leygardagur 14. august 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
Tyrlutænastan hj
sjóverjuni flytast
yvir á Atlantsflog
tíðindablaðið
= »
Atlantsflog er nú í ferð við at leggja síðstu hond á eitt upspkot til Fiskimálastýrið
um, hvussu tað føroyska flogfelagið kann yvirtaka „leiting og bjarging“ sum
danska sjóverjan hevur røkt higartil
Leiting
og bjarging, LOB, við tyrlu, hevur alstóran tydning fyri eitt lítið oyggjaland við fiskivinnu sum høvudsvinnu.
Tað hevur fingið landsstýrismannin at taka stig til at flyta hesa tænastuna yvir á foroyskar hendur, so at hon ístaðin
verður løgd undir Atlantsflog, tí nú hevur ótryggleiki tikið seg upp um donsku sjóverjuna í Føroyum
AK! BERTHOLDSEN
Nú verður arbeitt við at lata
Atlantsflog yvirtaka tyrlu-
tænastuna, sum danska sjó-
verjan higartil hevur røkt í
Føroyum.
Hetta upplysti Jørgen
Niclasen, landsstýrismaður,
í løgtinginum nú ein dagin,
Olavsøkurødan hjá løg-
manni var fyri.
Hann segði eisini, at
landsstýrið er sinnað at seta
pening av á komandi fíggj-
arlóg til endamálið.
Framtíðin hjá donsku
tyrlutænastuni í Føroyum
hevur verið eitt sindur óviss.
Tíðindi í Danmark um
sparingar og umleggingar
hava elvt til Otryggleika, í
hvønn mun tyrlutænastan i
Føroyum verður varðveitt,
ella um hon verður varðveitt
yvirhøvur
Eisini hevur tað verið 6-
greitt, hvor hevur endaligu
ábyrgdina av hesum virk-
seminum í Føroyum
Tað hevur fingið lands-
styrismannin at taka stig til
at flyta hesa tænastuna yvir
å føroyskar hendur, so at
hon verdur løgd
undir Atlantsflog
Sidani hevur Atlantsflog
arbeitt vid einum uppleggi
fyri, hvussu flogparturin av
r og bjarging“, LOB
ístaðin
umframt loftvegis sjúkra-
flutningur, kann verða yvir-
tikið á føroyskar hendur.
Magni Arge, stjóri í Atl-
antsflog sigur, at tey eru
komnir so væl áleiðis við
uppleggingum, at tað verð-
ur handað landsstýrismann-
inum skjótt.
Hann sigur, at tað, sum
Atlantsflog kann átaka sær
av LOB, verður sjálvsagt í
samstarvi við við Vaktar &
og Bjargingartænastuna,
sum samskipar LOB-virk-
semið í Føroyum og sjúkra-
flutningurin verður sjálv-
sagt í samráð við sjúkra-
húsini, sum samskipað
sjúkraflutningin.
Og tað, sum Atlantsflog
so skal átaka sær, verður
sjálvandi bara flogparturin
av hesum uppgávunum.
Magni Arge sigur, at tað,
sum Atlantsflog ger í sínum
uppleggi, er at fáa greiði á,
hvat hetta inniber, hvat ið
krevst av fólki, útbúgving-
um og útgerð, fyri at røkja
hesa uppgávuna, umframt
sjálvandi, hverjar tænastur
Atlantsflog kann veita og
hvat, tað fer at kosta, o.s.fr
Vit hava havt bæði norð-
menn og íslendingar uppi í
okkara kanningararbeidi,
sigur stjórin á Atlantsflog
Ikki minst hevur tað á-
huga fyri okkum, hvussu ís-
lendingar hava skipað hesi
tænastuna, tí tað er eitt land
á okkara leiðum har við-
urskiftini í mangar mátar
líkjast okkara viðurskiftum,
og tað er eitt lutfalsliga lítið
land við fáum fólkum og
gjalda fyri hesa tænastuna.
—Tann skipanin, vit velja,
má lagast til umstødurnar,
og vit hava kanska ikki ráð
til at hava so dýrar tænastur,
sum stór lond hava.
Eina tyrlu afturat
Magni Arge vil ikki siga,
hvat Atlantsflog fer at skjóta
upp fyri fiskimálastýrinum,
ella, hvat tað kostar, fyrrenn
Jørgen Niclasen hevur fing-
ið uppskotið.
— Men tað er greitt, at tað
fer at kosta pening.
Magni Arge sigur tó, at
Atlantsflog arbeiðir útfrá
eini ætlan, sum sigur, at fel-
agið fær brúk fyri eini tyrlu
afturat.
Tað halda vit eru neyðugt,
um vit skulu hava eina
tyrlutænastu, sum er so
trygg sum gjørligt, tí so eru
vit altíð før fyri at bera
skjótt at.
— Spurningurin er so, um
vit skulu keypa eina tyrlu
afturat, ella um vit keypa
tvær nyggjar.
- Ti Tyrlan, vit hava, er
ikki tann besta til endamál-
ið. Men hon kann møguliga
vera at hava til at taka,tá ið
hin ikki er til taks.
— Vit fara sjálvandi at
kanna eftir, hvat er á
marknaðinum og, hvat loys-
ir seg at útvega.
— Men stórar tyrlur eru
ómetaliga dýrar. Tí er tað
sannlíkt, at vit fara at halda
fram við somu tyrlustødd,
sum vit hava í dag.
— Og so ganga vit út frá,
at ein tyrlutænasta, sum vit
átaka okkum, skal veita
fleiri tænastur, bæði bygda-
og útoyggjatænastuna, sum
vit hava nú, umframt LOB,
sjúkraflutning og aðrar tæn-
astur, sum vit verða leigað
til.
— So mugu vit í longdini
síggja, hvussu leikur ferð,
áðrenn vit møguliga fara at
hugsa um stórri tyrlur.
Stjórin í Atlantsaflog
heldur ikki, at yvirtøkan av
tyrlutænastuni fer ikki at
krevja, at tyrlupallar, hús og
annað, kring landið skal út-
byggjast nakað serligt.
— Men tað er ikki óhugs-
andi, at tað kundi verið
skilagott at skapt góðar um-
støður tætt við sjúkrahúsini.
—I Havn er tyrlupallur,
men hvussu stødan er í Suð-
uroy og í Klaksvík.
— Og tað kundi eisini
hugsast at verið skilagott at
NR. NB1103: AQGNISE 1999
vit eisini tingu møgulerkar
at tikið ymsa bjargingarút-
gerð ymsastaðni í landin-
um.
Men alt hetta eru viður-
skifti, sum mugu viðgerast
nærri, sigur Magni Arge.
Eitt nú kann eisini hugs-
ast. at hendan tænastan eis-
ini fer at verða brúkt til eft-
irlitsflúgving kring Føroyar
fyri fiskiveidieftirlitid.
"Magni Arge sigu, at ein
slik tænasta kann vera
byrjanin til eina tænastu,
sum tað tey hava í Íslandi,
og sum gongur út uppá at
fáa læknar og serkøna hjálp
út á eitt vanlukkustað sum
skjótast, útfrá hugsjónini
um, at skjót hjálp er góð
hjálp.
Nakrar mánaðir
Magni Arge sigur, at enn er
óvist, nær Atlantsflog verð
ur ført fyri at átaka sær hes
ar uppgávurnar
Hóast Landsstýrismaður
m Í fiskivinnumålum er
AKI BERTHOLDSEN
— Tad fer at kosta einar 8-
10 milliónir at yvirtaka
tyrlutænastuna, sum
danska sjóverjan nú røkir
í Føroyum.
— Men tá ið vit hava
yvirtikið tænastuni, fáa vit
eina tryggari skipan, enn
vit hava havt.
Hetta sigur Jørgen Nicl-
asen, landsstýrismaður.
Hann sigur, at orsøkin
til, at hann vil hava tæn-
astuna á føroyskar hendur,
er Óvissan, sum hevur tik-
ið so upp um donsku tæn-
astuna.
— I fjør mundi hon hild-
ið uppat. Síðani hevur ver-
ið framm um, at teir
mangla flogskiparar o.s.fr.
Og tað er ongin, sum
kann tryggja okkum,
hvørja tænastu vit fáa frá
donsku tyrluni í framtíð-
ini.
Landsstýrismaðurin
sígur, at alt hetta vísir okk-
um, at tað verður truplari
og truplari hjá dónum at
varðveita tyrlutænastuna í
Føroyum.
Men hann heldur ikki,
at tad er rætt av landinum
at åtaka sær skipanina so
leingi vit hava Atlants-
flog, sum fæst við flúgv-
ing frammanundan.
Hann sigur, at tí er ein
kanning sett í verk at vita,
hvat Atlantsflog kann á-
taka sær hesa uppgávuna
fyri. Tvs. at landið keypir
tænastuna frá Atlantsflog.
Jørgen Niclasen sigur,
at ætlanin er at leggja
Tyrlutænastan
verður tryggari
enn hon er nú
—Tad kosta 8-10 milliónir at yvirtaka
tyrlutænastunia á fóroyskar hendur
sinnaður at táa pening á
komandi fíggjarlóg til enda-
málið, er langt eftir á mál,
tí fíggjarlógin skal viðger-
ast, og loksins samtykkjast
í tinginum.
— Og fyrrenn tað er hent,
ber illa til hjá Atlantsflog at
fara undir nakar serligar
fyrireikingar.
— Og frá tí, at vit kunnu
fara undir veruligar fyrireik-
ingar, kunnu vit rokna við,
at tað tekur nakrar mánaðir
at koma ígongd.
Men Magni Arge sigur, at
Atlantsflog fer at leggja
stóran dent á, at fólk fáa
eina veruleikakenda uppfat
an av, hvat hv rja tænastu
tað ber til at bjóða fyri tann
pening, sum verður settur
av til endamálið.
Vit fara at leggja stóran
dent á, at fólk ikki fara at
vænta eina stórri tænastu av
okkum, enn hana, sum vtt
eru før fyri at bjóða fyri tað
upphædd, sum vit fáa at ar
beiða við
málið í tingið saman við
fíggjarlógaruppskotinum
fyri komandi ár, so kann
tingið taka stóðu.
Tað, sum hann hugsar
sær, er, at Atlantsflog skal
átaka sær LOB, sjúkra-
flutning, umframt tænast-
una sum nú er.
Men tað fer at krevja,
at Atlantsflog fær eina
tyrlu afturat, umframt, at
manning er til taks á vakt
alla tíðina.
Jørgen Niclasen sigur,
at hann ivast ikki í, at vit
fáa eina betri tænastu, tá
ið vit hava yvirtikið hana.
— Danska tænastan hev-
ur bara eina tyrlu í Før-
oyum. Og ein tyrla kann
sjálvandi ikki altíð vera
tók, tí hon kann verða
burtur í grindum, tað
skulu skifta eykalutir, ella
tað kunnu verða aðrar or-
søkir til, at hon ikki er
tøk.
So tad er sjålvsagt, at
ein tænasta vid tveimum
tyrlum er tryggari enn ein
tænasta vid bara einari
tyrlu.
Jørgen Niclasen heldur,
at tað er ringt at gera neyð
og hjálapararbeiðið upp í
pengum. Og ein tyrlutæn-
asta hevur ómetaligan
týdning hjá eini lítlari
fiskivinnutjóð í einum
oyggjalandi, sigur hann.
Hann sigur, at tann før-
oyska tyrlutænastan fer
væntandi at kosta ímillum
átta og 10 milliónir um
ári og hann ætlar at tæn-
astan skal verða yvirtikin
komandi ár.