leygardagur 14. august 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 116 - 23. JUNI 1999
tíðindablaðið
HOGNI MOHR
Í morgin klokkan 14.00 let-
ur Listaskålin í Tórshavn
upp forvitnisliga framsýn-
ing. Talan er um 20 verk, ið
hin 23 ára gamla Rannvá
Kunoy hevur latið úr hond-
um. Ferniseringin verður
longu í dag klokkan 16.00.
Rannvá er búsitandi í
London, har hon tekur
hægri listaútbúgvin. Hon er
júst vorðin bachelor í fagr-
ari list, og fer nú undir víð-
ari lestur við tí fyri eyga at
gerast magistari. Skúlin,
hon gongur á, er ongin
minni enn Kongligi Lista-
háskúlin í Bretlandi.
Bumbaður við mentan
- Eg hevði hug at royna
aðra leið, enn hina vanligu,
og London er listamiðdepil
við lít. Býurin er bumbaður
við mentan og list á øllum
økjum, og serliga tær fram-
sýningar, eg fari á í London,
spenna ógvuliga vítt, sigur
unga listakvinnan, ið sum
barn búði í Norðurenska bý-
num, Grimsby, í 3 ár.
Likam og liv viðbrekin
Verk hennara i Listaskåla-
num spretta øll år åhuga-
num fyri mannakroppinum.
— Eg havi valt at arbeida
vid frumevnunum f manna-
likaminum; beinagrindini,
Listalærd f London
23 ára gamla listakvinnan, Rannvá Kunoy er farin aðra listaleið, enn hina vanligu. Hon gongur á lærdum listaháskúla í
Bretlandi. -London er listamiðdepil við lít. Býurin er bumbaður við mentan og list á øllum økjum, og serliga tær fram-
sýningar, eg fari á í London, spenna ógvuliga vítt, sigur vakra listakvinnan, ið letur upp framsýning í Listaskálanum
Rannvá Kunoy sýnir fram í Listaskálanum
kropsvætuni og húðini. Eg
havi roynt at skilja tey sund-
ur, og síðani seta tey saman
í »diptikon«, ið stóðst av
røntgenmynd og ymsu evn-
unum. Røntgenmyndin er
gåtufør og djúp; har er ong-
in byrjan og ongin endi.
— Ein stórur partur av
okkum er væta, eins og hav-
ið kring okkum. Húðin ball-
ar okkum inn, goymir alt ið
er innan, og ger tað til eitt
loyndarmál. Samstundis er
likamid so fjøltåttad og við-
brekið, eins og lívið; og tað
er hetta eg ynski at sýna í
mínum verkum, sigur
— Kroppurin innan er sum landslag. Blóðið er hav, nervarnir eru trø; og likamið alt,
er fjøltåttad og viðbrekið, eins og lívið, sigur Rannvá hugleiðandi um listagrein sína.
Mynd: Jonhard Hammer
Rannvá, og ger vart við, at
tað eru myndir úr Føroyum;
serliga sjónir úr grindadrápi
og fletting, sum hava havt
stóra ávirkan á seg.
Takk, øll somul
Í sambandi við framsýning-
ina í Listaskålanum, takkar
þ
Rannvá flutningsfelagnum,
Eimskipi, ið hevur sponsor-
erað flutningin, eins og hon
við takksemi heilsar ein-
staklingum og feløgum, ið
hava stuðlað sær fíggjarliga.
— Túsund takk oll tit, ið
hava hjálpt og stuðlað mær
seinastu fýra árini, sigur
Mynd: Jonhard Hammer
Rannvá, sum við treysti fer
undir at læra meira um list í
London.
Framsýningin hjá Rannvá
í Listaskálanum verður opin
til 5. september.
Rannvá Kunoy og Poul Dissing í Skálanum. Danski tónleikarin var sera áhugaður í
ungu listakvinnuni. Hann fer kanska at ogna sær eitt av listaverkum hennara
Mynd: Jonhard Hammer