Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. januar 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 8 - 13. januar 2005 Jaguar skulu í nærm- astu framtíð heilt skifta stíl, ikki einans við nýggjum designi, men teir skulu eisini hava nýtt "image". Ford, sum eiga Jaguar, hava stórar ætlanir við verksmiðjuni BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Jaguar skal vera ein lítil effektiv bilverksmiðja, sum einans framleiðir luksus- bilar. Á sama hátt sum t.d. týska Porsche verksmiðjan. Í 2006 kemur ein nýggjur Jaguar XK coupé og í 2007 ein nýggjur Jaguar S, sum verður ein rættuligur luksusbilur. Hetta verður ein bilur, sum Jaguar vænta sær nógv av. Ford, sum eiga Jaguar, hava stórar ætlanir við verksmiðnuni. Eitt av gomlu ensku bilmerkjunum, Bentley, sum í mong ár vóru sportsliga útgávan av Rolls- Royce, og nú hoyra til VW-konsernina, hava ætlanir um ein "minni" bil sum skal kappast við teir størstu Mercedes- Benz og BMW BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo VW-konsernin arbeiðir í løtuni við einum "minni" Bentley Continental at kappast við teir stóru Mercedes-Benz og BMW. Hóast talan ikki er um nakran lítlan bil, hann er 5,20 metrar langur og vigar 2,5 tons, er hann kanska lítil í mun til Rolls-Royce Phantom. Bilurin fær t.d luftfjaðra- skipan, og verður drivin av øllum fýra hjólunum. Størsti motorurin verður ein W12 við tveimum turboløðarum og 560 hk. Ætlanir eru frammi um at flyta partar av Bentley framleiðsluni frá Crewe í Onglandi til eina VW-verk- smiðju Dresden í Týsk- landi, har t.d. Bentley Continental GT-Coupé skal framleiðast saman við VW Phaeton. Jaguar skifta stíl Hesin Jaguar S, sum kemur á marknaðin í 2007, verður ein rættuligur luksusbilur. Sum tað sæst á myndini, verður talan um heilt nýggjan stíl Í 2006 kemur ein nýggjur Jaguar XK coupé. Hesin skal kappast við bilar sum t.d. BMW M6 og Porsche 997 Bentley Continental W12: Kappast við Mercedes-Benz og BMW Bentley Continental við W12 motori og 560 hk skal kappast við teir stóru týsku Mercedes-Benz og BMW Bentley var í mong ár sportsliga útgávan av Rolls-Royce, men soleiðis er ikki meira. Tað er hesin nýggi Bentley Continental eitt prógv um Toyota sleppa "Tsunami" Fyri einum ári síðan almannakunngjørdu Toyota teirra ætlanir um ein Toyota Celica "Tsunami", sum liður í einari aldu av nýggjum sportsbilum, men síð- an flóðalduna í Asia 2. jóladag 2004 er navnið broytt til Celica "Sports Package" Kelda: Motor Magasinet MG Rover og SAIC Kinesiski bilgigantur- in, Shanghai Automo- tive Industry Corpo- ration (SAIC) skal seta 10 milliardir í ensku bilverksmiðjuna MG Rover og eiga 70 pro- sent av fyritøkuni, meðan núverandi eig- arin. Phoenix Venture Holdings, eigur tey írestandi 30 prosentini Kelda: Motor Magasinet Toyota til Ruslands Toyota Motor Corpo- ration skulu byggja eina bilverksmiðju í russiska býnum Santa Pætursborg, upplýsir japanska tíðindastovan Kyodo. Framleiðslan byrjar í 2006 Kelda: Motor Magasinet