Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. august 1999síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 Gøtumenn greiddu sin setning Fótbóltur: Vågbingar løgdu øgiligt trýst á fyrstu løtuna, men teir vóru ikki nóg væl skipaðir, og so gjørdist trýstið ódrúgvt 1. deild menn: VB-GI 1-3 (0-1) Við sigrinum á Vágseiði varðveitti og styrkti Gl ván- rnar fyri altjóða luttøku komandi ár. og hóast tað framvegis eru seks stig til oddasessin. so er FM møgu- 2. deild menn: KI-Skála 0-1 (0-0) Vid einum teprum sigri i Klaksvik togadi Skåla seg av aftasta plåssi og fram um trý lið í 2. deild. Sigurin kom til høldar, eftir at Agnar Højgaard gjørdi einasta måli i dysti- num stutt eftir hålvleiks- stedgin. Kl trysti eftir málið, hóast teir spældu allan seinna hålvleik við 10 monnum. KI legði best fyri. og fyrstu lotuna tóktist tað sum heimaliðið fór at stýra dystinum. Men Skála stóð móti trýsti- num, og so hvørt sum fyrri hálvleikur leið komu teir alsamt meira við í dystin, og við góðum og skjótum kontraspæli bjóðaðu teir av. Fyrra um- farið vóru fáir málkjansir, og tað var heimaliðið sum hevði teir bestu. Tvær ferðir breyt Johan Liitzen igjøgnum í vinstru eftir bólt úr høgru, men báðu ferð sendi hann skot úr góðari støðu fram við handara stólpa. Stutt fyri hálvleik fekk Johan sítt seinna gula kortið og noyddist av vellinum Seinna kortið var í lagi, meðan fyrra kortið kom eftir lítið fríspark mitt á vellinum. KÍ noyddist tí at spæla við 10 monnum allan seinna hålvleik. Skála royndi í fyrra hálvleiki at spæla seg igjøgnum Kl-verjuna, men tað eydnaðist ongan- tíð rættiliga. Teir royndu at stinga fram um til álopsmenninar, — men Gunnar á Steig í KI-måli- num var alla tíðina til reiðar at fanga bóltarnar. Einu ferðina brustu Kl- målverjin, ein Kl-verju- spælari og ein Skålamad- ur saman. og bólturin trillaði út úr brotsteigi- num, har Kajsten Ras- mussen fekk fatur á og Skála stjól stigini leikin avgjørt ikki burtur, serliga tá havt verður í huga, at gøtumenn skulu spæla bæði móti KÍ — tann dyst- urin verður í Klaksvík kom- andi sunnudagin — og móti B36 (tað verður í Sarpis- gerði í næstsíðsta umfari- num). smekkaði til, men skotið for fram vid målinum. Målid hjå Skåla kom tíðliga í seinna hálvleiki. Ein Skálamaður var spældur leysur, hann av- sluttaði, men bólturim rakti stongina. Agnar Højgaard heyði leitað fram við, hann fekk fatur á ripostinum, snýtti ein Kl-ara og sendi so í mál- ið. Júst Agnar Højgaard royndist væl å Skålalid- num. Hann arbeiddi væl, og spældi skilagott allan dystin. Arthur Johansen var tryggur f verjuparti- num, og å midvøllinum setti Kajsten Rasmussen nógv í gongd. KI royndi eftir málið hjá Skála at trýsta, og teir kláraðu eisini at spæla seg fram til onkrar kjans- ir. Heimaliðið heyði yvir- vág í spæli, men langt var ímillum málkjansirnar. Í álopinum stríddist Helm- ar Lassen ófóra væl, men hann var ofta rættiliga einsamllur, ti KÍ hevði bara hann heilt frammi stóran part av seinna hálvleiki. Kristian = Andreasen rakti tvørstongina, tå hann sendi bolt innfyri úr høgru síður, og stutt fyri leiklok snýtti aftasti mað- ur hjá KI, Egil Leivsgarð (sum var komin við fram), ein verjuspælara eftir trunkaspæl, men skoti úr 12 metrum varð blokerað. So hóast heimaliðið stríddist til endan fyri at javna, og ivaleyst hevði tað uppiborid, kláraði Skála at halda tætt, og teir vóru fegnir, tá dómarin bríkslaði dystin av. Við sigrinum fóru teir av aftasta plássi og trý pláss fram, meðan KÍ nú er í stórri niðurflytingar- vanda, enn teir hava verið fyrr í ár. ek A stødutalvuni er heima- liðið í Vági illa fyri. Spæl- andi venjarin segði í blað- num leygardagin, at teir leggja nógv fyri á heima- vølli fyri at fáa øll stigini, og soleiðis var eisini hesa ferð. GI. sum saknaði venj- aran, ið sunnumorgunin lá sjúkur eftir nordanfyri, kom undir eitt øgiligt trýst fyrsta stóra korterið. Mortan Joensen hevur ikki stórar royndir sum mál- verji á besta liðnum, og tað leikaði hart á frammanfyri hann fyrstu løtuna. VB heyði fleiri nærgangandi møguleikar, og ta einu ferð- ina raktu teir í tvortræið við skoti úr seytjan metrum úr høgru Men so linkaði. og í góðu fótbóltslíkindunum slapp GI, sum aftur hevði Henn- ing Jarnskor í ålopinum, uppí part. Teirra setningur var at leggja trýst á verjuna hjá heimaliðnum langt frammi á vøllinum og har- við skapa ruðuleika í VB uppspælinum, og hetta eydnaðist væl í fleiri førum. Tá tað eydnaðist gjørdust GI álopini serliga vanda- mikil, tí verjuparturin hjá heimaliðnum ikki hevði møguleika at vera so væl skipaður, og tað var eftir eina sovorna støðu, at tað eydnaðist at fáa hol á. Fyrra umfarið var hálv- leikt, tå GI kom framum 1- 0. Henning Jarnskor kom igjøgnum í vinstru, og Sasha var fyrstur á inn- legginum, sum hann við høvdinum styrdi afturum Bjarna Johansen — eitt av fåu målunum, sum ålops- essið hjá GI hevur skoraði við høvdinum. Trýstið ikki væl skipað Vágbingar javnaðu tíðliga í 2. hálvleiki. Milan Kulic fór sjálvur í vinstru, og tá hann var komin í brotsteigin, smekkaði hann til, og bólt- urin streyk handan fyri mál- verjan. Eitt gott mál, sum GI málverjin ikki nýttist at harmast so nógv um, sum hann tóktist at gera. Hvørgin parturin var nøgdur við eitt stig, og so var aftur púra opið. Møgu- NR. 116 - 23. JUNI 1999 leikar vóru báðar vegir, men gøtumenn, ið hava stórri breidd og fleiri royndir at vágbingarnir, drógu longra stráðið. Miðskeiðis í seinna umfarinum endaði eitt tvey samanspæl millum Sámal Joensen og Magna Jarnskor við, at hesin seinni sendi innfyri úr høgru, og har var VB liðformaðurin og aftasti maður í verjuni, Eyðun Jac- obsen, so óheppin, at hann fyri nøsini á Sasha styrdi bóltinum í málið aftanfyri sín egna málverja. So vóru vágbingar noyddir at spenna álopsbog- an uppaftur meiri, men hóast teir høvdu stórt trýst, so var tað ikki serliga væl skipað. og Jóan Petur Olsen, Bartal Eliasen og Poul Ennigarð í GI miðverjuni høvdu hampuliga gott tak á tí. GI fekk møguleikar í snárálopum, men tað var eftir deydboltsstødu, at teir staðfestu kærkomna sigur- in. Súni Olsen sendi flatt fríspark úr brotsteigarmark- inum í vinstru, og bólturin streyk í málið. Tá restaðu smáir tíggju minuttir, og so Poul Ennigarð hjá GI roynir at sleppa fram við Krzystof Popczynski hjá VB. Mynd: Aki Bertholdsen var ballið buðið hjá vág- bingum, sum við hampuliga góðum fólki aftur standa frammanfyri einum rættu- liga avgerandi dysti í roynd- ini at sleppa undan niður- flyting. Komandi sunnudag skulu teir spæla í Fuglafirði! jh VB: Bjarni Johansen — Palli Augusstinussen, Mikael i Lågabø, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen, Jón Pauli Olsen Janus Kjærbo, Tórður Holm, Milan Culjic — Dan Djurhuus, Krzysztof Popczynski GÍ: Mortan Joensen — Rúni Justinussen, Poul Ennigarð, Jóan Petur Olsen, Bartal Eliasen, Súni Olsen — Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Pauli Jarnskor Henning Jarnskor, Alexander Radosavlovic Jákup á Borg sjey dystir á rað Í 4-1 sigrinum í Fuglafirði fekk Jákup á Borg eitt mál afturat, og tað merkir, at ungi B36-aleyparin nú hev- ur skorað í sjey lands- kappingardystum á rað, har hann var við á vøllinum. Hetta er tað besta avrikið hjá einum leikara í ár. Men Jákup hevur ikki gjørt mál í sjey umførum á rað, ti hann ikki var við í Klaksvík, tá B36 tapti í 3-2 í 8.umfari. Annars hevur Jákup á Borg skorað í øllum uttan tveim- um dystum, har hann hevur verið við í ár: I Sumba (ú) 6-1 2 mål 2 VB (ú) 0-0 einki mál 3 IF (h) 4-2 1 mál 4 B68 (ú) 2-1 einki mál 5 B71 (h) 6-1 2 mál 6 HB (ú) 2-4 2 mál 7 GI (h) 4-0 I mål 8 KI (ú) 2-3 spældi ikki 9 NSI (h) 3-2 I mål 10 Sumba (h) 3-1 I mål 11 VB (h) 6-1 2 mål 12 IF (ú) 4-1 I mål Kurt Mørkøre hevur skor- ad i åtta dystum å rad, hann var við — í fimm teimum síðstu í fjør og tveimum fyrstu í ár, og tað var í sjey umførum á rað. Men mest óvanliga ávrikið frá í fjør var tað hjá Henningi Jarn- skor. Gøtumadurin skoraði í sjey dystum og umførum á rað, frá tí 12. til tað 18., og hverja ferð gjørdi hann eitt mál: ongantíð fleiri enn tað. Vit kunnu ikki pástanda nú, at eingin leikari nakran- tíð hevur skorað í átta ella fleiri dystum á rað í einum kappingarári, men í hvussu so gjørdi ikki John Petersen (1994), Súni Fríði Johanne- sen (1995), Kurt Mørkøre (1996) og Uni Arge (1997) tað tey árini, tá ið teir vóru fremstir á máltalvuni við 20 og fleiri málum tilsamans. So tað kann væl vera, at um Jákup á Borg ger mál ímóti B68 í Gundadali næsta vikurskiftid, verður hann tann fyrsti nakrantíð í l.deild, ið ger mål í átta landskappingardystum á rað, har hann leikar. le SEN: see AR