Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. august 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

LS 16 Viðmerkingar: tíðindablaðið e SE VÆG NR. 151 - 13. AUGUST 1999 Best hevdi verið, um jåttanin til barnaansing á fíggjarlógini varð standandi til eldraøkid eisini er loyst, soleiðis at ein figgjarlig loysn fæst á báðum økjum í senn Tad er fallið býráðs- og onkrum løgtingslimum i Havn fyri bróstið, at eg havi dittað mær at tikið undir við einum tilmæli um at geva kommunum fulla ábyrgd og fullan avgerðarrætt á barna- ansingarøkinum. Soleiðis sum kommunu- nevndin eisini hevur mælt til í sínum áliti, ið handað varð løgmanni i fjørheyst. Og soleiðis sum ikki minst Torshavnar kommuna i ára- vis dúgliga hevur stríðst og talað fyri Men nú fíggjarligu av- leiðingarnar av hesum vísa, at summar kommunur fáa eina minniútreiðslu og aðrar eina meirútreiðslu, hevur pípan fingið annað ljóð. Hetta er - við fyrstu eygn- kanska ikki so legið, Forshavnar komm- um eina meir- treiðslu uppá 15 miljónir tu er talan KTONUT Men líkt er til. at hetta er prísurin fyri, at kommunan rættin á hesum ok ullum komm- Vidmerkjast skal í hesum at kommunan ti- betur er somikið væl fyri í dag. at hon um neyðugt er for fyri at átaka sær hesa útreiðslu, uttan at neyð- verður at skatt inn frá sambandi ugt samstundis Nei til blokkstuðul Arbeiðsbólkurin, sum Hel- ena Dam á Neystabø, lands- stýriskvinna í almanna- og heilsumálum, setti at ar beiða við barnaansingarøk- inum, sigur í áliti sínum, at hann hevur lagt stóran dent á, at ábyrgdin og avgerðar- rætturin á hesum økinum fylgist at. Og at uppgávurnar, sum verða fluttar frá landinum til kommunurnar, ikki skulu kompenserast við blokk- stuðuli, men heldur við javning um lands- og kommunuskattin. Soleiðis sum eitt nú Ingi Mohr sigur seg vera tals- mann fyri! Sjálvur sigur arbeiðsbólk- urin soleiðis í niðurstøðu sínari: >Tá ið inntøkan hjá lands- kassanum av almannaút- reiðslunum, sum komm- urnar krevja inn i løtuni, samsvarar nøkulunda við útreiðslurnar hjá landskass- anum til barnaansing, verð- ur mælt til at avtaka lógina um býtið av almannaút- reiðslunum og geva komm- ununum alla ábyrgdina av barnaansingini«. Hetta ber við ødrum orð- um í sær, at kommunurnar ikki longur álíkna lands- skatt, ið skal avroknast mill- um báðar partar, og fyri- sitingin á hesum øki kann sostatt verða spard. Sambært hesum verður barnaansingin sostatt bæði fíggjarliga og umsitingar- liga kommunal - og ikki ein útreiðsla bæði landsins figgjarlog og fíggjar ætlanimi hjá kommunum. Hetta er sama skipan, 10 er galdandi í Íslandi. Í Danmark fáa komm- unurnar blokkstuðul í stað- in, men donsku kommun- urnar siga seg hava ringar royndir av hesi skipan. Tá samráðingar eru mill- um stjórnina og kommunur- nar um upphæddina á blokkinum, verður blokk- urin ofta skorin, samstundis sum álagt verður komm- ununum at finna inntøkur aðrastaðni. Fryktandi er fyri, at hetta eisini verður gongdin her, um vit velja blokk framum uppskotnu loysnina. Eldragkið takast við Men henda loysnin ber altso í sær eina minniútreiðslu fyri summar kommunur og eina meirútreiðslu fyri aðr- ar, eitt nú Tórshavnar kommunu, á barnaansing- arøkinum. Hinvegin er líkt til, at tað øvugta verdur galdandi, um eldragkið eisini verður kommunalt burturav, tí lut- falsliga færri eldri fólk búgva her enn í hinum kommununum. Og av tí at arbeiðsbólk- urin hevur tengt yvirtøkuna av barnaansingini saman við parti av eldraøkinum (t,d. ellis- og røktarheim- inum), er semja í býráðnum í Havn um, at hesi bæði målsøki eiga at verða flutt til kommunurnar undir ein- um. Helena Dam á Neystabø eigur tí at fylgja tilmælinum frá arbeiðsbólkinum um at seta ein annan arbeiðsbólk (kanska tann sama) at ar- beiða við eldraøkinum bein- anvegin. Míni ráð til hana skulu samstundis vera at varð- veita játtanina til barnaans- ing á fíggjarlógini til eldra- økid eisini er loyst, soleiðis at ein fíggjarlig loysn fæst á báðum økjum í senn. Viðmerking til IM og LLP Í viðmerkingum í bløðunum týsdagin vóru Lisbeth L. Petersen og Ingi Mohr ikki sért fortørnadi um, at eg glaðbeintur skal hava sagt í eini bladsamrødu, at >Vit gjalda fegin< (fyri at fáa fulla ábyrgd og avgerðar- rætt á barnaansingarøki- num), tí tey mettu meg ikki at hava undirtøku fyri hes- um úttalilsinum millum bý- ráðslimir. Til hetta er bert at siga, at hatta er ikki míni orð, men blaðsins. Heldur ikki minn- ist eg meg at hava tikið upp á tunguna, at tað er >órímu- ligt at bygdafólk skulu gjalda fyri barnaansingina í Havn<. Hetta er somuleiðis blaðsins nidurstøda. Fyri rættvísins skyld skal tó sigast, at eg kortini ikki hevði verið heilt ósamdur við hesi niðurstøðu, um bara skoytt hevði verið uppí aftrat, at havnarfólk heldur ikki skulu gjalda fyri barna- anssingina aðrastaðni í landinum. Skuldsetingarnar hjá Inga Mohr um fíggjarligt á- byrgdarloysi taki eg mær ikki tykni av, ti tær eru sjálvandi púra burturvid, og tað veit Ingi Mohr eisini fullvæl. Loyvi mær í hesum sam- bandi - í vanligum lítillætni - at vísa á fíggjarligu úrs- litini hjá kommununi hesi seinastu árini, tí tey munnu tala fyri seg! Annars haldi eg tað vera sera óloyalt og átaluvert, at Ingi Mohr ongantíð kann gera almennar viðmerking- ar til nakað, uttan at leggja eftir fyrisitingini hjá komm- ununi og serliga býráðs- skrivaranum. Tað er ringur fuglur, ið drýtur í egið reiður! Fyrisitingin hevur mær vitandi altíð verið loyal mótvegis býráðnum og ikki minst býráðsformanninum, og tað eigur hon tøkk uppi- borna fyri. Heldur ikki dugi eg at skilja atfinningar Inga Mohrs ímóti KSF (Komm- unusamskipan — Føroya), sum Tórshavnar byråd hev- ur verið við til at sett á stovn sum júst hevur sama stavn- hald sum vit: at virka fyri øktum kommunalum sjálv- ræði. Og at hetta ikki bert eru orð, hava vit longu fingið fleiri dómi um. Samstarv framum klandur Nei, betur var um vit ístaðin fyri hetta evindaliga klandr- ið og stríðið, ið hevur ser- merkt og verið kommunala arbeiðnum til ampa í alt ov stóran mun, eggjaðu hvønn- annan til heldur at fara undir eitt sunt, miðvíst og menn- andi samstarv á kommunala økinum í Føroyum. Samstarv er ju lykilin til allan framburð, og tað átti serliga tú at lagt tær í geyma, harra Ingi Mohr. Viðvíkjandi Lisbeth L. Petersen, so lesi eg við- merking hennara soleiðis: At hon metir álitið hjá ar- beiðsbólkinum sum eina heila loysn, men at hon ikki trýr uppá og hevur álit á, at eldraøkid verður lagt út til kommunurnar, um hetta ikki verður gjørt saman við útleggingini av barnaans- ingarøkinum. Úrslitið verður tí eftir hennara meting bert ein hálv loysn. Eg má siga, at eg skilji væl ótta hennara, og tí skal vón mín vera, at landsstýrið tekur hetta til eftirtektar saman við ráðum mínum omanfyri, soleiðis at vit í felag kunnu fáa eina loysn á barnaansingar- og eldra- økinum sum skjótast. Vinarliga Leivur Hansen borgarstjóri Nú gnista havnarmenn At ósa seg um, at gjáarfólk, svinovingar og sumbingar ikki framhaldandi skulu gjalda barnaansing í Havnini. - Tit áttu at skamma tykkum Eftir at barnaansingarbólk- urin - sum landsstýrismað- urin í almannamálum setti - hevur lagt síni sjónarmið fram, tykjast býráðspolitik- arar í Havnini og enntá onk- ur av løgtingslimunum í høvudsstadnum at hava hug at leypa á. Lat meg siga, at í høvuds- heitum er bólkurin komin sera væl frá sínum setningi, og loysnin, hann hevur mælt til, er tann avgjørt minst fløkta og mest sjálv- sagda. At kommurnar sleppa undan øllum teim floktu gjøldum á almanna- økinum, men út í æsir gjalda og umsita barnaansingina. Hinvegin er umráðandi, at víðari verður farið við eldrapolitikkinum beinan- vegin, hetta sum verður næsti spýrin á bulinum. - Tað er neyðugt, at hesi mál verða umsitin av kommu- nunum og so einfalt sum gjørligt. Soleiðis fer pen- ingurin til børn og foreldur heldur enn til umsiting. Tað er høvudsuppgåvan. At sumbingar, svínoying- ar og gjáarfólk í framtíðini ikki skulu gjalda fyri barna- ansing í Tórshavn og Klaksvík hava tey, ið um- boða Havnina ilt við at góð- taka. Havnin er so von við, at tað er landskassin, ið skal gjalda, meðan almennu løn- irnar syrgja fyri, at komm- unukassin har fær inntøk- urnar. Odýrari men sjálvsagt fullgóðar loysnir Í Havnini kostar eitt ansað barn umleið 55.000 krónur, meðan tað í Klaksvík kostar 38.000 krónur. - Leggið tykkum í geyma, at lands- kassin t.v.s. svínoyingurin, gjáarfólkið og sumbingurin hevur goldið fyri ein ótrú- liga stóran part bæði iløgur og rakstur av barnaansing- ini í Havnini. Sum Jógvan Lútzen, for- maður í sosialu nevnd í Klaksvíkar býráði so væl segði tað í Dimmalætting, >vit hava vælt ódýrari loysnir, sum eru góðkendar av gøllum myndugleikum, og ætlanin er at halda á við ti<. Her kann leggjast afturat, at Klaksvíkar Kommuna hevur verið noydd at gjalda 70% av dagrøktarskipanini, ti landið vildi ikki leggja út. Eg haldi, at tit - bæði Kristian Magnussen, Lis- beth L. Petersen, Elin Lind- enskov og Ingi Mohr - áttu at verið fegin um at sloppið við at hildið munn. Men tá hetta hevur verið reint »buisness« fyri Kristian Magnussen 0.0. verður tor- ført at taka vid einari broyt- ing, ið førir til meir »før- oyskt rættvisi«, sum summi so ofta taka til. - Té skal borgarstjórin í Havnini, Leivur Hansen, og fleiri við honum hava rós fyri, veru- liga at hava skilt tað neyð- uga í at ráða yvir egnum viðurskiftum og Vilja gjalda, eins og vit onnur. Havnin altíð havt ein for- rætt Meðan eg nú skrivi, haldi eg, at eg fari at geva tvey av fleiri dómum, sum tó ikki hava við barnaansing at gera, sum vísa hvussu vit, sum búgva í útjaðaranum, verða viðfarin, meðan Havnin annars kann dusa sær í landsíløgdum projekt- um. Tá landsstovnurin » Trygdarmidstødin fyri sjó- menn« varð settur á stovn í Klaksvík, mátti Klaksvíkar Kommuna leggja út yvir eina hálva millión av teim- um tveimum milliónunum kostnaðurin var, fyri at hetta kundi gerast veruleiki. Nú granskingardepilin - við tíðini - fer at gerast veruleiki, hóast ávísar kreft- ir í Havnini hava roynt at skert stovnin, skal Klaks- víkar Kommuna leggja bygning til, og kostnaðurin er umleið hálvaaðru millión krónur. Hesir báðir stovnar - og aðrir við - eru landsstovnar og hava sín fulla rætt, ja, síni sjålvsøgdu krøv, til at liggja i Klaksvik, eins og aðrir stovnar í framtidini koma at verða lagdir ymsa- staðni í Føroyum. - Tit eiga at venja tykkum við tankan. Tórshavnar Kommuna hevur fingið alt upp í hend- urnar. Nú at hoyra gnístini, tí tykkum verður ålagt, åjavnt øðrum í samfelagnum at gjalda egnu barnaansing, er TILL L 88 ovboðið. - Tit skamma tykkum. Jógvan við Keldu løg- tingsmaður og borg- arstjóri áttu at