leygardagur 14. august 1999síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið =
NR. 151 - 13. AUGUST 1999
Slangan rockaði
og swingaði
Hóskvoldið heyði skráin á Jazzfestivalinum nógv gott at bjóða, men Big Fat Snake staðfestu sína
stóðu sum ein konsertbólkur av teimum heilt góðu. Tað rockaði og swingaði sum sjáldan áður í
fullsetta konsertsalinum, og fólk fekk fult viðri fyri peningin og rættiliga fitt afturat. Eg veit ikki,
seg, men tað gjørdi lurtarafjøldin í hvussu er
um grasið á tekjuni á
Dagfinn Olsen
Myndir: Alvur Haraldsen
Jazzfestivalurin helt fram
hóskvoldið, og tey, ið vóru
hjåstødd eru helst samd um,
at tey, ið ikki høvdu leitað
sær niðan í Norðurlanda-
húsið til Big Fat Snake,
gingu glipp av eini góðari
konsert við einum av bestu
konsertbólkunum í Dan-
mark
Men fyrst var tað Candy-
floss, ið setti hol á skránna.
Hetta er dugnaligur ung-
2
dómur frå Herlev Musik
skole
Sirm
Síðani fór fløguaktuelli
bólkurin Sirm á pallin í kon-
serthøllini. Tór Verland Jo-
hansen og Hans Petur í
Brekkunum eru føroysku
menninir í bólkinum. Teir
eru oddamenn í hesum
bólkinum, sum annars er
norðurlendskur tónleika-
bólkur.
Sirm hevði eina flotta
framførslu. Eini 10
Norðurlandahúsinum reisti
tónleikarar vóru á pallinum
og tónleikararnir prógvaðu
sín dugnaskap. At strúkarar
eisini kryddraðu stillu løg-
ini, riggaði avbera væl. Hó-
ast ungir, so hava Tór Ver
land og Hans Petur longu
fyri nógvum árum síðani
prógvað síni evni og teir
gjørdu tað einaferð enn hós-
kveldið.
Skincoatnúr Danmark
spældu í musikkcafeini.
Einfaldur tónleikur, ið ljóm-
aði væl. Minti vidhvørt um
eitt gott kvøld við Ronnie
og Kolbein og Co
Men Skincoat høvdu eitt
sindur meira, enn einfalda
tónleikin og bólkurin er eini
kendur í Keypmannahavn
og hava spælt á kendum
stóðum har. Kanska ein
bólkur, ið vit hoyra meira
til seinni.
Trio
Tri Toykeat úr Finnlandi og
Dynamite Vikings úr Dan-
mark vóru partur av kapp-
ingini ella framvisanini av
ungum og evnaríkum norð-
urlendskum bólkum.
Dynamite Vikings er trio
vid dugnaligari manning
Sjålvir hava teir nevnt sin
tonleik jazzetnofreeblues
rock, og tað eru royndir
menn, ið eru við og óivað
menn, ið hava framtíðina
innan jazzin fyri sær.
Trio Toykeat bjóðaði eitt
villari upplivilsi við kontr-
abassi, trumum og el-guit-
ari. Finnar eru serstakir, tá
um jazz ræður, og tað var
nakað heilt serligt at hoyra
og síggja teir 3 geva við
fullum huga og gera ymiskt,
ið bert kundi fáa lurtara-
fjøldina at smílast og at sita
framvegis, hóast syruta tón
leikin og „skeivu“ tónarnar,
ið vanligi lurtarin ikki hevur
á fløguhillini. Til dømis at
leika guitar við einum
trummupinni, tað sær ein
ikki hvønn dag.
Big Fat Snake
Tað var ein sera væl upp-
lagdur bólkur, ið átti síðsta
partin av héskvøldinum.
Big Fat Snake skuffaði
ongan. Tað rockaði og
swingaði so fagurliga, sum
sjáldan áður í Norðurland-