leygardagur 14. august 1999síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið
%
NR. 116 - 23. JUNI 1999
Kanska neyðugt við tveimum
fólkaatkvgðum um fullveldið
--Stór undirtóka
ímillum fólkið er
ein fortreyt fyri,
at fullveldisætl-
anin skal eydn-
ast. sigur Helena
Dam á Neystabø,
landsstyrismadur
AKI BERTHOLDSEN
Tad er alneyðugt, at fólkið
kennur seg trygt
Og ein fortreyt fyrr, at
fullveldisætlanin skal eydn-
ast, er, at hon fær stóra und-
irtøku í fólkinum
Fad sigur Helena Dam á
Neystabø, landsstýrismaður
fyn sjálvstýrisflokkin
Hon hevði hetta á orðið,
Olavsøkurødan hjá løg-
manni var til vidgerdar i
løgtinginum
Hon sigur m.a. at megin-
reglan hjå samgonguni er,
at vit gera eitt midvist upp-
lýsandi arbeiði.
Ti tann endaliga stødu-
takanin hjá fólkinum skal
byggja á fult innlit um allar
avleiðingarnar av fullveld-
mum, men ikki minst- um
allar møguleikarnar.
pa
— Endaliga stødutakanin hjá fólkinum skal byggja á fult
innlit um allar avleiðingarnar av fullveldinum, men ikki
minst - um allar møguleikarnar, sigur Helena Dam á
Neystabø
-Nu, vit eru komin so
langt, at politiskar fyrireik
ingar verda gjørdar fyri at
tryggja grundarlagið undir
einum sjålvstødugum og
sjálvberandi Føroyum.
Og í hesu støðu er tað
neyðugt. at fólkið hevur fult
álit á tí førda politikkinum.
-Hetta er fyrst og fremst
åbyrgdin hjå samgonguni.
Tí hevur tað alstóran
tydning, at samgongan sum
skjótast boðar frå, hvussu
íløgurnar skulu raðfestast
og, hvussu hon kann
tryggja, at tann føroyski bú-
skapurin, innan eitt styttri
áramál, verður førur fyri at
geva eitt stórri avkast- og,
hvussu vit tryggja, at tær
vinnuligu inntøkurnar til
landid økjast.
—Øktar inntøkur til landið
er ein fortreyt fyri, at vit
megna at menna og byggja
út eitt vælferdarsamfelag
fyri allar føroyingar.
— Tí júst hendan útbygg-
ingin hevur staðið ístað í
nøkur ár nú.
Hon heldur tí, at vit
hesuferð eiga at leggja okk-
um í geyma tær ávaringar,
sum vit fáa frá búskapar-
ligum serfrødingum um, at
búskapurin er við at verða
ov heitur og at fløgupoli-
tikkurin er óheppin.
Kanska tvær fólkaat-
kveður
Helena Dam á Neystabø
heldur, at ov nógv orka
verður brúkt uppá at ræða
føroyingar frá ætlanini um
at Føroyar skulu gerast eitt
land við fullveldi.
- Tað verður nógv orka
brúkt uppá at minka álit før-
oyinga á egna megi og á
egnan sjálvavgerðarrætt.
Helena Dam á Neystabø
sigur, at samgongan fær ikki
at sleppa høvudsmålinum úr
eygsjón.
— Vit kunnu siga tað
soleiðis, at sama, hvussu
ríkisrættarliga stóða føroy-
inga verður, er tað neyðugt,
at vit bera okkum at sum
ein tjóð við sjålvbjargni,
bæði búskaparliga, mentan-
arliga.
— Og ikki minst er tað
neyðugt, at vit býta inn-
tøkurnar í landinum soleið-
is, at vit kunnu kalla okk-
um eitt vælferðarsamfelag,
har ið allir borgarar kunnu
kenna seg tryggar.
Helena Dam á Neystabø
nevndi, at eisini í sambandi
við fólkaatkvøðuna um full-
veldi, er tað alneyðugt, at
fólk kenna seg trygg.
— Orðaskifti hevur verið
um, hvussu stórur meiriluti
skal vera fyri, at nýggi sátt-
málin um ríkisrættarligu
skal fáa gildi.
--Onkur hevur sagt, at ein
tepur meiriluti er ikki nóg
mikið fyri at tryggja pol-
itiskan stabilitet í framtíðini.
Helena Dam á Neystabø
sigur, at nú er tað sjálvandi
so, at ein meirluti er ein
meiriluti. Og verður meiri-
lutin greiður, er onki at ivast
í.
— Men er tað soleiðis, at
ein meiriluti verður tepur,
eiga vit at at brúka tað sum
eina ábending um, at leiðin
er røtt.
- Og so mugu vit halda
fram við arbeiðnum at
prógva, at Føroyar kunnu
gerast búskaparliga sjálv-
bjargnar.
— Og so mugu vit eisini
prógva, at at vit megna at
byggja út og at menna sam-
starvið við Danmark, eins-
væl og við onnur lond.
Hesum arbeiðnum
kunnu vit so geva eina
royndartíð uppá kanska fýra
ár.
— Og tå kann so tann
endaliga fólkaatkvøðan um
fullveldið verða hildin.
— Tí stór undirtøka ímill-
um fólkið er ein fortreyt
fyri, at fullveldisætlanin
skal eydnast, sigur Helena
Dam á Neystabø.
Foroya besti kikari
settur upp í Suðuroy
Ein stórur kikari, sum er tann einasti av sínum slagi í land-
inum, er tað nýggja ferðamálið í Suðuroynni
AK! BERTHOLDSEN
Eitt tað besta, vit hava at
bjóða ferðafólki, er okkara
stórbæra náttúra.
Men nú hava ferðafólk í
—
——
tann
Suðuroy, og suðuroyingar
sjálvir, fingið ein heilt
nýggjan møguleika at eyg-
leiða náttúruna og lívið í
henni.
Tí nú er ein stórur, sterkur
fyrsti, sum slapp at hyggja í nýggja kikaran. Hinir tríggir eru vegmenn hjá
kikari settur upp heilt úti á
eggini á vestursíðuni í Suð-
uroy. Tað er Suðuroyar
Kunningarstova, sum hevur
útvega kikaran, sum er tann
einasti av sínum slagi í
kommununi, sum hava sett hann upp. Her er tað Hallur Jacobsen, sum kikar. Vermund
Niclasen, í kolli, og Jóannes Rasmussen, hyggja at.
Kikarin stendur í avbera stórfingnum og nátúrvókrum øki vesturi á Rødini á Hálsi, har
tað er lætt at koma til. Og útsýnið í tí sterka kikaranum er frálíkt, bæði norðureftir,
suðureftir og eystureftir.
landinum.
Jonny Dimon, sum er
leiðari á kunningarstovuni,
sigur, at kikarin er nú settur
upp vesturi á Rødini á Hálsi.
Tað er eftir sløttum beint
vestur av munnaum á
Hvalbiarbergholinum,
Tvøramegin.
Av vegnum er tað ein lítil
løta at ganga eftir sløttum
vestur til kikaran. Annars
eru prestar settir upp allan
vegin, so tað er onki at fara
skeivur av.
Jonny Dimon sigur, at
ætlanin er at taka kikaran
inn um veturin. Og hóast
hann nú er settur upp har,
merkir tað ikki, at hann skal
standa har í allar ævir. Tí
møguleiki er at flyta hann
og at seta hann upp á onkr-
um ødrum, nåtåruvøkrum
stað í Suðuroynni eitt annað
ár.
Utsýni í allar ættir
Dánjal av Rana, formaður í
teknisku nevnd í Tvøroyrar
Býráð, var tann fyrsti, sum
slapp at royna nýggja kikar-
an.
Hann sigur útsýnið er
heilt framúr í næstan allar
ættir.
Kikarin kann snarast 320
stig, so hann fer næstan heilt
runt.
— Sudureftir, sæst heilt til
Fåmjins, har tey ytstu húsini
koma undan. Tað er gott
útsýni til tað høga bergið,
Galvan, sum er mark ímill-
um Fámjin og Trongisvág.
Smårøkurnar undir Galvin-
um siggjast heilt væl, og
útsýnið er bæði yvir Botn
og Brimnes
Norðureftir sæst Berg-
tangi, sunnanfyri Hvalbiar-
eiði, Toftaskorar, Prestskor-
ar, Stuttaberg og so fram-
eftir og allar drangarnar
framvið landi.
Og inneftir sæst langt
eysturí dalin í Trongisvági,
líka á Kambin. Kikarin er
frálíkur hjá teimum, sum
hava áhuga fyri fuglalivi, tí
tað liggur væl til at eygleiða
fugl í honum. Men hann
kemur eisini væl við hjá
teimum, sum hava seyð, og
tað eru fleiri, sum hava kik-
að eftir seyði í honum.