hósdagur 13. januar 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 • hósdagur • 13. januar 2005 • 79. árg.
Nýggi Audi A4 er ein
væl koyrandi bilur
við dynamiskum
koyrieginleikum,
framkomnari tøkni,
sportsligum designi
og kvaliteti á sera
høgum støði. A4
verður gjørdur bæði
sum sedan og sum
Avant
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Audi eru nú komnir við
einum heilt nýggum og
sportsligum A4. Bilurin er
eyðkendur av kvaliteti á
høgum støði, framúr góð-
um koyrieginleikum, fram-
komnari tøkni og smartum
designi. A4 verður gjørdur
sum sedan við fýra hurðum
og sum Avant (stationcar).
Bilurin varð fyrstu ferð
alment sýndur fram á Paris
Motorshow í september
2004.
Gjøgnumførdi kvalitetur-
in merkist allastaðni. Tað er
t.d. ein fragd at lata hurðar
og lúkur upp og aftur.
Eisini í kabinuni er alt væl
gjørt og lætt at handfara.
Undirvognurin er eisini
nógv broyttur við nýggjum
upphangum framman og
aftan. A4 hevur ein sokall-
aðan hightech bakaksil,
sum er ein tann mest fram-
komni á marknaðinum.
Hetta gevur bilinum framúr
góðar, tryggar og sports-
ligar koyrieginleikar. A4
fæst eisini sum Quattro
4x4.
Á trygdarøkinum er einki
spart, og so gott sum alt er
standard. A4 hevur t.d fleiri
elektroniskar skipanir, sum
syrgja fyri, at bilurin er
stabilur undir øllum koyri-
umstøðum, og líkamikið
hvussu stór ferðin er.
Motorskráin sær nú so-
leiðis út, bensinmotorarnir
eru hesir: 1,6 litur við 102
hk, 2.0 litur við 130 hk, 1,8
litur turbo við 163 hk, 2,0
litur FSI turbo við 200 hk,
og 3,2 litur V6 FSI við 255
hk.
Dieselmotorarnir
eru
hesir: 1,9 litur TDI við 115
hk, 2,0 litur TDI við 140
hk, 2,5 litur TDI við 163 hk
og 3,0 litur V6 við 204 hk.
Bilurin vit royndarkoyrdu
er ein A4 1,8 T, sum kostar
kr. 326.000,- sum standard,
men við metallakk, blank-
um rútalistum og alu-look í
kabinuni kostar hann kr.
342.000.
Audi A4 við dynamiskum
koyrieginleikum
Audi A4 1,8 T
Motorurin
1,8 litur 4 syl. (turbo) bensin 163 hk
0-100 km/t
8,6 sek
Bensinnýtsla
12,2 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
205/55-16
Stødd og vekt
Longd
458,6 m
Breidd
177,2 cm
Hædd
142,7 cm
Eginvekt
1.390 kg
Viðførisrúm
460 litrar
Prísur
kr. 326.000,-
Søluumboð
Bilasølan v. Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 315354
www.bilasolan.fo
Designið er sportsligt og
smart. Tvey útstoyt eru
standard á hesi útgávuni,
A4 1,8 T
Gjøgnumførdi kvaliteturin
merkist í kabinuni, í hesi
útgávuni við alu-look
panelum
Nýggi Audi A4 er ein væl
koyrandi bilur við dynamisk-
um koyrieginleikum