leygardagur 14. august 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 151 - 13. AUGUST 1999
tíðindablaðið
5
Bjarni Djurholm veit ikki hvat ið gongur fyri seg
— Tað, sum pínir hann, er møguliga tað, at vit hava kanska ongantíð havt so
gott tak á fíggjarstóðuni, sum vit hava nú, sigur Karsten Hansen
Akil BERTHOLDSEN
Bjarni Djurholm skuldi
verið tann seinasti at funnist
at fíggjarpolitikkinum.
— Tí veruleikin er, at hann
veit litið um, hvar gongur
fyri seg.
Karsten Hansen ristir all-
ar atfinningarnar hjá Bjarna
Djurholm í Sosialinum i
gjár, av sær.
Bjarni Djurholm, sum er
formaður í figgjarnevndini,
fanst í Sosialinum í gjár
hvassliga at ti førda fíggjar-
politikkinum, sum hann
bart út kallaði „eitt greitt
brot á samgonguskjalið“.
Tað, hann meinti við, var,
at fíggjarpolitikkurin er alt
ov linur og at almennu
rakstrarútreiðslurnar alsamt
hækka.
— Hetta er í grefligari and-
søgn til fullveldisætlanina,
ti skulu vit hava fullveldi,
mugu almennu útreiðslur-
nar lækka.
— Tí fyri hvørja millión,
vit hækka almennu rakstr-
arútreiðslurnar, flyta vit
okkum longur burtur frá
fullveldinum, sigur Bjarni
Djurholm.
Stendur ikki aftast
Men hesum vísir Karsten
Hansen, fíggjarmálaráð-
harri, frá sær.
Hann sigur tvørturim6ti,
at tað hevur kanska ong-
antíð verður so gott tamar-
hald á figgjarpolitikkinum,
sum nú.
- Men tað er kanska tað,
sum pínir formannin í fíggj-
arnevndini, leggur hann aft-
urat.
Karsten Hansen sigur, at
hyggir tú eftir, hví tær al-
mennu útreiðslurnar eru
hækkaðar, er tað skjótt at
koma til ta niðurstøðu, at
tað júst eru partamenninir
hjá Bjarna Djurholm, sum
eiga bróðurpartin av hækk-
ingunum.
Hann tosar m.a. um játt-
anir til ferjur, vaktarskip og
kommunumål o.s.fr.
— Og veruleikin er, at á-
gangurin um at brúka enn
meiri pening, er ikki minst-
ur frá júst fólkafloksmonn-
um.
— Sannleikin er, at hevdi
eg ikki havt bremsad so
frægt, sum eg havi, hevdi
fíggjarliga myndin í Før-
oyum sæð munandi ødrvisi
út, enn hon ger í dag, sigur
Karsten Hansen.
Onki boð uppá nakað
Karsten Hansen sigur, at
skulu almennu útreiðslurnar
lækkast, átti Bjarni Djur-
holm at verið so mikið at
sær komin, at hann vísti á,
hvar vit skulu spara.
--Men tað ger hann jú
ikki. Tí hann hevur onki boð
uppá hvar vit skulu spara.
— Eg veit onki um, at
Bjarni Djurholm hevur
staðið fyri nókrum sparing-
um.
Haðani er lítið og onki
komið uttan boð um rakstr-
arhækkingar, sigur fíggjar-
málaráðharrin.
Bjarni Djurholm fýlist
eisini á, at tað gongur ong-
an veg at laga almenna
sektorin til eitt føroyskt full-
veldi?
-Hvat veit Bjarni Djur-
holm um tað? Hóast vit sita
í samgongu saman, hevur
hann ikki sett mær ein tann
einasta spurning um fíggjar-
politikk ella fíggjarpolitisk-
ar ætlanir.
— Tað einasta, eg havi
frætt frá honum eru onkrir
fyrispurningar av tingsins
rødarapalli.
- Men at føra seg fram
av tingsins rødarapalli,
kunnu øll.
— Hann hevur ongantid
spurt meg, har hann skal
spyrja meg, eitt nú á sam-
gongufundum.
Tvørturim6ti førir Karst-
en fram, at tað fer eitt stórt
arbeiðið fram at umskipa
almenna umsiting fyri at
gera hana einfaldari og eff-
ektivari.
— Endamálið må vera at
fáa meiri fyri peningin.
Annars vísir Karsten
Hansen á, at í landsstýrin-
um er yvirhøvur semja um
tann førda figgjarpolitikkin.
Nú hava tit sagt, at figgj-
arlógin fyri komandi år skal
avspegla fullveldid?
Nú fer tað altíð at vera
kjak um, hvat ein . fullveld-
isfíggjarlóg“ er.
Og enn er tað, at tað
nakað tíðliga, at siga, nakað
um fíggjarlógina fyri kom-
andi ár.
Tó kann hann siga, at
uppskotið, sum landssstýrið
fer at leggja fyri tingið,
verður ikki 200 milliónir
hægri enn í ár, sum Bjarni
Djurholm fryktar fyri.
Karsten Hansen sigur, at
sjálvandi verður komandi
fíggjarlóg hægri enn tann í
ár í krónum og oyrum.
Men taka vit lønarhækk-
ingarnar, príshækkingar og
annað uppí, verður talan
heldur um eina veruliga
lækking, leggur hann aftur-
at.
Tað kemst av, at ætlanin
er at effektivisera og broyta
almenna sektorin
— Ístaðin fyri at hanga 6-
hjálpiliga føst í ymsum
donskum skipanum, fara vit
at bróta nakrar múrar niður
Rover 416 SI 5 hurðar 111 HK, 0-100 km/t 10,7 sek.
Kr. 177.800,-
UR“ tm
rr.
=>
h
;
Rover 620 TI 200 HK Turbo v/intercooler. 0 - 100 km/t 7 sek.
Kr. 284.800,-
Vælkomin til ein Rover royndartúr
Rover 214 SI - 5 hurðar 103 Hk,
0-100 km/t 10,3 sek. Kr. 149.800,-
Rover 620 SÍ 131 HK, 0-100 km/t 9,5 sek.
Kr. 236.800,-
2.0 Turbo Diesel v/intercooler 105 HK
Kr. 251.800,-
— Hóast vit sita í samgongu saman, hevur hann ikki sett
mær ein tann einasta spurning um fíggjarpolitikk ella
fíggjarpolitiskar ætlanir, hóast vit sita í samgongu
saman. So hann veit onki um, hvat gongur fyri seg,
sigur Karsten Hansen
so at almenn umsiting kann
verða effektivari. Tað snýr
seg ikki um at tað skal vera
bíligari.
— Tað snýr seg um at gera
tað effektivari, so at vit fáa
meiri fyri peningin.
— Verður umsitingin eff-
ektivari, verður hon bíligari
av sær sjálvum.
— Ti so kunnu vit klára
okkum við færri fólk. Ella
vit fáa pening til onnur
endamál.
— Men tað kemur ikki
uppá tal, at siga fólkið upp
í hópatali, sigur Karsten
Hansen.
Fleiri og fleiri velja teir sera
væl umtóktu Rover bilarnar!
Rover 420 SÍ 136 HK.
0-100 km/t 9 sek. Kr. 199.800,-
2.0 Turbo Diesel v/intercooler
105HK Kr. 214.800,-
J. Broncksgøta 15 - Tlf. 310 600