Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. august 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: www.sosialurin.fo Jan Múller ; Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Setið ein løgtings- Avsporað orðaskifti ins umboðsmann! Oddagrein Formansskapurin í løgtinginum hevur ikki í umbúna at fremja samtyktina at seta ein logtingsins umboðsmann. I staðin ætlar formansskapurin at bota arbeiðsumstoðurnar hjá landsstýris- málanevndini, ið virkar sum klagu- stovnur hjá løgtingi og hjá almenn- inginum. Tað er ikki sort næsadjarvt at sleppa ætlanini at seta ein logtinsins um- boðsmann, sum skal virka sum ein óheftur klagustovnur hjá fólkinum, tá tað snýr seg um mál í almennum hopi. Tað er nógv ár síðani, at málið varð reist á fyrsta sinni. Og ein av teimum, sum stríddist við hesum máli, var Karin Kjølbro - partakona hjá løgtingsformanninum, Finnboga Isak- son!!! Logtingsformaðurin heldur eftir ollum at doma, at landsstýrismálanevndin kann megna hesa uppgávuna, um hon fær okta hjálp. Til tað er at siga, at landsstyrismålanevndin er mannað við politikarum - kanska politikarum, sum skulu viðgera klagur, sum teir sjålvir ella flokkur teirra hevur ábyrgd- ina fyri. Ein politiskt vald landsstýrismála- nevnd kann ongantíð gerast tann 6- vildugi klagustovnur, sum Føroya fólk hevur krav uppå, um vit skulu tala um eitt samfelag vid rættartrygd. Ti eigur løgtingiå at seta formansskapin upp á pláss og krevja, at ein um- boðsmaður verður settur skjótast gjørligt. Hinvegin er einki i vegin fyri, at lands- styrismålanevndin fær bøtta hjålp. Tað er bæði skomm og dømi um líkasælu og vantandi virðing fyri landsins borgarum, at klagan hjá Før- oya Sílaveiðufelag um framferðina hjá landsstýrinum í alimálinum á Hovsvatni hevur ligið í landsstýris- málanevndini í hálvtannað ár. Hetta er aftur eitt domi um, at tað er harð- liga brúk fyri einum løgtinsins um- boðsmanni. Sosialurin John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Høgni Mohr itrottarskrivari: Emil L. Jacobsen "Dagfián Olsen Myndamenn: Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen Utgevari, uppseting: Sosialurin Bustadur: Argjavegur 26, Argir Postatir: 'Postsmoga 76, -- 110 Tórshavn mega Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post &sosialurin.fo Prent: Sosialurin um barnansing I januar i år setti landsstyr- ismadurin í almannamálum ein arbeiðsbólk at koma við uppskoti um, hvussu barna- ansingin kann leggjast út til kommunar at umsita. Tann 9. juli kom álitið, sum er grundarlagið undir tí orða- skifti, ið hevur tikið seg upp um barnaansing. Alitið, ið er onkisigandi og ikki átti at borið heitið álit, man verða høvudsor søkin til, at orðaskiftið fór av sporinum, til stóran skaða fyri kommunala sjálvstýri Verður = barnaansingin løgd út til kommunurnar. sum fyrisligið í áltinum, kemur hetta m. a. at kosta Tórshavnar kommunu uml. 50% ella 15 mió meir enn í dag at nøkta verandi barna- ansingarvirksemi. Harum- framt tekur álitið ikki hædd fyri ti ovurhondsstóra 6- noktaða tørvinum á barna- ansing í Tórshavnar komm- unu. Tað standa uml. 400 børn á bíðilista fil dagstovn/ røkt. Tað kemur at kosta kommununi aðrar 15 mió, bert til rakstur, at skaffa hes- um børnum ansingartil- bod,umframt iløgunar i stovnar og útbúna. Sambært borgarstjóran í Havn er hetta ongin trup- ulleiki, tí kommunan rindar fegin, og heldur ikki er neyðugt at hækka skattapro- sentið, tí kommunan flýtir yvir í skattaborgarans peng um. Um so er, at kommunan kann átaka sær hesar øktu útreiðslur uttan at hetta nervar virsemi annars ella vidførir skattahækking, so er einasta rímuliga niður- stóða mín, at borgarar í Torshavnar kommunu í dag rinda meiri skatt, enn kommunar hevur tørv á, og at skattaprosentið tí átti at verið lægri. Tað var eisini borgarstjór- in í Havn, ið sambært Sosi- alinum legði ósolidariska stødid við at spyrja, um tað var rímuligt at bygdafólk rinda fyri barnaansingina í Havn. Jógvan við Keldu rósir Leivur Hansen og nýtir høvi til sítt afturvendandi ålop á høvudstadin og fólk- avaldu umbod tess. Orsøkin til at Jógvan við Keldu nú er so glaður fyri Leiv Han- sen er, at Klaksvíkar komm- una sambært barnansingar- álitið kemur at hava 3.6 mió í minni útreiðslum til barn- aansing. At borgarstjórarnir í Havn og Klaksvík og landsstýris- maðurin í almannanálum bera brenni til tann ósoli- dariska eld, ið er kyknaður í Føroyum seinatu tíðina, mugu fólk stríðast ímóti, serliga fólk í útjaðaranum. Latið tykkum ikki taka av fótum við bíligum retorikki um tað órímuliga í, at tit rinda = barnaansingina í Havn. Hugsið tykkum um, hvor verður veruligi taparin, miðstaðargkið ella útjaðar- in, um prísur skal setast á hvørja tænastu og útreiðslu í samfelagnum, og fólk fara at nýta sína orku bert til at pleyga síni egináhugamál? Hvat hendir, tá fólk í mið- stadarøkinum fara at spyrja, um tað er rímuligt, at tey rinda fyri undirsjóvartunn- lar, nýggjar ferðafólkaferg- ur, fólka- og farmaflutning millum oyggjarnar, eldra- økid á bygd og mangt ann- að. Um Føroya Landsstýri ci uppgávuna vaksið, so eigur álitið um barnaansing at verða koyrt í pappírskur ina og orkan nýtt til at kom- ið í løgtingið við uppskoti um eina samlaða loysn á kommunubygnaðinum, har uppgávu, heimildar og á- byrdarbýti millum land og kommunur er púra greitt. Nýggi kommunubygnað- urin og landsstýrisins poli- tikkur annars eigur at hava sum høvudsmål at halda saman uppá solidartetin í samfelagnum og framhald- andi menna hugssjónina um at lata eftir førimuni og nýta eftir tørvi. Kristian Magnussen løgtingsmadur Av ti at villa var komin í lesarabrævið hjá N. P. Danielsen, prenta vit tað umaftur saman vid viðmerkingini hjá bispi: Prestastarvið í Klaksvík lýst 1 ferð og komu 4 umsóknir Í blaðnum í kveld endur- gevur »Sosialurin« Hans J. Joensen, biskup, fyri at siga, at prestastarvið í Klaksvík varð lýst leyst 3 ferð. Tá ið H. Bogesvang fór, varð lýst eina ferð. Tá komu 4 um- sóknir, og ein av umsøkjar- unum, Hans Eiler Hammer, varð innstillaður og settur í starvið. Hann er framvegis prestur í Norðoya vestara prestagjaldi saman við und- irritaða, ið hevur verið prestur her síðan 1979. Virðingarmest á Brekku í Klaksvík á Lavramessu 1999 Niels Pauli Danielsen Niels Pauli fer skeivur HOGNI MOHR Hans Jacob Joensen ger vart við, at talan ikki er um starvið hjá Henning Bøges- vang. — Tað er rætt, at ongin trupulleiki var at fáa prest í starvið hjá Bøgesvang. Ta ferðina, neyðugt varð at lýsa tríggjar ferðir, var tá Niels Pauli sjálvur vildi sleppa í farloyvi í sambandi við tingarbeiði í 1993, sigur bispur. Niels Pauli, sum tá sat í løgtinginum fyri KrF, vildi sleppa úr tveimum triding- um av starvi sínum, og í tí sambandi varð sekt eftir hjálparpresti fyri Niels Hann fer ikki at mót arbeiða menn at ávirka Í blaðnum í gjár verður Bjarni Djurholm, fíggjar- nevndarformadur, endur- givin fyri at siga, at verður uppskotið til fíggjarlóg fyri 2000, sum landsstýrið fer at leggja fyri tingið, 100-200 milliónir hægri, enn fíggjar- lógin er í ár, sum ábendingr eru um, fer hann at mót- arbeiða tí og fer at royna, alt, hvat hann kann, at lækka tað. Bara fyri at rudda allar misskiljingar av vegnum, skal sigast, at Bjarni Djur- holm ikki fer at mótarbeiða uppskotinum í orðsins rætta týdningi, tí tað heldur hann gevur onga meining. Men hann endurtekur, at hann fer at gera, hvat hann kann fyri at at royna at fáa semju um at lækka tað. --Ég fari at gera mína á- virkan galdandi. Men vinn- ur boðskapurin ikki frama, og landsstýrið heldur fram á somu kós, og ætlar fram- vegis, at almennu útreiðsl- urnar skulu hækka mun- andi, fari eg at gera, hvat eg kann í fíggjarnevndini, fyri at finna semju um at lækka útreiðslurnar. — Men tá vænti eg, at tað verður trupult at finna pol- itisku semju um tær stóru skerjingarnar. Tá fer tað heldur at standa á fáa tingið at halda tørn, sigur Bjarni Djurholm. Paula. — Tað eydnaðist ikki at manna starvið fyrr enn triðju ferð, tá Poul Poulsen varð settur, sigur Hans Jac- ob Joensen, bispur, sum fegnast um, at tað síðani hevur gingið betur at manna leysu prestastørvini í Før- oyum. FM 30 km eink- ultstartur 21. august klokkan 15 verður skipað fyri FM- súkkling á 30 km teini- num. Kappingin fer fram sambært nýggju reglu- gerðini, og verður meldað til hjá Sjúrði Bærentsen á telefon 315229, best eftir klokkan 18 og f seinasta lagi 19. august klokkan 19.