leygardagur 14. august 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ta
ELLE AAA
NR. 151 - 13. AUGUST 1999
= Mistøkini
voru sektað
Fótbóltur: Venjarin og liðformaðurin
vóru vónbrotnir, tí teir mettu ikki, at
tapið nýttist at vera so stórt
SVANGASKARÐ: Tony
Paris, venjarin hjá KÍ, duldi
ikki aftaná dystin, at hann
var vónbrotin. Besta dygdin
hjá honum tykist at vera, at
hann megnar at fáa spælar-
arnar at trúgva uppá seg
sjálvar, men hóskv øldid sóu
spælararnir hjá KÍ ikki út
til at hava nakað sum helst
sjálvsálit.
Hevdi tú billad teimum
inn, at uppgávan fór at vera
lættari, enn hon nú varð?
— Eg sá Grazer spæla fyri
einum mánaða síðani, og tá
vístu teir so langt frá sama
avrik, sum teir gjørdu í dag.
Men so má eg leggja afturat,
eg mínir spælarar als ikki
spældu upp til tað, sum teir
hava víst í landskappingini
og í steypakappingini.
Frammanundan høvdu vit
tosað um, hvussu týdning-
armikið tað var, at teir ikki
gjørdu persónlig mistøk, tí
í altjóða fótbólti vera mistøk
sektað, so tað stendur eftir
í. Spælararnir gjørdu stór
mistøk beinanvegin, og tey
vórðu sektað.
— Í heimligu kappingini
hava vit ongantíð verið aft-
anfyri í steðginum. Hesa
ferð vóru vit aftanfyri 2-0,
tá bara tíggju minuttir vóru
farnir, og spælararnir vóru
so mikið skelkaðir, at teir
komu ongantíð fyri seg aft-
ur. Vit kunnu altíð meta um,
hvussu tað heyði roynst, um
teir ikki høvdu skorað bein-
anvegin, og Arnhold Joen-
sen hevði fingið mål, tå
hann fekk ein stóran møgu-
leika, men hetta verður bara
hypotetiskt, segði ein sera
vónsvikin venjari, sum hev-
ur avskrivað allar møgu-
leikar at rókka málinum,
hann undan dystinum ætlaði
at røkka.
Royndu spælararnir
kiksadu
Kurt Mørkøre fekk einki
burturúr í álopinum, burtur-
sæð frá einum gulum korti.
Hann var einasti spælarin,
sum var við á landsliðnum
móti Eystrurríki fyri níggju
árum síðani, og verjan hjá
Grazer heyði fremsta álops-
mannin hjá KÍ í heilt stutt-
um tjóðri:
— Vit vóru vánaligir. Vit
eru fleiri, sum hava drúgvar
fótbóltsroyndir. Tað var
okkara lutur at bera liðið hjá
okkum, men tað miseydn-
aðist fullkomuliga. Eg rokni
við, at liðfelagarnir fara at
gera sítt besta í Eysturríki,
men tað verður torført, á- |
sannaði Kurt Mørkøre, sum |
mánadagin fer til Noregs at
spæla við Sogndal.
jh
Fleiri fara
at hvila seg
Fótbóltur: Klaus Augenthaler heyði
ikki roknað við, at teir fóru at fáa so
lætt spæl í Føroyum
SVANGASKARÐ: Klaus
Augenthaler er venjari hjá
Grazer AK. Hann er fyrr-
verandi tyskur landslids-
spælari, og hæddarpunktid
á fótbóltslívinum hjá hon-
um var, tá hann var við til
at vinna HM í 1990.
Týskarar eru miðvísir og
taka uppgávurnar í álvara,
og hóast tað er langt frá HM
kappingunum og lívinum
sum liðformaður á størsta
týska liðnum, Bayern
Miinchen, og til ein innleið-
andi dyst í UEFA Cup á
Svangaskarði, so segði hann
seg taka uppgávuna í stór-
um álvara:
— Alt kann henda i fót-
bólti. Í síðstu viku vórðu
onkur av stóru liðunum í
bundasliguni = send úr
steypakappingini av smáum
feløgum, og hetta var fyri
meg ein áminning um, at tú
skalt ikki taka nakað fyri
givið. Vit vistu, at klaksvík-
ingar taka fótbóltin í álvara
og venja seks ferðir um vik-
una, og vit vistu, at teir
høvdu vunnið móti Maccabi |
Haifa. Vit gjørdu av at trysta
for P,
teir langt frammi å vølli- |
num, takla og harvið skapa
góðar støður fyri okkum, og
tað eydnaðist til fulnar.
Fert tú at seta onkrar av
góðu spælarunum á beink-
in, tá KÍ kemur niður til
Grazer?
— Atta av spælarunum hjá
okkum eru skaddir. Onkrir
teirra vera tøkir um tvær
vikur, og dysturin móti Kl
verður gott høvi hjá teimum
at fáa dystarvenjing. Tað fer
at hava við sær, at onkrir av
teimum, sum spældu í dag,
fara at sita á beinkinum um
tvær vikur, men vit fara ikki
at seta nakað unglingalið at
spæla móti KÍ, segði sera
professionelli Klaus Augen-
thaler.
jh
tíðindablaðið =
19
Jákup hevur givið avboð
Fótbóltur: Skaðin versnaði undir
venjing hósdagin, og Sunvard
Joensen er komin í landsliðshópin
| Jákup Mikkelsen, sum hev-
ur verið fyrsti málverji á
landsliðnum í meiri enn eitt
ár, verður ikki í føroyska
málinum mikukvøldid, tå
Føroyar og Island fara at
spæla landsdyst í Gunda-
dali.
Fyrrapartin í gjár gjørdi
Allan Simonsen, landsliðs-
venjari, av at senda boð eftir
Sunvardi Joensen. Hann
verður ivaleyst á beink-
inum, meðan undangongu-
maðurin hjá honum í Gl
málinum, Jens Martin
Knudsen, skal verja føroy-
ska málið. Jens Martin misti
fyri einum ári síðani mál-
verjuplássið, sum hann so
| atsiga hevði havt alla tíðina
síðani 1988.
Jákup Mikkelsen hevur
vant við Herfølge í vikuni,
og tað var ætlanin, at hann
skuldi verja málið, tá teir í
morgin skulu spæla í
Lyngby. Men undir venjing
hósdagin versnaði skaðin,
sum síðsta sunnudag helt
honum burtur úr málinum
hjá Herfølge, og í gjár
noyddist hann at senda
avboð til landsliðsvenjaran.
jh
Skaðin hjá Jákup
Mikkelsen er versnaður,
og hann hevur givið av-
boð til landsdystin í
næstu viku
Todi og Óli spæla
moti hvørjum
| Fótbóltur: Landslidsmenninir koma
ikki upp fyrrenn týsdagin, tí dysturin í
Aarhus verður ikki fyrrenn mána-
kvóldið
Mánamorgunin klokkan
ellivu hevur landsliðsvenj-
arin sett sínum monnum
stevnu í høvudsstadnum,
har fyrsti landsdysturin
móti íslendingum á heima-
velli í níggju ár verður
spældur mikukvøldid.
Allan Simonsen hevur út-
tikið átjan spælarar, og sum
vit skilja á lagnum, so hevur
FSF ikki fingið onnur av-
boð enn tað frá Jákupi
Mikkelsen. Soleiðis sum vit
hava skilt tað, so koma Todi
Jónsson og Oli Johannesen
ikki til Føroya fyrrenn týs-
dagin. Orsøkin er, at liðini
hjá teimum báðum, FCK og
AGF, skulu spæla lands-
kappingardyst móti hvørj-
um øðrum í Aarhus mána-
kveldið.
Okkum hevur ikki eydn-
ast at fingið uppspurt, um
Óli Johannesen verður á lið-
num hjá AGF, men hann
verður í hvussu so er á
beinkinum. Tað hevur verið
eitt sindur ivasamt, um Todi
Jónsson fór at varðveita
plássið í AGF álopinum, tí
hann hevur ikki megnað at
skorað, men vit skiltu á
lagnum í gjár, at hann verð-
ur við.
Hósdagin spældi FCK
venjingardyst í Farum. Mið-
depulin vóru ikki spælar-
arnir men heldur fótbólts-
glaði býráðsformaðurin í
Farum, Peter Brixtofte, sum
eisini er fólkatingsmaður og
formaðurin í FK Flemming
Østergaard. Tað var i
hvussu so er teir báðar, fjøl-
miðlarnir sýndu størst á-
huga.
FCK vann 2-1 móti |.
deildarliðnum, og tað vóru
bara tveir minuttir farnir, tá
Todi Jónsson skoraði til 1-
0. FCK spældi hesa ferð við
tveimum monnum frammi,
og tað kann roknast við, at
månakvøldid verða teir
báðir David Nielsen og Todi
Jónsson. Thomas Thorning-
er, sum hevur verið leik-
bannaður, var á midvølli-
num, har hann ikki stóð seg
serliga væl. David Nielsen
hevði frí, og ungi Tomas
Lauridsen spældi við síðuna
av Toda í álopinum.
jh
øoOrum
Nú skulu Todi Jónsson og Oli Johannesen fyri fyrstu
ferð spæla móti hverjum ødrum í superliguni
Leiftur
Hjá Una Arge, Jens Martini
Knudsen og hinum í Leiftri
gekk einki frægari Í Brússel,
enn tað gekk hjá klaksvík-
ingum í UEFA Cup kapp-
ingini. Stórfelagið Ander-
liðugt
lecht, sum hevur skinklað
ikki so lítið tey seinnu árini,
var ivaleysa sannførandi at
vinna stórsigur, og tað
hevur við sær, at dysturin í
Ólafsfirði um tvær vikur
ikki fer at hava nakran týdn-
ing fyri víðari luttøkuna í
UEFA Cup.
Anderlecht vann 6-1. Teir
komu á odda, tá 19 minuttir
vóru farnir, men lítla løtu
seinni gjørdu teir sjålvmål.
Leifturs menn hildu tørn
fram móti steðginum, men
so varð alt avgjørt eftir ein-
um korteri. Belgiska liðið
skoraði eftir 40, 41,
56 minuttir. Síðsti naglin
varð sligin í, tá 68 minuttir
vóru farnir.
Leiftur skal spæla í ís-
lendsku kappingini í annað-
kvold. Tá fara teir til Kefla-
víkar.
53 og
jh