leygardagur 14. august 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
VN
NR. 151 - 13. AUGUST 1999
tidindabladid SOS
Við nýggjum Peugeot
til talvkapping í Italia
Hóast F. P. Goldney hevði hernaðarliga útbúgving og hevði arbeitt sum her-
yvirmaður, royndist hann væl sum handilsmaður. Hann hevði fleiri sóluum-
boð og gjørdist harafturat ein kendur bilasølumadur í Havn við merkjunum
Peugeot, Hillman og Commer bussum og vørubilum
Magnus Gunnarsson
Francis Packenham Goldn-
ey varð føddur í enska bý-
num Dover tann 29. januar
1897. Hann kom higar við
bretska hervaldinum sum
obert loytnantur, og bleiv
næstovasti í herdeildini í
Føroyum. Hann var av off-
iserfamilju, og eins og brød-
ur hansara var hann eisini
heryvirmaður. Utbúgving
fekk hann á einum av kend-
astu hermannaskulum í
Bretlandi. EP. Goldney
hevði verið nógv í Indiu
áðrenn hann kom hendan-
vegin, har hann bleiv skadd-
ur og misti lutvist førleikan.
Hann hevði stóran áhuga
fyri indiskari mentan og á-
trúnaði.
Goldney steypið
Goldney heyði lætt við at
koma í samband við fólk,
og kendi fólk víða hvar um
heimin. Hann treivst væl
millum føroyingar og í
Havnar Telvingarfelag má
hann metast sum ein rættu-
ligur kapasitetur. Hann
bleiv limur í felagnum stutt
eftir at hann kom til Før-
oya.
Tann 5. Juni í 1943 gav
Goldney felagnum eitt ferð-
asteyp, ið varð nevnt "Gold-
ney steypið". Kappingar
vóru um steypið til desem-
ber 1947, og varð tað Johan
Pauli Hendriksen ið vann
tað til ognar.
I 25 ára minnisritinum hjá
Havnar Telvingarfelag sæst,
at Goldney væntaði at fara
aftur til Onglands eftir
kríggið. Arsveitslan hjá
talvfalagnum tann 11. mars
1944 var samstundis ein frå-
faringarveisla fyri Goldney,
har Johan Pauli Hendriksen
takkar honum fyri åhugan,
hann hevur vist felagnum,
og at Goldneysteypid hevur
stimbrað åhugan í felag-
num.
I rødu sini sigur Gold-
ney, at felagid hevur havt
stóran tydning fyri hann.
Hann takkar eisini Valde-
mar Andreasen og hansara
hjartagóðu systur, ið hava
verið honum ein hollur
stuðul. Systurin var Oleva,
sum hann seinni giftist vid.
Tann 2. April 1945 er Gold-
ney enn ikki farin, tí for-
maðurin, Tórarinn Evensen,
takkar honum fyri tíðina og
Sigur, at teir gjøgnum hann
hava lært at virðismeta bret-
ar frá teirra bestu síðum.
Wood borðið og
nýtt felagshús
Goldney fekk bretska
meistaratelvaran, Baruch
Harold Wood, hendavegin
eftir kríggið. Undir vitjan
síni í Havn í 1946 gav B.
H. Wood ein heiðursprís til
føroysk telvingarfeløg at
kappast um eftir nærri ásett-
um reglum. Hetta var tað
tiltikna = “Wood-borðið",
sum tað síðani hevur verið
nevnt.
Eftir kríggið kannaði
nevndin í Havnar Telving-
arfelag møguleikan fyri at
útvega felagnum egin hús.
Goldney sýndi hesum
royndum stóran ans, og í
juni 1945 vendi hann sær
til nevndina viðvíkjandi
einum húsum Yviri við
Strond, sum bretar høvdu
bygt. Hann útvegaði felag-
num húsini fyri 3000,- kr.
Vóru húsini lýst til sølu,
høvdu tey farið fyri mangt
I 1946 vóru Francis Gold-
ney og Knud Lambaa kosn-
ir til heiðurslimir í Havnar
Telvingarfelag. Aðrenn tað,
í 1941, var Arthur Brend
vorðin heiðurslimur. Tað
sum Goldney fekst við,
gekk hann uppí við lív og
sál. Í enskum fótbolti helt
hann við Dover, Portmouth
og Grimsby.
Skuldi til Føroyar,
men endaði í Portugal
Einaferð Francis Goldney
var í Onglandi, keypti hann
ein ferðaseðil til Føroyar. Tá
Flogfarið kom vegin fram,
vísti tað seg, at hann var
komin til býin Faro í Al-
garve í Portugal. Flogfel-
agið hevði gjørt eitt mistak,
og tók sær alla ábyrgdina
av hendingini. Teir høvdu
tikið feil av Faroe og Faro
(úttalast faru), og hann fekk
frítt uppihald á fínum gist-
ingarhúsið og ferðaseðilin
goldnan til føroyar.
F. P.Goldney hevdi gott
innlit i føroyska søgu. I bók-
ini "Føroyar undir frium
handli i 100 år”, sum Før-
oya Landsstyri saman vid
føroyskum handilsfeløgum
gav ut i samband vid, at 100
år vóru liðin síðan
Her er Martin Poulsen við
í Italiu til eina talvkapp-
ing. Aftanfyri síggja vit
Peugeot 403 bilin, ið teir
høvdu við. F.P.Goldney
var giftur vid mostur til
Martin, sum andaðist í
1970, 39 ára gamal
Myndaeigari:
Valdemar Poulsen
Francis P.Goldney (1897-1987) kom higar við bretska
hervaldinum sum oberst loytnantur í byrjanini av seinna
heimsbardaga. Hann treivst so væl millum førovingar at
hann varð verandi her
einahandilin varð avtikin í
1856, skrivar hann tvær
greinar á enskum. Onnur er
ein samandråttur um før-
oyska handilsmonopolið,
har hann greiðir frá søgu-
ligu gongdini frá 1200-tali-
num fram til 1856. Hin er
um tíðina frá tí at einahand-
ilin bleiv tíkin av í 1856
fram til 1956.
Bilasølan “Oleva
og Francis Goldney"
Francis Goldney giftist við
Olevu Andreasen úr Gamla
Danmark i Havn. Hus teirra
vóru við Hoyviksvegin,
nærhendis Kongaminnið,
og vóru nevnd "Villa Dov-
er” eftir heimbýi hansara.
Eftir kríggið innflutti
hann hessian beinleiðis úr
Indiu, ið bleiv brúkt til fisk-
apakning her hjá okkum.
Eisini keypti Goldney í
samstarv við Knud Lambaa,
trolaran "Boyne" brúktan úr
Onglandi.
Hóast F. P. Goldney hevdi
hernaðarliga útbúgving og
hevði arbeitt sum heryvir-
maður, royndist hann væl
sum handilsmaður. Hann
hevdi fleiri sóluumboð, um-
framt at hann bleiv ein
kendur bilasglumaður
Bilasølan hjá Olevu og
Francis Goldney seldi
nógvar bilar, og tey skriva í
einum brævi frá 10. novem-
ber í 1965, at tey fyri 7 árum
síðan, í 1958, fingu umboð
fyri Peugeot frá Nordisk
Karrosserifabrik A/S í
Svendborg og umleið tvey
ár seinni fingu tey umboð
fyri Rootes Group frá Brit-
ish Motor A/S í Keypmann-
ahavn. Rootes Group var
ein konsern í Onglandi sum
gjørdi bilarnar: Humber,
Sunbeam, Singer og Com-
mer. Frá 1958 til 1965
høvdu tey selt yvir 80 bilar,
harav teir 70 vóru Peugeot
hýruvognar, nakrir Hillman
persónbilar og Commer
bussar og vørubilar.
Myndaeigari: Valdemar Poulsen
Nýggjan Peugeot við
til talvkappingar
Tá Goldney saman við gðr-
um fór av landinum til talv-
kappingar, fekk hann sær
ofta ein nýggjan Peugeot bil
frá danska Peugeot umboð-
num, og koyrdi niður til
Sveits ella Italiu. Av tí at
bilurin var nýggjur, koyrdi
hann ongantíð ov skjótt, og
fór ikki upp um 90 km/t, so
hýruvognseigarin í Føroy-
um skuldi fáa ein væl til-
koyrdan bil. Hesir bilar
høvdu grensunummarplát-
ur, ið vóru skiftar út við
føroyskar tå eigarin fekk
bilin.
Peugeot var ein nógv
seldur hyruvognur í Føroy-
um. Sera vælegnaðir vóru
stationcar útgávurnar, við 3
rekkjum av setrum, sum øll
vendu frameftir og vóru tí
heilt nógv brúktir til rutu-
bilar millum bygdir.
Tey fyrstu árini høvdu tey
sjálvi eykalutagoymsluna
um hendi, men tað vísti seg
at blíva ein ov stór arbeiðs-
byrða fyri tey. Í 1965 yvir-
tekur Auto Service hjá Óla
Arge eykalutagoymsluna.
Teir høvdu eisini avtalu um
at gera eftirlit og tænastu-
veitingar fyri kundarnar hjå
Goldney.
Tå Goldney gavst vid at
selja bilar, yvirtók Auto Ser-
vice søluna av Peugeot bil-
unum í Føroyum.
Francis Goldney andaðist
26. september 1987. 90 ára
gamal, og konan, Oleva
andaðist 20. november
1993, 84 ára gomul.
Keldur:
Axel Mortensen
Signar Dalfoss
Rubek Rubeksen
Valdemar Poulsen
Mogens H. Damkier
Havnar Telvingarfelag 25 ára
minnisrit
S.Merkistein: Feroysk telving í
20. eld