Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. august 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið NR. 151 - 13. AUGUST 1999 = Gamla sagvirk at framleiða bilar Peugeot, verður framborið Pøsjo, er av elstu ídnaðarfyri- tókum, stovnað av bróðrunum Jean-Pierre og Jean Frede- ric Peugeot, tá teir í 1810 stovnaðu eitt jarnstoypivirki Magnus Gunnarsson Í 1819 framleiða teir sagir tilfari, og fyri at K MUKTU tir etna tevYy im ErkKI if + me + % e Øs k O V ramleiddu or I 1843 KS 3 » i 1 z e boð nb rarbeiði. amboð ul land búnaðin og kaft:myllur Næsta ættarlið kom til í 1876, og fyritøkan skifti navn til "Les Fils de Peu- geot Fréres” Armand Peugeot tók i 1885 intiativ til súkklufram- leiðslu, og sum so mong onnur um ta tíðina fekk stóran áhuga fyri sjålvkovrandi akførum. Í 1891 bygdi Armand Peug- eot sin fyrsta bil vid Daiml motor motor Armand Peugeot stovnar egna fyritøku Armand Peugeot tekur seg 1897 úr familiufyrittøkuni g stovnar sitt egna parta- felag, Automobiles Peuge- ot. Arið eftir setur hann á stovn verksmiðjuna í Lille, har hann skjótt hevur eina blómandi fyritðku, við framleiðslu av smáum og løttum bilum Tá teir á tí gomlu famili- ufyritøkuni síggja at tað er gongd í sølu av bilum, fara teir aftur bilframleiðslu í 1906. Trupulleikin var, at bilarnir ikki kundu eita Peu- geot, tí tað navnið høvdu bilarnir hjá Armand Peu geot. Í staðin fingu teirra bilar navnið Lion-Peugeot við leyvuni sum búmerki Bæði Robert Peugeot at gomlu familiufyritøkuni, og Armand Peugeot funnu skjótt út av, at tað var betur at samarbeiða enn at kapp- ast. Í 1910 vóru báðar fyri- ið fór >EUGEOT- HUMBER - HILLMAN Niels Pauli Holm, eygna- lækni, keypti ein tann fyrsta Peugeot bilin ið Goldney seldi, ein 203. Seinni fekk hann tveir Peugeot 404, allir vóru svartir. Her verður tann seinni Peugeot 404 hivað- ur umborð á Tjaldrið fyrst í 60-unum Myndaeigari: Kári Holm tøkurnar samanlagdar við navninum SÅ Automobiles at Cycles Peugeot. Trísiffrað tøl við null í miðjuni Tá Peugeot 201 kom á marknaðin í 1929 innførdi fyritøkan eina nýggja navn amerking, ið teir fingu pa- tent uppá. Tað var eitt trí- siffrað tal við null í midjuni, sum til dømis 201, 403, 505. I 1935 kom Peugeot 402, ið breyt við alla siðvenju um, hvussu ein bilur skuldi síggja út tá á døgum, tað var ein stórur og sera streymlinjaður bilur. Undir krígnum vórðu tær flestu av Peugeot verk- smiðjunum hertiknar av týskarunum. Tá kríggið var av, var stórsti parturin av fyritøkuni lagdur í oyði, men maskin- urnar til Peugeot 202 kundu brúkast. Tað var Jean Pierre Peugeot, sum í 1945 stóð á odda fyri endurreisingini av fyritøkuni, og eydnaðist tað so væl, at longu í 1946 vórðu framleiddir 14000 bilar av Peugeot 202. Sam- stundis teknaðu teir ein nýggjan 203, ið var tann fyrsti nýggi Peugeot eftir kríggið. Í 1952 vóru 1 millión Peugeot bilar framleiddir. Peugeot 403 kom í 1955 og í 1960 kom 404. Fyrsti Peu- geot, ið trekti við framhjól- unum kom í 1965. PSA fyritøkan Peugeot keypti eisini aðrar fyritøkur. I 1964 byrjaði samstarv við Citroén, og í 1976 hevdi Peugeot keypt 90% av partabrøvunum í Citroén fyritøkuni. Sama ár- ið varð holdingfelagið PSA Peugeot-Citroen stovnað. Hetta felag yvirtók í 1978 Chrysler fyritøkurnar í Eu- ropa. Talbot varð lagt saman við Peugeot, og fyritøkan kallast nú PSA, við Peugeot og Citroén sum sjålvstød- ugum bilsløgum. Peugeot framleiðir eisini súkklur og scootarar. Oleva á Francis Goldney v/ Hoyvíksvegin . TIf. 1686 Peugeot 403 kom á marknaðin í 1955, ein bilur við góðum koyriegin- leikum og slitsterkur. Hes- ir vóru eisini mest seldir sum stationvognar Lýsing frá 1963. Peugeot 404 sum stationvognar vórðu væl umtóktir sum hýruvognar til rutukoyring við trimum rekkjum an setrum, ið vendu frameftir. Flest allir høvdu vidføris- stativ á takinum MAZDA 808 Fyrst í sjeytiárunum heyði Mazda umboðið í Føroyum, stórar heilsíðulýsingar í bløðunum við einum nýggjum Mazda 808. Stutt eftir at teir fyrstu bilarnir vóru komnir til landið, kom boð frá Mazda verksmiðjuni um at bilarnir ikki kundu eita 808, ti at Peugeot hevdi einarætt til tri cifrað tøl vid nul í miðjuni. Tá Mazda bilarnir komu til eftirsýn vóru merkini skift út til Mazda 818. Síðan tá hevur Mazda brúkt trý cifrað tøl við ðrum tølum í miðjuni, so sum 323, 626 o.s.fr. Hetta er at undrast yvir, tí áðrenn tað koyrdu teir russisku Moskvitch 408 her uttan nakrar trupulleikar.