Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. august 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Spinnandi tiltak í Gomlu Hoyvík Í dag, og næstu leygardagarnir í hesum mánaði, heldur fornminnistiltakið í Gomlu Hoyvík fram. Fyri lítlan kostna sleppa børn at ríða á réttum føroyskum rossum, og í roykstovuni á gamla garði- num ber til at eygleiða kvikar hendur fáast við gamalt føroysk heimavirki; og kanska ogna sær okkurt plaggi Doe Ord: Høgni Mohr Myndir: Alvur Haraldsen Fornminnistiltakið heima á Garði í Gomlu Hoyvík er í tveimum; einum inni- parti, og einum útiparti. Í roykstovuni sita fólk og fáast við gamalt føroyskt heimavirki. Tað er Føroya Heimavirkisfelag, 10 stendur fyri hesum parti- num. Uti ganga føroysk ross, føroyskar dunnur og ein einsamøll kúgv. Kúgv- in hevur røtur í zamla — føroyska neytaslagnum. I dag er seinasti dagur, henda sjåldsama litla kúgvin verður heima á Garði. Jarðarráðið eigur jørðina heima á Garði, sum Før- oya Landsstýrið hevur fest. Landsmynduleikarnir hava síðani latið forn- minnissavninum bygning- ar, tún og geilina nær- hendis. Sjálva jørðina hava bøndur leigað. Livandi savn Møguleikarnir í Gomlu Hoyvík eru stórir. Hetta vakra pláss kundi verðið ein rættur fornaldardepil við virknum fólki í royk- stovu og eldsmiðju, gomlum bátum, ið liggja úti í víkini við kastaðum snøri, meðan oll tey før- oysku húsdýrunum ganga í økinum. Stendur tað til forn- minnissavnið í Hoyvík, verður undir øllum um- stóðum eitt livandi savn á garðinum: við ymsku føroysku húsdýrunum. Gamla føroyska seyða- slagið er enn til á Skotsku oynni, Sankt Hilda, og hóast tað er í tókum tíma, verða royndir gjørdar at bjarga føroyska rossunum, sum einans eru 47 í tali. Rossastovnurin skal helst vera omanfyri 200, skal honum vera lív lagað... Kelidýr eru vælkomin Tiltakið, ið sambært ein- um av aðalkreftunum, Roari Olsen, ikki hevur verið nóg væl vitjað, held- ur áfram leygardagarnar í august. Í dag, og hinar báðar leygardagarnar í mánaði- num verður høvid at vitja garðin millum klokkan 14.00 og 18.00. Øll børn $ 9920004 ” „* “á +» > + + „> % På # 2. > %. prag | # f Fá NR. 151 - 13. AUGUST 1999 eru vælkomin at ríða á sjáldsomu føroysku rossu- num, ella bara eygleiða dýrini í túninum. Ein lang- ur ríðingartúrur kostar 20 krónur, og ein stytri einans 10... Eiga børnini okkurt kelidýr; eina kanin, ella okkurt sovorði, kunnu tey taka tað við at vísa fram. Imedan kunnu tey vaksnu fara inn og síggja heima- virki í roykstovuni. Har verður karðað, nappað, spunnið og bundið. Kostn- aðurin er einans 20 krón- ur, og til ber eisini at ogna sær okkurt plaggi.