týsdagur 17. august 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan Miller ar Fe
jørt S. Hansen
Eirikur Lindenskov Blaðfólk:
Internet: www.sosialurin.fo | Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Hegni Mohr
vari:
Emil L. Jacobsen
Myndamenn: .;
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/t Sosialurin |
Bústaður: ;
Argjavegur 26, Argir
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post 2 sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Alment ella privat
Oddagrein
Í samband við eina avtalu millum Undirvís-
ingar- og Mentamálastýrið og Foroya Tele
fyrr í summar, segði SVF, at hettar var ein
avtala millum Landstýrið og hálvalmenna Før-
oya Tele. Hvat er so hin helvtin? Føroya Tele
er heil-alment, fyri at eingin misskiljing skal
vera. SVF hevur óivað meint almenna parta-
felagið Foroya Tele.
Vit hava fyrr her í blaðnum nevnt trupulleikan
við, at fólk tykjast halda, at bert eitt alment
felag er gjørt til partafelag, so verður tað privat.
Um eitt felag er privat ella alment hevur nakað
við ognarviðurskiftini at gera, og ikki eftir
hvorjum reglum tað verður stýrt.
Søgan er tydningarmikil at hava í huganum,
tí mangt er, sum er farið í gloymibókina.
Foroyski skattgjaldarin eigur ein stóran part
av foroyska vinnulívinum. Eisini um ein sær
burtur frá skattalættum fyri ávísar verkabólkar
og studningi av ymsum slag. Hettar var eisini
stoðan áðrenn Framtaksgrunnin og Figging-
argrunnin. Foroya Landstýri er stórpartaeig-
ari í fleiri av teimum storru foroysku fyritoku-
num, har vit eitt nú kunnu nevna Skipafelagið
og Smyril Line.
Dagblaðið nýtti fyrr í summar forsíðuna uppá
at viðgera málið um JFK Trol, sum ikki varð
fíggjað av Foroya Banka longur. Eitt alment
felag, sum kvetti sambandið við eitt annað
alment felag. Foroya Grunnurin, ið varð settur
á stovn av Danmarks Nationalbank, eigur JFK
Trol. Felagið er við oðrum orðum ogn skatt-
gjaldarans. Kanska er hettar eitt gott domi
um, at eitt alment felag kann geva foroyska
samfelagnum nógv gott, bert tað verður væl
rikið. Tað, at fólk flest hava gloymt, at Foroya
Grunnurin eigur fyrimyndarligar fyritokur í For-
oyum, er harmiligt, tí hettar vísir, at fyritokur
við almennum pengum aftan fyri seg kunnu
rekast líka skynsamt og væl, sum fyritokur
við privatum pengum aftanfyri seg.
Tað, ið ein eigur at minnast til viðvíkjandi
almennum fyritøkum, ið ikki eru tænastufyri-
tokur, er, at man ikki má montera slangur inn
í landskassan, soleiðis at fyritokur fáa ein
rakstrarstuðul, ið ongantíð slepst av aftur við.
Eitt partafelag eigur sum hovuðsregul ikki at
fáa stuðul frá landinum, óansæð um stovns-
fæið er alment ella privat. Í hesum sambandi
er hugstoytt at síggja, at ætlanir fáa komm-
unalan og almennan stuðul, tá eigarin er eitt
partafelag ella líknandi. Uttan at taka stoðu
til um hesar ætlanir eru góðar ella ikki, hevði
so ikki verið betur, um kommunan alla landið
víðkaði partapeningin í slíkum partafelogum?
Sama eigur at gera seg galdandi, skuldi tað
hent, at eitt partafelag torvaði landsins hjálp í
eini kreppustoðu. Skal landið gjalda, so má
tað gerast sum ein iløga, ið skal loysa seg,
og ikki bert vera gávukekkar.
Tað skal ikki vera so í Foroyum, at partafelog
kunnu pynta seg við lántum fjaðrum og látast
verða privat fyri skattgjaldarans pening. Skal
landið uppí við pengum, so skal partapening-
urin víðkast. Man missur avgerarrætt í ein-
hvørjari fyritoku, um onkur annar má betala.
Soleiðis eru treytirnar fyri partafelog mest sum
allastaðni, og Foroyar eiga ikki at vera oðrvísi
í hesum sambandi.
Sosialurin
Viðmerkingar:
2 prestastørv Klaksvik - og
hvorki av teimum er lyst 3 ferðir
Týsdagin endurgav ”Sosial-
urin” Hans J. Joensen, bisk-
up fyri at siga, at "starvið í
Klakvík varð lýst 3 ferðir".
Sama dag gjørdi undirrit-
aði "Sosialin" varugan við,
at prestastarvið í Klaksvík
hevur ikki verið lyst 3 ferð-
Ir
Ta rættingina vildi ”Sosi-
alurin” fyrst ikki taka við,
men kom síðan dagin eftir
við onkrum forbronglaðum
og nýggjum skeivum upp-
lýsingum frá biskupi. sum
eftir ollum at dóma rediger-
ar og stjórnar "Sosialinum".
Sannleikin er, at tað eru 2
prestastørv í Klaksvík. og
tað hevur ongantíð mína tíð
verið lýst 3 ferðir fyri at fáa
tey sett. Seinast, ið lýst
varð. søktu 4 umsøkjarar
Og tað var bara lýst I ferð
Av hesum fýra varð Hans
Eiler Hammer settur í starv.
Biskupur mælti til at lýsa
starvið leyst av nýggjum,
men kirkjuráðini vildu ikki.
I 1993 fekk eg játta at fara
30% niður í arbeiðstíð -
“tveir triðingar", sum bisk
upur sigur við “Sostalin".
Tað er einki at undrast á, at
eitt lítið hjålparprestastarv
í nakrar mánaðir varð lýst
leyst nakrar ferðir, og Paul
Paulsen varð heldur ikki
leingið í tí, men fór til Hval
biar í fast og tryggari starv
til fulla løn.
Tað gevur tó ikki biskupi
ella nøkrum øðrum rætt til
at bera tíðindini út um, at
eingin vil søkja Klaksvík.
Niels Pauli Danielsen
Klaksvík
Sjónleikarastevna og íslendsk
sjóleikaravitjan MáF 20 ár á baki
Nú er tíð at fara undir aftur
sjónleikavenjingarnar!
Beint fyri Olavsøku var
stór norðurlendsk-baltisk
ungdómssjónleikarastevna í
Trongisvági, har úti við 100
ungdómar úr ymsum lond-
um vóru saman og m.a.
spældu sjónleik fyri hvørj-
um ødrum. Tað vóru tey
ungu í MáF sum stílaðu fyri
— og væl eydnadist!
Nú verður aftur sjónleik-
arastevna, fyri oll ung og
eldri, ið áhuga fyri sjónleiki
Hesaferð í Havn. Hetta er
tann árliga sjónleikara-
stevnan, sum Meginfelag á-
hugaleikara Føroya (MáF)
plagar at halda i september.
Hesar stevnur hava til end-
amåls at eggja og stimbra
termum, 10 hug hava at fåast
vid sjónleik yvirhøvur. Ikki
bara vid at spæla, men eisini
við at hjálpa til vid búnum,
pallgerð, ljósið 0.ø. stevn-
urnar hava verið hildnar
ymsastaðni í landinum, eis-
ini har ið einki sjónleikara-
felag er. Fyri at so mong
sum gjørligt, ið hug hava,
kunnu vera vid.
I sambandi vid at tad i år
eru 20 ár síðani MáF varð
stovnað - 23. sept. 1979 —
hevur størsta limafelagid í
MáF, Havnar Sjónleikara-
felag, åtikid sær at skipa fyri
sjónleikarastevnuni hesa-
ferð. Stevnan verður tí sett
í Sjónleikarhúsinum í Havn
friggjakvøldid 17. septem-
ber og hildid verdur fram
allan legardagin. Leygar-
kvøldid verður endað við
veitsluhaldi.
Leikbólkurin Hugleikur
úr Reykjavík er boðin við
og fer at framføra "Sålir
Jónanna ganga aftur". Hetta
er ein spennandi og stuttlig
nutimansgjørd version, ið
bólkurin sjálvur hevur gjørt
úr sama ævintýri, sum
klassiski leikurin ”Gylta lið-
ið" eftir Dávið Stefánsson
er um. Víðar Eggertsson
leikstjórnar. Tað verður
helst bara ein sýning og hon
verður í Norðurlandahúsi-
num.
Tað er eisini ætlanin at fáa
limafeløgini í MáF at kalla
limir sínar til fundar nakað
skjótt fyri at leiklesa "Gylta
liðið", sum Hans Dalsgaard
týddi (Varðin 28.bd.) Fel-
øgini hava fingið sendandi
hvort sítt brot úr leikinum,
sum ætlanin er at hava
frammi og helst framføra á
stevnuni.
Annars verður sum vant
orðaskifti um sjónleikavið-
urskifti. Og ætlanin er eisini
at fáa onkran forvitnisligan
gestafyrilesara við á stevn-
una — onkran væl kendan
úr sjónleikaheiminum!
Tey ið ætla sær við á sjón-
leikarastevnuni hesaferð,
eiga at melda seg til okkurt
av sjonleikarafeløgunum
ella beinleiðis til MáF tlf.
315624, fax 315924 ella
mat & post.olivant.fo
MåF skrivstovan verður
opin aftur eftir summar-
stedgin tann 18. august kl.
10.
MåF
Havnar Sjónleikarafelag
Sverri Egholm
Claus Thurøe i Nordurlandshåsinum
19. august til 5. September 1999
Hósdagin 19. August kl. 17
letur ein forvitnislig lista-
framsýning upp í Norður-
landahúsinum. Tað er ungi
danin Clas Thurøe, sum
synir sinar "kubistisku uki-
oy-e" málningar fram.
Tveir sera ymiskir måln-
ingastílar eru samantvinn-
arðir í málningunum hjá
Claus Thurge. Hann hevur
skapt sín egna stíl við at
blanda europeiska kubis-
mu saman við japanskum
træskurði, Ukiyo-e. Henda
nýggja stíl kallar hann fyri
kubistisk ukioy-e.
Claus Thurøe (f. 1965)
er dani. Hann hevur fingið
íblástur av oddamonnu-
num innan europeiska kub-
ismu Picasso og Braque.
Undir eini vitjan i japanska
høvudsstadnum, Tokyo, á
våri 1991, bleiv hann sera
hugtikin av tí gomlu jap-
ansku træskurðarlistini.
Hesi litríku og einfaldu
listaverk hava gjøgnum
øldir avmyndad japanska
gerandisdagin. Eftir hesa
vitjan i Japan, avgjørdi
hann at skapa sín egna stil
við at samansjóða kubismu
og japanska ukioy-e. Fel-
ags fyri hesar báðar lista-
greinar er tað væntandi
dýpið í myndunum. Claus
Thurge sigur sjálvur at ku-
bisma er nakað, sum sær
út til at vera mist á gólvið,
hvaðani tað besta so er tik-
ið uppaftur og sett saman.
Á framsýningini í Norður-
landa-húsinum hesar dag-
arnar, er møguleiki at
síggja tí japansku ment-
anina við m.g. geishaum,
sumoglímarum og samur-
aium, sýnda fram frá ein-
um nýggjum og spennandi
sjónarhorni.
Framsýningin er opin frá
19. august til 5. september
1999.