eini tveir av manningini í Big Fat Snake aftur frá Danska bólkinum Malurt, ið leikti fyrst í åttatiårunum, so eru teir ikki heilt álviligir, tå lagt verður út við, at Big Fat Snake kanska eru gamlir í garði í donskum rockhøpi. Ti gamlar kenna teir seg ikki, men teir vidganga, at teir bæði sum bólkur og hvor í sínum lag hava nøkur ár á baki og eru royndir menn. - Onkursvegna ógvast vit, tá tú nevnir hetta við at vera gamlir. Men t.d. D.A.D hevur spælt tvær ferðir so leingi sum vit, men hevur eitt annað im- age, og eru um sama aldur sum vit, sigur Peter Visk- inde. Tjal-dur og Bran-dur Og júst tað, at teir hava royndirnar er kanska við til at gera bólkin til tað hann er, ein góður og grundfestur rockbólkur, ið tó ikki stendur í stað. Sjálvir eru teir meira lítil- látnir og skemtiligir. - Vit hava spælt í nøkur år og vit kenna f hvussu er ein C-dur og ein A-dur, sigur Peter Repete. - Ah, er tað ikki tað sama, heldur ein annar fyri. Og síðani gongur orðið munn av munni. - Ja, og vit kenna Tjal- dur. - Ja, og so sjálvandi Bran-dur. Men skal álvarin aftur í prátið, so viðganga teir, at teir eru millum teir bólkar, ið hava verið longst frammi í konserthøpi tey síðstu árini. Hetta við at vera góður live-bólkur taka teir ró- liga, men játta, at hetta hevur verið frammi í avís- unum. Men hetta hevur nakað at gera við, at onkur hevur sagt hetta nóg ofta, so at enda siga fólk, ja, at hetta passar. Men aftur her mugu teir vátta, at roynd- irnar spæla inn og harvið árini í fakinum. Kenna tey okkum? Manningin í Big Fat Snake leggur dent á, at teir ikki bert eru eitt kon- sertupplivilsi, men at teir eisini selja fløgur. - Men um eingin tímdi at lurta eftir tí, ið vit spæla og um fólkinum ikki dám- ar okara tónleik, so hevdi hitt við at vera ein góður konsertbólkur heldur ikki komið upp á tal, vísir Peter Viskinde á. Hann heldur, at bólkurin heldur saman, tí teimum dámar tað, ið teir fáast við og hann heldur tað er løgið, at yngri bólkar ikki koma við nýskapandi tónleiki. Hann metir, at Big Fat Snake alla tíðina er í broyting, men at yngri bólkar áttu at funnið okk- urt heilt nýtt og ikki bert blaka nakrar Beatles-ak- kordir upp, fyri at vita, hvussu tær falla niðuraft- ur. Hann metir eisini, at ein orsøk til, at Big Fat Snake heldur saman er, at plåtu- feløg ongantíð hava staðið í longum røðum fyri bólk- inum, men at teir gera tað, ið teimum lystir uttan mun til hvat onnur halda. Manningin metir, at tón- leikurin er rocktónleikur., hvørki meira ella minni, hóast åvirkan kemur frå øðrum ténleikasløgum eisini At talan er um bólk, ið ikki stendur í stað, hoyrist eisini á fløgunum, ið ikki líkjast. Peter Visk- inde sigur, at teir ongantíð hava lagt seg afturá, tí at nú riggaði og so kundi haldast fram á somu leið. Kenna føroyingar Hóast Big Fat Snake ikki hevur verið í Føroy- um áður, so kenna teir væl føroyingar. Ein teirra er giftur við konu av for- oyskari ætt og teir báðir, ið leiktu við Malurt kenna sjálvsagt bassleikaran har, Dia Nielsen, ið er føroy- ingur. Men eisini samstarvið við dugnaliga føroyingin Ola Poulsen i 1996 hevur givið bólkinum nógv og setti ferð á fløgusøluna hjá Big Fat Snake. Manningin kennir ikki stórvegis til føroyskan tónleik, men vænta at 15 Manningin í Big Fat Snake á takinum á Hotel Hafnia hoyra okkurt á ferðini í Føroyum Manningin i Big Fat Snake gleðir seg at spæla fyri føroyingum, hóast teir ikki vita, um føroyingar veruliga kenna bólkin so væl. Men føroyingar kunnu vænta vælljómamdi rock og ein livandi bólk, ið als ikki tekur undir við um- mælaranum hjá Politikk- en, ið hevur nevnt tón- leikin boogie blues ella blueskendan rock 'n roll. Teir fimm í Big Fat Snake fara eftir prátið at kenna svongd og leita sær niðuraftur av tekjuni. Prát og myndatøka gingu væl og eingin teirra hevur hæddarræðslu fáa vit stað- fest, og tað er gott hjá bólki, ið flýgur ovaliga í danska festivaltjaldinum og fløgulistunum og sum eisini er eitt av nøvnunum ovast á festivalskránni í Tórshavn í ár.